mikudagur 10. mars 1999síða 17
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 47 — 10. MARS 1999
ÍTRÓTTUR
sostalurin, box
76, 110 tórshavn -
tlf 31 18 20 - fax 31 47 20
framvegis navnleysar
'étbéltur: Komandi vikuskiftið verða fyrstu dystirnir í steypakapp-
ítróttar
teldupost til ítróttin: emil& sosialurin.fo
ingini hjá monnum, og so fer fótbólturin av álvara á rull aftur
Tað hevur ligið illa fyri við fyri-
reikingunum til nýggja fótbólts-
árið. Dagarnir, sum graslíkisvall-
irnir hava verið grónir og ikki
hvítir, hava ikki verið so nógvir
síðani á nýggjarárinum, og tá tað
ikki hevur verið kavi, hevur tað
ofta verið nógvur vindur.
Men nú sigur álmanakkin, at tað
er komið har til, at farast skal
undir fótbóltskappingarnar.
Nálareygað
Longu komandi vikuskifti verða
fyrstu dystirnir í steypakappingini
hjá monnum spældir. Dystirnir í
innleiðandi umfarinum verða
millum Royn og Skála og EB/
Streym og AB.
Tað er eitt sindur av einum nál-
areyga hjá hesum liðunum at
sleppa upp í part í bólkaumfarin-
um. Í omanfyri nevndu feløgunum
rokna teir neyvan við, at teirra lið
skulu koma víðari í fjórðingsfin-
aluna, men harfyri er tað ikki
minni týdningarmikið at koma í
bólkaspælið, tí har er eitt gott høvi
at fáa góð mótstóðulið, sum geva
góða dystarvenjing, áðrenn farið
verður undir landskappingina.
Annan sunnudag skulu vinn-
ararnir av omanfyri nevndu dyst-
um aftur royna seg. Tá verða mót-
stødulidini LÍF og B71. Vinnarin
í Hvalba skal til Sands, og vinn-
arin á Eiði skal til Leirvíkar. Triði
dysturin annan sunnudag verður
á Sevmýri, har FS Vágar fer at
vitja.
Tá hesir dystirnir eru avgreiddir
verður greitt, hvørji feløg verða
umboðað í bólkaspælinum saman
við teimum níggju feløgunum,
sum vóru eftir í 1. deild í fjør, tá
TB var flutt niður og áðrenn B71
var komið upp.
Hugurin upp á spæl
Tað hevur onkuntíð fyrr víst seg
at koma illa við hjá feløgum, sum
ikki eru sloppin upp í part í bólka-
spælinum. Síðsta dómið um hetta
vóru sandoyingar í fjør. Tá vóru
tvey innleidandi umfør. Í fyrra
umfarinum vann B71 2-0 móti
AB, men so snávaðu teir og taptu
3-2 móti FS Vágar.
Hetta hevði við sær, at B71 ikki
kom uppí bólkaspælið. og tað kom
illa við. Bæði tí hugurin at venja í
nakrar vikur ikki var so góður,
sum hann hevði verið framman-
undan, og tí at tað var torført at
fáa mótstøðulið til venjingardystir.
Nú endaði tað við, at B71 vann
2. deild og flutti upp, men at teir
ikki vóru heilt væl fyri ta fyrstu
tíðina bóru fyrstu úrslitini í lands-
kappingini boð um. B71 vann ikki
fyrrenn í triðja umfari.
Navnleys
Bólkaumfarið verður liðugt spælt
18. apríl, og fjórðingsfinalan verð-
ur 2. mai. Hålvfinalurnar verða 13.
og 24. mai, og finalan i steypa-
kappingini hjá monnum verður
sunnudagin 4. juli.
Sambært yvirlitinum, sum er
komið frå Fótbóltssambandinum,
so hevur steypakappingin fram-
vegis einki navn. Tað, sum áður
hevur verið nevnt kappingin um
løgmanssteypid, og frammanund-
an fyri kappingin um ísafjarðar-
súluna og ísafjarðarbikarið eitur
nú steypakappingin hjá monnum.
