fríggjadagur 26. mars 1999síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
————
4
Nr. 59 — 26. MARS 1999
tidindabladid
21
Viðmerkingar:
Partiskur formaður
Formaðurin í búskaparráðnum rennur politisk sneisaørindi fyri Landsstýrið.
Við stóðið í steinaldarbúskaparafróði leggur hann uppí arbeiðsósemjuna.
Forsíðuyvirlyggjarin í Sos-
ialinum í dag boðar frá sam-
rødu við formannin í bú-
skaparráðnum. Bjarna Ol-
sen. Sum stjóri á Hag-
stovuni og sum formaður í
búskaparráðnum, hevur
hann verið virdur fyri sak-
ligheit og fakligan integri-
tet. Tó, eftir at hava lisið
samrøduna spyr ein seg
sjálvan, hvort hetta er for-
maðurin í búskaparráðnum.
ella tað er komandi spari-
kassastjórin, ið blaðið hevur
tosað við.
Tí, fyri aðru ferð í eina
viku uppliva vit henda okk-
ara fremsta “vísmann"“
leggja til síðis alla saklig-
heit. leggja sítt fak í niðastu
skuffuna, fyri at ganga or-
indi fyri Landsstýrið í sátt-
málatrætuni við Starvs-
mannafelagið.
Arbeiðsgevarasjónarmið
Alfaðirliga roynir Bjarni
Olsen at sannføra okkum
um, at búskapurin ikki tolir
lønarbatar - í hvussu er ikki
omanfyri 2-3%. Høvuds-
sjónarmiðið - sum verður
endurtikid við Cato'skum
treiskni - er at lønarbatar
oyðileggja kappingarføri.
At Føroyar mugu grundað
sín búskap á, at lønarvøkst-
ur okkara skal verða minni
enn hjá teimum vit kappast
við. Hann sipar til flaka-
vinnuna og vil vera við. at
hennara batnaða kappingar-
føri kemst "av at lonarlagið
í Føroyum hevur staðið í
stað seinastu árini.“
Sum eg fyrr havi víst á,
fær vanliga tlakaframleiðsl-
an, sum vit hava kent hana,
í hesum tíðum nýggjar
kappingarneytar. U-lond it.
d. Afrika, lond i Eystureu-
ropa eins og lond i Fjar-
eystri, byggja upp ein fisk-
iidnad, sum væl klárar at
gera traditionellar flakavør-
ur. Og har verður timalønin
ikki tald i 10-krónum, men
heldur í oyrum. Formaðurin
í búskaparráðnum veit
sjálvsagt - um hann tekur
fak sítt í álvara - at einhvor
roynd at kappast við hesi
lond við lønartrysti og bulk-
framleiðslu, ikki bert fer at
smildra vælferðarsamfelag-
ið. men fullkomiliga fer at
oyða landið.
So altráður er hann eftir
at koma Landsstýrinum til
hjálpar í samráðingunum. at
hann "gloymir" at flaka-
vinnan í Fóroyum í krepp-
uni bleiv sanerað við eini
7-800 milliónum (sum m.a.
blivu fíggjaðar við lønar-
skerjingini hjá teim alment
løntu), at fiskiskapurin hev-
ur verið metstórur og prís-
irnir methøgir og at ein um-
fatandi rationalisering,
spestalisering og different-
iering er farin fram í 90'u-
num. At hesi viðurskifti
hava havt avgerandi týdn-
ing fyri batnaðu støðuna í
flakavinnuni heldur for-
maðurin í búskaparráðnum
ikki hevur áhuga.
Hesi hansara sjónarmið
standa í skerandi andsøgn
til tey úttalilsi, sum vit alt
oftari hoyra frá leiðslunum
í mest framkomnu fiska-
virkjunum. Tær vísa á heilt
onnur viðurskifti - eitt nú
útbúgving, flutningssam-
bandið og vørumenning - tå
um kappingarføri ræður.
Onkur kanning hevur víst,
at 1% hægri råvørutrtøka
ella 1% betri søluprisur
samsvarar 10% i lønarspar-
ingum. Men eisini hetta
gloymir hann.
Endurskodad frågreiding
Ein kundi verið freistaður
at spurt, í hvørjum heimi
Bjarni Olsen hevur livad i
kreppuårunum. Javnt og
samt vendir hann í samrød-
uni aftur til, at lønarvøkst-
urin skal "tålmast”, hvor
skal siga hann hevur verið
dekan og stórur.
Orðavalið er sermerkt.
Aftur og aftur tosar hann
um at "skrúva" lønirnar
upp og um vandan vid at
blíva við at ”skråva” lønir-
nar upp.
Veruleikin er jú. at fyri
meginpartin av løntakaru-
num hevur reallønin verið í
fríum fallið seinastu 10 ári-
ni. So alt tos um at "tålma”
lønarvøkstrinum er burtur-
vid. Tad einasta talan kann
verða um, er at tålma real-
lønarmissinum.
