fríggjadagur 12. mars 1999síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
TTMMTT{O„T„q-oxLX6|bCPAMM|M(Mff"MþMÞ"D"„"ÞL——""B|B"B"mmn"mm-mnmmmm-„."„ „mÐ."
Nr. 49 — 12. MARS 1999 tíðindablaðið SOSU z
Tjodveldisflokkurin
| Flokstingið 1999
Floksting á Læraraskúlanum
Hetta vikuskiftið verður Læraraskúlin karmur um floksting Tjóðveldisfloksins.
Byrjað verður fríggjadagin klokkan 20, og hildið verður fram leygarmorgun-
in klokkan 10. Flokstingið endar við veitslu leygarkvøldid
SVEINUR TRÓNDARSON
Eins og reglugerð floksins
ásetur, skipar Tjóðveldis-
flokkurin fyri flokstingið
um vikuskiftið.
Tað er Læraraskúlin, sum
verður karmur um floks-
tingið, og farið verður til
verka friggjakvøldid klokk-
an átta. Hildið verður fram
leygardagin klokkan 10, og
flokstingið hjá Tjóðveldis-
flokkinum endar við eini
veitslu leygarkvgldið. Hvar
veitslan verður fingu vit
ikki upplýst.
Tað er Oli Holm, úr Vági,
sum er formaður í starvs-
nevnd Tjóðveldisfloksins,
og tí verður tað hann, sum
skal geva eina frágreiðing
um virkið floksins seinasta
árið.
Hann vil ikki beinleiðis
siga, hvat hann fer at røda
um, men hann sigur, at hann
fer at taka saman um tann
umsitingarliga partin av
flokkinum.
— Vit hava havt eitt gott
ár, tá hugsað verður um
valid sum var í apríl í fjør,
og gongd er av álvara í
fullveldismálinum, so har er
nokk at tríva í, sigur hann.
Hann leggur tó afturat, at
hann fer at lata politikarar
floksins um politiska partin
av flokstinginum, men
hóast tað, so fer hann at
nerta við ymisk mál, sum
eru frammi nú, og leggja
upp til kjak í teimum og
ødrum málum.
Starvsnevndarval verður
eisini á skránni, og har er
formaðurin einasta umboð,
sum stendur fyri valið.
— Og eg stilli upp aftur,
sigur Oli Holm.
Hinir bådir starvsnevnd-
arlimirnir eru Atli Eirikson
og Jóannes Eliassen.
Annars skulu teir 32 um-
boðslimirnir veljast á floks-
tinginum. Tað eru teir, sum
saman við starvsnevndini
hava atkvødurætt á floks-
tinginum.
Umframt at kjakast um
politisk mál, skal roknskap-
ur floksins leggjast fram og
hóast formaðurin ikki vil út
við úrslitinum fyri seinasta
roknskaparár, so dylir hann
ikki fyri, at hann er nøgdur.
— Eg kann siga, at flokk-
urin er væl fyri.
Vit fara í næstu viku at
gera meira við floksting
Tjóðveldisfloksins.
Geva greið boð um leiðina
a flokkinum
Um vikuskiftið verður fyrsta flokstingið hjá Tjóðveldisflokkinum eftir at
flokkurin vann stóra framgongd við seinasta lógtingsval. Nýggj samgonga
varð skipað við fullveldismálinum sum felagsnevnara, men tað liggja onn-
ur stórmál fyri framman, og tí er neyðugt, at flokkurin hevur ein greiðan
boðskap, sum sigur veljarunum, hvør kósin er, eitt nú á so stórum økjum
sum almannamálum og vinnumálum, sigur Hógni Hoydal
SVEINUR TRÓNDARSON
Eftir seinasta val, stóð Tjóð
í tí »løgnu«
stóðu, at hann var vorðin
størsti flokkur. Nógv var
gjørt burtur úr fullveldinum
upp undir valið - onkur
heldur kanska í meira lagi -
men úrslitið kundi ikki tak-
ast frá flokkinum.
Tó tað ikki Tjóðveldis-
flokkurin, sum fekk møgu-
leikan at skipa samgongu,
so eydnaðist tað kortini at
snikka eina nýggja sam-
gongu saman í samsvari við
treytirnar í nýggju stýris-
skipanarlógini, tað vil siga
innan ásettu tíðarfreistina.
