týsdagur 23. mars 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 55 — 20. MARS 1999
tíðindablaðið SOSlalin
Semja gjørd við
Foroya Tele
Hóast starvsfólkið á Fóroya Tele vrakaði semingsuppskoti,
sum var lagt fyri tey á fundi í hólum starvsmannafelagsins,
so varð júst hetta sama uppskotið góðtikið tá til stykkis
kom.
SVEINUR TRÓNDARSON
Tað verður einki verkfall á
Føroya Tele á hesum sinni.
Mánanáttina góðtóku part-
arnir semingsuppskotid,
sum varð lagt fyri partarnar
sunnukvøldid, og við tí var
stríðið um lønina hjá starvs-
fólkunum á Føroya Tele av
á hesum sinni.
Men tað var kortini ein
tungur burður.
Samráðingarnar um
nýggjan sáttmála við Før-
oya Tele byrjaðu í oktober
mánaði í fjør. Byrjað var við
nýggju lønarskipanini og
tað frættist skjótt, at arbeiði
við nýggju lønarskipanini
geek væl; munandi betur
enn tað gekk millum Starvs-
mannafelagið og Fíggjar-
málastýrið.
Orðingar vórðu broyttar,
nýggir lønarstigar gjørdir
vid færri trinum og tad så
ut til at ganga eftir ånni, alt
samalt, til stigur brådliga
kom i.
Tað var tå lønarkrøvini
vóru løgd á borðið stóð fast.
Leiðslan í Føroya Tele
vildi ikki góðtaka krøvini
frá starvsfólkunum, sum
heldur ikki vildi góðtaka
uppskotið frá leiðsluni.
Tí avgjørdu partarnir at
senda boð eftir semings-
monnunum Niels Sørensen
og John Rajani friggjadagin
f farnu viku.
Klokkan 13 leygardagin
sessadust teir vid pørtunum
uppi å Hotel Føroyum vid
ti fyri eyga, at finna eina
semju. Og tad eydnadist.
Sunnukvøldid løgdu sem-
ingsmenninir eitt uppskot
fyri partarnar, har lagt varð
upp til eina samlada lønar-
hækking upp å 9,35 prosent.
Hon var samansett soleid-
is, at starvsfólkið fær eina
kontanta lønarhækkan upp
á 2,5 1. mars í år, og aftur
1. mars næsta år. Harafturat
skulu roknast 2,5 prosent,
sum partarnir meta eina
nyggja lønarskipan verda
verda, umframt 1,1 prosent
fyri at karensdagarnir verda
avtiknir fyri starvsfólki hjá
Føroya Tele.
Eitt fjórðingsprosent
stavar frá eini umlegging av
útrokningarskipanini = av
tímalgnum, soleiðis at tær
nú verða roknaðar eftir 37
effektivum arbeiðstímum í-
staðin fyri 42 tímum og
seinasta hálva prosentið
verður lagt sum eitt lønari-
skoyti til starvsfólk við ser-
ligum førleika ella ábyrgd.
Starvsfólkið
vrakaði uppskotið
Hóast semingsuppskotið nú
er samtykt og undirskrivað
av pørtunum, so sá einu løt-
una út til, at eitt nýtt uppskot
skuldi til, tí á einum fundi,
sum var í hólum Starvs-
mannafelagsins sunnu-
kvøldid vrakaði starvsfólkið
á Føroya Tele uppskotinum
frá semingsmonnunum.
Upprunaliga krav teirra
var eisini vælhægri enn tey
9,35 prosentini, sum lógu í
smingsuppskotinum, og tí
fekk samráðingarbólkurin
Tað kann av sonnum sigast, at teir báðir semingsmenninir John Rajani og Niels Søren-
sen hava havt eydnuna viuð sær, tá teir hava smiða semingsuppskot. Fyri stuttari tíð
síðani fingu teir semju hjá Fiskimannafelagnum og í vikuskiftinum var tað starvsfólkið
hjá Føroya Tele, sum fingu nýggjan sáttmála
boð um at fara niðan á hot-
elli eftir einum frægari úrsl-
iti. Men tað eydnaðist teim-
um ikki.
Útlitini fyri betri
úrsliti vánalig
Heini Joensen, nevndarlim-
ur f Starvsmannafelagnum,
sum var vid f samrådingar-
bólkinum sigur í eini við-
merking til Sosialin, at út-
litini til at fáa eitt betri upp-
skot enn tað, sum longu var
komið á borðið vóru ring.
— Umboðini fyri Føroya
Tele høvdu góðtikið sem-
ingsuppskoti áðrenn vit fóru
oman at fundast við starvs-
fólkið, men tá vit komu nið-
anaftur sá tað út til at teir
bert skuldu hava eina orsøk
til at hála góðkenningina av
semingsuppskotinum inn-
aftur, og tí valdu vit at taka
við í staðin fyri at siga nei.
Kravdu vit meir, so var
vandin fyri verkfalli stórur.
Eru tit nógd við nýggja
sáttmálan ?
— Nei, tað eru vit ikki.
Fyri tað fyrsta so er sjálvur
lønarvøksturin ov lágur.
Hálvttriðja prosent er alt ov
lágt, tá ein hugsar um, at
upprunaliga kravið frá
starvsfólkunum var 24 pro-
sent. Hesum kravi fóru vit
tó skjótt frá, og endaliga
kravið var 12 prosent, so
(savnsmynd)
sammett við tað er 2,5 pro-
sent lítið.
