Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-04-16, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. apríl 1999síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

oe Nr. 71 — 16. APRIL 1999 itrottar Rigmor N. Joensen er ein av okkara bestu rennarum hjå kvinnum Nu nærkast Flaggdagsrenningin Renning: Eins og undanfarin år skipar Bragdið fyri stórari rennikapping Flaggdagin 25. apríl Sum vant skipar Bragdið felagið fyri frælsan ítrótt í Havn — fyri renning Flagg dagin 25. apríl. Byrjað verður niðri við Gamla Apotekið kl. 16.00, men rennararnir móta i Jotoholuni = (miðbýnum) millum kl. 15.00 og 15.30 fyri at fáa nummar handað Teinurin er 7.2 km fyri tey eldru. og 2 km fyri tey yngru. Tey eldru renna eftir Havnargøtu út á nýggja kei- økid, niðan aftur og út við Strond. har vent verður við Torgardsgøtu. Heimaftur eftir Strandarvegnum og Havnargøtu, runt Café Na túr og rutuna einaferð enn Tey yngru renna út á oc nýggja keiøkid og síðani beinleidis nidan å Gamla Apotekið og á mål. Liðkapping aftur í ár I fjør varð kappingin víðkað til eisini at fevna um lið Stovnar, virki. skúlar o.s.fr stillaðu upp við einum ella fleiri liðum. og hetta gjørdi. at luttakaratalið fyri fyrstu ferð kom upp um hundrað. Eisini í ár verður liðkapp- ing, og á liðunum (kvinnur og menn fyri seg) eru minst 3 og hægst 5. og triggjar tær bestu plaseringarnar telja við. Vinnandi konu- og mannfólkaliðini verða so tey, sum samanlagt hava bestu plaseringarnar. og fáa steyp til ognar 23 Sum vant fáa tey. sum vinna í sínum bólki. steyp til ognar, og heidurstekin til try tey bestu i bólkinum verða eisini givin. Føroya Shell stuðlar tiltakinum Kappingin er fyri oll Øll byrja í senn. og sum vant vera tveir aldursbólkar 13 ár og eldri. og 12 ár og yngri Bragdið leggur dent á. at renningin er fyri oll. yngri sum eldri. og røknar við góðari uppmøting. Nú listin verður telduvidgjørdur (skjótari avgreiðsla á mål- inum). verða áhugað biðin um at melda seg sambært lýsing aðrastaðni í blaðnum í dag Newcastle og Manchester United í ensku steypafinaluni Fótbóltur: Í einum minniligum dysti sendi Manchester United Arsenal úr ensku steypakappingini EmiL L. JACOBSEN Tað er sjáldan. men onkun tíð kemur tað fyri. at tå sær ein fótbóltsdyst. sum hevur alt. Mikukvoldið fingu vit eitt dómi um ein tílíkan dyst, tá tveir av risunum í enskum fótbólti, Man- chester United og Arsenal, brustu saman í hålvfinalu umdystinum í ensku steypa- kappingini. nevnd FA Cup Hesi bæði liðini. sum saman við Chelsea mugu teljast sum bestu liðini í Onglandi í løtuni. spældu fyrru hålvfinaluna sunnu- dagin, men hon endaði 0-0. Sum reglarnir í Onglandi siga, skuldi tí ein nýggjur dystur spælast longu miku- kvoldið. Skulu vit í stuttum siga, hvat vit kunnu krevja av einum dysti. fyri at vit skulu vera nogd. kunnu vit siga dramatikkur og undir- hald. Hesin dysturin heyði eina útvísing. eitt kolldømt mál. eitt brotsspark bjargað í seinasta minutti, og eitt framúrskarandi mål til at avgera dystin. Og stórt meira ber ikki til at krevja. Upprunaligi dysturin end- aði 1-1, og í longdu leik- tíðini eydnaðist tað Man- chester United at skora einaferð og sostatt vinna dystin 2-1. Sigursmálið var nakað fyri seg. Arsenal sá út til at vera á gáttini til finaluplåss- ið á Wembley, tá walisiski vongurin Ryan Giggs í 18. minutti av longdu leiktíðini rann fgjøenum møddu Ar- senal-verjuna og skoraði. Við bert tíggju monnum og trýstir heilt aftur á sína egnu hálvu hingu ætlanirnar hjá Manchester United um eina sonevnda »treble« meistaraskapid, = steypa- kappingina og europameist- araskapið — í einum klønum tráði, tá Giggs fór sjálvur og tryggjaði sínum liði eitt pláss í finaluni móti New castle í komandi mánaði. Arsenal kundi avgjørt tað Arsenal-venjarin Arsene Wenger var sum vera man sera vonbrotin, men við- gekk. at tað var eitt fram- úrskarandi mål. sum hevdi sent hansara lið úr kapping ini. Tað var eitt sera gott mål, sum gjørdi at vit taptu Eitt framúrskarandi mål, segði franski venjarin hjá Arsenal. Men Wenger visti, at eftir røttum skuldi Arsenal í sein- astu løtunum av uppruna- ligu 90 minuttunum avgjørt dystin og spælt seg í sína aðru finalu á rað. Arsenal fekk brotsspark. tá Phil Neville misti høvdid og gjørdi júst tað, Ray Par- lour vildi hava hann at gera. Dennis Bergkamp sá eins kaldur út og altíð, tá hann rann upp til bóltin. Skotið var heldur ikki so vánaligt, men hann hevði gloymt lær- dómin frá EM endaspælin- um i 1992. tá Peter Schmeichel tók eitt avger- andi brotsspark frá Marco van Basten (tá skoraði Bergkamp upp á sítt brots- spark). Stóri