týsdagur 13. apríl 1999síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 68 — 13. APRÍL 1999
tíðindablaðið
Blindur kunnari
i Føroyum
Tað eru liðin 25 ár síðan Føroyå Blindafelag varð stovnað. Eitt taltak í
hesum sambandi er landsumfatandi kunningarferð. Tí at Blindafe lagið
ikki hevur nakran kunnara herheima, er Rikke Nielsen úr E sbjerg boðin
til Føroya til tess at kunna førovingar um umstødur teirra blindu og
sjónveiku.
HOGNI MOHR
Í sambandi við áhugaverda
vitjan úr Danmark, skipaði
Foroya Blindafelag fyri tíð-
indafundi í Norðurlandahús-
inum fyrrapartin í gjár. Tað
er hin 28 ára gamla Rikke
Nielsen, ið arbeiðir sum
kunnari = hjá Donskum
Blindasamfelag, ið er kom-
in á kunningarvitjan.
Umframt høvudspersGnin,
luttóku formaðurin í Foroya
Blindafelag. Uni Ras-
mussen, og næstformaðurin,
Charles Gade á tíðin-
dafundinum.
Ég fari á tiltókunum
kring landið at greiða frá,
hvussu lívið hjá einum
blindum er, og hvussu tey.
ið síggja, á bestan hátt kunnu
veita einum blindum stuðul,
t.d. í ferðsluni, segði Rikke
Nielsen. — Mong eru ótrygg.
í samveruni við blind;
summi royna beinleiðis at
sleppa sær undan at koma í
beinleiðis = samband við
okkum. Tey ið royna at veita
hjálp. bera seg vegna
væntandi vitan tíverri ofta
skeivt at, tí teimum væntar
vitan um, hvussu best er at
bera seg at.
Hjálpitólini
stóran týdning
Rikke kom til Føroya fríggj-
adagin, og for longu sunnu-
dagin til Suðuroyar. Á Tvør-
oyri undirvísti hon sjúkr-
asystrum og heimahjálpum
í blindahjálp. — Eg tosaði um
ymsu eygnasjukurnar, eins
og vanligar gerða-
ndistrupulleikar -t.d. hvussu
ein best veitur tí blinda sess.
og á hvønn hátt til ber at
stuðla tí blinda, tá hann fer
at fáa sær at eta, greiddi
Rikke frá. — Hetta eru kanska
smálutir, men teir gera lív
teirra blindu lættari. - Eg
tosaði sjálvandi eisini nógv
um hjálpitólini, sum hava
stóran týdning. -
Charles Gade nevndi i
hesum sambandi, tøkniligu
menningina, ið hevur verið
teimum blindu til stóran
bata. — Telduforrit, ið kunnu
lesa teldutekstin syntetiskt
fyri tí blinda, verða fram
haldandi betraði: og í hesum
arbeiði luttaka blind eisini,
segði hann
Blindahundurin
yvurmettur
Rikke Nielsen, var ivasom.
tá hon varð spurd um trup-
ulleikarnir hjå blindum i Før
oyum og Danmark vóru teir
somu. — Tað veit eg satt at
siga ikki, tí føroyingarnir at
havi undirvíst hiðartil hava
verið heldur tigandi, sigur
Rikke og smírist. — Eg eri
sjálvandi greið yvir, at um-
støðurnar ikki eru tær somu
í løndunum báðum.
ein einsamallur blinda-
hundur. her í Fóroyum, men
kortini fari eg at tosa um
mínar royndir á hesum oki.
Summi halda, at ein blinda-
hundur kann kínast og
klappast, eins og allir aðrir
hundar á gøtuni. Hendan
uppfatanin er skeiv. Fólk
eiga ikki at royna at fáa
samband við hundin, með-
an hann leiðir hin blinda,
sigur Rikke.
- Fólk hava eisini lyndi til
at halda hundin vera klók-
ari, enn hann er — at til ber at
senda hann oman bakaran at
keypa..! Veruleikin er, at
hundurin allatíðina fær boð
frá tí blinda, og at hin blindi
altíð noyðist at vita, hvar
hann er staddur og nær
hundur og harri skulu sneiða
ella finna hurðar. Í Danmark
hevur Rikke uppliva, at tá
hon hevur spurt onkran um
veg, hevur hesin beinasami
svarað hundinum..!
Eitt annað skemtingar-
samt, Rikke nevnir, er
hvussu fólk á gøtuni royna
at fáa samband við ein blind-
an. — Vit hava sjálvsagt ikki
eygnasamband við viðkom-
andi. Tískil verða nógv
ótrygg: og summi teirra rópa
hart, fyri at fáa sam-
T. d. er
band...men. vit eru ikki
dul...! Vita fólk hinvegin, at
tey ikki skulu smæðast við
at prika ein á økslina, um
tey ynskja samband. ella
stóðan bendir á, at hjálp er
neyðug. gerst alt nógv lætt-
ari
Við hesum dómunum. ger
Rikke vart vid, hvussu neyð-
ugt tað er at upplýsa um
stóðu teirra blindu í sam
felagnum — seliga við tí fyri
eyga at fáa bilbukt við
ótryggleikanum millum
teirra ið ikki eru blind..!
Skráin framyvir
Hóast stutta steðgin higartil.
sigur Rikke seg dáma væl í
Føroyum. — Allastaðni kenn-
ist roykurin av havi. og
stuttligt er at hoyra seyðin
jarma, sigur hon. Einini helt
hon undan- og mótibrekk-
urnar vera stuttligar at upp-
liva. Hon var úti í Nólsoy
við Charles Gade sunnudag-
in. og tað var eitt satt
vælsignilsi hjá einum blind-
um at ganga í billeysari
bygd. Blindahundurin hjá
Rikke var eftir å
Flatlondum..!
Eftir tíðindafundin í gjár
vitjaði hon MBF-húsið í
Tórshavn og seinni á kvoldi
var hon í Leirvíkar Skúla og
greiddi frá.
Skráin fyri kunnaravitjani-
na er annars soljóðandi: í
morgun kl. 10.00 — Runa-
víkar Skúli. Í dag kl. 13.30 -
Runavíkar Ellisheim. Oðins-
dag kl. 9.30 — Gøtu Skúli
Kl. 13.00 — Heimarøktin i
Eysturoy og Bústovnurin á
Heilsumidstødini í Runavík.
Kl. 20.00 - Blindastovnurin,
opið hus. Torsdag kl. 10.00
- Sands Meginskúli. Kl.
13.30 — Aargardur, Sandur.
Friggjadag kl. 13.30 -
Ellisheimið i
Hammershaimbsgøtu 7.
Tórshavn og Sambýlið á
Marknagilsvegi 92.
Rikke Nielsen fer av aftur
landinum komandi mána-
dag.
Danmark
Danland
íbúðir 6137,
1 vika í
frítíðaríbúð
DanCenter
summarhús
I vika í 2
6.247,-
Noreg
summarhúsi
Pers Hotel
í Gol úr 08 8,
Ivikai .,
summarhusi
Hetland
Fasterhoull
Chalets i 8 0 4,
' Islands
summarhúsi
við 7 daga innivist
á hotelli
i dupultkamari
Edda %
Hotellini
Siglt verdur annan vegin
Sigl & Fligv sv:
Torshavn » -
Hanstholm
og á
- Vágar
? ri ht
SMYRIL LINE
Tel 31 59 00
"3.43 Æ
Æ hb