mikudagur 10. mars 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Marknaðardeild: Myndamenn:
Áby rblaðstjóri: Turið Kjølbro Postadr: Postsmoga 76,)
| Jan Miller Jonhard Hammer Niclas Johannesen Jens Kristian Vang 110 Tórshavn |
Blaðstjóri: | Dagbjørt S. Hansen | Dagfinn Olsen | Alvur Haraldsen | Telefon: 311820
Eirikur Lindenskov..- | | John Johannessen | Utgevari, uppseting og prent: | — Telefax. 314720 |
Figgjarieidari: | Blaðfólk: | | Spíf Sosialurin | e-mail:
Internet: www.sosialurin.fo Sveinur Tróndarson Dagny Joensen | ítróttarskrivari: | Bústaður: | postæsosialurin.fo
Málið hevur skund
sáttamáli fyri 3 ting
Oddagrein
VERULIGA startskotið til eina foroyska
oljuvinnu varð loyst av, tá danir fyrst í 90-
unum gingu við til at lata foroyingum rættin
til råevni í undirgrundini. Tá høvdu føroy-
ingar samráðst við danir síðani midskeidis
i 70-unum um eina loysn í hesum fyri
Foroyar so týdningarmikla máli. Í hesum
tíðarbili hópaðu umsóknirnar frá altjóða
felogum um loyvi til kanningar á foroyska
landgrunninum seg upp á borðinum hjá
løgmanni í Tinganesi. Tá tað so gjørdist
greitt, at danir góðtóku, at foroyingar eiga
rættin til møgulig råevni í undirgrundini,
fór maskinan í gongd. Frá føroyskari síðu
varð skjótt borið at, sett varð út í kortið frá
politiskari síðu og nevndir vórðu settar at
fyrireika bæði forkanningar, oljulóggávu
ol.
NU vit eru um at fara úr 90-unum og inn í
eina nýggja old er enn eingin borur settur
í undirgrundina. Onkur heldur helst, at tað
er gingið alt ov seint, onnur halda, at vit
hava havt brúk fyri neyðugu tíðini at fyri-
reika okkum væl og virðiliga. Helst eru
báðar hesar útsóknir sannar. Men veruliga
orsøkin til, at málið líkasum er komið í
drag, er óloysti marknaspurningurin. O-
semjan við bretar um markið millum lond-
ini hevur sett ein kila inn í hjólini, sum
annars fóru at mæla so væl fyrru helvt av
90-unum. Nú sýnast so at vera útlit fyri,
at marknatrætan verður loyst, soleiðis at
meiri ferð aftur kann setast á. Tað ljóðar,
at ein avtala verður undirskrivað kanska í
hesum mánaðinum ella í apríl. Og tess
fyrr tess skjótari kann skjøtil verða settur
á arbeiðið uppá 1. útbjóðingina. Olju-
málaráðharrin segði í tinginum herfyri, at
so skjótt henda avtala varð undirskrivað,
fór hann at seta oll segl til fyri at fáa ferð
á arbeiðið við útbjóðingini.
TAÐ er greitt, at málið nú hevur skund. Tí
ein marknasáttmáli skal jú góðkennast
bæði á logtingi, á fólkatingi og í bretska
parlamentinum. Seinasta freist at leggja
mál fyri tingið er útrunnin, men møguleiki
er at fáa mál við seinni, um 17 tingmenn
atkvoða fyri tí. Fólkatingið fer til hús 5.
juni og kemur ikki saman aftur fyrr enn í
oktober. Sum skilst skal slíkur sáttmáli ikki
til viðgerðar í bretska parlamentinum men
bara leggjast fram og so góðkennast.
Eingin ivi er um, at okkara fólk og bretsku
embætisfólkini gera alt tey kunnu fyri at
fáa sáttmálan kláran, so hann kann leggj-
ast fyri tingini í næstu framtíð. Vit kunnu
so bara vóna, nú tað eru gingið so nógv
ár við at loysa hesa trætu, at sluttspurturin
verður góður, og at báðir partar koma á
mál í senn.
