mikudagur 24. mars 1999síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
18 .
tidindabladid
Nr. 57 — 24. MARS 1999
Å Klaksvikar BOkasavni er eitt
fulltidarstarv sum:
leidandi bokavørdur
at byrja 1. mai 1999, ella skjótast gjør-
ligt, leyst at søkja.
Leiðandi bókavorðurin hevur ábyrgdina
av dagliga rakstrinum av bókasavn-
inum og hevur tilvísing til mentanar-
nevndina hjá Klaksvíkar Kommunu.
Klaksvíkar Bókasavn, ið er einasta
bókasavn uttan fyri hovuðsstaðin, súm
hevur yrkislærd starvsfólk, virkar sum
skúlabókasavn fyrrapartar og sum
alment bókasavn seinnapartar.
Bókavorðurin tekur sær ikki av skúla-
útláninum men samskipar tó samlaða
raksturin.
Opið er 31 tímar um vikuna umframt
virksemið sum skúlabókasavn.
Starvsfólkini á bókasavninum eru,
umframt bókavorðin, eitt fulltíðar hjálp-
arfólk og ein bókauppsetari, meðan
triggir skúlabókavorðar taka sær av
virkseminum hjá skúlabókasavninum.
Aftaná fyrireikandi arbeiði seinastu tvey
árini, legði bókasavnið í februar um til
útlán á EDV við bókasavnsskipanini
MikroMarc, har mestsum oll bóka-
mongdin er skrásett
Síðan á heysti í 1998 hava viðskiftafólk
havt atgongd til Internetið.
Søkt verður eftir einum yrkislærdum
bókavorði við:
* Leidara- og samstarvsevnum
* Evnum at nýhugsa og kveikja onnur
* Vitan um kunningartøkni og internetið
e Huga og hegni at sjónliggera og
menna tilboðini hjá bókasavninum til
viðskiftafólkið í lokalsamfelagnum.
Lonin er í 24. lonarflokki sambært sátt-
málan millum Starvsmannafelagið og
Foroya Landsstýri, sum gevur eina
byrjunarlon upp á kr. 18.469,89.
Fleiri upplýsingar fáast við at venda
sær til John Færø skrivara, tlf. 456388,
ella Klaksvikar BOkasavn, tlf. 455757.
Umsóknir skulu sendast til: Klaksvíkar
Kommunu, Postsmoga 2, FO-700
Klaksvík.
Umsóknarfreistin er: 7. apríl 1999.
Klaksvíkar
kommuna
Fyrsta stigið til eina priv-
atisering av Foroya Banka
Hóast Fíggingargrunnurin frá 1992 hevur sagt seg sinnaðan at fara undir
eina privatisering av bankanum, so verður hetta neyvan gjørt, uttan so, at
veruligi eigarin t.v.s. Fóroya Landsstýri er samdur í hesum, og tí vil Jóannes
Eidesgaard hava at vita frå Karsteni Hansen hvør stødan er í samgonguni
ÓLAavur í Ber
Viðvíkjandi eini møguligari
privatisering av Føroya
Banka, so vil Jéannes Ei-
desgaard nu hava at vita frå
landsstyrismanninum i
fíggjarmálum. Karsteni
Hansen, um politisk boð eru
eivin frå Føroya Lansstyri
til Fíggingargrunnin frå
1992 um eina partvisa priv-
atisering av Foroya Banka,
nú nevndin á komandi års-
aðalfundi skal ogna sær 10
pst. av partapeninginum?
I øðrum lagi vid javnaðar-
maðurin hava at vita, Hvor)-
ar víðari ætlanir hevur
nevnd bankans við teimum
10 pst. av partapeningi-
num? Og til síðst vil Jóann
es Eidesgaard hava at vita.
hvorja stødu hevur lands-
stýrismaðurin og samgong-
an til eina framhaldandi
privatisering av bankanum.
nú hetta fyrsta stigið verður
tikið?
