týsdagur 30. mars 1999síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 61 — 30. MARS 1999
Tann dysturin var væl og
virðiliga gloymdur í dag, og
hóast teir onkuntid hava
spælt betur enn í dag, so var
annar hálvleikur sera góður
hjá StIF.
Byrjanin var jøvn. Hannis
Wardum legði Kyndil á
odda 1-0 beinanvegin, og
við tí málinum boðaði hann
frá, at hann ætlaði sær at
gera alt fyri, at meistara-
heitið endaði í Havn. heldur
enn á Strondum. Og lat tað
verða sagt beinanvegin.
Hannisar partur lá ikki eftir
leygardagin. Hann var klárt
besti Kyndlaleikarin henda
dagin, og hann gjørdi ikki
færri enn 11 mál.
Strandingar høvdu eitt
sindur ilt við at fóta sær í
teimum allarfyrstu minutt-
unum. Ivadust eitt sindur ov
nógv og tað sá einu lotuna
út til, at tað var ov lítil futtur
í. Men alt hetta broyttist so
skjótt.
I ålopinum hvodu teir
trupult at fáa høgru síðu við
í fyrra hálvleiki. og tað
gjørdi at ov nógv trýst lá á
Artur og beiggjanum Alex-
anduri, samstundis sum tað
gjørdist ov lætt at verja fyri
hjá Kyndli.
Horð linja
Verjurnar gjørdu eisini sítt
til, at tað ikki kom gongd á
málskjótingina beinanveg
in, og innanfyri teir fyrstu
tiggju minuttirnar góvu
jomararnit ljaálmar og
Kristian, fýra gul kort. Við
hesum var linjan logd. og
tað skal sigast beinanvegin.
at teir fylgdu linjuni til dyst-
arenda.
Liðini vóru púra jøvn til
støðuna 4-4. Bent Djurhuus
javnaði við einum vøkrum
mál eftir eina flotta fríspæl-
ing frá Artur. Eftir hetta mál
fekk Kyndil tveymáls-
leiðslu, og tað var týðuligt
at síggja, at áskoðarunum
dámdi hetta lítið. Kyndil
kom upp á 7-5. men so
vendist í holuni.
Strandingar tóku seg
saman, og høvudsorsøkin
var málmaðurin. Johan
Danielsen, sum stóð ein
kanondyst. Hann var framúr
tryggur i målinum, og i å-
visum tidarbilum i dystin-
um, var tað hann. sum helt
strandingar inni í dystinum,
tá tað stóð á at fylgja við úti
á vellinum. Tí Kyndil
spældi bæði skjótt og væl.
Serliga í fyrra hálvleiki.
Fimm á rað
Aðrenn nakar vardi. komu
strandingar við aftur í spæli.
Alexandur, Artur og leik-
andi venjarin Jónleif Sól-
sker, sendu við tilsamans
fimm málum StIF fram um
við trimum, og ivasomu
andlitsbráini á áskoðarun-
um vóru aftur vend til smíl.
Men enn einaferð stívn-
aðu smilini, tí løtuna eftir
var tað Kyndil, sum setti
damp undir ketlarnar. og
stutt fyri hålvleik høvdu teir
lagt seg fram um við trim
um. Rúni Poulsen, spældi
væl á stríkuni. stórur og
sterkur sum hann er. og tað
var m. a. honum fyri at
takka. at Kyndil enn eina
ferð fór framum.
Í endanum av fyrra hál
letki fingu strandingar tó
minka so mikið um munin,
at hálvleiksleiðsla Kyndils
bert var tað eina málið. 17-
16 var stødan í hálvleiki
num.
Avgjørdur Elias Í
Stødan stóð við í byrjanini
ítróttar
av seinna hálvleiki. Liðini
skiftust at skjóta mál, men
tað vóru aðrir leikarar, sum
tóku byrðarnar nú. Hjá
strandingum í øllum fórum.
Elias Hansen, sum í fyrra
hálvleiki var púrasta fyri
ongum - hann flutti bara
bóltin til næsta mann - var
púra hamskiftur tá farið var
undir seinna hálvleik.
