týsdagur 30. mars 1999síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
se
Nr. 61 — 30. MARS 1999
itrottar
19
B71 helt HB frå fatinum i 70 minuttir
"ótbóltur: HB-liðið tóktist hugsa meira um avgerandi hondbóltsdyst og brådl-
eyp enn um fótbólt, tá B71 vitjaði í Gundadali. Men munurin var kortini stórur
móti einum liði, sum hevði sera lítið at bjóða uppá.
HB-B71 2-0 (0-0)
EMiL J. JACOBSEN
Føroyameistararnir ur HB
byrjaðu steypakappingina
1999 móti uppflytarunum
úr B71, og hóast úrslitið
bleiv sum væntað HB
vann 2-0 — so var lítið at
síggja av spælinum, sum
gjørdi HB til bæði meistara
og steypavinnara í fjør.
Tað hoyrir sjálvandi eisini
við til søguna, at hetta var
fyrsti veruligi dysturin á ári-
num, eisini hjá B7I. sum
ikki slapp at royna seg móti
hvalbingum, ið ikki høvdu
veruligan hug at sleppa í
bólkaspælið yvirhovur
nakað sum kann geva grund
til at seta spurnartekin við
uppbygnaðin í steypakapp-
ingini.
Men hóast hvorki av lið-
unum hevði nakra serliga
dystarvenjing. átti munurin
millum partarnar at verið
stórri, enn hann var í góð-
veðrinum í Gundadali leyg-
ardagin.
Heimaliðið legði eisini
Bólkur 2:
bragdliga fyri, og fyrstu løt-
urnar livdi B71 — sum
spældi uttan Eli Hentze, ið
lá sjúkur eftir heima á Sandi
— á eggini. Men HB megn-
aði ikki at umseta teir tveir-
tríggjar góðu møguleikarnar
til mál.
Teir í B71 vóru sjáldsamir
gestir frammanfyri HB-
málinum, har Bárður Joh-
annesen lættliga kundi
hugsað meira um hond-
bóltsdystin, sum skuldi vera
inni á Skála seinn: um dag-
in, tí hann heyði millum lit-
ið og einki at gera allan
dystin.
Móti endanum av fyrra
hálvleiki fekk B7I fyri
fyrstu ferð eitt lítið trýst á,
har teir varðveittu bóltn
inni á HB-hálvuni meir í
enn ein minutt.
Fyrri hálvleikur endaði
målleysur, og tað kundu før-
oyameistararnir ikki vera
nøgdir vid. Í seinna hálv-
leiki fór munurin so smátt
at síggjast, og so líðandi datt
B7l-liðið heilt aftur. Teir
høvdu verið lukkuligir fyri
at fingið eina stigið við sær
aftur, men soleiðis skuldi
ikki ganga
Tað bleiv alsamt týðilig-
ari, at HB fór at fáa eitt av-
gerandi gjøgnumbrot, og tå
tað so hendi. var tað ungi
áleyparin Andrew av Fløt-
um, sum var í miðdeplinum.
Hálvleikurin var um at vera
komin í heivt, tá HB slapp
inn um B71-verjuna, sum
fyri einaferðs skuld ikki var
so væl mannað aftanfyri
bóltin. Bólturin varð sendur
tvørturum til Andrew av
Fløtum, sum slapp leysur av
sinum eftiransara, og eins-
amallur vid Waldemar No-
wicki sveik HB-maðurin
Ikki.
Sandoyingar og ikki
minst bulgarski venjarin,
sum var livligur allan dyst-
in, inntil hann móti endan-
um fekk boð frá dómaran-
um um at halda sær á venj-
arabonkinum. vóru ikki sort
Onøgdir, tí teir mettu, at
Andrew hevði gjørt frispark
móti sínum uppdekkara, tá
hann slapp leysur. Men mál-
ið stóð, og HB hevði endi-
liga fingið hol á.
Toftamenn komu í rættuligt illveður
Fótbóltur: VB vann stórt móti B68, sum var illa fyri av
ferðini og ikki var serliga væl skipað á vøllinum
B68 og Kl vóru í Sud-
uroy um vikuskiftið. KÍ
kom aftur til Klaksvíkar
við 2-1 sigri móti TB,
meðan B68 kom aftur á
Toftir við 5-1 tapi í við-
førinum.
Klaksvíkingar fóru
suður við sluppini Jó-
honnu leygardagin. Tá
var heilt gott veður, so
teir vóru væl fyri at spæla
fótbólt sunnudagin.
