Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-04-10, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. apríl 1999síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

umstødur at gera undir- halds- og ungdómssend ingar. Velja vit at gera nakrar ungdómssendingar, so noyðast vit at:skerja á ettt nú barnagkinum. So einfalt er tað - Í næstu vetrarskrá vóna vit at hava eitt tilboð til størri børn. Vit fara neyvan at síggja fleiri føroyskar sendingar til smærri børn, men helst betri sendingar. Alt skal vera å føroyskum ella verða føroyskad, og vit arbeiða við at leggja eitt sindur meir av føroyskum inn í barnasendingarnar. Tað er ein stór og spenn- andi avbjóðing at finna tað fóroyska á barnaøki- num og vit vilja fegin hava meiri av ti. At skjaldrini verða brúkt í eimi barnasending er ein máti. Vit skulu hava meiri av slíkum. - Sjálvsagt vóna vit, at figgjarliga grundarlagið verður so mikið gott. at vit kunnu framleiða meir Hvat tað kostar at seta í verk alt tað, sum Ora víkarskjalið leggur upp til. dugi eg ikki at siga. men tað er í ollum fórum væl meir enn inntøkurnar eru í dag. Ein upphædd sum 35 miljónir hevur verið nevnd. Fáa vit høvi til at vinna inntøkur so ella so, eri eg vissur í, at tað sæst aftur í fleiri føroyskum sendingum í eini breiðari merking sambært public- service-hugtakinum. Tað snýr seg um at veksla pengar um til mentan. Sjónvarp Føroya keypir sum er sendingar frá trim- um donskum rásum. Allar eru public-service-rásir á rímiliga høgum stigi. - Vit royna at velja sendingar við atliti til. hvat er áhugavert hjá for- oyingum at síggja sam- stundis sum vit hava pub- lic-service-hugtakið í huga. Tað er greitt. at tå vit ikki megna at saman- seta eitt breitt føroyskt tilboð til hyggjararnar, setur tað stórri krøv til samlaðu skránna. Ut- lendsku sendingarnar skulu saman við teimum føroysku standa fyri eini fjølbroyttari skrá. Utgerðin skiftast út Sjónvarp Føroya sendir 40 tímar seks dagar um vik- una. Ein fimtapartur er føroyskar sendingar, men málið er, at ein tridingur skal vera eginframleiðsla. - Vit framleida fram- vegis sjónvarp ógvuliga bíliga í mun til aðrar sjón- varpsstødir. Eg kann vissa fólk um, at vit eru so dyggiliga undirmannað í mun til tað sum vit fram- leiða, um vit samanbera við aðrar sjonvarpsstødir. Men vit skulu fyri alt í verðini framleiða bíliga. Bæði vit og føroyska mentunarøkid sum so, noyðast at síggja i eyguni, at tað verða ongantíð heilt nógvir pengar á føroyska mentunargkinum. - Umframt avmarkaðar Nr. 67 — 10. APRÍL 1999 figgjarligar karmar hava vit Clsini ein annan trupul- leika. sum eitur gomul, niðurslitin og ótíðarhósk- andi útgerð. Gekkurin hevur hjálpt eitt sindur upp á støðuna. men tekn- Iski tørvurin er so mikið Storur, at vit tosa um eina umlegging av øllum tekn ikkinum til digitalan tekn- ikk. Tað vil siga íløgur á uml. 4-5 miljónir krónur um árið í 4-5 ár. Vinning- urin er sjálvsagt, at fram- leiðslan verður rasjónali- serað so hvort. Í vetrarskánni er triðju hvørja viku ein breið mentunarsending, sum eitur Basalt. og hvort sunnukvold er Innskot, ið er prát við fólk. Um taian verður um fleiri sendingar av hesum slag, torir ment- unarstjórin ikki at lova - hóast tað so flott eitur í Øravikarskjalinum, at SvF skal vera við til at kveikja og menna føroyska leik- list. myndlist. tónleik, dans, skaldskap og aðra list og soleiðis vera ein kelda til íblástur hjá før oyskum listafølki - Eg haldi ikki, at ment- unarsendingar