Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-04-07, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. apríl 1999síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ne Nr. 64 — 7. APRIL 1999 itrottar 19 Eingi suduroyarlid norðanfyri á páskum Fótbóltur: Kappingarstjórin hevur ikki givið loyvi til, at dystirnir skuldu útsetast, men feløgini siga seg hava fing- ið loyvi at útseta frá kappingarnevndini Sambært skránni fyri bólka spælið í steypakappingini skuldu VB og TB havt verið norðanfyri bæði páskaaftan og 2. páskadag. Påskaaftan skuldi VB havt verið i Klaksvík og TB á Toftum og 2. páskadag skuldi TB spæla í Klaksvík og VB á Toftum Men eingir dystir vóru í Klaksvík og á Toftum hesar dagarnar. Kappingarstjórin hevði givið loyvi til, at páksaaftan skuldu VB og TB spæla. Dysturin millum B68 og KÍ hevur kappingarstjórin ásett at vera mikukvøldid i kom- andi viku. Suðuroyarliðini = heittu fyri páskir á kappingarstjór an um at fáa dystirnar norð- anfyri útsettar til verkfallið var av, men kappingarstjór in boðaði teimum frá, at hann hevði sama hugburð ul hetta, sum hann hevði vikuna frammanundan, tá KI og B68 skuldu til Suð uroyar. Tað vil við ødrum orðum siga, at um liðini ikki møttu til ásetta tíð, so taptu tey. Seinni boðaðu suðuroyar- liðini KI og B68 frá, at tey frá fleiri limum í kapping- arnevndini høvdu fingið loyvi til at útseta dystirnir norðanfyri, tí tað var so tvørligt við sambandinum. Greitt er, at avgerðin um utsetingina ikki var eftir høvdinum á kappingarstjór- anum. Dánjal Andreasen heldur seg til samtyktina, sum varð gjørd á síðsta fundinum i kappingar- nevndini. Hon segði, at um lið ikki møttu til dystir í bólkaumfarinum, so skuldu tey tapa, og so skuldi nevndin annars taka stóðu til, um tað skuldi hava nakr- ar aðrar avleiðingar. Dánjal Andreasen var ikki at hitta í gjár, men kappingarnevnd- in skuldi hava fund seinna- partin í gjár, og tá skuldi hesin spurningurin takast til viðgerðar Dystirnir, sum sambært skránni skuldu havt verið páskaaftan, verða í staðin spældir komandi sunnudag Tá skal VB ul Klaksvíkar og TB ul Toftir Kurt i hopla Avlýsingarnar og útseting arnar bóru við sær, at i staðin fyri fýra dystir, so vóru bara tveir dystir í bólki tvey á páskum Toftamenn vóru smurdir av 5-0 í Klaksvík skírisdag, > c og tad var fyrst og fremst Kurt Mørkøre, sum gjørdi um seg. Hann skoradi øll fimm målini, og tå stødan var 5-0 misnytti hann eitt brotsspark. Eyðun Petersen í B68 málinum bjargaði Hann hevði nakað framm anundan loyst Allan Joen sen av. Hesin hevur verið skaddur í beininum, men tað var mett, at hann var komin so mikið fyri seg, at hann kundi spæla Signar Johannesen og Fróði Clementsen vóru miðverjar hjá B68, og verður spennandi at síggja, hvussu B68 venjarin, Bjørn Krogh, fer at byrgja upp fyri Kurt, tá KI kemur út á Toft ir. Tí tá verður talan um generalroynd til landskapp ingina. Í fyrsta umfarinum skal B68 til Klaksvíkar! so VB aftur omanå I løtuni eiga vågbingar besta fótbóltsliðið í Suðuroy. Tað Var sjón fyri søgn á Sevmyri skirisdag, tá VB vann 2-0 og påskaaftan var tað stað fest á Vágseiði, tí tá vann VB 3-0 á TB I fyrra dystinum vóru vágbingar greitt omaná í I hálvleiki, og tað var tá, at tir høvdu møguleikarnar og Kurt Mørkøre byrjadi árið har hann slepti í fjør. Hann fekk oll fimm málini móti tofta- monnum »KI 4 IBb n meir g nd trýsta, men VB málver varð ikki settur á tær st royndirnar I Vågi var 1-0 í hålvleik inum, og tað vóru teir báðir útlendingarnir hjá VB, sum skoraðu øll málini. Í 1. hál leiki skoraði Krzystof Pop czynski, og í 2. hálvleiki staðfesti sami maður sigur in, eftur at Milan Culjic hevði økt til 2-0 A Tvøroyri hevði VB sama lið, sum teir høvdu móti B68, burtursæd frá at Bjarni Johansen var aftur málinum. Í Vági vóru Hans Pauli Dahl og Elian Han við í staðin fyri Palla ; ustinussen og Petur O Samuelsen jh Harley Bertholdsen tvisporandi vid bóltinum. Hann og KI hava fingið væl burtur úr higartil í ár