mikudagur 10. mars 1999síða 5
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 47 — 10. MARS 1999
tíðindablaðið
Gott úrslit hjá Livstryggingini
Raksturin hjá Lívstryggingini gav eitt avlop upp á 22,4
hen he 5
mio. krónur áðrenn útlutan av bonus. Urslitid hevur givið
Lívstryggingini møguleika fyri, hóast fallandi rentustødi,
at geva tryggingartakarum sínum eina rentu upp á 6,25
prosent fyri árið 1998
SVEINUR TRÓNDARSON
Eins og øll onnur í hesum
samfelagnum, so merkti
Lívstryggingin eisini niður-
gongdina, sum var í byrj-
anini av níttárunum.tá m.a
tryggingargjøldini lækkaðu
rættiliga nógv.
Men síðan 1995 hevur
bara gingið framá.
Tryggingargjøldini eru
hækkaði ár um ár, og í fjør
hækkaðu tey við góðum
seks milliónum krónum, úr
61,7 mió. krónum upp í
67,8 mió. krónur. Hetta
svarar til ein vøkstur upp á
9,9 prosent.
Og við hesari øking stað-
festir Føroya Lívstrygging.
at fallið í tryggingargjøld-
unum, sum byrjaði við
kreppuni, nú alt er vunnið
innaftur.
Høvudsvøksturin er i
bólkinum við samlags-
tryggingum, og í tíðinda-
skrivinum frá Lívstrygging
verður sagt, at tað er eitt
mynstur, sum vanliga verð-
ur brúkt, at fakfelog og virk-
ir byrja við at stovna sam-
lagstryggingar, sum so
seinni ofta verður til eina
eftirlønartrygging.
Eftirlønarskipaninar
økjast
I 1998 gjørdi Føroya Livs-
trygging fýra nýggjar eftir-
lønaravtalur við fakfelog
Starvsmannafelagið er so
klárt tað størsta av teimum,
men umframt ta avtaluna
gjørdi Lívstrygging eisini
avtalu við Føroya Hand-
verkarafelag, Klaksvíkar
Arbeiðskvinnufelag og við
Føroya Prentarafelag.
Sagt verður í tíðinda-
skrivinum, at inngjøldini til
hesar eftirlónarskipanir eru
enn á byrjunarstigi, og at tað
tí má roknast við, at tað
ganga nøkur ár, áðrenn hes-
ar eftirlønarskipanir eru fult
útbygdar, men lagt verður
afturat, at við tí vøkstri, sum
var í tryggingargjøldunum
í 1998, so sæst, at ein mun-
adygg byrjan er sett í verk.
Menning av
virkiseftirlønum
Føroya Livstrygging sigur,
at tey i 1998 av ålvara
merktu úrslitini av tí mið-
vísa arbeiði, sum stovnurin
setti í verk við at markn-
a0arføra arbeiðsmarknaðar-
og virkiseftirlønir.
Tað tykist verulig gongd
vera komin á virkiseftirløn-
arskipanir, har virkir á priv-
ata arbeidsmarknadinum
bjóða starvsfólkum sínum
eina eftirlønarskipan.
Hesin táttur hevur verið
galdandi á almenna arbeiðs-
marknaðinum í fleiri ár. Eitt
sindur ymiskt er tó, hvussu
hesar skipanir eru útbygdar.
Hinvegin er enn langt á mál
Ognin nærkast
einari milliard
Ognin hjá Føroya Lívstrygging er økt
við góðum 81 mid. krónum, s
so at
samlaða ognin nú er knappar 981
mió. krónur krónur
SVEINUR TRÓNDARSON
Tað er ein øgilig savnan av
peningi, sum fer fram í
tryggingarstovnunum.
Tryggingarfelagið hevur
við sínum nógvu árum á
bakið savna ein stóran
»pengatanga« og tað hevur
Føroya Lívstrygging eisini.
Í sambanddi við rokn-
skapin, sum nú er lagdur
fram sæst, at ognin hjá Før-
oya Lívstrygging er upp á
knappar 981 mió. krónur
móti 898 mió. krónum í
1997
Økingin stavar serliga frå
vøkstrinum í lánsbrævaogn-
ini.
Í 1997 átti lívstryggingin
fyri knappar 560 mió. krón-
ur í lånsbrøvum, men í 1998
átti lívstryggingin fyri 651
mió. krónur í lånsbrøvum.
Her er talan um ein vøkst-
ur upp á góðar 92 mió.
krónur.
Hinvegin eru útlánini
fallin við umleið 20 mió.
krónum, samstundis sum
innlánini í peningastovnum
eru fallin við góðum sjey
milliónum.
Her er tó neyvan nakað
at óttast fyri, tí enn eigur
Føroya Lívstrygging góðar
63 mió. krónur innistand-
andi í peningastovunum.
Kontant ogn
uppá eina milliard
Verða oll hesi tølini sam-
antald, samstundis sum
partabrøvini verða løgd
aftrat, so síggja vit, at
samanlagda fíggjarognin
hjá Føroya Livstrygging er
beint undir eini heilari
milliard.
Hetta eru ikki småvegis
upphæddir at umsita, og tað
krevur eisini eitt ótrúligt
varsemi, tá ein >plaserar<
á privata arbeiðsmarknað-
inum.
Lívstryggingin leggur
dent á, at stovnurin í fram-
tíðini fer at gera eitt stírt
arbeiði, at marknadarføra
tær skipanir, sum stovurin
umsitur.
