mikudagur 10. mars 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
-.
Nr. 4“. —
„. MARS 1999
tíðindablaðið
Eiríkur Thorvaldsson, stjóri í Meginfelag Búnaðarmanna:
Føroyski landbúnaðurin tætt
við at vera vistfrødiligur
- Samanbera vit eitt fóroyskt landbrúk við eitt danskt
brúkar tað danska nógvar ferðir meiri handilstóð, kemisk
evni og heilivág enn eitt fóroyskt. Tað vantar lítið í, at vit
kunnu kalla føroyska seyðahaldið fyri at vera vistfróði-
ligt, sigur Eirikur Thorvaldsson
TURIÐ KJØLBRO
Annar hvor mjólkapakki.
sum verður drukkin í Dan-
mark, er vistfrødilig mjólk
So langt eru vit ikki komin
í Føroyum, ti enn er eingin
bóndagarður. ið burturav er
vistfrødiligur.
Tað letur ikki til, at vist-
frødiliga rákið rættiliga hev-
ir rakt við Føroyar, í ollum
førum ikki við framleiðar-
arnar. Men nógv bendir á.
at tað verður ikki leingi til
so verður. tí okkara land-
búnaður er næstan vistfrød-
iligur. Samanbera vit eitt
føroyskt landbrúk við eitt
danskt brúkar tað danska
nógvar ferðir meiri handils-
tød, kemisk evni og heilivág
enn eitt føroyskt. Stórur
partur av handilstødnum, ið
verður brúkt í Føroyum,
regnar burtur. Sum eg havi
skilt er bert eitt slag av korni
í blandingini av kraftfóðri
ikki vistfrødiligt. Helming-
urin av føroyska landbún-
aðinum er seydakjøt og har
vantar heilt øgiliga lítið i,
at vit kunnu kalla seyða-
haldið fyri at vera vistfrød-
iligt. Mær vitandi fær seyð-
urin bert eitt slag av heili-
vági. Lombini fáa einki
kraftfóður, so tey eru heilt
uttan ávirkan av øðrum eftir
náttúruni. Tí kunnu vit siga,
at føroyski landbúnaðurin
er heilt tætt uppå at vera
vistfrødiligur og at vit nærk-
ast alla tíðina, sigur Eirikur
Thorvaldsson, stjóri í Meg
infelag Búnaðarmanna
MBM.
Donsku reglurnar
ov linar
Føroyingar, íslendingar og
grønlendingar eru í holt við
eina samstarvsverkætlan um
at fáa eina skrivstovu, ið
vegleiðir innan vistfrødi.
- Verkætlanin gongur út
uppá, at hesi trý londini fáa
eitt eftirlit og eina lóggilding
av matvøru, sum er vistfrød-
ilig. Hetta samstarvið er av-
gjørt eitt framstig fram ímóti
eini betri framleiðslu. sigur
Eiríkur Thorvaldsson
Stjórin á MBM ivast í. um
vistfrødiliga vøran, ið danir
framleiða og selja, av røttum
er vistfrødilig.
- Reglurnar, ið verðar sett-
ar framleiðarunum. eru alt
ov linar og alt ov nógv und-
antøk kunnu gerast.
Fyri tveimum árum síðani
kravdi stjórin í MBM eina
váttan frá ollum útvegarum
av seyða- og neytafóðri. um
at einki genspleysað verður
nýtt í fóðrinum.
- Vit hava fingið váttani-
na, men vit hava ongan
møguleika at kanna hana
eftir um hon er rett. sigur
Eirikur Thorvaldsson.
Vit sakna
eina útmelding
Meginfelag Búnaðarmanna
hevur ikki einkarætt at selja
mjólk í Føroyum. Virkið
hevur alt ES at kappast við.
men meginparturin av
mjólkini og mjólkarúrdrátt-
unum, ið verða seld í for-
oysku handlunum. er før-
Oy skt.
Stúra tit ikki fyri, at fólk
heldur vilja keypa danska
mjólk um tey vilja hava vist-
frødiliga mjólk?
