Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-03-25, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. mars 1999síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 58 — 25. MARS 1999 tíðindablaðið Starvsmannafelagið skal upp á pláss nú Sjúkrasystrafelagið gjórdi í brævið til Fíggjarmálastýrið í gjár vart við, at tær ikki vilja samráðast undir teimum umstóðum, sum eitt nú Magistarafelag- ið fekk. Limir í Starvsmannafelagnum blokeraðu inngongdina til Hotel Hafn- ia soleiðis, at nevndin ikki slapp at samráðast. Sjúkrasystrafelagið kravdi, at Fíggjarmálastýrið tók uppaftur samráðingarnar við Starvsmannafelagið áðr- enn klokkan 18 í gjárkvóldið SVEINUR TRÓNDARSON Tað leikar meir og meir á Fíuggjarmálastýrið. Mána- dagin sendu sjúkrasystrar- nar saman við níggju øðrum feløgum løgmanni bræv, har tey bóðu um samráðingar - beinanvegin, ella fóru øll feløgini í verkfall. Fíggjarmálastýrið boðaði frá, at feløgini bara skuldu siga til nær tey ynsktu sam- ráðingar, tí tey vóru til reið- ar at samráðast - nær tað skuldi vera. Týsdagin skuldi Fíggjar- málastýrið so samráðast við Magistarafelagið. Samráð- ingarnar vóru settar at vera á Hotel Hafnia, tí blokadan framman fyri Fíggjarmála- stýrinum á Argjum heldur tram Men tá nevndin hjá Mag istarafelagnum kom á hot- elli var tað ikki møguligt hjá teimum at koma innar. Lim- ir úr Starvsmannafelagnum og fleiri blokeraðu inn- gongdina við tí kravi, at Fíggjarmálastýrið skal av- greiða sáttmálasamráðing- arnar við Starvsmannafel- agið áðrenn farið verður undir at samráðast við onn- ur feløg Hetta var ikki tad, sum Sjúkrasystrafelagið vildi síggja. Tær vilja hava frið at samráðast við Fíggjar- málastýrið og tað metir nevndin ikki at tey fáa með- an limir Starvsmannafelags- ins blokera. Joan Ziskason, formaður í Sjúkrasystrafelag Føroya sigur, at felagið ikki undir nøkrum umstødum kann góðtaka, at samráðast undir slíkum umstødum, og tí hevur felagið boðað Fíggj- armálastýrinum frá. Hótta við verkfalli Tí hevur Sjúkrasystrafelag- ið sent Fíggjarmálastýrinum eitt nýtt bræv, har sagt verð- ur, at felagið ásannar, at tað ikki ber til at samráðast und ir verandi umstødum, og at Sjúkrasystrafelagið tí ikki vil koma til samráðingar við Fíggjarmálastýrið fyrr enn sáttmálasamráðingarnar við Starvsmannafelagið eru uppafturtiknar Um Fíggjarmálastýrið ikki gjørdi sum Sjúkrasystr- afelagið segði, so hótti fel- agið við at fara í verkfall frá midnátt. Sáttmálin hjá okkum gekk út Í. mars og vit hava ikki fingið gongd á sam- ráðingarnar síðani arbeiðs- steðgurin hjá Starvsmanna felagnum byrjaði, og nú sleppa vit ikki til samráð ingarborðið. Tí krevja vit, at ríggjarmálastýrið fær sáttmálan við Starvsmanna- felagið upp á pláss beinan vegin, soleiðis at hini fel- øgini kunnu koma til sam- rådingar. Gera teir ikki tad, so fara vit í verkfall. Hvussu langt verður tykk- ara verkfall? — Tað kann eg einki siga um. Hetta er ikki eitt punkt- verkfall, sum varir í 24 tím- ar, men eitt vanlig verkfall, og tað verður nevndin í Sjúkrasystrafelagnum, sum kemur at avgera, hvussu langt verkfallið verður. Fara tit í verkfall fyri at stuðla Starvsmannafelag- num? Ja, tað fara vit. Men eisini fyri at vit kunnu fáa sømilig kor at samráðast undir. Men hetta er eisini ein áheitan á politikararnar fyri at fáa teir at vakna. Hava tit hoyrt frá Fíggj- armálastýrinum? Vit hava tosað við Karsten Hansen og Tumm- as Magnussen í dag. Teir bóðu okkum velja semings menn, sum kundu fara undir at gera eina semju millum okkara felag og Fíggjarmál- astýrið, men av tí at Sjúkra- systrafelagið ikki kemur undir lógina um mekling á arbeiðsmarknaðinum, hev- ur felagið noktað at velja semingsmenn Í brævinum til fíggjarmálaráðharran hótti Sjúkrasystra- felagið við at fara í verkfall á midnátt um ikki sáttmála- tingingarnar millum Fíggjarmálastýrið og Starvsmanna felagið vóru uppafturtiknar áðrenn kl. 18 i Nú tað kortini er TRYGD, ið ásetir prisirnar á føroysku tryggingunum, er lagað manni at tekna sínar tryggingar har. Soleiðis tryggjar ein sær, at prísirnir verða verandi rættir. Hevur tú goldið ov nógv, átti tú eisini at tekna nýggjar tryggingar hjá TRYGD gjarkvóldu ar „ ba absasisde fn rn ande, ae De nr pt føde Ar ud VIT fod f rt DE felt pe > . py » ff re gjør pe I 8. Lr rd ættar t a — ar ingar | á og. 0 | se" fyri r rí | ættan pris sg drer 105 á y tI fús king Fe? gan x arfs K> bat. * am? hesum 7 … eitt fet fremri Fá Starvsmannafelagið upp á pláss nú, ella fara vit í verkfall, vóru boðini frá Sjúkrasystrafelagnum til Fíggj armálastýrið í gjár Tórsgeta 16 Postboks 44 110 Tórshavn Tel311677 Fax317211