Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-04-01, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. apríl 1999síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

einaferð gisti har eitt viku- skifti, og tá var rættuligt rok á staønum, og ein stórur partur av innbúgvinum á staðnum fór í sor. Hetta halda teir báðir ungu fugl- firðingarnir sjálvsagt verða harmiligt, tí gistingarstaðið er eitt av teimum bíligaru, sum ungdómar í Eystur- oynni til tíðir gera nýtslu av, tá ið teir eru eitt vikuskifti í hevuðsstaðnum. Tilkomnir menn Mangan hevur ein hug til at undrast á, hvat tað er, sum gongur fyri seg inni í høvd- inum á einum persóni, sum ber seg at soleiðis, sum hesir víðagitnu fuglfirðingar- nir gera. Tað er uttan iva eisini so, at fólk flest halda, at talan bert er um nakrar ungar "kullar", ið fara at vaksa frá hesum, men so er ikki. Limirnir í harkaliðn- um í Fuglafirði eru millum 25 og 30 ára gamlir, og tá skuldu tey flestu vanligu fólkini verða voksin frá slík- um. Ungu fuglfirðingarnir siga við Yngd, at fólkið í Fugla- firði leingi hevur gingið og verið sera bangin fyri hes- um monnunum, sum Yngd nr. 13 - 1. april 1999 manna harkaliðið, men at gongdin nú er við at venda til tað betra, og fólkið tykist ikki longur at verða so bangið fyri teimum. Teir báðir nevna eisini, at tá ið harkaliðið er í býnum í Havn, so gera teir ikki so nógv um seg. Hví so er, vit- a teir ikki rættuliga at siga, men nevna tó, at ein orsok kann verða, at teir mans, ið arbeiða sum trygdarvorðar í nåttklubbunum í Havn, ikki eru bangnir fyri Ofridar- kroppunum, og at hetta ger, at harkaliðið heldur seg nakað aftur. Tað er ein sannroynd, at tá 0000000000 0000 017 ið vit hoyra um, at harka- liðið hevur gjørt nakað um seg, so er tað næstan altíð í Eysturoynni, at teir hava gjørt ónáðir, og bert hend- ingaferð hava vit hoyrt um, at teir gera nakað í hovuðs- staðnum. Í seinastuni hava vit nakrar ferðir hoyrt um, at hesir menninir hava gjørt vart við seg á Skålafjørdinum, har teir hava lopið á sakleys fólk og soriad hesi sundur Oyðilagt nógv fyri bygdina At harkaliðið í Fuglafirði hevur oyðilagt nógv fyri bygdina, er einki duismál Nógv fólk kring landið eru av teirri fatan, at allir fug!- firðingar eru eins og limirnir í harkaliðnum, og hetta siga teir báðir ungdómarnir úr bygdini, sum Yngd hevur hitt, at teir eisini merkja, tá ið teir eru í býnum. Um teir koma í prát við onnur ung- fólk, so spyrja hesi vanliga, hvussu man eitur, og hvag- ani man kemur. Tá ið teir so siga, at teir eru úr Fugla- firði, so spyrja hini við ein- um brosi, um man er ein av eru hundunum í bygdini, ella okkurt annað líknandi. At slíkir persónar, sum hes- ir nógv umrøddu ófriðar- kroppar, eru ein skemd fyri bygdina, er einki yvir at dylja. Tað er tó ikki lætt hjá bygdarfólkinum at gera nakað við stoðuna, tí flestu teirra eru bangin fyri monn- unum, og at teir skulu gera seg inn á hesi fólk ella teirra nærmastu. Hinvegin er tað næstan neyðugt, at fólkið í Fugla- firði stendur saman, so at tey kunnu vísa hesum vaksnu monnunum, ið bera seg at sum børn, at tey ikki longur vilja bara standa og hyggja at, meðan harkaliðið herjar kring landið og oyði- leggur navnið hjá bygdini.