Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-03-24, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. mars 1999síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 57 — 24. MARS 1999 Væ ORD OG MYNDIR: JONHARD HAMMER Leygarkvøldid varð skipað fyri einum gðrvísi hugna- kveldi í ítróttarhellini í Runavík. Á skránni var gallamótasýning við make- up, hár, tatoo og mótaklæð- um, Kjell Elvis undirhelt við sangi, og Country- bólkurin úr Klaksvík spældi til dans. Uml. 700 fólk vóru komin saman til hetta til- takið, sum ivaleyst ikki er tað síðsta av hesum slag Klokkan 19.00 leygar kvøldið var ítróttarhollin í Runavík fullsett av eystur- yyingum, ið ikki vóru sort spentir og forvitnir efur at vita, hvat fór at henda Og ødrvisi gjørdist hetta hugnakvoldið fyri eysturoy ingarnar. Byrjað varð við einum mótashowi við barn aklædum, og sigast má. at - tidindabladid 15 hetta komu børnini væl frå Serliga vóru tað framførsl- urnar hjá ltrótti á Glyvrum og Hjá Sannu, ið vóru væl fyrireikaðar. Børnini fram- førdu fittar dansir, gjørdu fimleik og brúktu ymisk leika, fyri at gera alt meiri stuttligt å pallinum. Hetta var sera áskoðaravinarligt, og stuttligt var at síggja hvussu væl børnunum dámdi at vera á pallinum. Aftaná børnini, komu tey vaksnu inn á pallin við hár- og klædnamóta. Tað sást týðuliga, at tey vaksnu høvdu vant at ganga á pall- inum. tí teirra framførsla var nógv meira stilfull enn til eina vanliga mótasýning Tó skal sigast, at mótasýn ingin gjørdist nakað drug fyri áskoðararnar, og betri hevði ivaleyst verið um okkurt stuttligt innslag kom innimillum Síðani var borðreitt við eydnað Galla kvold í Runavík grýturætti v/flutes og dess- ert. Øll høvdu á munni, at dessertin var góð, men grýt urætturin gagnaðist ikki øll um. Tað er sjálvandi trupult at gera mat til so nógv fólk, men tað er óheppið, at mat- urin ikki gagnast áskoðar unum, sum hava roknað við at fáa ein góðan nátturða/ døgurda til eitt tílíkt tiltak Kongurin á pallin Nú var tann løtan komin til at The King skuldi koma á pallin. Kjell Elvis var ílatin sum Elvis, í einari ljósablá- ari drakt við belti, og skjúrt an var knappað upp. Kjell Elvis var sera væl móttikin í høllini. og fólk serliga damurnar, reistu seg upp og skríggaðu. Nakrar ungar damur úr Eysturoynni vóru so bergtiknar av honum, at tær fóru fram til pallin og dansaðu framman fyri hon um. Onkur var so heppin at fáa ein koss á kjálkan frá Kjell Elvis. og tað vóru fleiri damur í høllini, sum vóru on undsjúkar A hoyra Kjell El vis Var eingin tónlistarlig upp- living, men hetta var eitt frískt tiltak. og fólkini í høllini hugnaðu sær oført Gott tiltak men… Tey flestu, sum vóru til gall- asyningina, vóru sera væl nøgd við tiltakið. Tað var sera hugnaligt inni í høllini Pallurin var sera vakur, og handlanir á eystara armi á Skålafjørdinum vístu, at teir ikki standa aftanfyri nakran, tá ið tað ræður um at vísa . 2. åer, mótaklæðir. Ljósið og ljóð- ; > ",? ið riggaði eisini sera væl, og týðiliga sást, at ljóð- og ljósmenninir høvdu gjørt eitt gott arbeiði. Tað vóru 85 lhjóslampur til motasyningina, og tað stýrdi ljósmað- urin Jesper meistar Tað er sjálvandi okkurt. sum kundi verið ødrvisi, t.d skuldi okkurt undir hald verið undir borð- haldinum Harum- framt var leingi at bíða til tatoo-modellinar komu inn, og tá ið tær komu á pallin, vóru fólk skuffaði. tí tað var torført at fáa eygað á tær tulgjørdu tatovering arnar Gallasýningin var tó eitt væleydnað ultak sum Jørna Mikkelsen skipaði fyri. Vónandi verður hetta eitt aftur vendandi tiltak. tí tað er ilt ov sjålvdan, at eyst uroyingar hava nakað at fara út til í oynni