mikudagur 7. apríl 1999síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 64 — 7. APRÍL 1999
tíðindablaðið
Semingsuppskotið kostar okkum 85 milliónir um árið:
Hetta førir til at folk
verða søgd úr starvi
— Vit kunnu ikki brúka nógv
meiri til almennar lønir, enn vit
gera nú. Tí fer semingsupp-
skotið, sum varð lagt fram
Langa fríggjadag, uttan iva at
føra til uppsagnir, sígur Kar-
sten Hansen
AKI BERTHOLDSEN
Vit hava 3longu slakað ov
nógv
— Og nú verður ikki slaka
meiri
Karsten Hansen, fíggjar
málaráðharri, er púra
gjørdur, at nú er tað bara
ein loysn á trætuna á al
menna arbeiðsmarknaðin-
um.
Og tað er, at Starvs
mannafelagið slakar og
góðkennur semingsupp-
skotið, sum varð lagt fram
seinnapartin Langa fríggja-
dag, eftir eitt uppslítandi
maraton samráðingarumfar
sum vardi í heilar 72 tímar
út í eitt.
Fíggjarmálastýrið góð-
kendi uppskotid, men
Starvsmannafelagið vrakaði
tað.
Sostatt stendur arbeiðs-
steðgurin á almenna ar-
beiðsmarknaðinum við.
Orsøkin til, at Starvs-
mannafelagið vrakaði upp-
skotið er heilt einfait, at tað
gav teimum ov lítið í
lønarhækking.
Semingsuppskotid ga
2,7% i lønarhækking |.
mars í år og aftur 2,7 % I.
mars 2000.
Harumframt verða ymsar
umflokkingar gjørdar, sum
geva 1,1%.
Tilsamans er sostatt talan
um ein lønarvøkstur uppå
6,5%.
Men harumframt skuldu
karendsdagarnir verða tikn-
ir av i 1. juli í ár, og tað
gevur eisini eitt sindur
Slaka ikki meiri
Karsten Hansen sigur, at við
at góðkenna hetta semings-
uppskotið, hevur hann
strekt seg longur enn hann
heldur er fíggjarliga skyn-
samt í løtuni.
Og hann sigur, at talan
verður ikki um at hann
slakar meiri fyri at fáa eina
semju við Starvsmannafel-
agið.
Hann sigur, at nú er tað
Starvsmannafelagið,
sum kann enda ósemjuna á
almenna arbeiðsmarknað
inum
Og tað kann Starvs
mannafelagið gera við at
bara
góðkenna semin;
lønarvøkstur
hesi 56,5
verdur undir ongum um
stødum talan um
fíggjarmálaráðharr:n
11 stórri
enn
prosentini
sigur
Væntar at tað endar
skjótt
Karsten Hansen sigur, at
hann væntar avgjørt, at
verkfallið fer at enda skjótt.
Eg ivist ikki í, at tað
verður heilt skjótt, at Starvs-
mannafelagið ásannar, at
tað einasta rætta er at góð-
kenna semingsuppskotið.
Hann sigur, at áðrenn
samráðingarnar hesuferd,
varð Starvsmannafelagid
gingið við til ein lønar-
vøkstur uppá 7%.
— Hetta semingsuppskotið
gevur teimum 6,5%.
— Sostatt er tað bara eitt
hálvt prosent, sum skilir
partarnar.
- Men tað eru vit, sum
hava slakað. Starvsmanna-
felagið hevur ikki slakað ein
tumma.
Hann sigur, at tað hálva
prosentið kann Starvs-
mannafelagið klípa burtur-
av ti 1,1 prosentinum, sum
umflokkingarnar kosta.
Karsten Hansen sigur, at
vil Starvsmannafelagið
heldur brúka ein part av tí,
sum umflokkingarnar kosta,
til beinleiðis lønarhækking-
ar ístaðin, er hann til reiðar
at tosa um tað.
— Men eitt er so púra
greitt: Flytingin uppeftir er
liðug, leggur Karsten Han-
sen dent á.
So tann semja, sum nú
verður gjørd, skal liggja
innanfyri tey 6,5 prosentini,
sum semingsuppskotið er,
leggur hann afturat
Hann heldur, at hóast
Skulu tær almennu lønirnar hækkast 6-7%,
við sær
semingsroyndirnar eru
slitnaðar á øðrum sinni, er
hann ikki fyri, at løgtingi0
leggur.
- Eg eri framvegis av
teirri áskoðan, at hetta er eitt
mál ímillum fakfeløgini og
arbeiðsgevaran, sigur Kar-
sten Hansen.
— Og eg rokni við, at mót-
partur okkara slær kalt vatn
í blóðið, so at vit fáa gjørt
eina semju innanfyri sem-
ingsuppskotið, sum er.
Kostar uppsagnir
Karsten Hansen sigur, at
aftaná Starvsmannafelagið,
standa øll hini fakfeløgini á
almenna arbeiðsmarknaðin-
um og bíð: eftir samráð-
ingum við fíggjarmálastýr-
ið.
