Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-03-19, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. mars 1999síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

John Johannessen Helena Debes Højgaard er 23 ár og úr Hoyvík. Hon hevur støddfrødiliga stud- entsútbúgving úr Hoydøl- um frå 1996. Ynski henn- ara er at gerast tíðinda- kvinna, og tí valdi hon í september 1998 at fara á háskúlan í Kungiilv, har hon gongur á fjølmidla- deildini. Á hesari deildini tekst hon mest við útvarp = og at skriva. Tá Helena skuldi velja sær eitt pláss at fara í starvsvenjing, var Utvarp Føroya ein upplagdur møguleiki. Hon byrjaði Verkfallið g starvsvenjingar annað pláss at vera í venjing so leimgin gaard er nu 1 star taka upp verkfallsrakt ar beiði. so hon mátti finna sær ál starvs erkfallið varir. Helena Debes Ho Sosialinum. Hesum er starvsvenjig sína í UF tann ikki kedd av, hóast hon hevði 8. mars. og dámdi henni ynskt at roynt seg sum útvarp stak væl at royna seg sum skvinna. Hon sigur í staðin smíl útvarpskvinna. Men verk andi. at nú fær hon tvær flugur fallið gjørdi, at tíðin hjá He- = við eitt slag. Hon er nú nevni lenu Debes Højgaard sum liga sloppin at royna seg innan útvarpskvinna ikki gjørdist tvey sløg av tíðindaflutningi serliga drúgv - í hvussu so útvarpsarbeiði og blaðfólka er ikki í fyrsta umfari arbeiði Manningin í Útvarpi Føroya Tå starvsvenjingin er liðug tann eru oll limir í Starvsmanna 2. apríl. fer Helena aftur til Svo- felagnum. Helena vildi ikki ríkis at vera. fyribils til einaferð í mei. Fjølmiðlaskeiðið á Kung men víðkað ti er 9 mánaðar langt verður helst í næstum - < dl hon Nytt vin å nyggjar fløskur "Tað sindrid av oljudålking, sum kann vera á eini teskeið, skal eisini steðg- ast." Orðini fullu í triðju sjónvarpssending- ini "Við Ytstu Tromina". (Hesin um- mælarin sá tíverri ikki tvær tær fyrru). Hetta var ein tankavekjandi og upp- lýsandi sending um eitt álvarsamt og heimsumfatandi evni. Ja, í grundini snúði sendingin seg um tað at vera ella ikki vera. At vera sum fólk og sum natúr. Her í Alaska hendu allir teir ræðu- leikar, sum kundu henda einum "ó- skyldigum" góðtrúnum fólki, sum ikki trúðu á egnan mátt og sítt sunna skil, tá olja varð funnin, men sum í staðin setti álit sítt á meira og minni heiður- ligar ráðgevarar. Frammanundan hevði hetta upp- runafólkið verið igjøgnum ein sannan reinsingareld málsliga og mentunar- liga, har gamla málið og mentanin vórðu kjølhålad og næstan útruddað. Tí er tað eitt undur, at hetta plágaða fólk hevur roynt at reisa seg aftur og í hvussu er hevur sett sær fyri at bjarga tí viðbrekna umhvørvinum frá totalari oyðing. Tað var ein kendur advokatur her heima, sum fyri umleið tíggju árum síðani segði: "Tað fer ongantíð at finnast nøkur lítil hugnalig foroysk oljuvinna." Øll oljuvinna er ógvuslig. Øll tilfeing- isvinna í heila tikið - gull, tin, kopar, kol etc. er og hevur verið ógvuslig við nógvum pengum og nógvum menn- iskjansligum líðingum í kjalarvorri- num. "Har eru altíð lekar - allatíðina." "Vit skulu siga við oljufeløgini, hvat tað er vit óttast fyri." Felagið "Alaska Clean Seas" "Exxon Waldez". í j Alt setningar og orð, sum muga og í skula fáa ávaringarklokkurnar at ring- Í ja í heysinum á hvorjum einasta for- Í oyingi, so at hann kann brynja seg sålarliga og praktiskt til ikki at vilja góðtaka sjålvt eina teskeið av olju- dálking inni í landsins dýrabæra spísikamari - havinum. Men hetta áttu foroyingar longu nú at sett sær fyri. Mín áskoðan er, at vit standa aftarlaga í allari umhvorvis- vernd (fyri at siga tað milt). Og tey sum royna at gera vart við tað, verða gjørd til láturs, hótt ella fáa munnkurv, enntá frá hægsta stað. Hvat líkist tað? Hvat kunna vit vænta