Úrslitið var tann sam-
gongan, sum situr í dag,
hvers arbeiði byggir á sam-
gonguskjalið, sum varð
undirskrivað ein dagin í mei
mánaða í fjør.
Nú eitt ár nærum er farið
hava vit fingið orð á mann-
in, sum, um nakar, var í-
myndin av framgongd
floksins, og sum eisini
gjørdist samráðingarleiðari
eftir valið.
Vit hava biðið Høgna
Hoydal taka samanum teir
tíggju mánaðirnar síðani
valið.
veldisf kuri
VCIGISTIOKKUTIN
Einfaldur bodskapur
Høgni Hoydal sigur, at
Tjóðveldisflokkurin fór til
val uppá ein einfaldan boð-
skap, og at tað var júst tað,
sum veljararnir vildu hava.
— Vit fóru til val uppá, at
ríkisrættarliga = skipanin
millum Danmark og Før-
oyar skuldi broytast, og tað
er eingin loyna, at vit vilja
hava fullveldi. Samstundis
fóru vit til val uppá, at vit
vilja menna útjaðaragkini í
hesum landi, ístaðin fyri at
miðsavna allan aktivitet í
høvudsøkinum, sigur hann.
Er tað so orsøkin til fram-
gongdina hjá flokkinum?
Ja, millum annað.
Nógvir føroyingar eru
troyttir av ti gongd, sum
hevur verid i samstarvinum
millum Danmark og Før-
oyar, ti vidurskiftini land-
anna millum hava verid 6-
greið. Bankamálið er eitt
dómi um tað. Tey vilja hava
broytingar á hesum gkinum,
og har var okkara boðskap-
ur púra greiður.
— Harafturat hevur
gongdin í samfelagnum
verið tann, at nógv fólk eru
savna í høvudsøkinum, og
orsgkin er, at tey, aftaná at
hava verið uttanlands í lestr-
argrindum, flyta aftur til
lands, og setast niður har
arbeiðið er, og tað hevur fyri
tað mesta verið í høvuds-
økinum, sigur Høgni Hoy-
dal
Men eru tit nøgdir við
tað, sum er komið burtur úr
farna árið?
— Taka vit fullveldismál-
ið, so hevur tað gingið eftir
ætlanini hjá samgonguni, og
tí eri eg stak væl nøgdur við
tað, sum er komið burtur úr
á tí økinum, sigur Høgni.
Merkir tað so, at tað eru
økir, sum tú ikki ert nøgdur
við?
— Ikki nøgdur er so nógv
sagt, men tað eru gkir, sum
vit ikki hava gjørt nóg nógv
burtur úr. Økismenningin er
eitt teirra. Her eiga vit at
gera eitt nógv stórri arbeiði
fyri at fáa lív aftur í útjað-
aran. Tó er okkurt, sum
hendir. Granskingardepilin
í Klaksvík er dómi um eitt
tiltak á ti økinum, og end-
amálið við honum er mill-
um annað at arbeiða við
gransking í gkismenning,
sigur hann
Høgni Hoydal vísir á, at
styrkin í okkara samfelag
eru bygdirnar og økini
Fey duga sera væl at
standa saman og seta gongd
i vinnulivid í økjunum, og
tað hevur ómetaligan tydn
ing fyri alt samfelagið, sigur
Høgni Hoydal.
Stórar avbjóðingar
fyri framman
Men tað liggja eisini aðrar
stórar uppgávur fyri framm-
an, og tað kann væl hugsast,
at hesar uppgávur fara at
vísa føroyingum, um tað nú
er meiri samstarv í sam-
gonguni enn bara fullveld-
ismálið.
Høgni Hoydal vísir á, at
tað hevur stóran týdning
fyri Føroyar, at politikarar
landsins gera av hvat tad er
fyri skipan vit skulu hava
eftir at fullveldismálið hev-
ur fingid sina loysn. So ella
80...
— Hvat er tað fyri ein sam-
felagsskipan vit skulu hava.
Hvat er tað fyri ei vælferð-
arstatur vit skulu hava. Har
eru so nógvir spurningar,
sum enn ikki eru svaraðir,
men sum íbígúgvar landsins
hava krav uppá vera svar-
aðir, sigur hann.