Hetta kemst ikki av, at eingin
er, sum vil geva eitt steyp at kapp-
ast um, men heldur kemst hetta
av, at Fótbóltssambandið ynskir
at brúka steypakappingina í einari
stuðulsavtalu. Felagið, sum skal
stuðla, ætlast afturfyri stuðulin
m.a. at fáa sítt navn knýtt aftur at
kappingini.
Vit hava skilt á FSF, at onkur
fyrispurningur hevur verið um
eina slíka avtalu, men higartil er
so einki meiri hent í málinum.
Í fjør royndi FSF at selja steypa-
kappingina hjá kvinnunum. Í
bløðunum varð lýst við møguleik-
anum, men áhugin var ikki stórur,
Áhugin at spæla fótbólt er stórur
Fótbóltur: Nú er greitt, at uppskotið um at
lata smádreingir spæla á hálvum velli hevur
vunnið frama
Í Fótbóltssambandinum arbeiða
tey nú við fullari ferð við at leggja
síðstu hon á fyrireikingarnar til
skránna fyri fótbóltsárið, sum
stendur fyri durunum.
Yvirlit yvir allar steypakapping-
arnar er sent feløgunum, og í hes-
um døgum verður arbeitt við at
fáa síðstu stykkini løgd í tí stóra
puslispælinum, sum eitur lands-
kappingin 1999. So verður skip-
anin send til prentingar, og tað
verður roknað við og vónað, at
skipanin verður tøk fyri páskir, og
tað vil aftur siga síðst í hesum
mánaðinum.
Nógvir spælarar
Í 4. og 5. deild og í old boys deild-
ini og í 2. deild hjá kvinnum og í
øllum teimum yngru deildunum
er frí tilmelding, og tað tykist sum
um áhugin fyri at spæla fótbólt í
kappingum, sum eru fyriskipaðar
av FSF, framvegis er stórur.
321 lið eru meldað til kapping-
arnar. Á summum liðum eru sjey
spælarar og á hinum eru ellivu.
Men um vit leysliga meta, at í
miðal hoyra tíggju spælarar til
hvert liðið, so vil tað við øðrum
orðum siga, at talið á teimum, sum
ætla sær at spæla fótbólt í Føroy-
um í summar liggur eina staðni
millum 3000 og 3500, og tað er
ikki so lítið.
Í fjør var talið á liðum, sum vóru
meldað til 329, men hvussu lut-
tøkan fer at vera sammett við í
fjør ber ikki til at siga nakað um
enn, tí í fjór vórðu 25 lið tikin úr
kappingini.
Størsta broytingin í einum ein-
stókum bólki sammett við tilmeld-
ingina í fjør er í 4. deild. Har vóru
20 lið meldaði til í 1998, og nú er
talið niðri á 14. Men so skal leggj-
ast afturat, at fýra av liðunum, sum
í fjør høvdu boðað frá luttøku,
vórðu tíkin úr kappingini.
Merkisvert er eisini, at áhugin í
unglingadeildini er stórur. Fjúrtan
lið eru meldaði til, og serliga hug-
aligt er tað, at VB og TB bjóða
seg fram í hesi deildini. So fáa vit
at síggja, hvussu tað fer at roynast
í hesi deildini. Tað er ofta komið
fyri, at nógv lið eru tikin úr kapp-
ingini, men í fjør royndist tað væl.
Bara eitt av teimum trettan lið-
unum, sum upprunaliga vóru
meldað til, varð tikið úr kapping-
ini.
Smádreingir á hálvum velli
Á aðalfundinum hjá FSF, sum var
síðst í januar, legði Sumba upp-
skot fram um, at ein kapping
skuldi fyriskipast á hálvum velli
fyri smádreingir. Uppskotið fekk
ikki nakra endaliga viðgerð á að-
alfundinum. Tað varð hildið, at eitt
sovorðið uppskot átti at verða við-
gjørt, tá FSF og feløgini fóru at
tosa um ungdómsfótbóltin —
royndirnar frá í fjør og ætlanirnar
fyri komandi kappingarár.
