Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-03-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. mars 1999síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

DO TEE Nr. 49 — 12. MARS 1999 Hóskvóldið staðfesti Eystari Landsrættur dómin h ákæruni móti John Petersen. Hann hann skal gjalda 30.000 í JOHN JOHANNESSEN Um seks tíðina hóskvoldið Vóru teir triggir landsrætt- ardomararnir Blinkenberg, Wage og Karsten Bo Knud- sen komnir til ein úrskurð í málinum, har John Petersen var ákærdur fyri at hava neyðtikið eina 17 ára gamla gentu á vári 1995. Urslitid var, at dómurin frá Føroya Rætti varð staðfestur. John Petersen er dømdur inn at sita í 10 mánaðir. Harafturat skal hann eisini rinda gent- uni 30.000 krónur i endur- gjaldi umframt at hann skal rinda fyri sakarmålskostn- aðin. Hóttan er eisini harðskapur Akærin legið í processini fyri við at vísa á, at av tí at so long tíð er farin síðani tilburðin, var talan um eitt trupult mál fyri báðar partar. Men hann helt tó ikki, at tíðin kundi vera avgerandi fyri. um John Petersen var sekur ella ei. Akærin helt, at bæði frá- greiðingarnar frá gentuni og frá John Petersen sjálvum kundu nýtast sum grundar- lag fyri at dóma hann fyri neyðtóku. Hann vísti á, at John Petersen hevði greitt frá, at hann næstan beinan vegin hevði spurt gentuna, hvat foreldrini høvdu hugs- að, um tey vistu um tey bæði, og síðani hevði hann tikid í bringuna á gentuni og var byrjaður at knappa upp. Aðrenn hevði hann biðið gentuna koma upp til sín, tí tey skuldu tosa um nakað tydningarmikid, men hann hevði bert tosað um alt møguligt, ið ongan tydn- ing hevði. Akærin helt tað íkki kunna bera til hjá John Pet- ersen at vita, at gentan vildi í song við honum, tí hann hevði sjálvur fyri rættinum greitt frá, at hon aldri áður á nakran hátt hevði sýnt. at hon hevði hug á honum. Harfturat helt ákærin, at ald- ursmunurin átti at fingið John Petersen at latið vera við at farið í song við gent- uni. Akærin førdi fram, at gentan ikki tordi at rópa, tí hon visti at John Petersen er ein ógvusligur maður, og tískil kundi hann finna uppá at nýta harðskap móti henni, um hon gjørdi mótstøðu. Tað, at frágreiðingarnar frá foreldrunum og frá- greiðingarnar frá gentuni hóska væl saman, hóast tey ikki hava tosað nakað sam an um málið, helt ákærin vera gott grundarlag fyri at dóma John Petersen. John Petersen hevdi sagt við gentuna, at hann ikki ynskti at nýta harðskap móti henni, og hetta helt ákærin beinleiðis vera eina hóttan móti henni. Hann vísti á, at ein hóttan um harðskap er eins álvarslig, sum um talan var um veruligan harðskap. Í hesum sambandi visti á- kærin á, at fólk, ið hava nýtt slíkar hóttanir, í fleiri fórum hava fingið dóm fyri veru- liga harðskap. Hann kallaði hetta fyri „udnyttelse av fysisk overlegenhed”. Tad, at gentan og for- eldrini beinan vegin høvdu sagt við læknan, at talan var um neydtøku, ið var framd av einum høgtstandandi politikkara, kundi nýast sum próvforðsla fyri, at tal- an als ikki var um eina í- spunna søgu. Akærin helt ikki. at talan á nakran hátt mátti vera um at linka dómin frá Foroya Rætti, men heldur at skerpa hann. Tidin avgerandi I processini førdi Thomas Rørdam, verji hjå John Pet- ersen, fram, at hann ynskti fridøming ella í øðrum føri linari revsing. Tó legði hann dent á, at málið ikki var kært fyri landsrættin fyri at fáa linari revsing, men fyri at fáa fridøming. Thomas Rørdam førdi fram, at so long tíð var ging- in frå hendingini til hon kom fram, at fråsøgnin hjå gentuni var åvirkad av tosi og skriving um målid. Hann tidindabladid skuldsetti ikki gentuna fyri at lúgva, men visti haraft- urímóti á, at tað er vanligt, at fólk sálarliga verða ávirk- aði av slatri, so at sannleikin gerst ein annar enn tann ver- uligi