Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-04-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. apríl 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Internet: www.sosialurin.fo Gloymið ikki frælsa itrottin og tey ungu Oddagrein NU í seinastuni hevur tikið seg upp orða- skifti um Tórsvallarætlanina í Gundadali. Tað eru tey, eitt nú flestu av skúlastjóru- num i Havn, sum halda, at umstødur longu nu eiga at verða gjørdar fyri eini rennibreyt rundan um vellin, sum er í gerð. Her verður bæði hugsað um frælsa trottin og ta nyttu og gagn ein slík breyt kann fyri flest allar borgarar, yngri O (í Q) T meta teimum nærum hvønn dag, fólki, sum renna á vegunum í bynum og uttan fyri byin - fólki, sum hugsa um heilsuna og vilja hava motión. Men hvussu við teimum mongu, og her verður serstakliga hugsað um tey í skúlaaldri, sum ikki hava umstoður at renna! Tað eru eisini hesi, sum teir mongu skúlastjórarnir, ið hava skrivað undir eitt skriv til býráðið, fyrst og fremst hugsa um. Fólkaskúlalógin leggur nevniliga upp til, at næmingar skulu gera meira burtur úr at rora seg, og her er ein rennibreyt ein avgerandi fortreyt. VIT halda ynskið fyri ikki at siga kravið frá leiðslunum fyri flest allar skúlarnar í bynum vera bæði rímuligt og rætt. Tá tað kortini verður gjørd ein iløga í ein vøll, sum vit eisini taka fult undir vid verdur gjørd, so ma og eigur møguleikin at gera rennibreyt eisini at verða tikin við i verk- ætlanina nu frå byrjan. Er talan um ein eykakostnað, so mugu myndugleikarnir saman við góðum kreftum útvega tað hetta kostar. Tí er tað rætt her og nú at gera vart við málið, soleiðis at tær neyð- ugu broytingarnar verða gjørdar. Tað er i tokum tíma, at hetta hendir, og vit vilja á hesum stað geva stigtakarunum til ynskið um at fáa rennibreyt kring Torsvøll og teimum mongu skulaleidlsunum, ið hava sent skriv til býráðið, okkara fulla stuðul. VONANDI venda politikararnir ikki hes- um demokratiska ynski bakið ella bara yppa oksl og siga sum so, at teir einki vilja hava við hetta at gera. Tað er nettup uppgávan hjá politikarunum at lurta eftir fólkaviljanum og eisini serkunnleikanum, sum teir skúlastjórarnir, ið hava ábyrgdina av tusundtals næmingum, umboða. Har- við er ikki sagt, at politikarar og myndug- leikar skulu gera tað, sum er fólkaviljin til eina og hverja tíð, men teir mugu sakliga og vælviljandi viðgera hesi ynski og meta um týdningin av teimum, ikki minst tá talan er um uppvaksandi ættarliðið og tess framtiåarmøguleikar bæði innan ítróttina og á heilsugkinum annars. Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Bladfoik: Aki Bertholdsen, Turið Kjølbro |. Dagfinn Olsen |. John Johannessen | Sveinur Tróndarson ítróttarskrivari: Emil L. Jacobsen Myndamenn: Jens Kristian Vang Alvur Haraldsen Útgevari, uppseting og prent: | Sp/t Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Við Sosialinum kring landið Eyðun Lisberg, sølumaður hjá Reyni Service Postadr: Postsmoga 76, | 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post & sosialurin.fo „ handar Eiriki Lindenskov, blaðstjóra og John Johannessen, blaðmanni lyklarnar til bilin, sum komandi tíðina skal flyta >rullandi redaktiønina« hjá Søsialinum kring landið JAN MULLER Javnan er at hoyra, at tað í fjølmiðlunum verður gjørt ov nógv burtur úr Havnini og alt ov lítið burtur úr tí, sum fyri- ferst úti kring landið. Og plaga miðlarnir oftani at skáka sær undan hesum kri- tikkinum við at siga, at bæði arbeiðs- og peningaorkan er avmarkað, soleiðis at tú røkk- ur ikki út í hvort herðashorn av landinum