Fundurin hevur verið, og har
varð avrátt, at tilmeldingin skuldi
verða avgerandi fyri, um ein kapp-
ing skuldi verða fyri smádreingir
á hálvum vølli. Nú vísir tað seg,
at sjey feløg hava meldað til hesa
17
me
Lesið eisini
ítróttin á
Internetinum
www.sosialurin.fo
HB vann løgmanssteypid til ognar í fjør, og nýggja steypakapp-
ingini hevur enn ikki fingið navn
og í yvirlitinum, sum nú er komið,
verður kappingin framvegis nevnd
Steypakappingin hjá kvinnum.
Hinar kappingarnar
Fótbóltssambandið skipar í alt fyri
sjey steypakappingum. Umframt
kappingarnar hjá monnum og
kvinnum verður kappast í ung-
lingadeildini — tann kappingin er
um Thomas Dam & Co steypið,
dreingirnir kappast um Koyri-
skúlasteypið, og smádreingirnir
kappast um Cadbury steypið.
Gentudeildin kappast um Móta-
steypið, og smágenturnar kappast
kappingina. Hetta eru alt felog,
sum hava havt torført við at skava
ellivu smádreingir saman til eitt
lið. Nú er møguleiki at spæla við
sjey smádreingjum, og tað er
henda møguleikan, at feløgini
gera nyttu burturúr.
Tilmeldingin
Í 4. deild hava hesi feløgini meld-
að til — har einki tal er viðmerkt
er talan um eitt lið: AB (2), B36
(2), B68, GI, HB, IF, KÍ, LÍF, NSI,
Skála (2) og Sumba.
Í unglingadeildini: AB, B36 (2),
B68, GÍ, HB, IF, KI, NSI, Skála,
TB, VB, FSVågar og EB/Streym-
ur.
Í FM kappingini hjá dreingjum:
B36, B68, GI, HB (2), KI, MB,
NSI, VB og EB/Streymur.
I økiskappingini hjå dreingjum:
AB, B36, B71, IF, KI, LIF, Skåla
og TB.
Í FM bólkinum hjá smáðreingj-
um eru luttakararnir B36, B68,
HB (2), KÍ (2), NSI og TB.
Í FM bólkinum hjá piltum eru
feløgini ikki nógv. Tað tykist sum
um hugsanin er, át munurin mill-
um liðini hjá teimum stóru feløg-
Mynd: Alvur Haraldsen
um Niels L. Arge steypið
Dreingirnir leggja til brots ann-
að vikuskiftid, og dystirnir í fyrsta
umfarinum verða hesir: Skála-IF.
MB. B71, Kla-EB, NSI-B36a, GI-
AB. HBa-B68 og VB-TB
20. mars verður eisini fyrsta
umfarið í steypakappingini hjá
smádreingjum avgreitt. Dystirnu
verða hesir: TB-VB. B7I-NSI
B68-IF og SI-Skåla
Í unglingadeildini verður farið
undir steypakappingina 10. apríl,
kvinnurnar seta hol á sína kapping
5. apríl, genturnar 10. apríl og
smágenturnar 3. apríl. jh
unum og so hini er ov stórur. Tað
er bara TB, sum bjóðar B36 (2).
HB (2), KI og NSI av.
Hægsta talið á liðum í einari
deild er í smápiltadeildini, har 61
lið hava boðað frá luttøku
Konurnar tíma ikki
at spæla fótbólt
Í 2. deild hjá kvinnum vóru við
kappingarenda í fjør bara tvey lið
eftir — VB, sum flutti upp, og so
Sumba. B68 og ÍF tóku sítt lið úr
kappingini. I ár eru sjey lið m-ld-
að til: AB, B36, B71, GI, NSI,
Skåla og Sumba.
Í fleiri ár hava gamlir fótbólts-
spælarar havt høvi at kappast í old
boys deildini. Í fjør luttóku átta
feløg í hesi kappingini, og áhugin
tykist vera vaksandi, tí í ár hava
tolv feløg boðað frá luttøku
Fyri fyrstu ferð bjóðaði FSF í
ár gomlum fótbóltskvinnum at
kappast í old girls kapping, men
har var áhugin ikki stórur. Bara
eitt lið bjóðaði seg fram, og tað
var EB. jh