leygardagur 20. mars 1999síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
J
sø
—
Nr. 55 — 20. MARS 1999
tíðindablaðið
23
Viðmerkingar:
-forherðingar-
Viðmerking til Hera Eysturlíð
Las málsliga lesarabrævið
hjá tær í Sosialinum tann
16. mars 1999 - og BINGO
eg bleiv illur. Brævið skal
eitast at viðgera ávísar orð
asamansetingar, men er
bara aftur ein lortaspann
yvir føroyskt málarbeiði.
Hesa ferð kom hon singl
andi heilt úr fjallprúða Svor-
íki
Annars leggur tú so sjar-
merandi fyri við skilagóð-
um orðum um mál og mál-
reinsan yvirhøvur og endar
inngangin soleiðis: "Eitt er
at lúka útlendskt burturúr:
men at lúka tað burtur úr
málinum. sum er føroyskt
tað er at reinsa fyri at reinsa,
og tå er reinsingararbeiðið
vorðið eitt slag av óvana og
sektarismu heldur enn
gjøgnumhugsadur målpoli-
tikkur” (sitat liðugt.) Eg
kann bara geva tær rætt i
hesum, Heri. Vit eru so púra
samdir báðir um hesi føgru
orð, sum tíverri eisini eru
tey seinastu føgru orð í
brævinum. Tí nú verður alt
bara gamalt og gruggut
grenj um føroyska mál-
reinsan, og tað hava vit
hoyrt so ófatiliga ofta, at
allir føroyingar hava fingið
målvaml! Men skít. kom so
við tí eina ferð afturat! Hvat
vil maðurin umframt at
grenja?
Jú, evnið er samansett
navnorð, og hvussu vit seta
tey saman. Hann nevnir
fleiri góð dømi, og tvey
teirra eru, um vit skulu siga
svimjihylur ella svimjing-
arhylur og pissilingur ella
pissingarlingur. Av hesum
er tað serliga svimjihylurin
(í Havn). sum hann er for-
liptur í, og tað er gott, hóast
sjålvt orðið ikki er so nógv
frammi longur, tað táttar í
tjúgu ár. síðan fyrsta krovið
hvarv undir kav, og síðan
hevur havnarfólk ikki grett
eitt orð um nakran svimj-
ingarhyl.
Orsøkin til forstoppilsid
hjá Hera er, at eina ferð í
verðini hevur onkur dittað
sær at sagt, at svimjihylur
er oføroyskt ord, og at tað
heldur skuldi itid svimjing-
arhylur. Ja, at fólk kann vera
so frekt at hugsa tann tanka.
Heri sigur soleiðis:
“Men vit høvdu nóg illani
skrúvað brúsurnar frá í
nýggja svimjihylinum. úá ið
okkurt målsligt orakul
kunngjørdi fyri føroying-
um, at tad eitur svimjingar-
hylur, og at svimjihylur er
óforoyskt! Hvi fingu vit
ongantíð at vita, tí sum van-
ligt grundgóvu teir ikki."
Tú sigur altso, at føroysk
málfólk ikki fåast við at
grundgeva fyri tí, tey siga.
Alvaratos, her heldur tú før-
oysk málfólk fyri tað turra
spott. Hetta er bæði gelt og
gaggandi galið hjá tær. Aft-
ur hesin svarti óvanin at
díkja alt undir í runu og so
at fáa fólk at flenna. Men
“who cares," bara tað er
stuttligt, tí tað er so væl-
signað at fáa fólk at flenna,
ti at tá fær ein sum oftast
rætt. hóast alt kann vera so
lallandi skeivt. Og so verður
tað aftur sligið fast, at før-
oysk málfólk eru forstokk-
að. Sjálvandi fyrst og fremst
tey á Setrinum! Men Heri.
slíkar evindaligar og hjálp-
arleysar endurtøkur tæna
ikki arbeiðinum fyri einum
gjøgnumhugsadum málpol-
itikki, sum tú sjálvur talar
so vakurt um í innganginum
hjá tær, og tær eru líka drøn-
andi sektariskar, sum nakar
málmaður fær verið. Og tað
er hetta, sum eg eri illur um!
Men lat okkum so til
tramans royna at savna
stumparnar saman og fáa
okkurt annað enn grenjandi
gren) burturúr. Fakta er, at
havnarfólk sigur ikki svimj-
ingarhylur men svimjihylur,
og tað sigur heldur ikki
pissingarlingur, men piss-
ilingur. Og eg skal vid gledi
vera tann fyrsti, sum roynir
at greida tær frå hesum sam-
ansetingum, hóast eg veit.
at tú hevur hoyrt tað hundr-
að ferðir áður.