Men var kravið um 24
prosent lónarhækking real-
istiskt?
— Av ti at samrådingar-
stødan gjørdist sum hon
gjørdist, so mugu vit vid-
ganga, at kravið var óreal-
istiskt, og tí fóru vit eisini
frá tí beinanvegin so at siga
Og tað kravið haldi eg var í
lagið, sigur Heini Joensen.
Men nú er semjan gjørd,
og talan verdur ikki um
nakað verkfall á Føroya
Tele í hesum umfarinum í
øllum føri.
Andrass Róin, stjóri á Føroya Tele:
Væl nøgdur
við sáttmálan
Stjórin í Fóroya Tele er vælnógdur við
sáttmálan, sum varð undirskrivaður
mánamorgunin. Serliga væl nøgdur er
hann við nýggju lønarskipanina og tær
nýggju orðingarnar, sum gera sáttmál-
aviðurskiftini nógv smidligari fyri Før-
oya Tele
SVEINUR TRÓNDARSON
Stjórin á Føroya Tele, Andr-
ass Róin, er í dag ein væl-
nøgdur maður í dag.
Hann fekk ein nýggjan
sáttmála í lag við starvs-
fólkið, sum er limu ri
Starvsmannafelagnum, og
umframt tad fekk hann eina
nýggja lenarskipan og
broyttar orðingar, sum fara
at gera tað lættari fyri leiðsl-
una at arbeiða.
Men tað dróg út við eini
semju í hesum samráðing-
unum.
— Vit avgjørdu at innkalla
semingsmenninar tí tað var
torført at koma víðari ti
munurin var so stórur segði
hann í síðstu viku.
Krøvini frá starvsfólkin-
um var ein nýggj lønarskip-
an, ein lønarhækkan uppå
12 prosent, og tad vildi hann
ikki ganga vid til.
Men såttmålin, sum nú
liggur á borðinum inniber
ein vøkstur upp á ialt 9,35
prosent, er tað ikki í meira
lagi?
— Nei, eg haldi ikki vit
skulu lata so illa at. Vit hava
roynt at hildið fast við ein
lønarvøkstur upp á seks pro-
sent, men vit endaðu uppi á
7,5. Afturat tí koma so nakr-
ir snøklar, sum kosta okkum
nakað, men sum so avgjørt
geva okkum nakað eisini,
sigur Andrass Róin.
Karensdagarnir eru tiknir
av hví ganga tit við til tað?
— Tað var eitt ynski frá
fólkinum at fáa teir burtur,
og eg meti, at tað í longdini
kann verða ein fyrimunur
fyri okkum, at teir verða
avtiknir, tí so koma fólk fyrr
Andrass Róin, stjóri er vælnógdur við nýggja sáttmálan
til arbeiðis aftur. Onnur fel-
øg hava eisini avtikid kar-
ensdagarnar og vit hava valt
at gera tað sama.
Men er tað ikki eitt sindur
løgid í hesum tíðum, nú teir
júst hava verið frammi í
tinginum?
— Tað veit eg nú ikki, men
starvsfólkið vildi av við teir,
og vit sóðu ikki tann stóra
trupulleikan í hesum.
Starvsmannafelagið kravdi
eina kompensatión, um so
er, at tingið seinni í ár av-
tekur lógina um karensdag-
ar, men tað fingu teir ikki,
sigur Andrass Róin.
Var við alla tíðina
A heimasíðu Starvsmanna-
felagsins stendur at lesa, at
stjórin á Føroya Tele var
settur út á eitt síðuspor,
meðan formaðurin í nevnd-
ini, Jógvan Ellefsen og Jan
Mortensen frá Arbeiðsgev-
arafelagnum yvirtóku sam-
ráðingarnar, Hesum vísir
hann tó aftur.
— Eg havi eina nevnd aft-
an fyri meg, og hana havi
eg havt við alla tíðina. Vit
hava í felag valt at sam-
starva við Arbeiðsgevara-
felagið, sum hevur verið við
í samráðingunum allan veg-
in ígjógnum. Tað er nú ein-
aferð so, at Føroya Tele er
vorðið eitt partafelag, og
skal eg hava sáttmálan
ígjógnum, so hevði eg verið
noyddur til at fáa hann góð-
kendan frá nevndini. Ti var
tað líka gott at nevdarfor-
maðurin eisini sat við borð-
ið, sigur Andrass Róin, sum
við hesum vísir aftur at
hann var settur frá stýri-
pinninum.
— Eg havi eisini fingið
eina umbering frá formann-
inum í Starvsmannafelag-
num, sum segði, at tað er
ikki felagið, sum stendur
aftanfyri hasar upplýsing-
arnar og tað umberingina
havi eg góðtikið, sigur
Andrass Róin, sum eftir at
hava sovið væl og leingi
aftur kundi fara til arbeiðis
á Føroya Tele í gjár, við eini
semju um nýggjan sáttmála
í hondini.
he pt
TANN
KONFIRMATIÓNS-
GÁVAN TIL
HENNARA FÆST
FRÁ OKKUM.
VIT HAVA
YMISKAR
ISMÚKKUR.
M.A. VÆL
UMTÓKTU
ITALSKU
SMÚKKURNAR,
SUM KUNNU
[SETAST SAMAN! ALT EFTIR TÍNUM
TØRVI - OG SUM ER STÓRA
DILLAN BEINT NÚ.
HOUSE OF LE! - Vágsbotnur - FO 100 Tórshavn
Tlf. 320840