Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-03-23, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. mars 1999síða 17

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

á TA—— — ——— Nr. 56 — 23. MARS 1999 ítróttar 17 | Sera soltið í superliguni Feløgini hjá teimum báðu føroysku spælarunum hava bara fingið eitt stig í fimm teimum fyrstu dystunum Síðani føroyskir fótbólts- spælarar av fyrstan tíð fóru at royna seg í superliguni — tað var tá Todi Jónsson kom á liðið í Lyngby í 1993 — hava vit eftir førimuni roynt at fylgt við í, hvussu tað hevur hilnast hjá feløgun- um, teir hava spælt í, og í serligan mun hava vit roynt at frætt um, hvussu føroys- ku spælararnir hava staðið seg. I fótbólti gongur tað upp og niður, og tað hevur tað eisini gjørt hjá bæði MEN Mikkelsen og Toda Jóns- son. Vidhvørt hava teir ver- ið fastir menn á liðnum. og til aðrar tíðir hava teir sitið á beinkinum, ella hava teir verið skaddur. Vidhvørt hava feløgini hjá teimum vunnið, og vidhvørt hava tey tapt, og vidhvørt hava teir báðir verið í brennidepl inum. tí teir hava skorað. ella tí teir ikki hava megnað at skorað ella at vart fyri. tá tað varð roknað við, at teir skuldu havt megnað hetta. Onkuntíð hevur gingið væl hjá Lyngby ella FCK, tá tað hevur gingið minni væl hjá Herfølge, og aðrar tíðir hevur felagið hjá Ják- upi Mikkelsen havt blíðan byrd, meðan felagið hjá Toda hevur verið í aldudal- inum. Heilt sørir higartil Men sjáldan ella kanska ongantíð hevur tað hilnast so illa í senn hjá FCK og Herfølge, sum tað hevur gjørt tað hesar fyrstu vik- urnar í fótbóltsárinum 1999. Herfølge hevur spælt triggjar dystir, og FCK hev- ur spælt tveir, og tilsaman hava tey bæði feløgini bara fingið eitt stig — tað var tá Herfølge mikukvøldid spældi 0-0 å heimavølli móti B93. Soltna urtøkan hevur við sær — og tað ásannaði Kim Brink, venjarin hjá FCK, friggjakvøldid — at felagið er dottið so langt afturum, at tað skal leitast leingi eftir møguleikanum at vinna tað DM, sum so mong roknaðu teir til favorittar at vinna fyri bara eitt sindur meiri enn einari viku síðani. Tríggir í álopinum Friggjakvøldid spældi FCK å heimavelli í í Parkini móti Vejle, og tað var eitt stórt vónbrot fyri heimaliðið, at tað var Vejle, sum fekk ein- asta málið, tá ikki meiri enn ein minuttur var farin. Mál- ið skoraði Calus Frandsen, og danskir fjølmiðlar vita at siga frá, at hetta er ein spæl- ari úr einum høvudsstadar felagi, sum fyri einum tveimum árum síðani royn- di seg í FCK, men sum fekk at vita, at hann ikki kundi brúkast. Í fyrsta dystinum eftir venjaraskiftið var liðið hjá FCK broytt á fýra plássum. Christian Andersen broytti uppstillingina frá 4-4-2 og til 3-5-2, og tað er eftir hesi skipanini, at FCK hevur fyr- ireikad seg til nýggja kapp ingarárið. Men nú hevur Kim Brink aftur broytt til 4-4-2. Vit gittu undan vikuskift- inum, at David Nielsen, sum er størsti kappingar- neytin hjá Toda Jónsson til plássið í álopinum við síð- una av Briani Laudrup, fór at koma nærri einum plássi millum teir fyrstu ellivu, og soleiðis var tað eisini. Men hetta hevði ikki við sær, at Todi Jónsson varð settur av. Bæði hann og Brian Laud- rup spældu við, og tað var David Nielsen, sum varð skiftur út miðskeiðis í 2. hálvleiki. Todi spældi allar 90 minuttirnar. Donsku fjølmiðlarnir lata einki serligt at spælinum, og tað verður ikki tosað um serligar møguleikar til FCK, sum tó hevði bóltin nógv stórar partar av tíðini. Tá teir trýstu nógv á fyri at javna, var onkra ferðina tætt við. at Vejle økti til 2-0 í snarålopum Einki agg móti Mørch Oddaliðið AB styrkti um sína stóðu, tá teir vunnu Í 0 I Herfølge Hetta var fyrsta ferðin, at Ole Mørch vitjadi aftur á Herfølge stadion. Fram til i november i fjør, tå hann flutti til AB, hevdi hann verid venjari i Herfølge i fimm år. Og i Herfølge fekk gamli venjarin hjá heimaliðnum eina betri móttøku, enn Bri- an Laudrup fekk í Brøndby næstsíðsta vikuskifti. Teir 2.371 áskoðararnir tóku í- móti við lógvabrestum, og undan dystarbyrjan fekk venjarin blómutyssi hand- að. Ole Mørch og hansara menn fóru avstað við ollum stigunum. Einasta málið kom fimm minuttir undan steðginum. Talan var um væl vanda hornasparksstød- u, sum endaði við, at 18 ára gamli verjuspælarin, Martin Albrechtsen, við handara stólpan stútaði í netið. Umstødurnar hjá Herfol- ge at koma afturíaftur í 2 hálvleiki vóru ikki so galn ar, tí ein av bestu spæ larun- um hjá AB. Brian Steen Nielsen. var rikin av vøll- inum bara ein minu AR AB Ut attana. hevði fingið mål. AB mað y ða kortið fekk urin fyri eina grova takling. Kortini eydnaðist tað hjá AB at halda tætt, og harvið øktu teir fjarstøduna til næs- tu kappingarneytarnar, Brøndby, til átta stig. Brøndby skuldi spæla i Silkeborg i gjárkveldið. Ikki nógv mál Skulu vit meta út frá mál- skjótingini, so var hetta um- farið ikki serliga undirhald- andi. Í Aalborg, har heimaliðið hevði vitjan av grannunum úr Viborg, endaði 1-1. AaB skoraði eftir sekstan minutt- ir, og Viborg javnaði, tá tað var farið tveir minuttir út um vanligu spælitíðina. I Aarhus hevði AGF heimavøll móti lítla beiggj- anum úr Femad. og har var eisini javnt 1-1. Målini komu eftir 46 og 50 min- uttir. Lyngby hevði vitjan av grannunum úr B93. og har kom bara eitt mál. Heima- liðið skoraði. tá sekundvís- arin var farin 49 ferðir runt í 2. hálvleiki! jh AAA AAA 33 —— EEG Nogvur fimleikur kring landið Seinastu dagarnar hava nógvar fimleik: framsýningar verið kring landið. Ein teirra var í Í sl d verður ein framsyning í høllini á Hálsi klokkan sje Fi kafelag høllini í Runavík sunnud gin, tá ið Støkk vísti fram, hvat teir i limir hava fingið burtu fer at vísa fram. og Í klokkan hálveum átta f ú i lið Stø úr farna vetrinum. Myndamaður okkara var á staðnum og tók fø myndir av væleydnaðu = eina framsyning í | ik ramsýningini sr TEEN BEF AE