Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-04-07, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. apríl 1999síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 64 — 7. APRÍL 1999 ítróttar 17 NSI gav B36 at hugsa um Fótbóltur: Gott fótbóltsundirhald í Runavík, tå B36 vitjaði. Sumbingar, sum eru aftastir í bólkinum, arbeiða við at fáa meiri styrk úr Jugoslavia Við allari virðing fyri Sum- ba og LIF, so verður tað í innanhysis uppgerdunum millum B36 og NSTI, at tað verður tættast og at spælar- arnir tískil fáa bestu dystar venjingina. Sumbingar vóru á longstu fótbóltsferðini í nýggjari tíð í Føroyum í påskavikuni. Teir fóru norður leygardag- in í næstsíðstu viku, og teir komu ikki suður aftur fyrr enn skírisdag. Men tá høvdu tir avgreitt allar tríggjar dystirnar norðanfyri, og tað vil aftur siga, at teimum nýt- ist ikki at koma norður um aftur fyrrenn tað verður far- ið undir landskappingina. Tað færttist annars úr Sumba, at teir arbeiða við at fáa sær meiri styrk úr Ju- goslavia. Tá Sumba miku- kveldið spældi í Gundadali móti B36, var ein jugoslavi við, sum ikki hevur spælt við Sumba áður. Hann eitur Nebosja Veljkovic, hann tóktist ikki vera serliga væl fyri kropsliga, men hann hevði góðan bóltfórleika og var skjótur. Ein annar jugoslavi er eis- ini komin til Sumbiar, men tað er ikki sum at siga tað at fáa spæliloyvir úr Jugo- slavia, um spælararnir ikki sjálvir hava fingið tað uppá pláss, áðrenn teir eru farnir heimanífrá. At samskifta við eitt land, sum er í kríggj við eina hernaðarsamgongu man ikki vera gerandiskost- ur hjá Fótbóltssambandin um, sum í sovornum fórum skal vera millumlið til før- oysku feløgini, og haraftur- at hava teir heldur ikki i Jugoslavia gloymt, at tað hevur verið høgtid. Fingu tvey mál á ferðini Sumbingar spældu í Leirvík tyskvøldid og í Gundadali mikukvøldid. I Leirvík tap- tu teir 3-9, eftir at teir í hålv leikinum høvdu verið aft- anfyri við einum máli. Hóast tað vóru møguleik- ar báðar vegir, so var einki at taka seg aftur í, at LÍF var stinnara liðið. Men sumbingar høvdu onkra royndina móti målinumm hjå LIF. At tad ikki eydn- aðist t.d. Eiríki Joensen og Birgiri Jórgensen at fáa mál komst ikki minst av, at Hall- ur Hansen í LIF málinum stóð væl. Pólski miðvallarin Mirek legði heimaliðið framum, og síðsta málið var gott langskot frá John Olsen. I Gundadali var klassa munur. Nýggi jugolsavin minkaði um munin til 3-1, men tað var ongantíð ivi um úrsliuið. Merkisvert var, at John Petersen kom inn í 2. hálvleiki. Hann hevur verið skaddur síðani landsliðs- ferðina í Spania. Máltevið er ikki farið, tað sást. tá John staðfesti 6-2 sigurin. Tætt og javnt Páskaaftan var B36 í Runa- vík. fad hevur ikki altid sæð so væl skipað og vakurt út, tå hesi bæði liðini hava dystast, men hesa ferð var talan um ein fínan fótbólts- dyst. B36 hevur trupulleikar á málverjuplássinum. Egin Høgnesen er plágaður av skaða í rygginum, og tað er framvegis óvist, nær hann verður klárur aftur. Ungi Pól N. Joensen royndi seg í fyrsta dystinum í steypa- kappingini, og leygardagin stóð Tróndur Vatnhamar í málinum. Í fjør bæði spældi hann úti og vardi málið í 2. deild. I Runavík dámar teimum einmi serligt. tá tað tíðliga á árinum verður tosað um, at tað gongst teimum væl. Tað halda teir seg ikki hava góðar royndir av! Men tað var sjón fyri søgn, at tað ikki so litið gekk væl leygardagin. Sjúrður Jacobsen, sum ofta hevur verið vongverji í vinstru, hevur nú fingið stóra ábyrgd mitt á midvøll- inum, og tað tykist ganga væl. Gert Langgaard er skadd- ur, men tað tóktist ikki sum teir hava trupulleikar í álop- mum. Christian Høgni Jac obsen og Oli Hansen vóru sera væl upplagdir og settu B36 verjuna undir stórt trýst. Nino á vinstra vongverja hjá B36 mistók seg stórliga, tá NSI kom á odda. Hann feilmetti og lat Helga L Petersen sleppa framat vandaleysum bólti í høgru, og Christian Høgni Jacob- sen umsetti innleggið til mál. Nino var eisini óhepp- in, tá Christian Høgni. B36 verjumadurin tapti luftstrid vid Ola Hansen og so var 2-0. Tað gjørdist 3-0, tå B36, sum tå var frammar- laga stødd og tiskil tunn. ikki dekkaði nóg væl. Carl H. Høgnesen pyntaði Djóni N. Joensen gjørdi »come-back« á B36- liðnum um påskirnar (Mynd: Alvur Haraldsen) B36 fekk sær ein hvøkk inni i Runavik, påska- aftan. Teir møttu ein um vælupplagdum NSI-Iiðið, sum vann 3-1 (Mvynd: Jonhard Hammer) um við góðum langskoti John Petersen spældi ikki við í Runavík, og Tomislav Sivic setti seg sjálvan inn. Serliga fyri Jákup á Borg tykist tað vera saknur, at John Petersen ikk: er við Øssur Hansen og Egil Zach ariasen hava ikki enn tann tydning fyri B36, sum teir ra at fara at fáa em el y £ ikingar løgdu rygg til tvey stórtap: NSÍ vann 6-0 í Leirvík, og B36 sendi leirvíkingar norður við 7-0 tapi á bakinum 2. páskadag var NSI í Sumba. Teir fóru suður við trolara longu 1. páskadag, og tískil skuldu teir verið væl fyri. Men at tað er strevið at dystast móti Sumba á Krossinum var enn eina ferð staðfest. 1. hálvleikur var málleysur, og tað var ikki fyrrenn mitt í 2. hålv- leiki, at oll málini komu. Kári Hansen, sum var inn- skiftur skoraði sigursmálið hjá NSI, eftir at Christian Høgni Jacobsen hevði seit hol á og Eiríkur Joensen heyð: javnað jh