týsdagur 16. mars 1999síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 51 — 16. MARS 1999
ítróttar
Neistin
setti StÍF
út um
heiðurs-
merkini
Hondbóltur: Strandakvinnur
megnaðu ikki at gera nakað við eitt
uppsett Neistalið, sum var betri enn
SUF
Neistin-StÍF 19-15 (7-4)
SVEINUR TRONDARSON
Neistakvinnurnar gjørdu
sina skyldu fyri framhald-
andi at verða við i stríðnum
um silvurheiðursmerkini.
Tær vunnu dystin móti StÍF,
sum liggur á fjórða plássi
og við hesum sigrinum hava
tær nærum tryggjað sær
bronsuheiðursmerkini.
Endaliga úrslitið kann
gerast, at Neistin vinnu silv-
ur, men so skal Stjórnan
tapa ein dyst meiri enn
Neistin.
Í dystinum sunnudagin.
var tað Neistin, sum legði
harðast fyri. Tær komu fram
um beinanvegin, og tær
hildu stílin allan vegin
igjøgnum. ,
Einastu ferð StIF hevði
samband aftur við Neistan
var tá Sóley Mikkelsen
javnaði til 1-1, men eftir tað
fekk Neistin fýra mál með-
an StIF bert fekk eitt.
Annars má sigast um
fyrra hálvleik sunnudagin,
at hann var sera málfátækur.
SUF megnaði bert at skjóta
Susan Brockie, Neistin, og Hanna Thorleifsson, StiF
fýra mál upp á 30 minuttir,
og tað er heilt einfalt ov
vánaligt í fyrstu deild.
Ikki tí, sjey mál í einum
hálvleiki er heldur einki
bragd, men tað var so nóg
mikið til at hava munin.
Hinvegin kunnu fáu málini
eisini verða tekin um gott
verjuspæl, men hóast tað, so
er tað ov lítið við ellivu mál-
um í einum hálvleiki.
Neistin fór longur og
longur frá StIF og í veru-
leikanum var dysturin av-
gjørdur longu tá fyrri hålv-
leikur var farin.
Neistin koyrdi á
Neistin byrjaði seinna hálv-
leik, sum tær endaðu fyrra.
Tær øktu um munin niður
til StIF. sum ikki megnaði
at svara aftur. Strandakvinn-
ur høvdu trupult við at fáa
álopsspælið at koyra. og tað
sást ikki á teimum. at tær
nakrar fáar dagar framm-
anundan høvdu steðgað
Kyndli at gerast føroya-
meistarar, við at spæla javnt
móti teimum í høllini á
Skála.
StIF fekk ikki gongd á
spæl sítt fyrr enn dysturin
var avgjørdur, og tå var ov
17
Mynd: Álvur Haraldsen
seint. Tá var Neistin framm-
anfyri við átta málum og
bert 13 minuttir vóru eftir
at leika.
Endaliga úrslitið gjørdist,
at Neistin vann dystin 19-
15 og tað hevdi við sær, at
tær nú eru vísar í at fáa heið-
ursmerki. Spurningurin er
bara hvat slag heiðursmerk-
ini verða — silvur ella
bronsa.
Tjaldrið framvegis uttan stig
Hondbóltur: Besti møguleikin hjá Tjaldur at ogna sær
stig mundi óivað verða sunnudagin, tá ið kollfirðingar
vóru á vitjan í Runavík, men heldur ikki hesaferð
eydnaðist tað hjá tjaldursmonnum
Tjaldur-KÍF
28-33 (14-13)
TERII NIELSEN
Tað gekk, sum tað plagar
hjá teimum gulu úr Runa-
vikini, tá ið teir høvdu vitjan
av kollfirðingum sunnudag-
in. Tjaldur heyði leiðsluna
í hålvleikinum, men í seinna
hálvleiki kostaði ein burt-
urvísing heimaliðnum dyrt.
Eitt reytt í fyrra
Tjaldur byrjaði dystin best
og var eisini fleiri ferðir á
odda við trimum málum
fyrstu løtuna. Ikki fyrr enn
einir tíggju minuttir vóru
eftir at fyrra hálvleiki, kom
glið á spælið hjá kollfirð-
ingum. Teir vóru tá aftan
fyri við tveimum málum, 7-
9, men so fingu teir trý mál
á rað og løgdu seg á odda
10-9.
Síðani kom Tjaldur við
aftur, og teir løgdu seg eisini
á odda 14-13, beint áðrenn
farið var til hálvleiks.
Átta minuttir fyri hálvleik
fekk Leif Hansen hjá koll-
firðingum reyða kortið. Leif
var á veg í skjótálop, men
Jens Martin Knudsen hjá
Tjaldur fekk hann aftur og
taklaði hann nakað harðliga.
Jens Martin bleiv vístur út í
tveir minuttir, men hetta var
ikki nóg mikið fyri Leif,
sum tók og langaði bóltin í
ryggin á Jens Martini. Ur-
slitið var, at Leif fekk reyða
kortið, men hann bleiv ikki
burturvístur, sum man ann-
ars kundi væntað.
