fríggjadagur 12. mars 1999síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 49 — 12. MARS 1999
tíðindablaðið
Ossur Mohr, listamaður:
- Ein framihjårættur at
- Fóroyska veðurlagið gevur mær
hug og íblástur til at mála. Tað ávirk-
ar meg nógv og mær dámar tað væl.
Vit hava vakrar og skiftandi litir, ser-
liga um várið, tá ið alt vaknar aftur
og vit síggja kraftina í náttúruni. Bø-
urin grónkast fyri hvónn dag, og tað
at kenna angan eftir ein langan regn-
dag er ótrúligt, sigur fuglfirðingurin
Ossur Mohr, sum um vikuskiftið verð-
ur við á tveimum listaframsýningum í
Danmark
TuRIÐ KløLBRO
- Eg máli hvønn dag, antin
tíðliga um morgunin ella
seint á kveldi. Tað er um-
ráðandi at vera í gongd
hvønn dag, ganga nakrir
dagar ímillum er ringt at
koma í gongd aftur. Sum so
nógv onnur havi eisini eg
ein dreym um at mála burt-
urav, men tað vil tíðin vísa,
um tað ber til. At mála undir
trýsti dámar mær væl, ser-
liga fram ímóti eini fram-
sýning, tí tá verður avrikið
meiri spontant, sigur Øssur
Mohr, listamaður úr Fugla-
firði.
Um vikuskiftid lata tvær
framsýningar í Danmark
upp við verkum hjá Øssuri
Mohr. Tann eina letur upp
leygardagin í gallerínum
Sankt Gertrud í Keypmann-
ahavn, har seks málningar
hjá Øssuri eru við. Hetta
gallaríið hevur sýnt fram
føroyska list ígjøgnum 20
ár. Hin letur upp sunnudag-
in í Galleri Munter í býnum
Nordskov á Fjóni. Hetta er
ein serframsýning við 20
verkum hjá Øssuri, tey
flestu eru málað í ár. Fram-
sýningin letur upp sunnu-
dagin 14. mars og er opin
til 23. apríl.
- Eg kom i samband vid
tey. ið skipa fyri framsýn-
ingini á Fjóni, fyrstu ferð
eg hevði framsýning í Dan-
mark. Tað var í 1994. ein
sensurerað framsyning, har
eg fekk tríggjar málningar
við. Tá kom eg í samband
við nógv fólk og fleiri gall-
erí, og síðani tá havi eg ver-
ið við á 2-3 framsýningum
í Danmark á hvørjum ári
bæði einsamallur og saman
við øðrum.
- At sleppa við til eina
danska sensureraða fram-
sýning ávirkar ein nógv og
áhugin veksur av tí sama. Í
1995 var eg við á eini fram-
sýning í Suðurjútlandi sam-
an við øðrum listafólkum
bæði úr Føroyum og í Dan-
mark. Hetta var ein stór
framsýning, eg hevði 35
málningar við, og eini tús-
und fólk vóru á framsýning-
ini fyrsta dagin. Eg eri vorð-
in væl móttikin á øllum
framsýningunum í Dan-
mark og havi selt heilt væl.
Sterku litirnir og serliga
ljósið í Føroyum, ið sæst
aftur í málningunum, hug-
taka danir. Eg eri sloppin frá
at gera nakað søkjandi ar-
beiði fyri at sleppa framat
Tað eru tiggju ár síðani Øssur Mohr byrjaði at mála, og síðani 1994 hevur tikið lut á
ári í Danmark
at sýna fram og tað er av
tilvild, sigur Øssur Mohr.
Møguliga eri eg
ov tradisjónellur
Ætlanin hjá Øssuri er at
hava eina framsýning í Før-
oyum í ár ella næsta ár.
Hann hevur tikið lut á trim-
um Várframsýningum i
Listaskålanum og á øllum
Olavsøkuframsyningunum
sidani 1991.
- Fyrsta framsyningin eg
tók lut á var Olavsøkufram-
sýningin í 1991. Tá sendi
eg sjey málningar inn og ein
slapp við. Tá ið hesin so
varð seldur fekk eg hug at
halda fram at mála.
Eingin av málningunum,
ið Øssur sendi inn til Vár-
framsýningina í Listaskála-
num, sum læt upp fyri eini
viku síðani, slapp ígjógnum
nálareygað.
- At hava sensureraðar
framsyningar i Føroyum
dåmar mær væl, men eg
haldi ikki, at tad er rætt, at
folk i myndlistafelagnum i
Føroyum velja út. Tey eru
heilt greitt ógegnig, tey
kenna væl hvønn annan og
velja verkini hjá hver ødr-
um út. Tað átti ikki at kosta
ov nógv at fingið fólk aðra
staðni frá at valt út. Fram-
sýningin hevði avgjørt verið
betri um so var.
