Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-03-30, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. mars 1999síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 61 — 30. MARS 1999 ítróttar SO Endiliga bragdadi i st Lesið eisini ítróttin á Internetinum w.sosialurin.fo TJ F Ørova Arbeidar; & TOYOTA | — pr REYNI- randingum Hondbóltur: Hondbóltskappingarárið endaði um vikuskiftið við eini dreymafinalu, millum StÍF og Kyndil, sum hevði alt. Spenning, dramatikk, tempo og lívligar áskoðarar. Tað mest spennandi kappingarárið er farið afturum, og hesaferð eyndaðist strandingum at vinna FM SVEINUR TRÓNDARSON Kappingarárið 1998-99 fer í søguna, sum tað mest spennandi menn vita um. Í hvussu er, tá tað um manshondbóltin ræður. Ongantíð fyrr hava heili fýra lið verið við í kappingini til bert heilt fáir dystir vóru eftir. StÍF, Kyndil, VÍF og H71 lógu nærum lið um lið í stigatalvuni, og orsøkin var einfalt tann, at liðini tóku stig frá hvør øðrum. Móti endanum blandaði eisini fimta liðið - Neistin - seg, og tó teir ongantíð komu nærhendis meistaraheitinum, so vóru tað teir, sum partvís avgjørdu hvor tað skuldi verða. Longu í grundspælinum sást ein greið ábending um at hetta kapp- ingarárið var nakað heilt serligt hjá monnunum, og tað vísti seg at halda til seinasta dyst. Sum nevnt omanfyri hava liðini verið ógvuliga jøvn. So jøvn, at tað ongantíð hevur borið til undan einum dysti at siga hvør fór at vinna. Hetta sást eisini á áskoð- arafjøldini, sum neyvan nakrantíð hevur verið stórri gjøgnum eitt heilt kappingarár. Kyndil misti stevi Annars sá tað eitt tíðarbil út til, at kappingin var avgjørd. Vestmenn- ingar og strandingar vóru smokk- aðir eitt sindur burturímillum, aft- aná steypafinaluna, meðan Kyndil rættiliga heyði fingið vind í segl- ini. Men tá til stykkis kom megnaðu teir ikki at halda ferðini uppi og teir taptu týðandi dystir á veg móti meistaraheitinum. Vestmenningar vóru teir fyrru at koma fyri seg aftur, og einu tíðina hóttu teir við at vinna »greipuna«, men heldur ikki teir høvdu neyðugu eydnuna við sær. Fyri tveimum vikum síðani sótu strandingar heima og bitu negl, tí um so var, at vestmenningar bastu Kyndli og Neistin hoyvíkingum, so vóru strandingar knappliga inni aftur í myndini, og kundu sjálvir avgera føroyameistaraheitid til sín fyrimun. Teir høvdu buktina og báðar endarnar, tí hóast teir skuldu vinna júst á Kyndli og VIF, so var talan um tveir heimadystir. Urslitini lagaðu seg júst sum strandingar vildu, og restina av søguni kenna vit, og leygardagin kundi Artur Johansen, taka ímóti steypinum sum liðformaður hjá fyrsta FM-liðnum í manshond- bólti hjá StÍF í meiri enn fimti ár. Eingin útlendingur Nú meistaraheitið er komið í hús, er steinur fallin frá mongu hond- bóltsbrósti á Strondum. Bygdin hevur fostrað nógvar góðar hond- bóltsleikarar, uttan at tað tó hevur givið meitaraheitið síðani kríggið. Hesaferð eydnaðist, og sum Henry Jarnskor, fyrrverandi StiF formaður segði ley gardagin, so er orsøkin bara tann, at ein venjari fór undir miðvíst ungdómsarbeiði, fyri nøkrum árum síðani. Hetta arbeiðið hevur nú borið åvøkst, og meistaraheitið er fingið til hús við lokalum kreftum og venjara úr høvudsstadnum, uttan útl- endska hjálp. Tað er stuttligt at síggja í hesum døgum, tá mótin sigur at útlendsk- ir venjarar eru >in< Lotte lyftur liðið | | Hjå kvinnunum var spenningurin ikki i nær nåmind av ti hann var hjå monnum. Kyndil var langt frammanfyri hini liðini, og hóast tað eingin ivi er um, at Lotte Sør- ensen hevur lyft liðið ta tíðina hon hevur leikt við, so hava hinir leik- aranir á Kyndlaliðnum ment seg ótrúliga nógv. Kortini var tað eitt sindur av spenningi um tað fór at eydnast Stjórnuni at fáa silvurheiðurs- merkini, sum man verða tað fræg- asta hondbóltsúrslit hjá klaksvíks- felagnum í mong harrans ár. Tær hava, sum teir einastu verið ein hóttan fyri suverena meist- araliðið, og tað vístu tær m.a. sein- asta vikuskiftid við at vinna á meistarunum. Boð um betri tíðir Tað må tí verða ein sonn frægd at verða formaður í hondbóltssam- bandinum í dag, og kunna standa og hyggja aftur á eitt so spennandi kappingarár, sum hetta. Nógvir framúr góðir hondbólts- leikarar og nógvir góðir áskoðarar, sum hava liva við í kappingini, sum ongantíð fyrr. Spurningurin er tí, hvat hond- bóltsambandið vil bjóða leikarum sínum frameftir. Evnini eru til staðar, og dreymurin um at spæla landsliðshondbólt er eisim til staðar. Men um HSF er til reiðar, kunnu bert teir sjálvir svara uppá. Teir eru byrjaðir við teimum yngru. Spurningurin er bara, um teir ikki eisini eiga at byrja aftur við teimum eldru. Silvurheiðursmerkini ymd um verða man, skuldu heiðurs- merkini handast eftir dystin á Skála leygardagin. Sum sigur er, fingu meistararnir steypið og gullheiðursmerkini, sum vóru komin inn á Skála. Silvurvinnararnir úr Kyndli fóru aftur til Havnar við ongum. HSF hevði sent gull- og bronsumerkini inn á Skála. Hetta var eisini í lagi, um so var, at Kyndil vann, men tað var ikki í lagi, um StÍF vann. Hetta er ein háðan og líkasæla móti hesum báðum liðum, sum so væl hava staðið vakt um føroysku hondbóltslandskappingina 1999. Er tað ein feilur, so eigur HSF at biðja liðini um umbering.