sannleikin. Í hesum sambandi vísti hann á, at gentan eina tíð hevði búð saman við aðrari gentu, ið hevði verið offur fyri neyð- tóku, og kundi hetta væl havt ávirkað gentuna. Hann helt, at um gentan hevði meldað beinan vegin, so hevði John Petersen betri grundarlag fyri at verja seg. tí so kundi hann víst á, hvar hann var teir ymisku dagar- nar tær ymisku tíðirnar. Kendi danski verjin royndi at vísa á, at John Pet- ersen aldri hevði framt harðskap móti gentuni. Hann segði, at John Peter- sen varsilsliga hevði tikið í armin á gentuni, og tá hann aðru ferð tók í armin á gent- uni, hevði hon sjálv sagt fyri rættinum, at hann tók harð- ari. Men Thomas Rørdam vísti á, at harðari enn varis- liga ikki kann vera serliga hart, og tí metti hann ikki, at John Petersen hevði nýtt vald móti gentuni. Hann helt nevniliga ikki, at tað at taka í armin á nøkrum kann metast at vera harðskapur. Eisini varð víst á, at John Petersen heldur ikki hevði hótt gentuna við harðskapi. Í sambandi við harð- spkapin, vísti Thomas Rør- dam á eitt mál, har ein lær- ari hevði hildið fast í armin á einum næmingi og ruskað hann heldur ógvusliga til, men hetta varð í rættinum ikki mett sum harðskapur Víst varð eisini á, at gent- an heyði góðan møguleika at fara, hóast hurðin var læst, tí allar hurðarnar í hús inum høvdu knarva á lásu- num, og tí kundi gentan á | sekund læsa hurðina upp. Verjin hjá John Petersen helt ikki, at allar frágreið- ingarnar, ið komnar vóru fram í rættinum, kundu nýt- ast sum grundarlag fyri nøkrum dómi. Orsøkin til hetta var, at allar frågreid- Kann ikki kæras JOHN JOHANNESSEN Démurin, ið sagdur var yvir John Petersen í landsrætti- num hóskvgldið, er endalig- ur. Ikki kann kærast víðari til hægstarætt uttan við ser- ligum loyvi frá løgmål- aráðnum. Christian Andreasen, ið var hjálparverji hjá John Petersen undir landsrættar- málinum, sigur, at eingin stóða enn er tikin, um søkj- ast skal til lógmálaráðið, um at sleppa at kæra málið fyri hægstarætti. Í sambandi við dómin sig- ur Christian Andreasen, at hann ikki hevði væntað, at úrskurðurin fór at verða tann, hann bleiv. Hann held- ur, at ein mál, ið kemur fram so langa tíð eftir, at gentan sigur hendingin er farin fram, ikki kann føra til ein dóm. Christian Andreassen sigur, at hann ákærdi og verjarnir høvdu góðar vónir fyri, at dómurin hjá Føroya Rætti fór at verða broyttur í landsrættinum. Men hann ásannar, at rætturin hevur talað, og at ein er noyddur at taka úrskurðin hjá rætti- num til eftirtektar. já Føroya Rætti i neyðtóku- skal inn at sita í 10 mánaðir umframt at endurgjaldi og allan sakarmálskostnaðin ingarnar føra aftur til frå- greiðingina hjá gentuni. Thomas Rørdam vísti á, at gentan kanska hevði sagt foreldrunum, at hon var neyðtikin fyri at fáa fostur- tóku. Hann segði, at talan var um sera trúgvandi for- eldur, ið ikki høvdu góð- tikið, at gentan av óvart varð vorðin við barn og tí- skil vildi hava fosturtøku At enda samanlíknaði Thomas Rørdam støðuna hjå John Petersen vid stød- una hjå Bill Clinton, forseta i USA . Hann førdi fram, at Monica Lewinsky hevøi girnast Bill Clinton, ti hann var ein valdsmikil maður. Hetta segði hann eins væl kundi vera galdandi millum gentuna og John Petersen, og vísti hann á, at vanligt er, at ungar kvinnur girnast eldri valdsmiklum monn- um. John Petersen á veg úr rættinum, eftir at Eystari Land- srættur hevði staðfest dómin Stóra ávirkan John Petersen segði í rætti- num, at málið hevði havt stóra ávirkan á seg og fam- iljuna. Harafturat hevur tað í Foroya Rætti somuleiðis oyðilagt nógv fyri byggifyritøku hansara Í næstum fær John Pet- ersen innkallan til at meta í geglinum Elvis-kvøld i Havnar Klubba 26. mars frå kl. 23.00 Atgongumerki eru at fåa i Kunningarstovuni og forsølan er byrjad!