danski málverjin tók skotið og tryggjaði sam- stundis, at tå hann sigur Manchester United farvæl, verður tað frå Wembley. Bjargingin var rættiliga meinlik henni i Svøriki fyri skjótt sjey árum síðani Tá hann legði bóltin á blettin, var tað fyrsta eg hugsaði. at nú var alt liðugt hjá — okkum, vidgekk Schmeichel aftanå dystin Men eg var heppin. Eg gitti rætt. Bjargingin hevdi við sær, at liðini noyddust at spæla ein hålvan tima afturat, og i seinasta enda førdi hon til, at Bergkamp (sum ikki var vid i finaluni i fjør vegna skaða) og hansara liðfelagar noyddust at takka fyri seg Tú mást bara góðtaka. at onkuntíð er tað ikki tín dagur, segði Arsene Weng er. - Vit brendu eitt brots- spark og fingu eitt annað mál kolldømt. Verður ongantíð gloymt Frá nú av verður einki. sum eitur nýggjur dystur í ensku steypakappingini. Frá næsta kappingarárið skulu brots- spørk avgera, um fyrsti dysturin endar javnur eftir 120 minuttir. Manchester United-venj- arin Alex Ferguson tók hatt- in av fyri Arsenal yvir tær báðar hålvfinalurnar á Villa Park. — Hetta var størsti sigur í eini hålvfinalu, eg nakrantíð havi verið við til. Arsenal hevur verið eitt framúrskar- andi mótstøðulið, og tá tú vinnur, so sum vit gjørdu. kanst tú ongantíð gloyma tað aftur. Tað fylgir við tær restina av lívinum. Eg var errin av mínum spælarum, sum ongantíð góvu skarvin yvir. Tú gevst ikki, fyrr enn tú doyrt. segði Ferguson. Hóast Manchester United tók leiðsluna longu í 16 minutti við einum frálíkum langskoti frá David Beck- ham fyrsta mál skotið móti David Seaman í átta dystum noyddust teir seinni í dystinum at rinda yri, at teir spiltu aðrar møguleikar burtur. Nicky Butt og Teddy Sheringham høvdu møgu- eika fyri at økja um leiðsl- una. áðrenn Nicolas Anelka moti endanum av fyrra nálvleiki rakti síðunetið og gav eina ábending um. at Arsenal var á veg Men eisini í seinna hålv leiki var tað fyrst Seaman, sum tvær ferðir noyddist at bjarga frálíkt fyri skotum frå Jesper Blomqgvist og Ole Gunnar Solskjær. Anelka spilti ein kjans afturat. áðrenn Dennis Bergkamp í 68. minutti javnaði við einum skoti. sum bar við Jaap Stam og snýtti Schmeichel. Tríggjar minuttir seinni hevði Anelka endiliga bólt- in í netinum, men dómarin David Elleray, sum stóð sterkur í myndini og legði eina harða linju, kolldømdi málið fyri rangstøðu. Og bert ein minutt eftir tað varð United-liðskiparin Roy Keane útvístur fyri sítt annað gula kort eftir at hava felt innskifta Marc Over- mars. Schmeichel gjørdi sítt Men eins og øli sterk lið fann Manchester United styrki aðrastaðni — eins og Arsenal gjørdi í fyrra dyst- fær blokerað inum. tá Nelson Vivas fekk reyða kortið. Tað så kortini ikki gott út. tá Phil Neville jarðlegði Ray Parlour í kriminella øk- inum í seinastu minuttun- um. Men sum longu nevnt bjargaði Schmeichel skotin um hjá Bergkamp Ferguson, sum longu hevði sett Giggs á vøllin skifti nú eisini Solskjær út við Dwight Yorke. men tað var Arsenal. sum stýrdi Schmeichel noyddist í fulla longd fyri at bjarga enn eini roynd hjá Bergkamp. áðr enn livandi danski múrurin eisini bjargaði Ronny John- sen frå at gera sjålvmål, tå tað leikaði harðast á Emmanuel Petit, sum var við aftur eftir at hava verið leikbannaður í triggjar dyst- ir, hevði ein lyklaleiklut á Arsenal-miðvellinum. og Tony Adams var enn eina- ferð álitið í verjuni. Men báðir stóðu í skugganum av Ryan Giggs, sum uppiborið varð valdur >Man of the Match«. Alex Ferguson var iva- leyst farin at fyrireika seg til brotssparkskappingina. tá Giggs fekk fatur á eini skjøtisleysari sending frá Patrick Vieira nakað inni á United-hálvuni. Hann setti ferð á frameftir. slapp frá Vieira. fór ímillum Martin Ryan Giggs skjýtur og skorar, áðrenn Tony Adams (Mynd: Soccernet) Keown og Lee Dixon. og áðrenn Tony Adams kundi takkla. sendi hann bóltin upp um David Seaman upp í nettakið til 2-1 sum navnframi Geors ikki kundi gjørt be Genialt Aftan á dysun mintist Fer guson aftur á minniliga mál ið hjá John Barnes móti Brasilia og tað hjá Ricky Villa fyri Tottenham í FA Cup finaluni móti Man- chester City. men hann helt. at hetta var nakað heilt fyri seg Mål sum hasi skilja geniini frå vanligu spælar- unum. helt hann brosandi fyr I Premier Leagve megn- aði Chelsea bert at fáa 0-0 móti Middlesbrough. og eisini tað kundi fáa Fergu- son at brosa, hóast Arsene Wenger eisini hevdi eina viðmerking til tað. — Tað var ein smeitur, at Vit taptu, men vit eru sterkir sálarliga, og vit mugu vísa. at vit kunnu reagera positivt í teimum dystunum, sum eru eftir. Tað er framvegis nógv eftir at spæla um. segði Arsenal-bossurin.