Hvat hugsar tú um í hes-
um sambandi?
— Taka vit vælferðarsam-
felagið sum eitt dómi, so er
spurningurin um vit skulu
hava eitt vælferðarsamfelag
eftir norðurlendskum leisti,
ella um vit skulu endur-
skoða tað skipanina, og
leggja okkum á eina, sum
er gjørd til okkara samfel-
agið í staðin. Eg helli til
seinna tankan, tí vit verða
noydd til at síggja í eyguni,
at vit verða noydd til at gera
broytingar í vælferðarskip-
anini. Tað merkir ikki, at
hon skal gerast verri, men
ødrvisi.
Men ert tú ikki bangin
fyri, at tað kann koma at
kosta samstarvið í sam-
gonguni?
— Nei, tað eri eg ikki. Tað
verður altíð so, at tað verður
givið og tikið, sum tikið
verður til, og taka vit til
dømis pensjónslógirnar, so
sæst, at allir flokkar hava
givið seg, sigur Høgni Hoy-
dal
— Upprunauppskotið hjá
Fólkaflokkinum var nakað
heilt annað enn tað, sum
liggur á borðinum nú. Men
skulu vit koma til eitt enn
betri úrslit, so er neyðugt
við einum breiðum sam-
starvi í tinginum. Hesum
hava vit ikki traditión fyri,
men vit eiga at ganga tann
vegin, leggur hann afturat.
Vit venda eitt bil aftur til
vinnulívspolitikkin. Her
vísir Høgni á, at tað er neyð-
ugt, at politikararnir læra,
at tad eru teir, sum skulu
skapa ein haldgóðan - lang-
tíðar - vinnulívspolitikk.
— Tað er ikki rætt, at pol-
itikarar og vinnulívsfólk,
renna til hvønn annan í tíð
og ótíð, tí okkurt er, sum
ikki gongst eftir vild. Hetta
mugu vit broyta. Hinvegin
skulu politikararnir skapa
vinnuni tær rammur, sum
gera at vinnulívið kann
virka trygt og kasta inntøkur
av sær til samfelagið, sigur
Høgni Hoydal.
Mugu ikki dovna
í berum sigursrúsi
Tað er eisini ti, at Høgni
Hoydal leggur so stóran
dent á, at tað hevur sera
stóran týdning, at tað koma
úrslit á hesum flokstingin-
um.
Hann vísir á, at tað er al-
neyðugt, at flokkurin hevur
ein boðskap at bera fólk-
inum, og hesin boðskapur
skal verða lættur at fata.
- Flokku urin skal ge va ein :gre idan bodskap u um hvørjar
leidir flokkurin gongur å teimum ymisku økjunum, sum
til dømis almanna-,
vinnu- og útbúgvingarpolitiska økin-
um, sigur Høgni Hoydal undan flokstinginum
— Fólk skulu vita hvat vit
vilja í almanna-, vinnu- og
í útbúgvingarmálum. Hetta
eru trý sera týdningarmikil
økir, og tað krevst av okk-
um, at vit hava ein greiðan
boðskap, sum verður dag-
førdur í samsvari við tíðina.
— Vit mugu fyri alt í verð-
ini ikki bara seta okkum upp
aftur á og siga, at nú vunnu
vit, og so kemur restin av
sær sjálvum. Vit skulu ar-
1
… at so nógv
hava valt at
at vit hava gjørt =
beiða alla tíðina og tað er
tað vit gera, sigur Høgni
Hoydal at enda
Tá vikuskiftið er av fáa
vit væntandi at vita, hvat
boð Tjóðveldisflokkurin
hevur upp á framtíðina.
Tidin er í øllum fórum
broytt og málini, sum liggja
fyri framman eru stór og
sera týdningarmikil fyri
Føroyar og tað fólki, sum
býr í hesum landi
ein flokk aftrat? g* ;
Ger skjótt av,
so byrjar tú
longu mikukveldið.
KI. 16.30-19.30 FI
for ula
XEROX
Pf. Formula Føroyar
Postboks 1078 * 110 Tórshavn
Tlf. 31 11 15 * Fax 31 71 15
E-postur formula formula.fo