hósdagur 1. apríl 1999síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 63 — 1. APRÍL 1999
tíðindablaðið
Landsstýrið hevur ongar itøkiligar
ætlanir um okkara valutaviðurskifti
Tí er gjaldoyraspurningurin ein av teimum, sum er við í umfatandi útgrein-
ingunum, sum landsstýrið hevur fyriskipað í samband við sjálvstýrisætl-
anina. Politiskt er málið tí ikki viðgjórt enn, sigur Anfinn Kallsberg í svari til
fyrispurning um evruna
ÓLAVUR í Beit
Jenis ab Rana spurdi herfyri
løgmann 5 spurningar í
sambandi við evruna, og í
farnu viku svaraði løgmad-
ur spurningunum. Jenis av
Rana vildi m.a. hava at vita,
hvørjar ætlanir landsstýsið
hevur viðvíkjandi viður-
skiftum Føroya til nýggja
gjaldoyra - evruna? Er nøk-
ur politisk avgerð tikin um,
hvussu farast skal fram, um
Danmark tekur avgerð um
at skifta krónuna um við
evruna (egið føroyskt gjald-
oyra ella framhald við
donsku krónuni)? Hevur
samband verið millum
donsku stjórnina ella
danska forsætisráðharran og
Foroya landsstýri um om-
anfyrinevndu viðurskifti?
Hevur Føroya landsstýri
tikið avgerð um støðu før-
oyinga undir evt. fólkaat-
kvødu i Danmark um til-
knyti til evruna? Hvussu
metir landsstyri, at ein evt.
avgerð í Danmark um at
nyta evruna kemur at åvirka
ætlanir landsstyrisins um
rullveldi?
Ikki vidgjørt politiskt
Í svari sínum, sigur Anfinn
Kallsberg, at Føroya lands-
stýri hevur ongar itøkiligar
ætlanir um okkara valuta-
viðurskifti. Sum tað fram-
gongur av samgonguskjali-
num hjá sitandi samgongu
er ætlanin eisini eftir at
nýggjur sáttmáli er gjørdur
Føroya Heimavirkisfelag:
Livandi Savnio
í Hoyvík viðkað
Afturat innandura arbeiðinum, verður smiðjan klár at
lata upp í summar, og í samarbeiði við onnur åhugafeløg
verður skipað fyri riding á rossum fyri børn
Heima á Garði í Hoyvík er karmur um fjølbroytt virksemi hjá Føroya Heimavirkisfelag
TURIÐ KJØLBRO
I felagsblaðnum hjá Føroya
Heimavirkisfelag, ið júst er
borið út til limirnar í felag-
num, stendur mangt forvitn-
isligt. Eitt nú er ein grein
eftir Súna Poulsen um, hvat
veran skal kosta.
- Hetta er ein spurningur,
sum flestu listhandverkarar
hava trupult við at svara, tí
tað er sera torført at seta pris
á egna framleiðslu. Men eitt
er vist. Er prísurin ov lágur,
er tað framleiðarin, sum er
taparin, sigur greinskrivar-
in.
Summum fellur tað lætt,
øðrum tungt, meðan onnur
fyri alt í verðini ikki vilja
vísa, at tey yvirmeta virðið
á tí, tey hava gjørt. Megin-
reglan er nevniliga, at ein
vora hevur tað virði, sum
kundin vil gjalda fyri hana.
Tann rætti spurningurin at
seta er tí, hvussu nógv vil
kundin gjalda fyri tað, sum
eg geri.
Í greinini eru góð ráð og
leiðbeining um, hvussu tann
rætti prísurin verður rokn-
aður út.
Felagsarbeiði
Heima á Garði
Tiltakið hjá Føroya Heima-
virkisfelag við Livandi
Savninum í Hoyvík verður
nú víðkað og broytt eitt
sindur í mun til í fjør. Aft-
urat innandura arbeiðinum
við ull, træskurði o.ø. verð-
ur smiðjan klár at lata upp
1. juli í ár, og í samarbeiði
við onnur åhugafeløg verð-
ur skipað fyri ríðing á ross-
um fyri børn. Hvønn leyg-
ardag í summarmánaðunum
verður opið fyri almenning-
inum. Í bóndahúsunum
verður arbeitt við ull, træ-
skurði, roði. virkan av
bondum og øðrum. Fram-
sýning er eisini í húsunum.
Í smiðjuni verður arbeitt við
jarni og úti verður sum
nevnt riding. Onnur tiltøk
verða kanska á skránni, so
sum báðasmíð, sigling við
seglum, útisjónleikur og
dansur.
Fyrst í juli verður land-
námsskeið í Hoyvík.