Tjaldur heit fram
Byrjanin av seinna hálvleiki
var eisini góð fyri heima-
liðið. Fimm minuttir vóru
leiktir av hálvleikinum, tá
ið teir høvdu okt um leiðsl-
una til 18-14. Um hetta
mundið fekk ein av stór-
skjúttunum hjá Tjaldur.
Mortan Hansen, ein skaða í
høvdid, tá ið hann brast í
gólvið, og hetta gjørdist ein
smeitur fyri heimaliðið.
Kollfirðingar fóru nú at
mansverja Jens Martin
Knudsen, og so hevdi Tjald-
ur alt ov lítið at bjóða upp
á. KIF tók leiðsluna hjá
Tjaldur aftur, og tá ið trettan
minuttir vóru leiktir av
seinna hálvleiki, vóru koll-
firðingar á odda 20-19.
Nú gekk aftur javnt á,
men tá ið átta minuttir vóru
eftir at leika, fekk heima-
liðið ein dyggan smeit.
Kollfirðingar vóru í álopi,
og ein av álopsleikarunum
hjá KIF langar til og rakar
Pola Hansen beint í andlitið.
Hetta hóvaði ikki Pola, og
hann tók sakina í egnar
hendur og fór eftir kollfirð-
inginum. Hetta førdi við
sær, at Poli bleiv burturvíst-
ur, og Tjaldur noyddist at
leika tað, sum eftir var av
dystinum, við einum manni
minni. Hetta útnyttaðu koll-
firðingar til fulnar, hóast
Tjaldur tekk Mortan Han-
sen inn aftur á vøllin, og
KIF bara økti um leiðsluna
seinastu løtuna, so at enda-
liga úrslitið gjørdist 33-28
til KIF.
Ov einstáttað
álopsspæl
Tað var dýrt fyri Tjaldur, at
Mortan Hansen fór út við
skaða. Tá Jens Martin sam-
stundis var mansvardur,
vóru fáir. ið kundu hótta
verjuna hjá kollfirðingum.
Saknur var í Sverra Justin-
ussen, men arbeiði hansara
í lønardeildini hjá landsstýr-
inum førir við sær, at hann
situr til sáttmálasamráðing-
ar.
Dómarar úr Kyndli vóru
settir at dóma dystin, men
bert Birgir Sondum møtti.
Tískil noyddist Andreas
Jacobsen at hjálpa til við
dømingini, og tað kom hann
bara væl frá. Kanska átti
Tíðindaskri V frå VIF =
kollfirðingurin, sum fekk
reyða kortið, eisini at verið
burturvístur, men tað er so
einki at gera við tað nú.
Birgir Sondum greiddi lið-
unum frá, at hann hevði
ringt til óteljandi dómarar,
men eingin vildi koma við
Eftir omanfyri nevnda
dyst kærdi annar dómar-
in Vestmanna ltróttarfel-
ag til HSF, fyri ikki at
hava gjørt sítt til, at hann
var tryggur undir og eftir
dystin, har hann kendi
seg hóttan av viðhalds-
fólki felagsins.
Ein og hver hevur rætt
til at kæra, um hann ikki
heldur, at alt er farið rætt
fram. Men sambært regl-
um hjá HSF skal kærdi
parturin hava loyvi at
geva eina skrivliga frá-
greiðing, áðrenn nøkur
stóða verður tikin. Henda
mannagongd er íkki
fylgd í hesum máli, við
tað at HSF hevur gjørt
úrskurð beinleiðis útfrá
frágreiðingini hjá dóm-
arunum og út frá hesum
Viðvíkjandi dystinum
í Vestmanna tann 28. 02. 99
hótt við at seta strong tiltøk
í verk ímóti Vestmanna ltr-
óttarfelag
Vestmanna ltróttarfelag
metir framvegis ikki. at
nakað óregluligt er farið
fram ella at dómarin á nakr-
an hátt hevði grund til at
kenna seg hóttan. og tí metti
felagið ikki. at grund var
fyri at koma við eini um-
bering.
Vestmanna Ítróttarfelag
harmast áskoðaranna
vegna, at teir verða lagdir
undir líkt og ólíkt. sum er
beinleiðis ósatt, tí vit meta
okkum at hava sakligastu
og hóvligastu åskodarafjøld
í landinum og eru vit glað
og errin av tí.
Vit vóna, at HSF hevur
lært av hesum máli og ikki
leypur framav eina aðru
at dóma. Um tað er alt hóv-
astákið kring dømingina hjá
Birgiri og Gunnar Gregor-
iussen í Vestmanna herfyri,
sum ger tað, so er tað ógvu-
liga harmuligt.
ferð. ti um partarnir
høvdu tosað saman bein-
anvegin, heyði hetta mål
ongantíð blivið til tað tað
blein
Vegna
Vestmanna
Ítróttarfelag
Jón Nielsen
Rógvi Nielsen
Andrea Nielsen
Agnar Joensen
Sigrid Joensen