Toftamenn valdu at líta
åvedurfoprsøgnina og ti-
skil bíða inntil sunnudag-
in at fara suður. Veður-
forsøgnin segði lítið lot
av ymsum ættum, minni
enn fimm metrar um sek-
undið, og so varð lagt aft-
urat, at seinnapartin
skuldi hann trilka vindin
upp í strúk ella hvassan
vind av suðri. Tað vil við
ødrum orðum siga, at
suður skuldi veðrið verið
gott, og norður aftur
skuldi vindurin verið
undan.
Men soleiðis var tað
ikki. Sunnudagurin upp-
rann við summartíð og
landsynningsloti, sum
bara vaks. Toftamenn
løgdu frá landi vid útróðr-
arbáti klokkan sjey. og
teir høvdu einki serliga
ferð suður. Tá teir skuldu
fara norður aftur, var
vindurin so mikið nógv-
ur, at teir valdu at bíða,
og so vóru teir við hús
klokkan fýra mánamorg-
unin. Onkrir tørnadu til at
landa á uppbodssøluni
klokkan fimm! Klaksvík-
ingar vóru hepnir og fingu
heilt góðan fart norður aftur.
Heimaliðið hevdi --sammett
við í fjór — fleiri nýggjar
menn á liðnum. Stóri og
sterki Finnbogi Olsen vardi
málið, meðan Bjarni Johan-
sen sat á beinkinum, og á
midvøllinum var Milan
Culjic einasti gamli kenn-
ingurin. Palli Augustinus-
sen f høgru og Petur Oli
Samuelsen i vinstru eru
tveir ungir spælarar, sum
fingu møguleikan, og so
høvdu teir tvøråmannin
Tórður Holm afturat sær.
Jón Pauli Olsen og Krzy-
stof Popczynski vóru í á-
lopinum, og teir skoraðu trý
av fimm málum.
Sammett við í fjør var lið-
ið hjá B68 so at siga púra
nýtt. Bara fýra av spælar-
unum vóru millum teir føstu
í fjør. Eyðun Petersen vardi
málið. Tað gjørdi hann, tí
Magnus Poulsen er burtur-
staddur, og Allan Joensen er
skaddur. Í verjuni vóru ungi
Bogi Petersen (hann varð
skaddur í 1. hálvleiki, og so
kom Finn Mørk inn), Signar
Johannesen, Sámal Erik
Hentze, Fróði Clementsen
og Lusio. Á miðvgllinum
vóru Jan Petersen, Fróði
Benjaminsen og Olaf
Magnussen, og í álopinum
vóru Marselo og Steinar
Hansen.
Heimaliðið meiri
sannførandi
Umstødurnar at spæla fót-
bólt vóru stak vánaligar á
Vágseiði. Tað var nógvur
vindur, og tað var nógv
regn, og í 2. hálvleiki stóð
sunnara síða av vellinum
næstan øll undir í vatni.
Fyrra umfarið hevði
heimaliðið nógva vindin
undan, og tá vóru teir sera
sannførandi. Teir komu á
odda eftir einar sjey min-
uttir, tá Milan sneiddi
fleiri av. Lítla løtu seinni
javnaði Marselo, tá hann
fangaði afturlegging, sum
ikki trekti um hyljarnar.
Og so gekk undan hjá
heimaliðnum: Krzystof
snittaði við nærra stólpa
horna í høgru í handara
málhornið, Jón Pauli Ol-
sen sneiddi málverjan av
eftir gjøgnumspælt álop,
og Janus Kjærbo skoraði
sítt fyrsta mál nakrantíð í
1. deild, men tað var
vorðið sum mál undan
vindinum. Úr 35-40 metr-
um smekkaði hann til,
bólturin smeig sær undir
samankomingini, og tað
sang í nettakinum.
Í 2. hálvleiki vóru lík-
indini út av lagi vánalig.
B68 hevdi ilt vid at skipa
spælid, og VB fekk ein-
asta málið. Tað skoraði
leikandi venjarin.
Men hóast tað lá í luftini.
so eydnaðist tað ikki for-
oyameistarunum at byggja
víðari uppá leiðsluna. Mál-
skjúttin Andrew av Flotum
heyði ein risamøguleika, tå
hann fimm metrar frå mål-
inum fekk ein flatan og
harðan tvørbólt, sum hann
bert skuldi seta fótin á. Tað
gjørdi hann so, men bólturin
fór við síðuna av málinum
hjá Waldemar Nowicki.
sum hevði fleiri bjargingar
í serklassa.