Annars hevur just bú-
skaparráðið vidgjørt bæði
reallønargongd og kapping-
arføri. T.d. verður í frágreið-
ingini "Buskapurin” frá juni
1998 å s.52 vist å, at real-
lønarfallid seinastu 10 árini
hevur verid eini 20%. Fleiri
staðir í frágreiðingini verður
víst á, at varandi framgongd
ikki verður rokkin við løn-
artrýsti, men at “Tokniilig
menning, vinnulig útbúgv-
ing og orkusparing eru av-
gerandi fyri at kappingar-
føri okkara sum frá líður
skal batna, uttan at vit gerast
eitt låglønarøki” (s.29).
Men eisini henda frágreið-
ing skal kanska nú endur-
skoðast - før tilfállet?
Tøma stovnarnar
Bjarni Olsen veit ógvuliga
væl, at tað fyri mangar
starvsbólkar er í evstu lotu
at vend kemur í, so munurin
millum ta løn tey kunnu fáa
í Føroyum og tað, ið stendur
teimum í boði uttanlands
ikki gerst uppaftur stórri.
Og hann veit. at um minus
loysn landsstýrisins verður
úrslitið, fer ein skriða at
loypa. ið fer at tøma stovn-
arnar fyri tíðandi starvs-
bólkar. Tíðindafólk. EDV
folk, sosialrådgevar osfr -
alt hetta eru bólkar, sum
grannalondini rópa eftir og
sum verða noydd av landi-
num, um minus loysnin hjá
Karsten og Bjarna verður
úrslitið.
Jú, víst hevur samfelagið
ráð at lata starvsfólki sínum
nakað aftur av tí. sum tey
hava mist. Men tað er ein
stórur spurningur um sam-
Bergur P. Dam, lønmøntakari
felagið hevur ráð til støduna
hjá Landsstýrinum.
Niðrandi arrogansa
Hóast blaðmaðurin hjá Sos-
talinum ikki helt tað vera
ómakin vert at ríva for-
manni búskaparráðsins í
næsarnar tey sjónarmið sum
hansara egna ráð fyri stutt-
um legði fram, tekur hann
seg to Saman at spyrja
Bjarna, um hann ikki held-
ur, at løntkarar hava uppi-
borid eitt endurgjald fyri
vist samfelagssinni tå harð-
ast leikaði á.
Tann sum hevdi væntað
eitt sindur av forstáilsi frá
vísmanninum. verður so
dyggiliga vónsvikin. Við
eini niðrandi arrogansu. ið
fyri løntakarar må kennast
sum eitt spýtt mitt í andlitið
svarar Bjarni Olsen: “Ja.
men tað er fortíð. Og sam
felagsbúskaparliga hongur
tað ikki saman. at tey nú
skulu hava tað aftur. sum
tey hava mist í fortíðini.“
Svolg so
Takk kortini
Men føroyski løntakarin
eigur tó at veita Bjarna Ol-
sen eina tøkk, hóast alt. At
hann so dyggiliga hevur
gjørt greitt. at hann ikki er
ein óheftur sakkønur, men
ein aktivur partur í stríðnum
á Landsstýrisins síðu - tað
er tað ein fyrimunur at hava
fingið skorið út í papp
Bergur P. Dam.
løntakari
Onki låglønarsamfelag
- trygg arbeiðskor og tryggur búskapur er endamálið
Ongin harmast meira enn
undirritaði um, at ósemja
valdar millum Starvsmann-
afelagið og Figgjarmåla-
stýrið um nýggjan sáttmála.
Tå ein arbeiðssteðgur er í
komin. verða støðurnar hjá
báðum pørtum sjálvsagt
Tiltøk raka onnur,
10 ikki eru beinleiðis partar
av osemjuni og
hvestar
stødan
kann gerast spent
Eg fari ikki her at gera
viðmerkingar til sjálvan ar-
beiðssteðgin og tiltøkini
tað er sagt aðrastaðni — og
hetta skal loysast eftir spæl-
reglunum
Ulvurin i leikinum
Eg må góðtaka — eins og
flokkur mín og landsstýrið
at fáa nógvar skolur og
atfinningar um støðuna. Eg
havi týðiliga fingið leiklutin
sum úlvurin í hesum leiki,
og tað er jú ikki óvanligt.