Skeiðið verður hildið í ein-
ari víkingatjaldlegu á nátt-
úruvakra økinum hjá Før-
oya Fornminnissavni
Heima á Garði. Royndir
lærarar undirvísa í eldsmíði,
bátasmíði, ullavirking,
plantuliting og øðrum.
Annað mangt stendur í
felagsblaðnum hjá Føroya
Heimavirkisfelag, um
skeið, legur, útferð og síðsta
aðalfundin i felagnum.
Stóra framsýningin Hend-
uráHugflog verður eins og
undanfarin ár seinasta vik-
uskiftið áðrenn ólavsgku.
Forkvinna í Føroya
Heimavirkisfelag er Tor-
gerð Mørkøre. Næst henni
er Katrin Olsen, kassameist-
ari er Valborg Gulklett
Arge, skrivari er Poula Sør-
ensen, fimti limur er Nigro
Hermansen. Eykalimir eru
Jeannet R. Poulsen og Marj-
un Thomassen. Grannskoð-
ari er Helma Frýdal.
ímillum Føroyar og Dan
mark, at hava samstarv um
felags gjaldoyra. Tí er gjald-
oyraspurningurin ein av
teimum, sum er við í um-
fatandi = útgreiningunum,
sum landsstýrið hevur fyri-
skipað í samband við sjálv-
stýrisætlanina. Politiskt er
málið tí ikki vidgjørt enn.
Tað er ongin politisk
avgerð tikin um, hvat hend-
ir, um Danmark fer uppí ev-
ru-samstarvið. Tá, og um
Danmark tekur avgerð um,
at fara yvir til evru, hava
vit eina nýggja stóðu, og
mugu samráðingar tá fara
fram, um hvussu vit skipa
okkara viðurskifti, sigur
løgmaður.
Samráðingar
Og viðvíkjandi spurningi-
num um samráðingar, svar-
ar løgmaður, at tað hava ikki
verið samráðingar ímillum
danskar og føroyskar mynd-
ugleikar uttan tær, at danski
forsætisráðharrin, gron-
lendski landsstýrisformað-
urin og løgmaður á rikis-
fundi í Nuuk í januar í ár,
vóru samdir um, at ein fólk-
aatkvøda um luttøku Dan-
markar í evru-samstarvi
ikki skuldi haldast í Føroy-
um og Grønlandi av tí ein-
faldu orsøk, at vit ikki eru
við í evropeiska peninga-
samveldinum, ið er ein part
ur av ES
Um Danmark fer uppí
hetta samstarv, verður neyð-
ugt hjá Føroyum at samráð-
ast við donsku stjórnina um,
hvat skal henda við okkara
núverandi gjaldoyraskipan
Føroyingar fara tí ikki at
luttaka í einari møguligari
følkaatkvødu um tilknýti
Danmarkar til evruna.
Løgmaður metir ikki, at
avgerð Danmarkar um
teirra tilknyti til evruna
kemur at hava serliga ávirk-
an á ætlanir landsstýrisins
um fullveldið
Vit skulu í tí saman-
hanginum finna eina loysn
á okkara framtíðar valuta-
tilknyti, óansæð um Dan-
mark velur eitt tilknyti til
evruna ella ikki, svarar løg-
maður at enda Jenisi av
Rana. Víst verður eisini til
notat frá landsbankastjóra-
num um málið
| Beinleiði
Costa Dorada
r Føroyum
PRÍSDOMI:
Íbúð Cataluna
*** 4 fólk
í 14 dagar
* 320870
tur 8 petur
Flogfelag Føroya skipar fyri
ferð til gullstrondina í Spania,
Costa Dorada. Flogið verður
beinleiðis við Atlantic Airways
úr Føroyum 18. juli og 1.
august.
Gist verður í kenda feriu-
býnum Salou, ið liggur við
stóru Costa Dorada stondina.
Beint við liggur tað stórsta
stuttleikastaðið, Port
Aventura, umframt tað stóra
"Vatnlandið".
Møguleiki er at velja
ímillum fleiri ymisk hotel ella
íbúðir.
Ring ella stakk inn á
gólvið og fá meira at vita um
hendan frálíka møguleikan.
FLOGFELAG FØROYA
Áarvegur 6 * Postboks 3225 * FO-110 Tórshavn
Tel 31 10 25 * Fax 31 86 70 * e-mail: ffæpost.olivant.fo
PRISDØMI:
Hotel Marinada
2%. 2 fólk
við 12 pens.
í 14 dagar
PRISDØMI:
Hotel Estival Park
+38 2 folk
* Avslåttur
2-12 år: 1.200,- kr.
(Avmarkað nøgd)
fyri børn
14 dagar
undir sólini