Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-03-10, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. mars 1999síða 15

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Fløgan kom í seinasta mánaða Um miðjan februar mánaða vóru luttakararnir í Ungt Virki á Torginum í SMS, har tey vístu sínar framleiðslur fyri almenninginum. Fløgan hjá bólkinum kom til landið dagin fyri, at framsýningin í SMS byrjaði, og tey trý JOannis, Karin og Vivian siga, at tað var ein øgilig góð kensla, tá ið tey sjálvi stóðu við fløguni í honduni og kundu vísa hana fram alment. Fløgan bleiv framleidd í Tysklandi, og í hesum sam- bandi nevna tey, at sera stór hjálp var veitt teimum av Høgna Zachariassen í 3'ara- num, sum hevur gott innlit í fløguframleidslu og tann heimin, og tað lætti munandi um hjá teimum seks virkis- fysnu ungdómunum. Hevur kostað umleið 35.000 krónur Tað er einki at ivast í, at tað er fíggjarliga stórt tak hjá seks ungum handilsskúlanæming- um at fara undir eina slíka verkætlan, sum tað at fram- leida eina fløgu. Næmingarnir hava sjålvir fulla figgjarliga å- byrgd av verkætlanini, og tey siga, at framleidslan av fløgu- ni kostaði umleið 25.000 krónur, og so hava tey brúkt einar 10.000 krónur aftrat til faldarar, búnar og annað. 500 eintøk av fløguni blivu framleidd, og nú bert triggjar vikur eftir at fløgan kom á marknaðin, hava tey selt nær- um 200 fløgur. Hetta ger, at bólkurin hevur fingið allar út- reiðslurnar endurgoldnar, og tað, sum nú verður selt, er alt reint yvirskot. Limirnir í bólk- inum, sum valdu at rópa fyri- tøkuna "Flogan“, siga, at høvdu tey ikki fingið so góðan stuðul frá ymsum fyritøkum og stovnum, so hevði tað ver- ið trupult at fingið fyritøkuna og verkætlanina at hanga sam- an fíggjarliga. Hevdi fløgan givið undir- skot, høvdu ey seks í bólk- inum verið noydd til at býta undirskotið sínamillum. Ein spennandi avbjóðing Spurd, um tey vilja mæla øðrum, sum sleppa inn á FHS- útbúgvingina, at royna at sleppa við í Ungt Virki, siga tey trý, at tað vilja tey so av- gjørt. Jóannis sigur, at tað er ógvuliga strævið, og tey hava Trý av teimum sum hava verið við til at gjørt fløguna: Úr erva: Karin Dahl, Jóannis Iversen, Vivian Johansen brúkt nógva tíð aftaná skúlatíð til at arbeiða við fløguni, um- framt fýra av skúlatímunum hvørja viku, men at tað so sanniliga hevur verið stríðið vert. Hann leggur aftrat, at eitt slíkt arbeiði eisini gevur ein- um huga til at fara undir nak- að sjålvstødugt eftir lokna útbúgving. Eitt av endamálunum við Ungt Virki er júst tað, at verk- ætlanin skal virka við til at vekja áhuga millum næming- arnar fyri at skapa nakað sjålvstødugt. Ein slik verkætlan sum henda ger, at sktilin gerst meiri veruleikakendur, og man fær á henda hátt meiri praktiskt innihald í útbúgv- ingini, siga Vivian, Karin og Jóannis. Bæði Vivian og Jóannis siga seg hava ætlanir um at fara undir at lesa HH komandi Yngd nr. 10 - 10. mars 1999 O O 0O 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0. 0. 0 0 skúlaár, meðan Karin enn ikki hevur tikið stóðu til hetta, sum hon tó sigur vera væl møgu- ligt. Skal dømast Verkætlanin Ungt Virki hevur nú verið til í nøkur ár. Av teimum fýra bólkunum, verður ein vinnari funnin, sum síðani sleppur til Danmarkar við sín- ari framleiðslu og arbeiði. Tað eru fólk úr føroyska vinnulivi- num, sum skulu meta um av- rikini hjá teimum ymsu bólk- unum. Miðskeiðis í hesum mánaði num skulu bólkarnir eisini upp til eina provtøku í verkætlan- ini, sum ein danskur próvdóm- ari skal meta um. Í apríl mánaða verður Ungt Virki aftur á Torginum í SMS, og tá skal vakrasti básurin eis- in! veljast, samstundis sum at vinnandi bólkurin verður útnevndur tá. Um mánaðarskiftið maj/juni skal fyritøkan so avtakast, eins og ein verulig fyritøka verðu! avtikin. Hvussu fíggjarliga stødan hjá fløguni er tá, er ilt at meta um, men allarhelst hava tey seks komandi vinnu- lívsfólkini tá nøkur oyru á kistubotninum. sum tey kunnu halda sær á gleim við í sam- bandi við provtøkuna ella okkurt líknandi. Stuðlarnir hjá Fløguni hava verið: Perlan. 3'arin, Fóm Is, Demmus, Top Shop. Vero Moda. Skipafelagið. Útvarp Føroya, P/F Maria Poulsen. Tryggingarfelagið Føroyar, Papirslonin og Hjå Kissa. Tey, sum hava hug til at ogna sær fløguna, kunnu skriva til Fløgan, Foroya Handilsskúli, Postsmoga 177, 110 Tórshavn.