Ein kundi sagt, at tað var
hann, sum helt B71 inni i
dystinum, men tað er ikki
heilt rætt, tí B71 var als ikki
inni í dystinum, hóast stød-
an bert var 0-1. Uppflytar-
arnir høvdu ikki ein tann
einasta erliga målmøguleika
í seinna hálvleiki, og hóast
HB hevði fleiri, megnaðu
teir ikki at imponera nakran,
og í løtum sá tað út sum um
teir als ikki tímdu at spæla
I yvirtíðini bleiv 1-0 til 2-0,
tá Allan Mørkøre setti eitt
brotsspark, sum bert dóm-
arin så, mitt í málið, men
tað var fyri sovitt líkamikið.
Bólkur 22
HB kláraði at slíta seg til ein sigur móti B71 í einum
dysti, har tað sá út til, at teir hugsaðu meira um
hondbólt og brúdleyp, enn um fótnólt
HB vann uppiborið. men
uttan at spila seg veruliga
út. og ein kann rokna við.
at hevði mótstøðuliðið verið
KI ella B36, høvdu teir giv-
ið seg meira fyri sakini. B71
hevði einki at bjóða, og fyri
(Mynd: Alvur Haraldsen)
teir er at vóna. at tað verður
frægari. tá árið er eitt sindur
eldri. dystarvenjingin
verður betri. Um ikki, er
eingin orsøk til at halda. at
Sumba ikki fer at klára eitt
ár afturat í 1. deild
KÍ smoygdi sær
norður við sigrinum
Fótbóltur: Øll trý málini í illveðursdystinum á Sevmyri
komu í 1. hálvleiki
Klaksvíkingar vóru einki
serliga væl mannaðir, tá teir
leygardagin fóru til Suður-
oyar. Fleiri av føstu monn-
unum vóru ikki vid, og
onkrir, sum vóru vid, hava
vant millum lítið og einki.
Men alíkavæl eydnaðist
tað at vinna ein tættan dyst.
Umstødurnar vóru so mikið
vånaligar, at tað hevði neyv-
an verið spælt, um tað vóru
tvey lið norðanfjørðs ella
sunnanfjørðs. sum møttust
KI liðið líktist á fleiri
plássum sær sjálvum frá í
fjør, men onkrar broytingar
vóru. t.d. var Olgar Daniel-
sen aftur við síðuna av Kurt
Mørkøre i álopinum, og á
midvøllinum var Finn Bald-
vinsson saman við Rógva
Jacobsen og Marek. I verj-
uni vóru Niclas Niclassen
og Pól Juul Vilhelmsen
frammanfyri Jan Andreas-
sen. og í borðunum vóru
Harley Bertholdsen og Heð
in á Lakjuni. John Hansen
er framvegis skaddur.
Fáir møguleikar
Klaksvikingar høvdu nógva
vindin undan í 1. hálvleiki.
og tá áttu teir mesta trýstið
Men teir megnaðu ikki at
spæla seg til nógvar upp-
lagdar møguleikar. Tó
brendur teir onkran upp-
lagdan.
I 2. hálvleiki var heima
liðið klárt omaná. Heldur
ikki teir spældu seg til
nógvar møguleikar, men
teir høvdu onkran so stóran
møguleika, at Gunnar á
Steig í KÍ málinum átti ikki
havt bjargað. |
Olgar Danielsen legði Kl
framum. Vindurin spældi
TB verjuni eitt puss, og so
var Olgar fyrstur á og stút-
aði. Harley Bertholdsen økti
til 2-0, tå hann skrúvaði
hornaspark úr vinstru og
beinleiðis í málið.
I sekundunum undan
steðginum minkaði Dan
Mortensen um munin. tá
hann sneiddi ein av og lyfti
út úr málinum
Føroyskt lið
Hjá TB vóru bara føroyskir
spælarar — tað er sjålvsamt
nú á døgum! Onkrir nýggi
spælarar vóru við. Eitt nú
Jens Rói Sorensen. sum
saman við Andrass Nolsøe
var miðverji frammanfyri
Magna Hentze í málinum
og Ola Johannesen á aftasta
manni. Teitur Rasmussen
og Tórður Mortensen vóru
vongverjar. og á midvøllin
um vóru Gullok. Jón Tórður
Holm og Einar Petersen
Vagnur Nolsøe var í álop
; saman við málskjútt