beinleidis eru undirumboðaðar í skránni hjá okkum. Ment- unarsendingarnar, sum SvF ger, skulu fara niður í prosessina viðvíkjandi føroyskari mentan og lýsa, hvat rørir seg har. Ikki minst eftirmeta. Tá ið sagt verður, at SvF skal kveikja og menna verður hugsað um, at stovnurin skal við gera fyritreytir og karmar fyri mentan og list. Tad er ein spennandi uppgåva, sum sjónvarpið eigur at vera vid til at lyfta. Kon- septið aftan fyri Basalt er mentan í einum breiðum týdningi og lívstílur. Send- ingarnar skuldu helst fing- ið fólk at hugsa eitt sindur ødrvisi og at síggja, at nøkur bera seg eitt sindur ødrvisi at enn vit vanliga síggja í gerandisdegnum. - At gera aðrar mentun- arsendingar hugsa vit eisini um. Innskot er kom- ið fyri at verða. Vit meta, at tað er gott at hava eina sending, har fólk kunnu greiða frá, hvat tey gera, hvørjar fyritreytir og tank- ar liggja aftan fyri tað, tey gera. - Føroyska samfelagið er rættiliga óupplýst. Vit kunnu væl reypa av, at hóast vit eru ein lítil tjóð, so hava vit eina sjónvarps- stød, eina útvarpsstøð, og fleiri blød. Men í veru- leikanum er hetta ikki nógv. Harafturat eru miðl- arnir ikki stórir í mun til, at teir skulu lýsa alt tað fjøltåttada virksemið í einum heilum landi. Vit síggja tað týðiliga við, at útjaðarin ikki er nóg væl dekkaður, at einstøk oki ikki verða dekkað. at mentanin í útjaðaranum ikki sleppur upp í part í sama mun sum mentunar- lívið í midøkinum, og at miðlarnir ikki hava nóg stóra orku at fylgja málum upp. Hetta hevur týdning fyri bæði fólkaræðið og mentanina. Tí er tað so umrådandi, at tann av- markaða redaksjónella orkan verður brúkt rætt Tak nú til dømis mentun- arókið. Alt ov nógv orka fer til forumtalu. Hví ikki brúka orku uppá eftirvið gerð og at tosa um dygd? Landið er lítið. so fólk kunnu nokk finna út av. hvar hetta og hatta tiltakið er, og hvor stendur fyri ti Um vit brúka orku til at tosa um dygd, og harvið seta krøv, kunnu miðlarnir kanska gera sítt til. at mentanin mennist. Og tað eigur at vera ein høvuds- uppgáva. Tað er í mentan ini, at eitthvørt fólk skal finna sin samleika - og sin stórleika, um vit tosa um tað. Tað er jú eisini ólíka lættari at standa saman um mentanina enn um eitt nú landskassaúrslitið. Hvat er týdningarmikið Sjónvarpið og sjónvarps skráin eru mangan fyri skotum. Meiningarnar eru nógvar um, hvat og ivussu Sjónvarp Føroya eigur vera. Í eini sending í 'tvarpi Foroya her fyri. segði Eyðun Andreasen. professari, at SvF hevur agað seg ov nógv eftir útlendskum fyrimyndum. og at bert ein sending evur verið í SVF í nýggj- ari tíð, sum hevur verið týdningarmikil. - Tað er rætt, at sending- arnar um Bankamálið vóru ógvuliga týdningarmiklar. Í teimum sendingunum var alt tað, sum skal til fyri at gera tær spennandi. Vidurskiftini millum Før- oyar og Danmark, illgruni um samansvørjing, leiklut- urin hjá hægstu ráðharru- num og figgjarliga lagnan hjá føroyska fólkinum. Tað er greitt, at tað inni- haldsliga er trupult at gera slíkum sendingum eftir. Sendingarnar fingu jú eisini ávirkan á løgtings- valið. Hinvegin vil eg siga, at tað er púra burtur við at siga, at aðrar ikki er týdningarmiklar. - Tað er heldur ikki rætt at siga, at SVF hevur lagað seg ov nógv eftir handils- ligum etlitum. Eingin onnur sjónvarpsstoð, ið skal senda til alt fólkið. sendir sendingar, sum aðra staðni verða mettar sum smalar sendingar, í bestu senditíð. Har eru sending- arnar sunnukvøld eitt dómi. - Tað er okkara