I viðmerkingunum til fyr-
ispurningin, greiður Jóann-
es Eidesgaard frå, at í lýsing
dagfest 26. februar 1999
boðar nevndin i P/F Foroya
Banka inn til ársaðalfund
Sagt verður frå, at ársaðal
fundurin verður 26. mars
1999 og fráboðað verður.
sum vanligt er, ein dagsskrá.
10 prosent
Og tað sum serliga er áhug
avert. er mál nr. 6 á hesi
dagsskrá, har skotið verður
upp. at nevndin fær heimild
til innan endan av mars
2000 at lata bankan ognast
upp til 10 pst. av partapen-
ingi bankans fyri ein kurs,
sum ikki kann víkja frá
seinasta almannakunn-
gjørda innara virðinum við
meira enn 25 pst.
Rætt til at seta fram
uppskot á aðalfundi bank-
ans hevur nevndin umframt
partaeigaran, sum er Figg-
ingargrunnurin frá 1992.
Men givið er, at nevndin
neyvan fer at seta slíkt upp-
skot fram uttan so, at nevnd-
in frá partaeigaranum t.v.s.
frá Fíggingargrunninum frá
1992 hevur fingið eitt
„signal“ um, at uppskotið er
í tráð við teirra ætlan.
Men eins givið er tað.
at Fíggingargrunnurin frá
1992 neyvan letur nevndini
í P/F Foroya Banka slíkt
Signal” uttan so, at eigarin
av grunninum t.v.s. Føroya
Landsstýri hevur givið sína
tilsøgn til uppskotið. sigur
Jóannes Eidesgaard í við-
merkingunum.
A fría marknaðin
Jóannes Eidesgaard vísur
eisini ul frágreiðingina fyri
1997 frá Fíggingargrunni-
num, har sagt verður
Verður politisk avgerð tíkin
um at fara undir at privati-
sera ognarvidurskiftini í
Foroya Banka, er sostatt,
sum landið liggur, neyðugt
at gera sær greitt, at Fígg-
ingargrunnurin ella ein ann-
ar almennur grunnur leingi
aftrat fer at verða ein týð-
andi partaeigari í bankanum
helst meirilutaeigari.“ Eis-
ini sigur grunnurin í somu
frágreiðing: „Hvussu nógv
eigur at verða selt í fyrstu
útbjóðing verður ásett eftir
nærri kanning av sølumøg-
uleikunum, men væntandi
verða tað um 10 — 25 % av
partapeninginum.“
Og nú tykist sum um,
at nevnd og eigarar bankans
halda, at tíðin er komin til
at privatisera tey fyrstu
10%. Tá ið bankin hevur
ognað sær hesi 10 pst. av
partapeninginum, stendur
tað bankanum frítt at gera
við hesi partabrøv, sum
honum lystir. Bankin kann
gera av at eiga tey, men
rann kann eisini selja tey á
fría marknaðinum og síðan
ognar sær onnur 10 pst. av
partapeninginum.
Utbytid minni
Fá ið bankin ognar sær
hest 10 pst. av partapening-
inum. merkir tað. at Figg-
ingargrunnurin frá 1992
eigur 10 pst. færri og fær
samsvarandi minni í út-
býtið. Hetta merkir í sein-
asta enda, at Føroya Lands-
stýri selur út av ognum sin-
um við tí fylgi. at útbýtið
komandi ár verður sam
svarandi minni.