Altso: -i- í svimjihylur er
ein ífylla, eitt klipi, og -
ingar- í svimjingarhylur er
ein bendingarending - ella
snøgt sagt hvørsfalsform-
urin av navnorðinum:
svimjing. Báðar samanset-
ingarnar eru í føroyskum.
og báðar eru rættar. men
summum dámar bend-
ingarendingina betur. tí ein
formlig regla við slíkum
samansettum orðum er at
hava fyrra lið í hvorsfals-
formi + seinna lið. Ti kom
tað málsliga oraklið við
uppskotinum um svimjing-
arhylin. Tosið um, hvort tað
eitur husaviksbrøvini ella
húsavíkarbrovini snýr seg
um akkurát sama mál, so
hetta er aggandi gamalt í
føroyskum, minst 600 ár
eldri enn svimjihylurin í
Havn.
Hvør vinnur av hesum
formum, kann vera hipp
sum happ. Eg veit ikki, hví
havnarfólk sigur svimjihyl-
Sjúrður Gullbein
ur. Oftani ræður tann lata
tungan og sigur tað, sum
lættast er, og tí kunnu vit
fáa formin ”svimjihylur.”
Tað kann vera ein málslig
gongd, har ein orðaflokkur
ávirkar ein annan, og tí
kunnu vit fáa formin
”svimjihylur.” Og er fyrri
liður eitt sagnorð sum t.d
at svimja, so kunnu vit eisi-
ni fáa formin "svimjihylur."
Eg veit ikki, Heri. Men eg
veit, at havnarfólk sigur
hvorki bjargibåtur, lands-
kappidystur, menniland,
rembitíð ella utbågviskipan,
og vit siga heldur ikki
Tryggisambandið og Venji-
skúlin.
Summa summarum: Báð-
ir formar eru til, og ein dyst-
ur er teirra millum. Og tað
er tað, sum málið snýr seg
um. Tað er tað, vit skulu
tosa um. Tað er tað. vit
skulu trætast um. Og tað er
tað, vit skulu royna at semj-
ast um.
Forherðingar
vera!
kunnu oll
, Sjúrður Gullbein
Í einum reyðum húsum í
. Tvørgøtu I
I ti hundrandu og
herligu Havn
I Fóroyum
Teldupostur:
sgull & post.olivant.fo
...eru tvey og tvey ikki longur fýra?
framhald av síðu 2
verið munandi meira søgu-
liga og realistiskar. Jú,
minni vit skylda, já, minni
vit gjalda í rentum og av-
dráttum, tess fíggjarliga
fræls eru vit.
Men Høgnasa teori er
tann mótsatta, og tað kanska
ger hana søguliga.
Vit kundu vent málið á
høvdid og spurt, hvat nú um
eingin ríkisstuðul var, og vit
framhaldandi skulu gjalda
hesa skuldina? Hana renna
vit væl saktans ikki undan?
Tá høvdu vit verið noyddir
at farið beinleiðis inn á for-
oysku inntókusíðuna á
fíggjarlógini eftir hesum
hundraðtals milliónum við
teimum ræðuligu fylgjum,
sum tað hevði ført við sær
Ríkisstuðulin er ein inn
bygdur partur av landsins
inntókum. Hann fer í stóran
mun til lønir 0.1., og vit vita,
at — multiplikatoreffektin
(samlaða ávirkanin av
blokkinum) liggur uppá
uml. 2,5. T.v.s. at taka vit
100 mió. kr. burtur av ríkis-
stuðulinum, so skulu vit
finna 250 mió. kr. í tilsvar-
andi sparingum fyri at viga
upp ímóti minkingini. Hvat
nú við roknistykkinum?
Fotrtreyitirnar broytast,
og samfelagið krevur broyt-
ingar.
Síðan sigur landsstýris-
maðurin, at forrestin so
hava vit ”6normalar” um-
støður beint nú við nógvum
fiski, góðum prísi og lágari
rentu. Ja, tað er rætt. Fíggj-
arlógin hevur í dag eitt yv-
irskot upp á einar 400 mió.
kr. Hvat nú tå umstødurnar
broytast? Og vit vita, at tær
fara at broytast. Havt hendir
tá við yvirskotinum?
