Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-03-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. mars 1999síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 55 — 20. MARS 1999 tíðindablaðið sæfalurfin Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri: - Sinnaður at lora nakað — Verður tosað út frá eini nullloysn og teimum tveimum prosentunum, so eri eg sinnaður til at lora nakað, men tað kemur ikki uppá tal at ganga einum lønarkravi uppá 12-14% á møti. Tá verður endin tann, at vit verða noydd at hækka skattin ella siga fólki upp. Og tað fær ongin meg at gera sigur Karsten Hansen, sum samtíðis vísir á, at fiska- prísirnir eru dalandi, og nøgdirnar fara helst eisini at minka JAN MÚLLER Tað er ikki sørt, at Karsten Hansen, fíggjarmálaráð- harri kennir seg trongdan upp í ein krók í hesum døg- um, nú hann heldur, at fjøl- miðlarnir nærum eru farnii upp í part við Starvsmanna- felagnum — Blødini endurgeva, hvat Starvsmannafelagið sigur, og Gud náði stjóran í Ut- varpinum, um hann gongur ímóti limunum í Starvs- mannafelagnum, sum jú eru hansara egnu starvsfólk. Eg kenni tað tí soleiðis, at tað kemur bert ein einvegis boðskapur út sigur Karsten Hansen, sum við hesum m.a. sipar til síðu 2 i Sos- ialinum fríggjadagin, har nevndin í Starvsmannafel- agnum ger gjøldur burtur år sær og sigur, at hann dugir ikki at rokna. Til tad innleggi kann eg bert siga, at Starvs- mannafelagid hevur gjørt nógvar sáttmálar higartil, og teir hava allir snúð seg um eina sáttmálatíð, sum vanl- iga hevur verið tvey ár. Landsstýrismaðurin sig- ur, at tað ber heldur ikki til at rokna uppá tann mátan, sum Starvsmannafelagið ger í umrøddu grein Teir hava vent tingun- um á høvdid. Og tað er væl ti, at teir eru í eini panikk- stóðu. Teir koyra m.a. uppá prístalið, har teir vita, at tað útrokningargrundarlagið er heilt skeivt. Hvør brúkar 48% av inntøkuni hjá hús- arhaldinum at keypa breyð fyri? Tað er heilt galið. Karsten Hansen sigur, at hetta grundarlagið var rætt fyrr, tá stórur partur av lønini fór til at keypa mat fyri, men soleiðis er tað ikki í dag. So grundarlagið er púra burturvið. — Aðrenn vit fóru til sam- ráðingar kallaði eg serfrød- ingarnar saman fyri at vita, hvat man kann rokna við verður inflatiónin og prís- talsvøksturin í såttmåla- skeidnum. Har kom eitt bod å bordid, og tad var 2%. Tad er hol í høvdid at siga, at fólk eta fyri 48% av lønini. Annars havi eg bert ta vid- merking til nevndina i Starvsmannafelagnum, at tað er óserigst at brúka 6- kvamsorð móti undirritaða. Eg eri ikki mótpartur hjá teimum. Trýr nakar, at eg fár ilt av, at tey lågløntu fáa tað tey eiga, so fara tey púra skeiv. Venda ikki aftur Vit eru farin gjøgnum 80- og 90-uni við øllum ti nid- urskurði, teimum uppsagn- um osfr., sum varð. Boð- skapur mín í dag er tí púra greiður. Eg vil tryggja teim- um, sum hava arbeiði, at tað ikki blíva uppsagnir. Tí vil eg ikki fara forbí eitt mark og har treytin fyri tí mark- inum er, at eg skal biðja onkran mína vegna pilka hvønn 6.,7.10. ella 12. burt- ur úr og siga, at nú kanst tú ikki hava arbeiði meira, ti hini skulu hava meira í løn Karsten Hansen vísir á, at kravið frá Starvsmannafel- agnum fyri at fáa ein 2 ára sáttmála var 12% og ein nýggj lønarskipan. Ein slík skipan kostar umleið 2%, so man er komin uppá 149 yvir tvey ár. Tey kosta umleið 180 mill. kr — Gevið eg Starvsmanna- felagnum 12 ella 14%, so verið eg sjálvandi noyddur til at geva pedagogunum tað sama, so tað verður skrúvan