Sostatt kann hesin árs-
aðalfundurin 26. mars 1999
verða fyrsta stigið til eina
privatisering av Føroya
Banka. Hóast Fíggingar-
grunnurin frå 1992 hevur
sagt seg sinnaðan at fara
undir eina privatisering av
bankanum, so verður hetta
neyvan gjørt. uttan so. at
veruligi eigarin t.v.s. Foroya
Landsstýri er samdur í hes-
um. sigur Jóannes Eides-
gaard at enda í viðmerking-
um sínum til fyrispurningin
um privatisering av Foroya
Banka
Seinastu sýningarnar av Vitavørdinum
Nýskrivaði føroyski sjón-
leikurin > Vitavørdurin« eft-
ir Rakel Helmsdal verður
bert spældur tríggjar ferðir
afturat: hóskvoldið. leyg-
arkvoldið og sunnudagin
Vitavørdurin er fyrsti
stóri sjónleikur sum verður
spældur í nýggju hølunum
hjá Grímu niðri á Meiarin-
um í Torsgøtu. Og fólk lata
væl at. bæði at nýggja sjón-
leikarhúsinum og nýskriv-
aða sjónleikinum
Sýningar hava verið bæði
um dagin fyri framhalds-
skúlum og almennar sýn-
ingar hava verið um kvold-
10
Í sosialinum sigur Dag
finnur Olsen m.a. um leik-
in
Vitavørdurin hjå
Grimu er eitt valaverk.
Vitavørdurin er hugtakandi
og kastar ljós á menniskja-
lyndið og nútíðarsamfelag-
ið. mótvegis teimum heil-
skapaðu menniskjunum ið
fyrr vóru, men sum eru
sjáldsom í dag...
I Dimmalætting skrivar
Elin Michelsen m.a.:
… Kristina var so inniliga
til staðar á pallinum. at hon
seyg oll eygu sín veg. og
tann håtturin Morgana
(Kristina) snúði arkitektin-
um (Nicolaj Falk) um lítla
fingurin, uttan sjálv at vera
varug við tað. hevði alla
tfjøldina bergtikna…
Ein væl nøgdur 8. flokk-
ur av Toftum hevur eisini
ómaka sær at skriva um-
mælið av leikinum.
[20, sum tey vóru serliga
hugtikin av, var spælið hjá
sjónleikarunum og effekt-
irnar, t.v.s. ljósið og ljóðið.
ANtgongumerki til syning-
ar kunnu bíleggjast á Kunn-
ingarstovuni, tlf. 315788
Gangið Starvsmannafelag á meti
Karsten Hansen. landsstýr-
ismaður, hevur nógv um
oyruni hesar dagar. Eg haldi
trupulleikin er risastOrur,
men sjálvandi kann hann
loysast. Karsten skuldi
gingið Starvsmannafelagn-
um 100% á meti. síðan
kundi hann sum ein ávísur
Pilatus róliga vaskað sær
sínar hendur og turkað sær
upp í handklæðið hjá Finn-
boga Ísaksyni í løgtingin-
um, tí tað er har hundurin
er grivin.
Hvat billa teir sær inn, at
ein ikki kann samanbera
løn, 10 ein løgtingslimur,
fær. við løn, ið ein alment-
løntur, ella ein arbeiðsmað-
ur/kvinna fær.
Um ein løgtingslimur
skal kunna gera eitt væla
arbeiðið. so må hann fáa
góða løn sigur løgtingsfor-
maður. Eg kann venda tí og
siga: Um ein limur í Starvs-
mannafelagnum, ein ólærd-
ur arbeiðari, ein vaskikona,
ella ein flakakvinna, ja oll.
sum taka upp á seg lønt ar-
beiði og gera tað væl, skulu
vera líka fyri lógini.
Løgtingid hevur statuerað
eitt eksempul við at geva
sær sjálvum 9.000 kr. meir
um mánaðin og samstundis
biðja tey oll onnur blunda
og onki hugsa um hasa
gerðina.
Hvat ólukkar hugsar ting-
formaðurin og oll út. ið
hava stemmað fyri hasum
uppskotinum. Nei mínir
góðu vinir, tit hava helst
ikki sligið seymin á høvdid,
tit hava ETIÐ HANN.
Nú er eitt hjá Karsten at
gera og tað er at siga, at øll
i Føroyum skulu vera líka
fyri lógini. Gev tú Starvs-
mannafelagnum og øllum
hinum sítt, tá ert tú ein rætt-
vísur fíggjarmálaráðharri.
síðan kanst tú fara í einrúm
við Ísakssyni tingformanni
og tosa alvorliga út um ting-
ini.
Vinarliga
Eyðálvur Kári Nielsen
Rituvík