fatan, at ein ómetaligur stórur part- ur av Føroya fólki hyggur at SvF sunnukvøld. Vit hava góðar hyggjarar, nógv siga seg síggja alt tað føroyska, og tí sleppa vit undan kolldømandi hyggjaratølum, ið aðrar stødir veruliga líða undir. Tí líkist SVF ikki øðrum rásum og tí kunnu vit senda sendingar, sum øll aðra staðni ikki hyggja at, í bestu senditíð. - Samstundis sum vit síggja, at nógv hyggja at # Faye. EDH Ivan Niclasen hevur lisið danskt og søgu á lærdum háskúla i Danmark Síðani á sumri 1996 hevur hann starvast í Sjónvarpi Førova. Meginpartin av tíðini sum programmleiðari. Mynd: Jens Kr. Vang SvF sunnukvold, síggja vit eina gongd, har fólk velja ímillum tað foroyska sjón- varpið og aðrar rásir. Vit eru við rúkandi ferð á veg úr eini bókstavamentan og inn í eina skíggja-mentan, sum setir heilt nýggj krøv til føroyska mentan og okkum. Vit merkja tað frá ungdóminum, ið sigur. at SvF skal senda dygd og góðsku. Tað er tekin um tilvit, har tey ungu siga: vit velja dygd fram um nakað annað. Eisini fram um tað, sum er føroyskt. Tað at velja dygd fram um alt annað, er í sjálvum sær eitt tekin um sunnleika. Tað er avgjørt ein av- bjóðing til okkum, skulu vit vinna ungu hyggjarar- nar aftur. Hvussu sær Sjónvarp Føroya út um 5 år? - Vénandi soleidis sum lagt verður upp til i Øra- vikarskjalinum. Tad er sera umráðandi fyri Sjón- varp Foroya at sleppa at virka undir fyritreytum soleiðis at tað ber til at koma so mikið langt. Vit síggja eina vaksandi skíggjamentan, og vit vóna, at SvF verður tann fremsta rásin, tann fyrsti skíggin brúkarin velur - í øllum forum ein, sum brúkarin kemur aftur til fyri at fáa eina heildarfat- an av føroyska samfelag- num í breiðum týdningi. Vit koma spakuliga nærri málinum, sum eitur, at tridingurin av sendingu- num skulu vera føroyskar sendingar. Týdningarmikil mentunarberi Hvat pláss eigur Sjónvarp Foroya í einum framtíðar føroyskum mentunarpoli- tikki? - Tað veldst um, hvussu vit velja at hyggja at Sjón- varpi Foroya. Sum ment- unarstovnur eigur SvF ein greiðan leiklut í einum føroyskum mentunarpol- itikki. Politikararnir eiga at gera sær greitt, um teir ynskja, at SVF skal verða tann mentunarstovnurin, sum hann verður lýstur í Øravikarskjalinum, ella nakað annað. Sum fremsta rásin hjá føroyingum skal SYF kveikja og menna føroyska mentan, geva eina fatan av føroyska samfelagnum, vera ein trygd fyri at fólkaræðið virkar og so framvegis. Ein og hvor public-ser- vice-rås er ein ómetaliga stórur partur av mentunar- lívinum í einum og hvørj- um landi. - Samstundis er tað ein sannroynd, at tað eru fáir pengar at arbeiða við. Ein landsstýrismaður í menta- málum hevur eina truplari uppgávu enn aðrir lands- stýrismenn, tí hanssra grundgevingar kunnu ikki gerast upp í krónum, pro- sentum og tonsatal: her og nú. Avleiðingarnar av tí, hann ger og setir í verk, síggjast ikki fyrr enn um 5-10 ár. Hinvegin er Øra- vikarskjalid so mikið greitt orðað, at tað eigur at seta Sjónvarp Føroya á eitt pláss sum ein týðandi mentunarstovnur í samfel- agnum, sigur Ívan Nicla- sen at enda í viðtali. Danielsen, sjónleikara Íkast um mentapolitikk Hetta er niggjunda samrødan i eini greinarød um ein føroyskan mentapolitikk, ið landsstýrið i samgonguskjalinum hevur sett út í kortið skal orðast við stødi í mentunarålitinum frå 1996, Avmarkaður marknaður. Í samrødum og greinum geva vit eitt íkast til orðaskiftið um ein framtíðar mentapolitikk. Komandi leygardag verður samrøda við Páll