leygardagur 10. apríl 1999síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 67 — 10. APRÍL 1999
tíðindablað 13
|
Nr. 67
10. APRIL 1999
- Trådurin, ið gongur igjøgnum meg-
inpartin av míni list, er havið og tón-
leikurin, sigur Jóna Rasmusen
Mynd: Jens Kr. Vang
Jóna Rasmussen einkarframsýning í Listasavni Fórova:
Sjómanskona og listakvinna
- Framsýningin er ein sjálvsmynd. Ein útlevering av mær sjálvari og mínum
kenslum, sigur Jóna Rasmussen, listakvinna og sjómanskona, ið fyri fyrstu
ferð sýnir fram einsamøll
Turið Kjølbroø
Íblásturin kemur alla
staðni frá. Ur nærumhvorv-
inum. úr huglagnum í sam-
felagnum. frá eini sangløtu
ella einum moti. Frá einum
biltúri ella eini telefonsam-
rødu. Iblåsturin stavar onk
ursvegna ur tí fjara. Hann
myndar longsulin
Eg súgvi alt til mín, oll
inntrykk. og nógv brúki eg
aftur - um aftur og umaftur.
Eitt mánalýsi eg sá sum ung
genta hevur gjørt varandi
inntrykk á meg. Ta myndina
havi eg tekna í nógvum frá-
brigdum
Eg lurti ikki eftir tón
leiki. tá ið eg arbeiði. Tá
tonleikurin í HO
um aftan fyri tað. eg geri
sigur Jóna Rasmussen
Jóna Rasmussen. ið er
fødd í 1946, er av kendari
lista- og tónleikaætt í Havn
Abbin var Christian Gutte-
sen, vanliga nevndur Kisan
og pápin Jens Fr. Guttesen.
Maður Jónu. Ingolf. er sjó
maður. Børnini eru Jens
Pauli og Sigrid, 10 hevur
gjørt seg galdandi á
tonleikaøkinum
Sum smågenta kom eg
nógv inn til ommu og abba
å Tinghusvegnum. Abbi
stjórnaði Havnar Hornor
kestri, GHM, og málaði á
einum staffeli í stovuni
Hann gjørdi naturalistiskar
myndir, eg så, hvussu hann
arbeiddi og fekk hug sjålv
at royna.
- Sum barn fekst eg mest
vid at tekna, eg havi i
grundini altíð teknað og
verið kreativ á nógvum okj
um. Longu sum fjúrtan ára
gomul málaði eg abstrakt
Minnist eg gekk fram við
Pakkhúsinum. tá ið pápi
sendi meg út við rokningum
Shell, og sá allar kass
r. sum stóðu stáplaðir
Kassarnir hava fylgt
er síðani. og ganga aftur
í nógvum. eg máli.
Undirvísing
Tólv ára gomul sá Jóna eina
lýsing í Dimmu, har tað
varð sagt, at Ingálvur av
Reyni hevði listaskula
- Tað vildi eg sleppa at
royna, men eg var ov ung
Eg helt. at skúlin var komin
fyri at verða, men hann var
tíverri bara tann eina
veturin
Fyri nøkrum árum síðani
fekk Jóna serligan áhuga
fyri møguleikunum í ymisk-
ari grafiskari tøkni
- Vit búðu seks ár í Grøn-
landi og har gjørdi eg nógv-
ar skitsur. Heimkomin aftur
sá eg, at Olivur við Neyst.
listamaður, heyði undirvís-
ing i Kveldskúlanum. Eg
meldaði meg til fyri at fáa
at vita, hvar er fleyt. Síðani
havi eg eisini gingið til und-
irvising hjá Torbjørn Olsen.
Hon hevur verið á skeið-
um í Danmark í grafikki og
havt lærarar sum Ib Agger
og Bjarne Aggerbo, men
serliga hevur hon arbeitt
sjálv við egnu koparstung
upressu sími og á Torshavn
ar Listaskúla. har hon hevur
undirvist í grafikki seinastu
fimm árini
Tað ræður
bara um at tora
Hetta er fyrstu ferð, Jóna
Rasmussen sýnir fram eins-
amøll, men annars hevur
hon tikid lut á nógvum
framsýningum saman við
ðrum. bæði í Foroyum og
uttanlands. Í løtuni sýnir
hon fram á stóru føroysku
framsýningini á Den Frie í
Keypmannahavn
- Tá ið tú sýnir fram sam
an við øðrum, kanst tú lætt
ari krógva teg. Sýnir tú fram
einsamøll, útleverar tú teg
sjálva nógv meiri. Hetta er
nakað djúpt persónligt. Eg
eri rættiliga sjålvkritisk
Hevdi eg ikki verið tað.
hevði eg langt síðani sýnt
fram einsamøll
- Tá id eg havi sent verk
inn til framsýningar, hava
sensurnevndirnar altíð valt
tær abstraktu burtur úr. og
so er linjan líkasum løgd.,
sigur Jóna Rasmussen
Verkini, Jóna hevur við á
framsyningini í Listaskåla
num, eru 95 tali, málningar
og grafikkur, og eru oll evn-
að seinastu árini.
- Yvirskriftin á framsýn-
ingini vildi eg sagt er:
sjålvsmynd ella longsul. I
øllum fórum kenslur. Tað
kann vera tankar í sambandi
við eina telefonsamrødu við
mannin. Er fiskiskapurin
góður sæst tað aftur í mynd-
unum. Tá ið heimkoman
nærkast máli eg í bjartari
litum. Og tá ið hann kemur
heim verða myndirnar glað-
ari. Eg síggi alt í myndum
Skip í havsbrunni ella við
bryggju. Vár. Náttúru. Tón
ar, børn, og hugløg
Ert tú ein droymari?
- Tað má eg vera, ti eg
droymi meg mangan burtur
i myndum. Men samstundis
haldi eg eisini, at eg havi
jardarforbindilsi. Onkurs
vegna er tað ein kombina-
sjón av báðum. Í mínum lívi
eru so nógvir mótsetningar,
og tað vil so vera, tá ið eg
fáist við list og samstundis
havi ein mann, sum siglir
Listin er yrkið hjá Jónu
Rasmussen burturav. Hon
er útbúgvin sjúkrahúslabo
rantur. men hevur bert í tvey
ár tilsamans arbeitt í tí yrk
inum
- Tað hevur avgjørt nakað
at siga fyri mína list. at eg
havi ein mann, sum siglir
Tað at hann siglir, hevur sett
nakað í gongd í mær. Eg
brúki hvønn minutt, hann er
burtur, kedi meg aldrin og
tíðin røkkur ikki til. Eg
hugsi nærum i blåum og
min fyrsti målningur var
myrkablåur. Blåi liturin er
vorðin sterkari við árunum
Einfaldsgeri
Millum myndirnar á fram
sýningin eru fimm krunk
asvartar, hon nevnir Myrk
ari enn svart. Hesar eru mál
aðar í 1994 og súmbolisera
svartskygnið, ið lá yvir allar
Føroyar
- Vit vóru í eini djúpari
og svárari kreppu. og hon
gav mær iblåstur ul mynd
imar. Eg einfaldsgeri allar
myndirnar, men í allari pro-
sessini, sum er til inni í mær
og sum koma fram á mynd
unum so við og við. er tann
sumbolikkurin, eg vil ha
fram. Hóast eg
eina flatu, ligg
í myndini. sun
av allari prosess
væl greið yvir. at tað
ult hjá áskoðaranum
síggja løgini og ti havi e
altíð ein tittul við
Framsýningin letur upp í
Listaskålanum í dag kl
16.00 og er opin til 2. mai