Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-03-31, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. mars 1999síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Petra Smith f. 9.9.1912 d. 4.3.1999 Tann 4. mars var ein heilt vanligur arbeiðsdagur. Tá eg kom heim seinnapartin så eg, at Ella hevði ringt og eg tonkti, at tað bert var okkurt eg skuldi hava við tá eg fór niður Eg ringdi til Ellu og spurdi hvat hon vildi, ja, eg má siga, at antin stóð tíðin still - ella - mól alt uttan um meg, tí Ella sigur, at mamma er farin í dag. Hvat eg segði ella hugsaði minnist eg ikki nógv til Fyrstu ferð eg møtti tær var á sumri í 1956, tá tú og Ella komu yvir um vegin og inn til bakaríið hjá Frants at keypa. Ella var í reyðum frakka og hvítum kýsa so lítil og fitt. Aftaná henda dag kom eg so at siga næstan hvønn dag inn á gólvið hjá tykkum í Trondargøtu, tí har var hurðin altíð opin fyri okkum øllum og altíð vóru tit blíð at koma til Góða fastir, tað kallaðu vit teg, tí sum eg segði tá eg fekk mini børn, at abbadidda skuldi tú ikki eita, tí tað var tú ov ung til so tað bleiv til fastir fyri mini børn, meg og øll í familjuni og tað hevdi tú onki ímóti. Sum eg segði á tínum 83-ára degi: Eg >beundri< teg fyri títt ljósa sinnalag, títt glaða lyndi, og ikki minst fyri, at tú altíð er so positiv! Eg dugi ikki at siga, hvar tú hevur tað frá, meg eg kundi tonkt mær, at tað var komið sunnanífrá. Tað er nakað >Vágbiskt< yvir tí, og væl at merkja tí mest positiva týdningi av hesum orði Eg rokni við, at Charles hevði tað í kuffertinum tå hann í sínari tíð kom til Havnar. Tú og Charles fingu Tórfinn og Ellu, og tit vóru so góð foreldur, men tit tóku tykkum eisini tíð til at vera góð við so nógv onnur børn og eisini tað takki eg tykkum fyri! Ofta um eg ikki altíð hest seinnu árini var inni hvønn Minningarorð um systkinabarn mítt Jens Sofus Jonhard Poulsen úr Sumba f. 15.08.58 d. 18.07.98 Tungt er at skilja, at Jonhard ikki er millum okkum longur. At ein so stórur og vælbygdur maður skal vera kallaður heim á so ungum árum, er fyri okkum óskilj- andi. Sum yngri sóust vit meir enn vit hava gjørt tey sein- astu árini. Hetta komst av, at vit fyrr vóru nógv í Sumba og passaði tað seg ofta so, at tá vit vóru har suðuri, so var Jonhard til skips. Seinast eg og Jonhard vóru saman, var fyrst í juni mánaða. Eg bleiv Norðoyastevnudag innlagdur á Landssjúkrahúsið við yngru dóttrini. Jonhard lá eisini á Landssjúkrahúsinum. Hann bíðaði eftir at fáa boð um at sleppa til Danmarkar til skurðviðgerðar. Hann fortaldi tá fyri mær, at fyrstu ferð hann merkti nakað, sum nokk seinni skuldi vísa seg at gerast ein álvarslig sjúka, var ein dagin teir vóru í Blæðing. Hann fekk eina øgiliga pínu fyri bringuna, men av tí at teir vóru langt frá alfaravegi, treiskaðist hann, kanska meir enn gott var Jonhard var sjúkur, tað visti eg, men eg haldi ikki tað kundi merkjast serliga væl á honum. Tann eina dagin koyrdu vit runt í Havnini og hugdu eftir eium lastbili til Frits. Jonhard