fríggjadagur 12. mars 1999síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 49 — 12. MARS 1999 tíðindablaðið 5
Kjell Elvis er komin
Kjell Elvis er komin til Føroya og longu í kvøld hevur hann fyrstu framførsluna. Tað er Eydnan á Oyrabakka, sum i
kvøld fær vitjan av Kjell Elvis. Leiðin upp á tindarnar sum Elvis hermari hevur verið long, men í dag er Kjell Elvis
millum teir bestu og viðurkendastu.
DAGFINN OLSEN
Tað eru 12 år, síðani Kjell
Elvis seinast var í Føroyum,
um vit ikki telja stutta steðg-
in í januar við. Hann hevur
familju í Føroyum og fyri
12 árum síðani arbeiddi
hann fisk á Eiði, haðani
mamman eisini er.
Kjell Elvis hevur glett seg
at koma til Foroya, tí hon-
um dámar væl lurtarafjøld-
ina her. Hann gleðist um at
vera aftur í Føroyum, her
hann hevur røtur
Kjell Elvis er í Memphis
Utnevndur sum ein av teim
bestu Elvis harmarunum í
heiminum. Filmur er gjørd
ur um hann. har eitt sjón-
varpslið fylgdi honum í 3
ár. Filmurin hevur verið
vístur í Svoríki. Noreg og
Týsklandi.
Kjell Elvis er kanska tann
einasti í Skandinavía. ið
kann liva av at herma eftir
rockkonginum. Hetta hevur
hann gjørt i 11 ár, harav 2
ár fulla tíð. Hann hevur eis
ini givið fløgur út og hesar
hava verið væl umtóktar
Tá Kjell Elvis vitjadi í
januar, var veðrið ikki av tí
besta, og vánalig floglík-
indi, so tað gjørdist ein
longri søga. Hann skuldi tå
upptradka i Sørvågi, og
nåddi tað í síðstu løtu, men
klædir og annad lå eftir i
Keymannahavn, so tey
máttu lænast. Hesaferð hey -
ur gingið betri og fólk
kunnu vænta ein væl upp-
lagdan Kjell Elvis á pallun-
um kring landið.
Kjell Elvis sigur, at um
tað gongur væl. so er einki
í vegin fyri at vitja aftur
seinni. Túrurin hesaferð er
longri enn, ætlanin var at
byrja við, tí áhugin er sera
stórur fyri at fáa hålvfør
oyska Elvis at vísa síni
kynstur. Og stórur áhugi er
eisini fyri at vita, hvussu
hann er komin at líkjast El
is so nógv.
Er komin niðaná
Kjell Elvis sigur, at í tey 11
árini, hann hevur fingist við
at herma eftir Elvis, er tað
meira enn so komið fyri, at
fólk hava havt hug at flenna
og halda lítið um hetta
Túrurin uppeftir hevur
verið tungur, men nú tykist,
sum er Kjell Elvis komin
niðaná. Og hann er fult
greiðir yvir, at hann er ikki
rockkongurin Elvis, men
ein, ið roynir at líkjast.
Seinni er kanska ætlanin
at geva út tónleik, ið einki
hevur við Elvis at gera, men
í sama stíli.
Og einki er at taka seg
aftur í, at umframt at herma
eftir Elivis og at líkjast sera
nógv, so hevur Kjell Elvis
sera góða rødd og dugir væl
at syngja.
Kjell Elvis hevur umleið
10 spælingar, áðrenn hann
fer av landinum aftur síðst í
hesum mánaðinum
Í kveld er hann á
Oyrabakka og leygardagin
á Sandi. 18/3 í Club 20 og
19/3 á torginum í SMS
klokkan 17
Tann 19/3 gongur leiðin
til Klaksvíkar, tann 20/3 til
Runavikar, dagin eftir til
Eiðis, har eisini hugnaløta
verður fyri bygdafólkinum.
Fann 26/3 vitjar hann í
Havn og ferðin endar 27/3
Jantelógin hevði góðar dag á Tvøroyri.
NÝGGJA HEITIÐ Á
KENDU VØLUND DYGDINI
EIN NYGGJHEIT, ID VERÐUR GOMUL
Vølund hevur gjøgnum fleiri ættarlid verið útvegari av hvitvørum
til føroysku húsarhaldini, men nú broyta vit navnið til okkara
altjóða hvitivøruheiti - Asko.
=. Saman við hesari nýggjheit koma vit við verdins nýggjastu vaski-
— 1)“ **SAið maskinu. Hon er løtt at handfara, av tí at tú bara skalt trýsta á tveir
knøttar: Antin forrit 1, 2, 3 ella 4 og startknøttin. Hesir 4 knøttar kunnu lúka krøvini til 95%
av vanliga vaskitørvinum, men kunnu skjótt broytast til tað forritið sum tå vilt samanseta. Alt
verður stýrt við mest framkomnu sensorskipan, sum tryggjar tær lægstu orkunýtslu og besta
vaskiúrslit.
Aa ASKO
BUILT TO LAST LONGER
LM-handilin * Smyrilsvegur 2 * Tel 31 12 20 * Boks 3100