Men hesar ”6normalu”
umstødur eru ikki politiskt
skaptar. Tær skyldast tveim-
um orsøkum. Fyrst og
fremst náttúruni og markn-
aðinum. Hvørgum av hes-
um hava vit ávirkan á.
Hvar eru forrestin tey pol-
itisku tiltøkini til tess at
satsa vinnupoltiskt? Meir-
inntøkurnar í samfelagnum
í dag eiga vit poltikkarar
hvorki lut ella deil í.
Heldur ikki nevnir lands-
stýrismaðurin við einum
orði allar tær uppgåvur, sum
enn liggja á láni í samfel-
agnum fyri at fáa tað upp-
aftur á eitt nøkulunda rím-
iligt stødi. Hvussu nógvar
milliónir krónar kunnu ikki
brúkast bara til at lyfta alt
tænastustødid upp til eitt
vanligt nordurlendskt stødi?
Hetta, sum Høgni Hoydal
hevur ført fram, er ørvitistos
og uttanumtos, so tad stend-
ur eftir. Og eg tori at siga.
at hetta er beinleiðis á-
byrgdaleyst og skaðiligt. So
er tað sagt
Men eina minking av rík
isstuðuilinum tosa fleiri um
eisini vit í Javnaðarflokki
num.
Javnaðarflokkurin hevur
givið sítt boð uppá, hvussu
ríkisstuðulin skal minkast.
Hann skal minkast í takt við
ein øking í okkara tjóðar-
inntøku. Ein vøkstur í okk-
ara egnu framleiðslu. T.v.s.
at so hvort vit kunnu stað-
festa, at føroyska samfelag-
ið ber vøkstur við sær, so
hvørt kunnu vit tosa um
minking av ríkisstuðul-
inum, sum kann verða ein
ávísur partur av hesum
sama vøkstri.
Tað kann kanska tykjast
logið, at landsstýrismaður-
in. sum hevur sett ein ar-
beiðsbólk til at útgreina oll
hesi vidurskiftu, nú áðrenn
bólkurin er liðugur konklu-
derar við sínum fantastiska
úrsliti. Men uttan iva kemur
arbeiðsbólurin við nøkrum.
sum er eitt sindur meira
kvalifiserað enn tað. sum
landsstýrismaðurin di-kar
upp við
Jóannes Eidesgaard.
Tað drepandi
einsemi
So einsamallur sit
leinkjaður skal verða við
dragandi vársins litur
et hann kann binda frið
steindeyða talva á veggi hongur
orðini mugu andleys at sjá
tølandi gjóstur - svanasongur
eitt fangatippi - út hann má
skinklandi beinagrind ætlanin hongur
alt fyri honum so óskipað er
tól og stavir - skerdur vongur
mót mjørkaheiminum tað ber
alt er ein tokutala
orðavavstur - onki fær við
tráanin hans er at spæla
altíð hann fór av grið
tungu bókstavir at lyfta
bókaheimurin blýtungur er
stundirnar longu vil stytta
altíð vil verða á ferð
lítið honum bøkurnar siga
so veruleikafjart alt er
hann biður tær vælsignaðar tig:
vil liva í síni frælsu verð
torskildu orðini fjakka
í munninum verða sum ull
hvønn morgun sær ljósbirtu hækka
av gleði hans sál verður full
tey vísu hans leið vildu beina
alt eftir teirra leið
tó kendi hann seg altíð eina
á teirra gøtum altíð hann gleið
køldu hjørtum hann vendi
baki - ljósglæman vísti hans leið
einsemisbýlið hann brendi
í samsinta skara hann fróur steig
tann torvelta getan er svunnin
hann fann sína egnu leið
livsgøtan bjarta er funnin
frælsisglæman - fastan fótin hann steig
í morgunroðans fagrasta ljóma
hans andlitsbrá geislar sum sól
hans tilvera stendur í blóma
fagnaðargleðin um heygar og hól
snimma til verka fróur og fegin
skapandi hendur hans listaverk fræg
tó fagrasta lívsverkið er gleðin
á blómandi kunnleikans træ
nú meining hans lív hevur fingið
hans skapandi hugflog so vítt
árla og síðla soleiðis gingið
í blómulund hugsað: hetta verkið er mítt
Sólmundur Joensen
Tel 4298 31 95 40
Fax +298 31 75 41
Alt innan prentlutir
NøF jakzac& post olivant fo