Tað er eisini væl skiljandi,
at fólk seta hesar sáttmála-
samráðingar í samband við
onnur viðurskifti í samfel-
agnum — eitt nú íingmanna-
lønir, sáttmálan hjá Føroya-
Iele. pensiónsspurningin,
fullveldismålid o.s.fr. Nógv
royna sjálvsagt at fáa parta-
poliuskan vinning burturúr
støduni. Hesi dúva uppá. at
fólk eru stuttmint, men tað
geri eg ikki. Um tú heldur,
at fólk eru stuttmint, so hev-
ur tú eisini lyndi til bert at
arbeiða stuttskygt
Tveir leiklutir
Júst hetta er kjarnin í hesum
máli. Eg skilji væl fakfel
øgini og ta onøgd, sum hev-
ur valdað seinastu mongu
árini. Tað lættasta fyri meg
persónliga og fyri stutt-
skygd partapolitisk áhuga-
mál. heyði sjálvsagt verið
at spælt leiklutin sum tann,
ið uppá eitt knapt ár vildi
gera alt gott aftur. sum
kreppan elvdi til. Men tann
lætta loysnin er sum kunn-
ugt sjáldan tann rætta. Vit
mugu og skulu arbeiða við
longri ætlanum, og vit skulu
nústaðni veruliga til at ar-
beiða okkum úr kreppuni.
Eg ynski at skapa trygg
og góð arbeiðskor fyri øll í
almennum starvi. Spurning-
urin er bara, hvussu hetta
verður gjørt. Sum landsstýr-
ismadur í fíggjar- og bú-
skaparmálum eri eg ikki ein
”vanligur” arbeiðsgevari.
Eg havi í høvudsheitum
tvey atlit at taka og tvær
ábyrgdir at røkja
I. At skapa trygg og menn
andi lønar- og arbeiðsvið
urskifti hjå alment settum
so vit í felag fáa tænt lands
ins áhugamálum. Her eru
áhugamálini hjá landsstýri-
num og starvsfólkunum i
veruleikanum tey somu
2.1 øðrum lagi havi eg á
byrgd fyri figgjarmålum
landsins og búskapargongd
ini sum heild. vegna allar
føroyingar — eisini teimum
alment løntu.
Framtíðar politikkur
Avgerðirnar hjá mær í sátt
málasamráðingunum mug
vigast í mun til bæði hesi
atlit. Eg skal tí gera greitt,
hvørji tey politisku enda-
målini eru, og hvussu tey
eru grundað:
+ Framtíðar menning For-
oya skal byggjast á vinnur.
ið krevja vitan og útbúgving
altso menniskjaligt til-
feingi. Tí er ongin ætlan ella
nókur framtíð í at tosa um
nakað låglønarsamfelag í
Føroyum.
* Gongdin síðani kreppuna
hevur verið eitt langt tak
fyri. at almennu lønirnar
skuldu koma uppaftur á
1993-stoðið. Tí er tíðin
sjálvandi komin til at leggja
ein langtíðarpolitikk fyri al-
menna arbeiðsmarknaðin
* Vit skulu bjóða almenn-
beids-, útbúgvingar. pensi-
lónarviðurskifti.
sum ikki bara í reinari løn.
men tilsamans eru kapping-
arfør = mótvegis
grannalondum.
* Landsstýrið
um starvsfólkum trygg ai
ONS.- og
okkara
ynskir sjál
sagt at betra korini og ar
beidsumstødurnar á
menna
1
arbeiðsmarknaði-
Men hetta 1
soleiðis. at vit kunnu tryggja
num la gerast
emna javna gongd í lønarvi0
urskifunum í framtíðini
Fólk hava jú upplivað sein-
astu mongu árini, hvussu
tey vórðu skerd frá degi til
dags.
e Vit skulu hava ein sterkan
og vælvirkandi almennan
sektor. Tað er fortreytin fyri
at menna Føroyar sum eitt
nútímans samfelag í altjóða
heiminum, og tað er for-
treytin fyri at menna okkara
vinnuliga grundarlag og at
gerast kappingarfor í altjóða
hópi.
* Til tess at fáa ein betri og
effektivari almennan sektor,
Karsten Hansen, landsstýrismaður
er ikki talan um at skerja
og kvetta burturav nøkrum
í óðum verki. Ein betri javn
vág millum almenna sekt-
orin og vinnulívið krevur
ein longri utvikling, har
vinnuliga virksemið í land-
inum økist í mun til al-
menna virksemið. Og tað er
alneyðugt, at vinnulívið og
tað almenna gera greitt,
hverjar uppgávur skulu
røkjast av báðum pørtum
fyri at skapa karmar um
menningina.
* Endamálið er ein búskap-
arpolitikkur, har vit í góðum
árum styrkja búskapin og
landskassan fyri at kunna
standa ímóti skeriingum. tå
búskapurin
hevur aftur
gongd. Tað meti eg. gagnar
eisini almennu lønarvidur-
skiftunum.
Snøgt sagt: Endamálið er at
skapa trygg og mennandi
arbeiðskor og ein tryggan
búskap. Eg ivist ikki i, at
vit finna semjuna, sum kann
tryggja hesi áhugamál, uttan
at kroysta hvønn annan í
einfaldar svart-hvítar leik-
lutir.
Karsten Hansen
landsstýrismaður