var í góðum lag, og skemtaði tíðindablaðið SOS dag, ja so ringdi tú út til min og segði: nú er tað so langt síðani at eg havi sæð teg, kemur tú ikki skjótt inn? Jú, sjálvandi fór eg, men hetta vísir eisini hvussu umhugsin tú altíð var. Takk fyri alt góða fastir, alt tað tú var fyri okkum øll, ja tykkara heim bleiv fyri meg og børnini okkara »annad heim«. Til tykkum sum vóru henni nær vil eg siga, at tíðin lekir ikki øll sár. Men tíðin lærir tykkum at liva við sakninum undir liðini á tykkum. Friður veri við minninum um okkara kæru fastir. Ása sum altíð. At hetta skuldi gerast okkara seinasti biltúrur og seinastu ferð vit báðir sóust her á foldum, grunaði eg ikki Fyrsta morgunin í summarfrítíð míni bleiv eg út- purraður av telefonini áðrenn klokkan var átta - tað var mamma sum ringdi. Mamma og babba vóru í Sumba hjá mostur og ferðaðust. Eg føldi beinanvegin á mær, at nú var okkurt hent, men at tað var Jonhard sum so bráddliga var kallaður heim til Jesus pápa, tað vardi meg ikki. Jonhard var jú í Danmark til skurðviðgerðar. Tankar mínir leitaðu beinanvegin til tykkum í Neslíð og í Sumba. Sólvá og Angelina, tit hava mist ein góðan mann og pápa, sum fyri tykkum var tann besti her á jørð. At missa mannin og pápan á so ungum árum er ikki lætt. Vit sum ikki hava roynt tað, kunnu ikki ímyndað okkum hvussu svárt tað er. At hava havt ein pápa sum man altíð kann hava heitt á um at koma og koyra seg til fótbólt, til handils ella kvat tað nú skal vera - og so bráddliga er hann burtur. Og til tín góða mostir. At missa sonin bara 39 ára gamlan, tað er nakað sum nívir, og er sera tungt at koma igjøgnum. Sjålvt um tad eru fleiri år sidan Jonhard flutti til Vågs, so gloymdi hann ongantid mammu sina. Hvørja- ferð hann var heima, var hann næstan dagligur gestur á góivinum hjá tær. Trúfastur var hann eisini at vitja hvørji jól. Tað eru ikki so nógv ár sidan gubbin fór, og síðan eru nakrir av brødrum hansara eisini farnir, so tú hevur hesi seinastu árini verið igjøgnum eina tunga og trupla tíð. Frits, Poula og Sigrun, tit hava mist ein góðan beiggja, sum hevði stóran tydning fyri tykkum. Hann var góður við tykkum og familjur tykkara, og hann visti, at tit eisini vóru góð við hann. Hann var sera góður við børn tykkara, tey høvdu stóran tydning fyri hann og tey vóru eisini góð við hann. Tit umborð á Akraborg hava mist ein góðan starvs- felaga. Tit høvdu nógv at týða fyri Jonhard. Hann var góður við tykkum hann treivst væl umborð. Eingin ivi er um, at Jonhard var nógv avhildin. Tað sóu vit á tí stóra skara sum fylgdi honum til hansara seinasta hvíldarstað. Orð eru so fåtøk tá deyðin trínir innum. Má iiarrin verða við tykkum gllum har suðuri, og styrkja tykkum í stóru sorg tykkara. Vit kurnu bert ugga okkum við, at ein dag skulu vit øll metast aftur. At enda vil eg lýsa frið yvir minnið um systkina- barnið Jens Sofus Jonhard Poulsen, og sum prestur so vakurt segði tað í kirkjuni, Jesus fylgi tær. Jan Danielsen Nr. 62 — 31. MARS 1999 ef Ø Tiltøk am Kafé