Hugsjónarligar
broytingar
Í seinastuni hevur verið eitt
stórt politiskt kjak um
hvussu pensjónsgki skal
skipast í framtíðini.
Politisku flokkarnir stríð-
ast um hvor víkur frá hvørj-
um lyfti, og eisini um hvat
navn framtíðar pensjóns-
skipanirnar skulu hava.
I tíðindaskrivinum stað-
festir Føroya Lívstrygging,
at um ein hyggur at eftir-
lønarspurninginum sum
heild, so kann staðfestast,
at vit í roynd og veru hava
tikið tyngsta stigið til
hvussu hetta øki skal skipast
í framtíðini.
Víst verður á, at ein hug-
burðsbroyting er farin fram
sum førir við sær, at farið
verður frá eini skattafíggj-
aðari fólkapensjón. sum vit
kenna hana í dag, til eina
skipan, har partarnir á ar-
beiðsmarknaðinum semjast
um, at peningur verður sett-
ur av í vinnuførum aldri til
eftirlønaraldri.
Leidslan å Føroya Livs-
trygging sigur, at tað stigið,
Tryggingargjeld og -veitingar |
80 ——— —
Tryggingargjóldini hjá Føroya Lívstrygging eru seinastu fimm árini vaksin úr 48 mið.
krónum upp i 67,8 mió. krónur. Økingin stavar frå øktum hugi millum fólk at seta á
stovn eftirlønarskipanir, sum tó ofta byrja sum samlagstryggingar
sum partarnir nú eru í kann
sigast at vera ein spurningur
um hvussu eftirlønir skulu
umsitast og setast saman,
hvussu figgingin skal fara
fram, og hvussu bygnaðurin
av eftirlønarskipanum fæst
inn i lønargongdina i sam-
felagnum
- Fyri Føroya Lívstrygg-
ing er henda gongdin innan
eftirlønarvidurskiftini ein
stór avbjóðing. Nógv orka
verður løgd í at tilevna eft-
irlønarskipanir, ið kunnu
nøkta tørvin, bæði tá ið ta
snýr seg um at seta saman
eitt hóskiligt býti millum
tryggingar- og uppsparing-
arpartin og at fáa til vega ta
bestu tøkni til at umsita hes
ar skipanir.
Aktiv
1995
1996 1997
Miáns og partabrøv MFastogn og annar útbúnaður MOnnur aktiv Binnién DUtén
Upp á fimm ár er ognin hjá Foroya Livstrygging okt við
góðum 300 mió. krónum soleiðis at samlaða fíggjarogn-
in nú í stórum stigum nærkast eini heilari milliard
pengarnar.
Hetta er leiðslan á Foroya
Livstrygging púra greið yv-
ir, og tí er meginparturin av
inngoldnu tryggingarpeng-
unum settur í láns- og virð-
isbrøv uttanlands.
Umleid 20 prosent av
ognini eru lænt ut, men eis-
ini her er neyðugt við sera
stórum varsemi, og tað
merkir millum annað, at
pengarnir verða læntir út til
kommunur.
Hóast stóru skuldarbyrð-
urnar, og drúgvu samráð-
ingarnar um skuldarsaner-
ingar, so eru hesi útlánini
trygg.
Í tíðindaskrivinum frá
Føroya Lívstrygging verður
sagt, at stóra kapitalognin
hjá Føroya Lívstrygging
vísir hvussu kapitalsavn-
andi virksemi stovnsins er
og, at tað er við at styrkja
tann føroyska samfelagsbú-
skapin munandi við tað, at
tað er peningur tryggingar-
takarans, sum verður settur
í tryggar iløgur
Rentuinntskan minkað
Í árinum sum fór hevur Før-
oya Lívstrygging havt fíggj-
arinntøkur upp á 57,9 mió.
krónur.
Hetta eru góðar tvær mió.
minni enn árið framman-
undan, men ein náttúrlig
gongd tá havt verður í huga.
at alheimsrentustøðið er
fallið tað seinasta árið
Verður hugt at lånsbrøv-
unum, sum er nógv tað
størsta figgjaraktivi hjá
Livstryggingini, so er mið-
alrentan fallin frå 6,7 pro-
sentum í 1997 til 5.8 prosent
í 1998
Men rentufallið ávirkar
kursin á lånsbrøvunum. Tá
rentan lækkar, so hækkar
kursurin, og í sambandi við
umlegging av virðisbræva-
goymsluni hjá lívstrygging-
ini, sum er uppá góðar 651
mió. krónur við árslok í
1998, hevur stovnurin stað-
fest ein kursvinning upp á
14,8 mió. krónur
í 1997 var kursvinning-
urin tríggjar mió. lægri, ella
11,7 mió. krónur
Sostatt gjørdust fíggjar-
inntøkurnar hjá livstrygg
ingini 72,7 mió. krónur móti
kr. 71,9 árið frammanund-
an
Sera góðir
brúktir bilar
Nú enn biligari
Slag
Ford Mondeo 2.0 Ghia 94
Ford Mondeo 1.8i CLX 94
Ford Mondeo 1.8i AirCon 95
Ford Mondeo 1.8 Magic 95
| Ford Escort 1.6i CLX
Ford Escort 1.6 CLX
Ford Escort 1.6 CLX
Ford Escort 1.6 CLX
Ford Mawerick TD 4x4 — 96
Fiat Brava 1 Si
Árg. Koyrt
115.000
24.000
58.000
34.000
95 77.000
95 39.000
95 45.000
95 54.000
20.000
36.000
P/F WENZEL
Akranesgøta 5 - Box 3043
Po Tlt. 313873