Og tað er onki at ivast í,
at sáttmálin við Starvs-
mannafelagið fer at leggja
stødid fyri teimum sáttmál-
unum, sum skulu gerast aft-
aná.
— Tí er onki at ivast i, at
tann lønarbatin, sum Starvs-
mannafelagið fær, fer eisini
at verða galdandi fyri øll
hini fakfelggini sum heild.
Fíggjarmálaráðharrin
sigur, at hvørt prosent, sum
tær almennum lønirnar
hækka, kostar landskassan-
um 13 milliónir tilsamans.
Sostatt fer hetta sem-
ingsuppskotið uppá 6,5%,
sum vit nú hava góðukið,
at kosta landskassanum ein
ar 85 milliónir afturat í løn
arútreiðslum.
Og tað er ov stórur løn-
arvøkstur til, at fíggjarlógin
kann bera tað.
Karsten Hansen sigur, at
tað verður heilt ómgguligt,
at seta so nógv av á
fíggjarlógini til lønir, at allar
hesar 85 milliónirnar kunnu
koma afturat.
— Tí er onki at ivast í, at
júst tað fer at henda, sum
eg alla tíðina havi ávarað
ímóti:
Nevniliga, at ov stórar
lønarhækkingar fara at føra
til, at fólk fara at verða upp-
søgd, tí landskassin ber heilt
einfalt ikki so stórar øking-
ar í almennu útreiðslunum.
Hann sigur, at hann dugir
ikki at síggja aðrar møgu-
leikar enn, at hetta fer at
kosta størv.
— Tí lønarkarmurin kemur
í hvussu so er ikki at veksa
við hasum krónutalinum.
— Men hetta er so eitt má,
sum vit mugu taka stóðu til
aftaná.
— Men tú hevur sav alla
tíðina, at tú fer ikki at ganga
við til ein sáttmála, sum fer
at bera í sær, at til eru
noydd at siga fólk úr starvi
seinni?
— Ja, og at vit góðkenna
hetta semingsuppskotið skal
or
sum tað nú er I
Tí tað er heilt ómoguligt, at lónarkarmurin hjá 1
Hansen, fíggjarmálaráðharri
Lan un
takast sum eitt dómi um
hvussu langt vit hava toygt
okkum fyri at fáa eina
semju.
Tað hevur týdning at fáa
enda á hesum arbeiðssteðg-
inum, tí hann hevur álvars-
ligar avleiðingar við sær,
bæði fíggjarliga og menn-
inskjansliga fyri einstakl-
ingar, almennar stovnar,
vinnulívið og samfelagið
alt.
Men tá ið tú góðtekur eitt
semingsuppskot, sum ikki er
fíggjarliga skynsamt, er tað
tí so, at tú er lagdur undir
trýst frá samgonguni?
— Ikki uppá nakran máta.
- Eg havi fingið fulla
heimild til at gera ein nýggj-
an sáttmála.
— Og tað havi eg fingið
fullan stuðul til, eisini frá
mínum egna flokki.
Karsten Hansen sigur, at
eftir hansara tykki skuldi
lønarvøksturin ikki verið
meiri enn 3-4% uppá tvey
ár.
Upprudding
Umframt lønirnar, stendur
í semingsuppskotinum, at
ein arbeiðsbólkur skal setast
at útgreina sáttmálaviður-
skiftini á Strandferðsluni.
— Hetta kostar Landskass-
anum einki. Her er bara
talan um at útgreina við-
urskiftini.
er tað onki at tvast í
almenna kann hækkast við tí krónutalinum
u tað fer at føra uppsagnu
sigur Karsten
Mynd: Jonhard Hammer
Øll såttmålavidurskiftini
á Strandferðsluni eru ikki
líka greið
Og fyri at gera tey ein-
faldari at tulka, skal hetta
arbeiði gerast
Hetta hevur onki við tað
at gera, at endamálið er, at
bera so í bandi, at strand-
faraskipini fara at sigla, eina
aðru ferð, arbeiðssteðgur er,
sigur Karsten Hansen
Politiskt verkfall??
Tú hevur verið undir ill-
gruna fyri miðvíst at hava
skipað fyri arbeiðssteðgin-
um fyri at útarma fakfel-
øgini, so at tey onki skulu
formáa sær í longdini?
— Tað er heilt burturvið at
siga, SO.
—Leidslan í Starvs-
mannafelagnum veit full-
væl, at tann lønarhækking-
in, eg eri gingin við til, er
helst tann størsta, tey nakr-
antíð hava fingið, sigur Kar-
sten Hansen.
Hann sigur, at tað hin-
vegin eisini eru mong, sum
hava illgruna um, at hetta
er eitt politiskt verkfall i-
móti landsstýrinum
— Men eg hav: valt ikki at
trúgva tí . Tí skal endamálið
verða at kollrenna samfel-
agið, er tað ov langt út,
sigur Karsten Hansen