- Tað kann henda, men
MBM er ikki framleiðari av
mjólk. Vit taka ímóti mjólk-
ini frá bóndunum. I Dan-
mark hava vit sæd, at tað
eru bóndurnir sjálvur. ið eru
farnir undir vistfrødiliga
framleiðslu. Um føroysku
landbrúkini skulu leggja
um til vistfrødiliga fram-
leiðslu má tað koma sum
eitt trýst frá brúkaranum
ella sum eitt stig frá al-
mennari síðu
- Spurningurin er, um vit
kunnu eggja bóndur til at
gera royndir í vistfrødiliga
framleiðslu. A aðalfund-
unum hjá MBM seinnu ár-
ini hava vit havt fyrilestrar
um vistfrødiliga fram-
leiðslu, og vit royna frá
okkara síðu at upplýsa og
eggja. Fer ein bóndi undir
vistfrødiliga framleiðslu av
mjólk kann hann selja bein-
leiðis. Í botn og grund snýr
hetta seg um, um tað loysir
seg fíggjarliga at fara undir
slíka framleiðslu. I Føroy-
um klára nógv landbrúk seg
akkurát og bóndur tora tí
ikki eins væl at fara undir
Ovissar royndir sum bóndur
I Danmark er annar hvor mjólkapakki, ið verður drukkin, vistfrødiligur. Nær Meginfelag
Búnaðarmanna fer at selja vistfrødiliga mjólk, ber ikki til at siga nakað um í løtuni
aðra staðni, ið fáa nógvan
stuðul frá tí almenna.
- Vit sakna eina útmeld-
ing frá tí almenna og ikki
minst ein miðvísan brúkara-
og landbúnaðarpolitikk.
Hinvegin dugi eg at síggja,
at tað verður trupult hjá
okkum at framleiða vist-
fróðiligar mjólkarúrdráttir í
Savnsmynd
lítlum nøgdum. ti er sølu-
grundarlagið ikki har, loysir
tað seg heilt einfalt ikki, sig-
ur Eiríkur Thorvaldsson.
Statoil-stoðin í Klaksvík byggir út
pi
A Nordoyastevnu letur Statoil-stødin í Klaksvík upp í umbygdum hólum. Ímeðan verður selt úr einum húsvogni á økinum
1
TURIÐ KJØLBRO
Tað gamla í Føroyum og
aðra staðni hevur verið. at
servisu-stødirnar hjá olju-
feløgunum hava eitt stórt
verkstað og ein lítlan handil.
Seinastu árini hava vit sæð
fleiri dómi um tað øvugta.
Statoil-stødin í Klaksvík
hevur eisini valt at leggja
alla servisu-stødina um.
Stóra verkstaðið, sum hevur
verið knýtt at stødini, flytir
úr bygninginum og handilin
verður enn stórri. Umleið
helmingurin av verkstað-
num verður tikin uppí hand-
ilin og tað gevur grundarlag
1 Nordovastevnu letur
Statoilstødin upp i
umbygdum hólum
Mynd: Jan Miller
fyri einum størri útboði av
vørum.
- Handilin fer stórt sæð at
selja tað sama sum nú.
vanliga voru, ið verður seld
á bensinstødum og so ben-
sin sjálvandi. Urvalið verð-
ur eitt sindur stórri. Og tað
fer at bera til at fáa ein heit-
an kopp av kaffi, tá ið tú
annars ger ørindi inn á stød-
ina, sigur Hans Waag frá
Statoil.
Imedan arbeitt verdur vid
at umbyggja handilin verð-
ur selt úr einum leigaðum
husvogni, ið er settur á okið
við síðuna av
- Tað hava vit valt bæði
við atliti til starvsfólkini og
viðskiftafólkini. men ikki
minst fyri at fáa arbeiðið
skjótari frá hondini. Hand-
ilin letur upp aftur um mán
aðarskiftið mai-juni ella til
Nordoyastevnu í nýggjum
hami. sigur Hans Waag
Hvussu nógv umbygg-
ingin kostar vil Statoil ikki
avduka, ei heldur hvussu
nógv fólk vitja inn á støðina
hvønn dag, men tey eru
sum skilst nógv. Støðin
liggur við
hevuðsferðsluæðrina i
Klaksvík, Nólsovar Påls-
gøtu. Hóast bilverkstað ikki
verður knýtt at stødini i
framtíðini ber Statoil ikki
ótta fyri, at færri viðskifta-
fólk fara at koma inn á
gólvið
Umleið 10-12 fólk eru
knytt at servisu-stødini og
dagligur leiðari er Óli
Marnar Christianssen. Bil
verkstaðið hjá John Heine
sen, 10 hevur verið við í
bygninginum, flytir á idn-
aðarskið á Borðoyavík
Enn er hesin bygningurin
ikki liðugur