hósdagur 1. apríl 1999síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SU
AR
Nr. 63 — 1. APRÍL 1999
Synd og skomm
Tá ið hendan greinin var í
blaðnum í gjár, lá ein týð-
andi partur eftir.
Nidanfyri nevnda bræv
varð sent landsstýrinum.
Jógvan Mørkøre, bygdar-
ráðsformaður Í Hósvík sig-
ur, at tey ongantíð hava
fingið svar aftur úr lands-
stýrinum.
— Vit hava roynt at rykt
eftir svari, men har kemur
bara einki. Man kann ikki
blíva við at skylda upp á
broytingar í kommunu-
bygnaðinum. Hetta hava tey
tosað um síðani 1970, sigur
Jógvan Mørkøre.
Hann sigur, at tey, sum á
bygd veruliga royna at gera
nakað fyri eldraspurningin,
renna seg alla tíðini ímóti
múrum - eisini fólkum, sum
nú halda fyrilestrar um eldr-
aárið, sigur Jógvan Mørk-
øre, bygdarráðsformaður í
Hósvík:
Soljóðandi bræv sendi
Jógvan Mørkøre, Hósvík, til
Felagskommunalu Nevnd-
ina f Sundalagnum seinasta
tíðindablaðið
summar:
Stødan er so tyngjandi fyri
borgarar, sum hava røkt fyri
neyðini, at tað ikki ber til
framhaldandi at sita hendur
í favn og einki gera. Fari tí
at heita á Felagskommunalu
Nevndina um at heita á allar
limakommunurnar um at
viðgera málið. Havi tosað
við Føroya Landsstýri um
at fáa skúlan við Air til end-
amálið. Føroya Landsstyri
sigur, at hugskotid må koma
frå kommununum i økinum.
Tað vil siga, at málið må
viðgerast hjá hverjari
kommunu sær. Tað hevur
stóran týdning at fáa eitt
positivt svar. Eg bjóði meg
persónliga til at samráðast
við Føroya Landsstýri, men
hetta er tó eingin treyt. Høv-
uðsendamálið er, at tey eldr-
u fáa eina virðiliga tilveru.
Sum nú er, er tað bæði synd
og skomm at standa áskoð-
ari til ta syndarligu støðu,
vit eru komin í viðvíkjandi
røktini av eldri fólki í øki-
num.
Prestland seldur
Leygardagin vóru menn úr Fuglafirði eftir Prestland, sum hevur ligið við
bryggju í Miðvági í fleiri mánaðir
ÓLAVUR i BEiri
Eitt felag undir stovnan
heimahoyrandi í Fuglafirði,
hevur keypt trolaran Prest
land, og sambært stjóranum
í felagnum, Jón Nolsøe Ol
sen, liggur keypsprísurin
um 20 mió. kr
Ætlanin við trolaranum er
nu, at hann skal fiska rækjur
við Svalbard. og stjórin
metir, at trolarin verður
klárur at fara til fiskiskap
eftir páskir. Jón Nolsøe Ol-
sen metir ikki at so nóg
skal gerast við Prestland,
áðrenn farið verður á rækj
uveiði við Svalbard. Prest
land hevur ikki havt rækju-
loyvi, men hetta kláraði
reiðaríið sum átti hann so
at skaffa trolaranum. áðrenn
hann varð seldur til Fugla-
fjarðar. Talan er um eitt so
kallað B-loyvi
Spurdur hver er við í hes-
um nýggja felagnum undir
stovnan. sigur Jón Nolsøe
Olsen, at tað verður ikki
upplýst nú
Annars hava søgur gingið
um, at gomlu eigararnir
skylda manningini sum
hevur verið við Prestland,
tá ið hann hoyrdi til gamla
felagið, fleiri
krónur
milliónir
E-mail bumbur í stað-
in fyri brævbumbur
Fyri fáum døgum síðan bórust skelkandi tíðindi í amerikanska teldublaðnum
>Data News<, um eitt higartil ókent slag av e-mailum. Teldugranskarar eru
skakaðir og bilsnir um hetta fyribrigdið veruliga kann lata seg gera. Eru e-
mail so vandamikil, so er ikki lukkuligt at vera fyri
Tað snýr seg øllum sínum
óghugna um eitt slag av e-
mailum, ið fær telduskiggj-
an at »eksplodera« og antin
beina fyri ella gera stóran
likamligan skaða á tann, ið
situr framan fyri skíggja
num. Hildið verður, at um
einki munagott verður gjørt
at byrgja fyri hesum sera
ålvarsama og hóttandi slag!
av e-mailum, so fer tad iva-
leyst at hava sina ringu å-
virkan á altjóða handilin við
teldum og telduskráum.
