Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-03-23, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. mars 1999síða 11

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| | Nr. 56 — 23. MARS 1999 itrottar ITROTTUR sosialurin, box 76, 110 tórshavn - tlf 31 18 20 - fax 31 47 20 - teldupost til ítróttin: emil Gsosialurin.fo Lesið eisini ítróttin á Internetinum www.sosialurin.fo Finala å Skåla leygardagin Hondbóltur: Urslitini av dystunum í næstseinasta leikumfari í hondbóltskappingini hjá monnum førdu við sær, at nú fáa vit eina beinleiðis finalu á Skála leygardagin, tá ið StíF og Kyndil, ið eru einastu liðini. ið hava møguleika at gerast føroyameistarar, hittast TERH NIELSEN Stórur spenningur var undan dyst- unum í hondbóltskappingini hetta vikuskiftid. Kyndil, VIF, StÍF og H71 høvdu øll møguleikan at ogna sær meistaraheitið, men ósigrarnir hjå vestmenningum og hoyviking- um førdu við sær, at tað nú bert eru Kyndil og SF, ið hava henda møguleika. Sostatt fáa vit ein nýggjan føroyameistara hetta kappingarårid, nú VÍF hevur spælt sær av við sín møguleika. Kyndil liggur á odda undan seinasta umfari, og teir hava tvinni stig meiri enn strandingar. Hetta merkir. at fyri Kyndil er tað nóg mikið við einum javnleiki móti StíF, meðan strandingar noyðast at vinna, um teir skulu gerast mMerstarar. Um liðini vera jøvn 1 arar, ti teir hava bestu målurtøk- una. Avgerandi málúrtókan er tann imlaða fyrr al } sum sigur #108. meðan málmun- 3 urin hjå Kyndli er +92 Lagt upp til tað stora brakið Tað er eingin ivi um, at tað er lagt upp til tað stóra brakið á Skála leygardagin. Bæði liðini eru svong eftir at gerast meistarar. Siðvanda havnarliðið Kyndil hevur íkki vunnið meistaraheitið síðani 1996, meðan strandingar hava bíðað enn longur. StíF hevur ikki verið før- oyameistari í bestu mansdeildini í hondbólti síðani 1945! Lands- kappingin í hondbólti byrjaði í 1943. og strandingar vunnu kapp- ingina tey fyrstu trý árini á rað. At spenningurin er stórur mill- um fólk á vestara armi av Skála- fjørðinum man lítil ivi verða um, og tað órvað eisini mong kynd- ilsfólk, 10 fara at ganga við spenn- ingi í kroppinum komandi vikuna. VIF og H71 úti av spælinum Tað kom kanska eitt sindur óvart á summi, at verandi føroyameist- ararnir úr Vestmanna skuldu lúta fyri strandingum á Skála sunnu- dagin, tá ið havt verður í huga, at VIF eina viku frammanundan hevði bast oddaliðnum Kyndli. Men tað er kanska ikki so undr- unarvert, at StIF var við yvirlutan, tí strandingar hava havt eitt gott tak á vestmenningum í hesum kappingarárinum. Fýra ferðir hava liðini hitst í landskappingini. og eftir at VIF hevði vunnið á Skála í ti allarfyrsta umfarinum av kapp mgini, nava unnið hinar tríggjar dystirn ei Vestmanna og ein á Skála. Liðini stóðu eisini yvir av hvørjum oði UM I Seypalinåluni, men tá vóru tað vestmenningar. ið vóru við yvirlutan ” Greitt er. at tað er eitt stórt vón brot fyri vesti ikki endurvinna meistaraheitið í år, men tað kann ásannast. at av rikini hjá vestmenningum í ár ikki hava verið eins støðug og undan- ein stórur missur fyri VIF, at teir ongantíð hava fingið fult gagn a leikandi = venjaranum, Daniel Rapa, tí at hesin hevur verið meiddur tað mesta av kappingini. Hoyvikingar høvdu undan dyst- inum móti Kyndli sunnudagin enn møguleikan á pappirinum at ger- ast meistarar, men hesin møgu leiki var ikki serliga stórur. Eftir Osigurin sunnudagin er hesin møguleikin nú farin. og oddafisk arnir í H71 noyðast nú at fara og hugsa um komandi kappingarár. At Kyndil skuldi vinna so lætt á hoyvikingum, var eitt sindur 6- væntad, men tað var eitt skert H7I-lið, ið teir grónu úr Havn møttu. Leikandi venjarin hjá H71. John Zachariasen (6) hjá VÍF hevur havt eitt gott kappingarár í ár, men ósigurin á Skála sunnudagin ger, at dysturin um FM- heitið nú bert stendur millum StIF og Kyndil Mynd: Jonhard Hammer stórskjúttin Hans Guðmundsson, var leikbannaður, og tá ið so álitið í verjuni, Olaf Vestergaard, fekk reyða kortið tíðliga í dystinum, var dysturin avgjørdur til fyrimuns fyri Kyndil. Góður endi á spennandi kappingarári Tað er lítið yvir at dylja, at hond- bóltskappingin í ár er tann mest væleydnaða í longri tíð. Serliga hjá monnunum hevur spenning- urin verið stórur, og liðini hava verið sera jøvn. Eingin dystur hev- ur verið vunnin undan síðsta briksli, og ofta hava marginalarnir verið sera smáir Tey fimm liðini, VIF, StIF, Kyndil, H71 og Neistin, hava øll vunnið á hvørjum øðrum upp á skift, og so hava kollfirðingar eis- ini gjørt ein vørr til tíðir og vunnið á summum av teimum sterkaru liðunum. Einasta liðið, sum veru- liga er dottið nidurimillum, er Tjaldur, hóast teir mangan vóru nær við at ogna sær stig. At kappingin í ár so av tilvild endar við eini finalu, er bara prikk- urin yvir i-ið. Hvussu tann dyst- urin fer at spæla av, er ilt at meta um, men seinni í vikuni fara vit í ítróttarsosialinum at lodda dýpið fyri at vita, hvussu liðini eru fyri undan seinasta og avgerandi dyst- inum um FM-heitið 1999. Stjórnan vann á føroyameistarunum Einasti dysturin i kvinnudeildini um vikuskiftid, var í Klaksvík. har Stjørnan fekk vitjan av føroya- meistarunum úr Kyndli. Sum ikki einaferð, so prógvaðu klaksvíks- kvinnur, at tær hava eitt sera gott tak á Kyndli, og tær il endans ein sannførandi sigur, og Kyndil tapti fyri fyrstu ferð í enda spælinum