Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-03-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. mars 1999síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 60 — 27. MARS 1999 tíðindablaðið Karsten Hansen heldur upp á sítt: - Min avgerð um løn- irnar verða fluttar — Eg haldi fast vid, at eg fari ikki at kjakast við Starvsmannafelagið um lønir skulu flytast ella ikki, sigur fíggjarmálaráðharrin, sum kortini ikki vil gera viðmerkingar til sógur- nar um at lønarflytingarnar eru av- gre iddar SVEINUR TRONDARSON Hålvonnur verkfalsvika er farin aftur um og einki røk- ist enn fyri nakrari semju millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið. Um nakað, so er tað farið hinvegin, tí Starvsmanna- felagið setti sum treyt fyri víðari samrådingum, at fíggjarmálaráðharrin lovaði ikki at flyta lønir meðan ar- beiðssteðgurin er. Hesar treytir vildi Karst- en Hansen ikki ganga undir og í gjár segði Karsten Hansen við Sosialin, at tann spurningurin var ikki til við- gerar meira Tað liggur púra fast, at tað er mín avgerð burturav, um lønir verða fluttar ella ikki, segði Karsten Hansen. Eg havi ábyrgdina av fíggjarligu viðurskiftunum í hesum landinum. og ta á- byrgdina ætli eg mær at liva upp til. Tað verður í hvussu er ikki Starvsmannafelagið, sum avgerð. um lønir verða fluttar ella ikki. Tað liggur púra fast, sigur Karsten Hansen. Og tað er okkurt. sum bendir á, at han ætlar sær at halda orð Ti í gjár gingu fleiri søgur 1, at lønir hjá tarvsfólkið enn teimum, sum eru limir í Starvsmann afelagnum vóru fluttar. so at siga í »nattens mulm og mørke«. Heimasíðan hjá Starvs- mannafelagnum visti eisini í gjár at siga. at >Umboðs- menn fyri Vinnumálastýrið hava banka stovnsleidarar upp, um tað so var á miðj- vðrum S ari nátt, at skriva undir skjól. sum góvu heimild til at flyta lønirnar hjá øðrum starvsfólki enn limum í Starvsmannafelagnum. Sagt verður á heimasíð- uni hjá Starvsmannafelag- num, at stovnsleiðararnir, sum hava aftrað seg við at skriva undir, vórðu hóttir við tænastumannasak. Karsten Hansen vildi íkki gera viðmerkingar til um lønirnar vóru fluttar ella ikki. Hann segði tó kortini at fingu starvsfólkini. sum vóru til arbeiðis ikki løn, so var tað sum at geva teimum verkbann, og tað kundi hann ikki gera. Er tað ikki at geva eina krígsavbjóðing, kortini at flyta lønirnar, tå starvs- mannafelagið vil treytað sær at tit ikki gera tað? Tað havi eg onga við- merking til. sigur Karsten Hansen. Sostalurin kann tó upp lýsa, at vit hava fingið vátt- an fyri. at lønirnar hjá starvsfólkinum, sum ikki eru í verkfalli, eru gjørdar klárar til flytingar. Hetta merkir ikki at lønirnar eru fluttar, men tað merkir. at tað nu el harrin, sum avgerð, nær lør irnar verða fluttar Framgangsmátin er tann, at almennu lønirnar verða lisnar inn á ein diskil. og síðani latnar peningastovn- unum, sum so avgreiðir tær um skipanina hjá Elektron. Spurningurin er so, um peningastovnarnir standa við sín stuðul til Starvs- mannafelagið um, at tey ikki avgreiða lønirnar ftíggjarmálaráð Niels Christian Nolsøe, stjóri á Elektron: Vit avgreiða bara skattin Stjórin á Elektron sigur, at tey einki hava við lónaravgreiðsluna at gera sum so, tí alt verður gjórt automatiskt