Blåkrossstovan Kongagøta 8, Tórshavn tlf. 321044 er opin månadag til leygar- dag kl. 14-22, har eisini fæst hjálp og ráðgeving. Øll eru vælkomin. Tilhaldið í Tórsgetu 21 Tlf. 316491 Opid er hvønn månadag- friggjadag frå kl. 10.00- 17.00. Drekkamunnur og blød- ini eru at fåa hvønn dag. Månadagin 29. mars: kl. 10-17: Itriv vit hugsa um påskirnar kl. 15-17: Kortspæl, telving og onnur spøl. Týsdagin 30. mars: kl. 10-14: Skeið í tøving. (Lidugt. Gera klárt til fram- sýning). kl. 15: Vit yrkja. Sverri Egholm. Mikudagin 31. mars: kl. 10-15.30: Opið hús. kl. 15.00: Túrur. Tilhaldið í Tórsgetu er stongt Í. til 5. apríl. Vit ynskja gøllum eini gleðiligar páskir. Tað er altíð ein krókur í Tilhaldinum - um tygum ikki fáast við nakað ítriv. Vit ynskja at øll skulu kenna seg vælkomin. Felagið Tórshavn gongutúrur - Annan páskadag kl. 14 ganga vit av Boðanesi niðan í Kúrdal at rulla páskaregg. Felagið Pinkubarnadeyði Vit hittast 2. leygardag í hvørjum mánaði kl. 14 í Jákupsstovu, J. Patursson- argøtu 24. Nærri fæst at vita vid ringja til Helle Johansen, tlf. 317940, Sólgerð Foldbo, tlf. 422184, ella Annvør Niel- sen, tif. 317261. Føroyskir fiskimenn uttanlands v/ Høgna Waag Høgnesen, FO 650 Toftir. Felagið fyri føroyskar fiski- menn i Canada, Svøriki, Danmark og Noregi. Lima- gjald 200 kr. um árið. Føroyskir fiskimenn uttanlands tif. 21 04 95. Felagið fyri føroyskar fiski- menn í Canada, Svøriki, Danmark, Íslandi og Nor- egi. Limagjald 200 kr. um árið. Postgiro 57894. Fø. Sparikassi 442027-8. Felagið arbeiðir við at gera samlagstrygging. Nú seinasta freist 15. mars. Giktafelag Føroya MBF, Íslandsvegur 10C, Tórshavn. Hølid er opið hvønn mánadag kl. 12—15. Øll eru vælkomin at støkka inná gólvið ella at ringja tlf. 310961, ella fax 310813. Javni Skrivstovan í N. Finsens- gøtu 32, tlf. 314827, fax 310557, er opin soleiðis: mánadag er stongt, týsdag kl. 10-12, mikudag kl. 10- 12, hósdag kl. 14-18 og friggjadag kl. 10-12. Tilhaldid hjå Javna er opið 1. friggjadag í hvørj- um mánaða, kl. 14.30-17. Frítíðarklubbin = hevur ymiskar akt:vitetir í kjall- aranum hjá Javna. Nærri fæst at vita um hetta við at venda sær til skrivstovuna. Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin mána- dag til hósdag frá kl. 8.00 til kl. 15.00. Tlf. 1.7597, skrivitlf. 1.6929 fax 1.3609 og teldupostadr. deaf fo€post.olivant.fo Epileptikarafelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Is- landsvegur 10 C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovu- tíð, men samband við fel- agið fæst á tlf. 13978, Rand- fríð Sørensen, ella tlf. 19793, Mari Johannesen. Skrivstovuhølir í miðbýnum til leigu Ljós og nýumvæld skrivstovuhølir eru til leigu í skrivstovubygningi í fleiri hæddum á Skansavegi 1. Møguleiki er at leiga upp í 350 m2. Hølini liggja framúr væl fyri. Útsýni um alla Havnina, Tinganes og allan fjørdin. Góðir atkomumøguleikar og góð parker- ingsvidurskifti. Tlf. 31 77 21 ella 28 47 21 - tå okkurt skal koyrast ella goymast DANNY TRANSPORT Tlf. 319192