- Eg síggi avgjørt fram-
brot í í føroy sku myndlistini.
Okkurt nýtt kemur alla tíð-
ina fram, og meiri ella
minni ávirkar tað framsýn-
ingarnar sum eru. Tá ið tú
finnur uppá eitthvørt nytt,
sum eingin hevur verið
frammi við, vekur tú ans og
hevur góðan møguleika fyri
at verða upptikin til fram-
sýningar. Eg vil ikki siga,
at nýggju rákini, ið eru
frammi, siga mær so nógv.
- Møguliga eri eg ov trad-
isjónellur, eg máli landsløg
og havi ikki beinleiðis hug
Málningarnir eru ikki heilt
abstraktir, men teir eru
meiri abstraktir í dag enn
teir vóru í byrjanini. Eg
miði ikki eftir, at mynd-
irnar skulu líkjast motivi-
num, sigur Øssur Mohr,
listamaður
Mynd: Alvur Haraldsen
vaksa upp í Føroyum
til at finna uppå nakad ann-
að. Fert tú á framsýningar í
Danmark finnur tú fáar
málningar av landsløgum
Dámar væl føroyska
landslagið
- Veðurlagið í Føroyum á-
virkar meg nógv og mær
dámar tað væl. Vit hava
vakrar og skiftandi litir, ser-
liga um várið, tá ið alt vakn-
ar aftur og vit síggja kraftina
í náttúruni. Bøurin grønkast
fyri hvønn dag og til dømis
eftir ein langan regndag at
kenna angan er ótrúligt og
hetta kanst tú bert fola í Før-
oyum. Ég haldi, at tað for-
oyska veðurlagið er veld-
ugt, eitt nú teir ljósglottar
tú upplivir ein gráan summ-
ardag. Teir vara kanska bert
nøkur få sekund, so eru teir
burtur aftur. Tað gevur mær
hug at mála. Eg taki tað sum
ein framihjårætt, at eg eri
vaksin upp í Føroyum.
Allir málningarnir á fram-
sýningunum hjá Qssuri í
Danmark í hesum døgum
eru landsløg
- Seinnu årini havi eg fyri
tað mesta fingist við at mála
landsløg. Í byrjanini málaði
eg figurativar myndir, ofta
móður og barn og fólk ann-
ars, men tí eri eg farin burtur
frá aftur.
I 1993 var Øssur Mohr á
listaskúla í Holbæk og har
hevði hann ein finskan mál-
ara sum lærara
- Hesin lærarin, sum var
ein kvinna, tosaði nógv um
hetta, hví ein málar og hvat
ein vil við tí, ein málar. Tá
byrjaði eg at mála tey mot-
ivini, eg máli í dag, og fór
2-3 framsýningum á hvorjum
Mynd: Alvur Haraldsen
so við og við at arbeiða
meiri við litunum, serliga
teim sterku, og tað eru teir,
ið gera av, hvussu myndin
verður - kanska meiri enn
sjálvt motivið. Málningar-
nir eru ikki heilt abstraktir,
men teir eru meiri abstraktir
í dag enn teir vóru í byrj-
anini. Eg miði ikki eftir, at
myndirnar skulu líkjast
motivinum. Eg vil kalla
málningarnar hjá mær eks-
pressiónistiskar og kubist-
iskar, sigur Øssur Mohr.
Yndismotivini hjå Øssuri
er heimbygdin Fuglafjørdur
og Elduvik, har hann er
nógv um summarið.
- Hesi motivini havi eg
brúkt øll árini, eg brúki tey
framvegis og verði ongantíð
liðugur við at mála tey. Í
grundini málar man sama
málningin alla tíðina og tað
er tað, sum ger tað spenn-
andi, tí hóast tú málar sama
motiv, verður eingin máln-
ingur líka.
Tað eru tíggju ár síðani
Øssur Mohr byrjaði at mála.
Hann gekk í kvøldskula í
tvey ár hjá Jóannes S. Han-
sen í Runavík, har hann
lærdi at tekna.
- Sum barn teknaði eg
ikki meir enn onnur børn
gera. Eg heyði Frits Johann-
esen sum lærara í 10 ár í
folkaskulanum, og eg minn-
ISL, at tå ið vit høvdu smid
kundi hann taka blokkin
fram og tekna. Tað hevur
uttan iva ávirkað meg til
seinni brúk. Tá ið eg so fór
í kvøldskula gjørdist eg
meiri og meiri bitin av at
mála. sigur Øssur Mohr at
enda