uttan enda. Karsten Hansen vil við hesum siga, at fer lands- stýrið at geva seg í hesum eina førinum, so skapar tað fordømi fyri allar aðrar samráðingar. Ber ótta fyri verri tíðum Men yvirskot er jú á fíggj- arlógini, sum tit væl eisini kunnu brúka til lónarhækk- ingar hjá teimum, sum hava vist lønarafturhald i ringu tíðunum! Yvirskot er í ár. Men taka vit Føroya Banka, sum er stórur partur av orsøkini til yvirskotid, so verður tað sama ikki at endurtaka seg Onkur heldur tit kunnu einsvæl brúka hesar peng- arnar til lønarhækkingar Gevid eg Starvsmannafelagnum 12 ella 14%, so verid eg sjålvandi noyddur til at geva pedagogunum tað sama, so tað verður skrúvan uttan enda, sigur Karsten Hansen enn til qt leggja til síðis til fullveldið! Fullveldið er fyri meg nakað, sum kemur innanífrá og hevur ikki nakað við krónur og oyru at gera. Fá- tækk menniskju í heiminum hava eisini fullveldi og eru líka stolt við fullveldinum sum tey ríku londini. Men mín uppgáva er at tryggja, at tað verður gott at liva í hesum landinum, og at løn eisini er til fólkið um trý ár. Fiskaprísirnir eru dalandi í løtuni, og tað er alt, sum týðir uppá, at nøgd- irnar eisini fara at minka, og hendir tað, sum vit tó ikki mugu vóna, at fiska- prísurin minkar og minni fiskur er at fáa samtíðis sum lønirnar fara upp við 150 mill. ella meira, hvat skulu vit so gera? Koyra fólk til hús? Koyra lønirnar niður aftur ? Men tú hevur í samgong- uskjali við fólkaflokkinum játtað at minka um almenna sektorin! Tað, sum vit hava sagt, er, at vit skulu gera okkum dugnaligari, har vit í dag gera arbeiði dupult. Vit mugu hækka tænastustøðið Fólk uppliva tað almenna sum ov tungt, og tað meini eg skulu vit arbeiða við fyri at gera so effektivt sum gjørligt. I mini verð skal eingin sigast ur starvi Mugu ikki sleppa tamarhald å båskapi Tey almennu fakfeløgini hava offrað seg og hildið aftur í lønarkrøvum og far- in niður í lón - hava tey tá ikki rætt til eina hægri løn, nú tað eru betri tíðir? — Tað er rætt, men tað snýr seg ikki bara um, hvat vildi verið rættvíst, tá tey hava offrað seg. Tað snýr seg um, at vit nú hava fingið tamarhald á búskapinum, og tað er ótrúliga týdning- armikið at kunna varðveita hesa gongd. Og tað missa vit, um vit hálvavegna 6- tálmað fremja lønarhækk- ingar, soleiðis at tað verður undirskot á fíggjarlógini. Tá verða vit so noydd antin at hækka skattin ella siga fólki upp. Har vita vit, at eingin ynskir meira í skatti ella at verða uppsagdur. Og ynski hvorki at vera tann, sum sig- ur fólki upp ella sum skal hækka skattin Alt hetta ri bert... $500£. Fr I E Hoyr tað fantastiska ljóðið úr Karsten Hansen sigur, at teir fara at blíva samdir. Í síðsta enda hava báðir part- ar eittans áhugamál, og tað er, at tað verður liviligari í samfelagnum — Eg trúgvi, at partarnir seta seg saman aftur. Vit arbeiða við at finna loysnir Kunnu tit so lora eitt sind- ur? — Tað veldst um í mun til hvat tú fær at lora um Tosar tú í mun ul eina nullloysn g 2% so er tað ja Karsten Hansen dugir ikki síggja, at tingid skal leggja uppí málið. Tað ein- asta rætta er at fara undir samráðingarnar aftur. Sjálv- ur er hann fúsur at fara til samráðingarborðið aftur oO - - rr. Fullfíggjaður Surround Pakki e CD spælari við FM / AM Rad . Jividuellir forstyrkjarar etjar ng . a - kompakt åtalara . t W te . A x x N e Set sjónvarp t SVA 2100 Hom-håtalarunum Tak tina bestu fløgu vid, og jurta eftir „Anniversary Hátalarar ELDING SMS tlf 318602 - 318663 + Saltangara tt 448762