FBI komið uppí málið
FBI, sum eisim er komið
inn í málið, sigur í tíðinda-
skrivi, at teir gjørdust var-
ugir við hetta slag av e-
mailum, tá ið løgreglan í
fleiri av Samveldisstatunum
var komin fram á persónar,
ið antin lógu deyðir ella álv-
arsliga løstadir sótu við sína
teldu. Í fyrstu atløgu helt
løgreglan at ein bumba
møguliga var sett inn í teld-
urnar, sum so brast tá teldan
varð tendrað ella tá okkurt
serstakt var gjørt við teld-
uni.
Men bumbuserfrødingar
komu skjótt fram á, at als
einki spreingievni var i teld-
unum. Tað vóru teldurnar,
ið vóru farnar í luftina.
Hetta gjørdi, at telduser-
frødingar vóru settir at
kanna málið, og teir úti-
lokað ikki, at elføringini í
teldunum sjålvum á ein ella
annan hátt varð program-
erað til at spreingjast.
Antivirus fyritøka
Amerikanska stjórnin hevur
heitt á fleiri av kendastu ant-
ivirusfyritøkunum um at
koma løgregluni til hjålpar
f hesum vandamålinum. Ein
talsmaður fyri stóru kendu
altjóða antivirus fyritøkuna
>Mc Afee« sigur, at størsti
trupulleikin vid at gera eitt
fyribyrgjandi programm i-
måti hesum slagi av e-mail-
um, er tann, at programmið,
sum fær teldurnar at
spreingjast, ikki enn er
funnið, tí tær teldurnar, ið
fingu e-mailini eru allar
farnar í luftina.
Bill Gates kennir
seg hettan
Kendi softwaremultimilliar-
derurin Bill Gates hevur
sagt við tíði:. isíólk, at
Microsoft sær so stóra hótt-
an í hesum trupulleikanum,
sum hann málber seg, at
hann í fyrstu atløgu hevur
avgjørt at seta 200 millónir
dollarar til kanningar og um
neyðugt, verða nógv fleiri
pengar settir av komandi
dagarnar.
Hvat er so at gera
Hjá okkum, ið brúka teldu í
gerandisdegnum er sera nat-
úrligt at spyrja: Hvat er so
at gera? Serfrødingarnir
siga, at sum nú er kunnu teir
bert geva hesi ráðini: Tá ið
tú letur eitt E-mail upp, syrg
so fyri at hava eina sterka
plátu millum teg og skíggj-
an, ella enn og betur. legg
teg undir telduborðið!
Hetta ljodar sum fullamann-
atos, sigur Arnhold Stein frá
»Mc Afee«, men til vit hava
funnið eitt dreparapro-
gramm ímóti hesum e-mail-
um og sett tað út á Internet-
ið, so hava vit eingi onnur
ráð at geva uttan hesi. Og
so er sjálvandi eisini allar
seinasti møguleiki ikki at
tendra telduna fyrr enn mál-
ið er loyst!
Eitt er so víst: Tíðindastov-
urnar fara at gera nógv burt-
ur úr hesum máli.
19
- Hatta er
ein joke
— Tað er púrasta
burturvið at hugsa
sær, at lønirnar
kunnu hækkast við
10 prosentum. Verð-
ur tað úrslitið av
samráðingunum, so
seta vit okkara
kappingarføri upp á
spæl, sigur Poul
Mohr, stjóri á Tórs-
havnar Skipasmidju
SVEINUR TRÓNDARSON
Um ein mánað ganga sátt-
málarnir á privata ar-
beiðsmarknaðinum út og
feløgini eru farin at fyri-
reika seg til såttmålasam-
rådingarnar, sum av somu
orsøk standa fyri durum.