dag um dag. Hesin kritikkur er eisini vendur móti Sosialinum, og vil blaðið taka hann til eftir- tektar. Blaðið fer tí í næstu viku undir eitt nýtt tiltak: Tað er at vitja kring landið og gera blaðið meira sjónligt har. Sum er hevur blaðið blaðfólk á ymsum plássum kring oyggjarnar, men blaðleiðslan heldur ikki, at hetta er nøkt- andi. Meðan tað verður ar- beitt við at byggja upp lok- alredaktiónir kring landið, verður so farið út um høv- uðsstaðin hvørja viku. I hes um sambandi hevur Sosial- urin gjørt eina avtalu við Reyni Service um nýtslu av Mynd: Jens Kristian Vang einum Toyota Avensis bili, sum er vorðin merktur „Ur Bygd og Bý“. Blaðfólk og myndafólk frá Sosialinum verða í næstu framtíð at síggja og hitta kring landið. Blaðið vil fegið, at fólk venda sær til blaðið í hesum sambandi. Tikið verður ímóti góðum hugskotum og ráðum. Skúlastjórar mótmæla Torsvølli Vit undirritaðu skúlastjórar í Havn, sum hava fylgt við orðaskiftinum um Tórs- vøllin, vilja við hesum geva til kennar, at væl vitandi, at fótbólturin hevur størsta á- huga hjá teimum ungu. so harmar tað okkum tó, um nú henda góða ætlan um møguleikar til eitt breitt í- tróttaligt virksemi í Gunda dali endar í slíkum hugsjón- arloysi, at tað bara koma eyka fotboltsmøguleikar burturúr Fyri skúlan og serliga nu, tá ítróttur er vorðin valgrein í framhaldsflokkunum. er tað av allarstørsta týdningi. at arbeiðið nú ikki verður skert. sum tað ljóðar, men at Gundadalur við teim møguleikum, sum annars lógu í hesari ætlan, veruliga kann gerast tann táttur í okkara ítróttaruppaling. so sum vit saman við okkara lærarum hava sæð fram til. Tað m á vera eyðsæð hjá øllum. sum síggja stóra samfelagsliga týdningin av fjølbroyttum ítróttavirk- semi, at tað ikki bara fyri skúlans arbeiði, men eisini fyri likamsrøkt annars og tå serliga fyri tey brekadu verður eitt vónbrot og eitt bakkast, um tað nú bert kemur ein fotboltsgrasvøll- ur burtur úr hesum tiltaki, so kærkomin sum hann ann- ars eisini er. Stutt sagt kann tann týdn- ingur ikki yvirmetast, sum fullgóðar = umsetður til frælsan ítrótt hava fyri okkara skúlaungdóm í hansara frítíð og fyriu fólkaheilsuna sum heild. Heita vit tí á okkara bý ráð, um nú í evstu lotu at taka tey stig, sum kunnu bjarga hesari ítróttaætlan til at blíva tað. sum allir partar í hesum máli kunnu vera nøgdir við. og sum okkara samfelag kann fáa fullgott gagn burturúr Hanus Joensen, Kommunuskúlin Niels Nattestad, Venjingarskúlin Eyðdis Baldvinsson, Eysturskúlin Selmar Jacobsen, Sankta Frans skúli J. Scahrts Johnsson Adventistaslkúlin Mortan Dalsgarð, Argja Skúli Petur Dahl, Hoyvikar Skúli Sonja Schneider, Kaldbaks Skúli Rói Patursson, Forova Fólkaháskúli Mads Winther Foroya Studentaskúli Pauli Nielsen, Føroya Læraraskúli Tøkk Hjartaliga takka vit fyri synda samkenslu tå kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara SIGRID MIKKELSEN Viðareiði doyði og varð jarðað Hjartans tøkk skulu oll tit hava, sum hava passað hana so væl. Her hugsa vit serliga um Mariu systur, Heimarøktina, Klaksvíkar Sjúkrahús og Røktar- heimið. Tøkk til øll tey, sum so trúliga hava vitjað hana, ringt til hana og biðið fyri henni. Hjartans tøkk til prestar, Kjartan versonin, organist, dekn, klokkara, sangarar, berarar og gravarar. Tøkk til øll tey, sum hjålptu okkum so væl vid ervinum. Eina hjartans tøkk fyri telefonuppringingar, blómur, kransar og peningagávur. Tøkk skulu oll tit hava, sum vístu móður heiður, við at fylgja henni til hennara seinasta hvíldarstað her á fold. Fyri tey avvarðandi Jóna, Hans Jákup, Maria og Lisa