SVEINUR TRÓNDARSON Starvsfólkið á Elektron hevur einki við lønarflyt- ingar hjá tí almenna at gera. Púrt einki. Lønarflytingar koma inn í skipanina, verða skattaroknaðar og verða síðani fluttar á konto hjá løntakarunum, og alt hetta hendur uttan at mannahond verður blanda uppí. Hetta sigur stjórin á Elektron, Niels Christian Nolsøe upp á fyrispurning um starvsfólkið á Elektron ger nakað fyri at mótarbeiða almennum lønarflytingum undir verkfallinum. - Skulu tey gera nakað, so mugu tey bróta lógina - og tað gera tey ikki. Tað er púra vist., sigur hann. — Tú kanst siga, at vit í grundini bara avgreiða lønir á tann hátt, ac upplýsing- arnar verða lisnar inn á okk- ara skipan, og síðani skatt- aroknaðar., sigur Niels Christian Nolsøe. Ein krigsavbjóðing um lønirnar verða fluttar Gunnleivur Dalsgarð sigur. at tað er ein ómetaliga stór provokatión, at landsins hægstu embætismenn krevja at stovnsleid- ararnir flyta lønirnar, og at tað ikki fer at gagna semingssamráðingunum SVEINUR TRÓNDARSON Tað hevur vakt stóran ans í Starvsmannafelagnum. at >mótpartur< teirra, nú roynir at trumfa igjøgn- um, at lønirnar verða fluttar. Formadurin i Starvs- mannafelagnum hevur bara andstygt fyri Fíggj- armálastýrinum, at teir arbeiða á tann hátt teir is} lg d Eg haldi, at tað er 6 trúligt at síggja, hvussu »ys Irapparatið<í føroysku um sitingimi er farið til verka, nú lønirnar skulu flytast Hetta er ein ómetaliga stór provokation móti fakteløg- unum, sigur Gunnleivur Dalsgarð. Hann vísir á, at tað var ein treyt frá Starvsmanna- felagnum fyri at fara aftur til samráðingarborðið, at lønirnar ikki vórðu fluttar. Men er hetta so ein krigs- avbjóðing til tykkara? Ja, tað er tað! Eingin ivi um tað. Tað var ein treyt frå okkum. at ongar lønir vóru fluttar. og nú velur fíggjarmálaráðharrin at flyta lønirnar, beint meðan semingsmenninir royna at fáa partarnar aftur til borðið Það haldi eg verða ótrúliga Oprofessionelt Henda gerðin frá Figgj- armálastýrinum fremur ikki upp á nakran máta arbeiðn- um hjá semingsmonnunum Hetta eru fjákalótir frá Fíggjarmálastýrinum og landsstýrinum. Løgmaður sigur, at part- arnir eiga at fara aftur at samráðast við tí fyri eyga at loysa ósemjuna. Hvørja viðmerking hevur tú til tað? Eg haldi, at landsstýr ið eigur at vísa tað í verki Tað gera teir í hvussu er ikki við at senda landsins hægstu embætismenn út á náttartíð at kroysta fólk at flyta lønir. Landsstýrið eigur at visa ein stórri samstarvsvilja enn gera Annars eru semin menninir í gongd við eina prosess í løtuni, og henni heldu Gunnleivur, at teir skulu hava frið at arbeiða við Teir kanna um feløg- ini kunnu samráðast sam- an Ganga tit við til tað? Tað vil eg ikki úttala meg um í løtuni, endar Gunnleivur Tað eydnaðist ikki í gjár at koma á tal við nakran av stjórunum í Føroya Banka, men á starvsfólk- | ; unum skilst, at alt gongur sína vanligu gongd viðvíkj- andi avgreiðslu av lønum. Alt vanligt arbeiði verður gjørt, men verkfallsrakt ar- beiði verður ikki gjørt. Sostatt verður at arbeiði, ið bankin vanliga tekur sær Gongur sina vanligu gongd I Fóroya Banka gongur alt sína vanligu gongd, hóast verkfall av í sambandi við lønar- avgreiðslu, gjørt. Eingi frávik eru í vanligu mann- agongdini.