Sosialurin
Aki Bertholdsen.
„Emil L. Jacobsen
Lesarabrev
Argjavegur 26, Argir
Neyðugt at leggja oki burturav til snellu
Skal snellubátunum verða
lív lagað, verður tað neyð-
ugt at oki verða sett av til
snelluna burturav at royna
á.
Sum stødan er, fær snell-
an ikki frið at royna fyri
línubátunum.
Vit vita. at har sum línan
hevur verið, ber ikki til at
fiska við snellu í minst eina
viku aftaná
Tað er ikki langt síðani,
at vit vóru á eini leið eystan-
fyri, har línubátarnir høvdu
verið, men vit fingu bara
fýra fiskar allan dagin.
Tí er tað neyðugt, at vit
fáa sett nøkur eki av, sum
bara snellan kann fiska á.
Eg meini eisini, at snellan
skuldi havt eitt oki á Foroya
Banka, sum bara hon slapp
at fiska á
Allir aðrir reiðskapir eru
skildir sundur, bara ikki lín-
an og snellan.
Eg haldi eisini, at snellu-
bátarnir skuldu fingið fløgu-
stuðulin aftur, tí eitt snellu-
loyvi er onki vert, um skal
snellan skal fiska saman við
línuni.
Hesi seinastu árini hevur
torrafiskurin bjarga snell-
uni, men í ár hevur eisini
verið eidasørt við torrafiski.
Eisini Froyanes er ein av-
leiðing av, at snellan hevur
so ringar umstødur. Tí hevði
snellan havt betri møguleik-
ar, høvdu menninir aldrin
farid i holt vid Froyanes-
ætlanina.
Eg ivist heldur ikki i, at
tað er bankatoskurin, teir
eru úti eftir. Tí mugu vit fáa
oki á Bankanum, sum línan
ikki sleppur at royna á.
Tað, at snellan hevur so
ringar umstødur, er ikki
bara tí at snellan ikki hevur
oki fyri seg sjálva at fiska
á.
Hetta er eisini ein avleið-
ing av, at fiskidagaskipanin
er sett í verk.
Fiskidagaskipanin full-
komiliga oyðdrepur stovn-
arnir. Tá var kv otaskipanin
frægari, tí tá ið hon var í
gildi, fingu vit 180 tons,
men nú drepa vit ikki liv-
andi. Heldur ikki um várið
hava vit dripið livandi.
Og nú fiskidagaskipanin
er f gildi, verdur tad kanska
ikki nógv ár, áðrenn stovn-
arnir eru niðri á 0.
I kvotaskipanini skuldi
hvor bátur havt eitt ávíst
tonsatal. Tí tað hevdi gjørt
tað alsamt rúmligari á
grunninum, so hvørt sum
bátarnir blivu lidnir við sína
kvotu.
Tað kundi eisini verið so
at bátarnir sluppu at fiska
fyri eitt ávíst virði, og so
skuldu teir givist.
Høvdu vit fýra mans á
okkara báti. kunnað fiska
fyri einar 2 milliónir, var tað
ein årsinntøka.
So hevði tað verið javnari
býtt millum skipini. Nú er
tað næstan frítt og at tann
vinnur, sum sterkastur er.
Tað er heldur ikki rætt, at
tað er ein samd vinna, sum
mælir til kvotaskipanina,
tað eru nakrir fáir, teir sum
sterkastir eru.
Finnur Egholm,
Eiði
TKST stevnt Torshavnar býrað
Tórshavnar Kommunala Starvs- og
Tænastumannafelag vil hava skil á
viðurskiftunum hjá vikuskiftisavloys-
arunum í Svimjuhylinum
Neyndin í Tórshavnar
Kommunala Starvs- &
Tænastumannafelag hevur
nú skipað seg, aftan á aðal-
fundin ið var 24. feb.
Tveir nevndarlimir stóðu
fyri vali: Kartni Ravnsfjall,
ið var afturvaldur og Signa
Hammer, ið ikki stillaði upp
aftur. Í hennara stað var
Barbara Petersen vald.