Í blaðnum í gjár sigur
Ingeborg Vinther, for-
maður i Føroya Arbeið-
arafelag, at teirra krav
eftir ó:lum at dóma verður
ein lønarhækkan upp á 10
prosent.
Hon vísir á, at stødi0
fyri hesum kravi er lagt
við sáttmálanum, sum
varð gjørdur millum Før-
oya Tele og Starvsmann-
afelagið herfyri.
Vit hava tosað Poul
Mohr, stjóra á Tórshavnar
Skipasmiðju um hvat
hann heldur um lønar-
kravið frá FA.
— Hatta er ein joke, er
hansara fyrsta viðmerk-
ing.
— Tað er ongastaðni í
vesturheiminum givin ein
so stór lønarhækkan. og
tað kemur neyvan fyri her
heldur, sigur hann.
Men Ingeborg vísir á at
tað er sáttmálin sum var
gjørdur við Førova Tele,
sum hevur lagt grundina,
hvat sigur tú til tað?
— Tað er rætt. Og eg
haldi eisini, at stjórin á
Føroya Tele gjørdi ein
stóran brølara tá hann
undirskrivaði handa sátt-
málan. Tí Ingeborg hevur
rætt í. at hann legði
grundina fyri komandi
lønarkrøvunum, = sigur
Poul Mohr.
Men skilir tú ikki, at ar-
beiðsfólkið vil hava meira
í lón?
— Jú, tað skilji eg væl.
Men vit mugu hugsa
longur enn bara nakrar
fáar dagar fram. Um so
er, at vit ganga við til eina
so stóra lønarhækkan, só
fær tað so stóra ávirkan á
okkara kappingarfori,. at
vit missa tað góðu stóðu
vit eru í nú.
Hvussu tá
— Her hjá okkum hava
vit tey seinastu árini fing-
ið fleiri útlendsk arbeiði.
í kapping viðútlendskar
skipasmiðjur. Orsøkin til
tad er, at vit kunnu kapp-
ast i prisi, og orsøkin til
tað er, at lønarkostnadurin
hjå okkum er lægri enn
t.d. í Íslandi. Hækkar lønin
t.d. 10 nrosent, so er tann
fyrimunurin rokin og vit
standa aftur.- sum vit
gjørdu fyrr, at vit eingi
útlendsk arbeiði fingu
Hvorjar avleiðingar
hevur tað fyri skipasmiðj-
una?
— Tað hevur stórar av-
leiðingar. Fólkið, sum
dugir at byggja skip. tað
hvørvir. Fer í onnur ar-
beiði og tá er torført at fáa
tey aftur á Skipasmiðjuna
Poul Mohr greiðir frá,
at Tórshavnar Skipa-
smiðja í byrjanini av 90-
unum einki skip bygdi og
tá hvarv alt fólkið, sum
dugdi at byggja skip, sum
dogg fyri sól. og at hetta
hendi bæði í Havn og á
Skála.
— Í 1995 fingu vit so
aftur skip at byggja og
síðani tá hava vit savnað
okkum ein »stab« av
fólki. sum vit nú hava til
at taka. Fer lónin upp so
eru vit í vanda fyri, at hesi
fólkini fara saman við
kappingarførinum, sigur
Poul Mohr.
Men tit hava gramt
tykkum um, at tað ikki ber
til at fáa fólk. Er tað so
frægari nú?
— Tad torførasta við at
fáa fólk er, at vit mugu
hava nakað at bjóða teim-
um alla tíðina. Vit fáa ikki
fólk at stødast um vit bert
hava arbeiði í eitt stutt
tíðarskeið. Arbeiðsfólkið
krevur spennandi uppgáv-
ur, og tær fáa vit bara um
vit eru kappingarførir við
aðrar. So eru vit aftur við
lønarspurningin, sigur
Poul Mohr, stjóri.
Hann leggur afturat, at
tí heyði tað verið serliga
heppið, um bæði vaktar-
skipið og sandoyarferjan
vóru bygd í Føroyum.
Politikararnir siga at
teir síggja ein trupulleika
við fólkinum - at tit ikki
hava nóg mikið av fólki
til báðar uppgávurnar!
— Tað er ikki teirra trup-
ulleiki. Fáa vit uppgåv-
una, so fáa vit skaffa fólk-
ið, sigur Poul Mohr at
enda.