okkum í framtidini? Skula vit vera ella ikki vera? "Við Ytstu Tromina" vísir okkum, at tað skal kosta at dálka, og tað skal kosta nógv. Sendingin vísir okkum eisini, at vit eiga at seta spurningar allatíðina: Hvat vilja vit við oljuni? Vilja vit í heila tikið? Hví? Fyri hvønn? Hvussu verja vit landið og fólkið? Vit hava nógv at læra av Alaska. Lívsjáttandi Eina aðra viðkomandi og lívsjáttandi sending í sjónvarpinum havi eg hug at nevna. Innskot 7. mars við Poul Jákup Thomsen og Ólavi Rasmus- sen. Evnið var tað trupla og mangan burturtagda: alkoholisma og rúsevnis- nýtsla. Poul Jákup hevur evni at tosa opið og uttan skuggan av fordómum um hesi viðbreknu evni. Eitt sindur av humori er heldur ikki at forsmáa, tå tað ræður um lívsins dokku dalar og díki. Eg vænti, at fleiri enn eg fingu trúgv uppá, at tað er møguligt at vinna á sjálvt tí ringastu last, bara ein er motiveraður og fær konan stuðul. Orkymlandi Í Eitt, sum ørkymlar uppaftur í saman | tá ið eg lurti eftir útvarpinum er, at Í summi fólk í hesum miðli líða av sama "begrebsforvirringi", sum ávísir løgtingslimir gera, tá tað snýr seg um, hvort ein kvinnuligur politikkari skal nevnast -maður ella -kvinna. Hvort smábarn dugir annars at halda skil á hesum biologiska fyribrigdi. Kanska halda menn tað vera stuttligt at tvihalda um, at í politiskum hopi finnast bara persónar av kallkyni. Kanska er tað bara av gáloysni, tí eg velji at trúgva, at hetta ómoguligt kann vera ein roynd at frysta kvinnur út úr politikki. Kvinnur í politikki er reiðiliga nýtt fyri- brigdi her á landi, og her haldi eg, at vit eiga at koyra nýtt vín á nýggjar floskur, tí í politikki er kvinnan komin fyri at verða. Síðan vit vóru smágentur er vorðið trúttað niður í okkum, (sum eitt slag av jánkasligari umbering), at orðið maður er fantastiskt. Tað merkir bæði kvinna, maður og menniskja. Hvi so ikki nevna oll landsstýrisfólki- ni fyri -kvinnur ella -menniskju? Nei, ha? Tað riggar ikki. Men eg kann forvissa útvarpsdamu- na Hogna Djurhuus og háttvirdu logt- ingskvinnuna Ola Breckmann um, at tað kenst fulkomuliga kynsfremmant fyri eina normalt feminina kvinnu dag og dagliga at fáa slongt upp í andlitið, at hon í starvinum er eitt slag av manni. Tað er hon ikki og verður hon aldrin! Modernaða foroyska kvinnan roynir at læra seg ting, sum ikki komu upp á tal fyrr í tíðini, tjóðini til gagns og manninum til hjálpar og íblástur. Samstundis er tað henda sama kvinna, sum við sínum kynsliga fyri- muni foðir landsins nýggju borgarar í verðina. Skuldi henda sama kvinna ikki Oddvør Johansen, rithøvundur, skrivar: sloppið at havt tað beskednu gleðina at verðið nevnd við ti kyni, sum er grundarlagið undir samleika henn- ara? Tað er einki í vegin fyri, at tey gomlu starvsheitini (jarðarmóðir, bjargamað- ur, sjúkrasystir) kunna verða í friði - sum eitt minni um farna tíð, men latið okkum annars hugsa nýggjar tankar. Hví pjakar målnevndin sær í hesum máli? Torir hon ikki at pilka við kort- húsið? Tað er nonsens og tekin um málsligt maktarloysi at hoyra politikkarar og útvarpsmenn taka til orðanna á hættir sum henda: Landsstýrismaðurin fer at gera alt hon kann . . . ella: Log- tingsmenninir Rúna Sivertsen og Lis- beth Petersen siga, at teir fara at... So kunna vit oll tað sama fara at spæla stuttlig, halda hánt um okkara mállæru, gloyma alt um fólkaskikk og t.d. kalla Kalsberg fyri løgmenniskja. Tað er tó tíðin, sum kortini í hesum sum í so mongum oðrum lutum fer at verða tann besti dómarin. Eingin veit, hvat eftirmæli ein útvarpsmaður ella ein logtingsmaður fara at fáa. Kanska - um hundrað ár - fer tað einasta, fólk vita um viðkomandi at vera: Tað var hann, sum ongantíð vildi kalla ein kvinnuligan politikkara fyri eina kvinnu.