Nevndin hevur skipað seg
soleiðis: Kartni Ravnsfjall,
formadur. Johan Christian-
sen, næstformadur. Alma
Hansen, skrivari. Michael
Jacobeus, kassameistari og
Barbara Petersen, nevndar-
limur
Viðv. málinum um leið-
aran fyri skattakærunevnd-
ina hevur Tórshavnar
Kommunala Starvs- &
Tænastumannafelag góðtik-
ið. at hesin hevur innlimað
seg í Búskapar- & løgfrød-
ingafelagið. BLF hevur eis-
ini fyri felagnum váttað. at
hesin, sum limur í teirra fel-
ag ikki fær møguleika at
taka upp annað arbeiði. enn
tað hann dagliga fæst við.
Harumframt hevur TKST í
skrivi heitt á BLF um at
geva TKST fráboðan, um
hesin ella býráðið limað
hann úr teirra felag.
Í einum øðrum stríðsmál-
ið millum TKST og býráðið
hevur felagið valt at stevna
Tórshavnar býráð. Talan er
um krav um, at vikuskiftis-
avloysarnar í Svimjihøllini
ikki fáa útgoldið vaktar-
gjøld. sum teir eiga smb.
sáttmála. Felagið hevur áð-
ur roynt at fingið avgreitt
málið á fundi við býráðið
(har eisini borgarstjórin var
til staðar). Men fekk felagið
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum ið sýndu samkenslu og
mintust pápa, verpåpa, abba og langabba okkara
KNUD ELLEBYE ANDERSEN
Takk til prest, kirkjutænarar, sangarar og ollum
tykkum ið hjálptu okkum á ymsan hátt.
Takk fyri blómur, kransar og gávur annars, og ollum
tykkum ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíld-
arstað.
Ein serstøk tøkk til Heimahjálpina fyri tann anda
ið tit hava lagt í arbeiðið hesi seks árini.
Petur, Poul, Beth og Jan
— Víkuskiftisavlovysararnir í Svimjihvlinum fáa framvegis
ikki útgoldið vaktargjóldini soleiðis, sum avtalad er, heldur
her greitt at vita, at um hesi
vaktargjøld skuldu gjaldast.
skuldi umtalaði starvsbólk-
ur niður í lønarflokk. Fel-
agið heldur uppá. at hesi
starvsfólk skulu verða í 9.
lønarb6lki, sum ásett í sátt-
málanum.
Framvegis fáa avloysarar,
ið starvast í Svimjihøllini
ikki útgoldið hesi vaktar-
gjøld. Hetta at starvsfólk
undir býráðnum skulu ar-
beiða fyri vanliga løn leyg-
ar- og sunnudagar er væl í
trá við serliga starvspoli-
tikkin sum sitandi býráðs-
samgonga ynskir at føra.
TKST hevur tó valt. at
stevna býráðnum í hesum
máli og krevur, at vaktar-
Sakfelagid hjá teimum, sums tarvast hjá Havnar kommunu
gjøld verða goldin frå |.
juni 1995 at galda, tá skip-
anin við vaktargjøldum
kom aftur í sáttmálan.
Annars kann nevnast at
býráðið í skrivi til felagið
8. feb. boðaði frá, at áðrenn
innplaseringarnar fyri leið-
arar fara út í landsstýrið til
góðkenningar, skuldi TKST
faa hesar til ummælis. Vit
hava nú frætt, at býráðið
hevur sent Føroya Lands-
stýri hesar innplaseringar
uttan um felagið. Hetta hev-
ur felagið nú sent býráðnum
skriv um, har biðið verður
um eina frágreiðing, sigur
Tórshavnar = Kommunala
Starvs- og Tænastumanna-
felag.
Takk
Takk til øll sum vitjaðu okkum, góvu
blómur og gávur á fóðingardegnum.
Ein serlig tøkk til Adelaid, Eydvør og
Ketty fyri góða hjálp.
Blíðar heilsanir
Inga og Magnus
Í