Kyndilsmenn gjørdu av at
mansverja bæði Jónleif og
Artur, og hetta gav Elíasi
so mikið av plássi í høgra
borðið, at hann gjørdi try
tey fyrstu málini hjá strand-
ingum í seinna hálvleiki.
Tá um tiggju minuttir
vóru farnir av seinna hálv-
leiki. fóru strandingar fram-
um. Artur skoraði við sínum
fjórða brotskasti og nú var
stødan 21-20. Aksoðararnir
brøladu, tí nú sást ljós fyri
framman. Fimti ára dvølur
frá meistaraheitinum er
dvølur, sum sjálvt ikki B36
kann máta seg við, og nú sá
út til at tann sovandi ress-
aðist.
Teir fóru framum við
tveimum, men stutt eftir
vóru teir raktir av eini dup-
ultútvísing. og hana brúkti
Kyndil til at koma upp á
javnt aftur.
Jóhan var maðurin
Eftir at Kyndil hevði javnað
fóru strandingar í álop. Jón
leif var mansvardur. og í
panikkinum kloddaðu
strandingar sær bóltin burt
ur. Kyndil fór í ålop, sum
endaði við brotskasti. og tað
var Hannis Wardum settur
at skjóta.
Hannis hevdi verið »sikk-
urheitin sjålv« hini brots
køstini, og tey flestu vænt
aðu, at hann fór at skora
aftur hesaferð og leggja
Kyndil framum. Men tað
vildi Jóhan Danielsen ann-
arleiðis. Hann tók brots-
kasti, og av tí, at strandingar
fingu tvey mál næstu tríggj-
ar minuttirnar uttan at
Kyndil fekk nakað. so var
hetta ein tann týdningar-
mesta løtan í dystinum
>Joooohhhaaannn. Jooo-
ohhhaaaannnn ....< brólaðu
áskoðararnir. og tað sigur
meiri enn orð. Jóhan var
dagsins maður á Skála. Ta
løtuna í hvussu er
Strandingar vóru enn ein-
aferð rakur av eini
dupultútvísing. men
hesaferð fótaðu teir sær bet-
ur, kanska serliga tí, at
Kyndil eisini varð rakt av
eini útvísing.
Endaspurturin
Kyndil kláraði ikki at minka
um munin. Teir fingu eitt
mál. men beint eftir fingu
strandingar eitt afturat, so
munurin aftur var tvey mál.
Tíðin fór so smátt at
ganga undan. og tað gjørdist
alt meira trupult hjá Kyndli
at halda skil á egnum spæli.
Hetta sást kanska einabest
við at íslendski venjari
Kyndils. Jakob Jónsson.
sum annars hevur fingið
mál úr nærum gøllum vinkl-
um, brådliga fór at brenna.
tá á stóð.
Strandingar gjørdu hin-
vin skjótari av í ålopi-
num, og ådrenn Kyndil
vardi tað. vóru strandingar
um. Seinastu tvey málini
áttu strandingar og tað var
líkamikið hvat >hallar-
speakarin< segði. tí eingin
hoyrdi hann kortini. Askoð
ararnir: teir sum hildu við
StIF. brøladu og yldu. sum
óðir, og úti á vellinum
høvdu leikararnir fatað, at
meistaraheitið var í hús.
Alexandur Johansen
gjørdi flågvaran efur at
hava skotið seinasta málið
í dystinum. og bert fá sek
und seinni bríkslaði dóm
araparið av fyri seinastu
ferð
54 ára bíðitíð var av á
Strondum
Sosialurin ynskir StIF og
øllum strandingum hjarta-
liga tillukku við foroya-
meistaraheitinum
Artur Johansen, lið-
skipari strandinga hevur
júst fingið steypið frá
Torbirni Jacobsen, sum í
rødu síni hugleiddi um
gamlar hondbóltsdagar,
saman við dagsins dóm-
arum Hjalmari Petersen
og Kristian Johansen
(Mynd Jonhard Hammer)
Sveinbjørn Poulsen og
Elias Hansen í sigurs-
róminum beint eftir
dystin. Sveinbjørn slapp
ikki at vera við eftir
reyða kortið seinasta
vikuskiftid, men Elias
var og hann gjørdi sína
skyldu á vellinum
(Mynd: Jonhard Hammer)