leygardagur 17. apríl 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 72 — 17. APRÍL 1999
tíðindablaðið
Sparikassin um
39 mið. í avlopi
Roknskapurin hjá Sparikassanum var almannakunngjórdur
í gjårkvøldid, og hann visti eitt avlop áðrenn skatt upp á
góðar 39 mið. krónur. Hetta úrslitið er stjórin nøgdur við
"
Marner Jacobsen, stjóri í Føroya Sparikassa, legði í gjár
roknskapin fyri aðalfundin, og hann kundi vísa á eitt
avlop, sum var uppá góðar 39 mið. krónur
SVEINUR TRÓNDARSON
Fað stendur ikki á hjá før-
oysku peningastovnunum at
koma við góðum roknskap
arúrslitum. Fyri stuttari tíð
síðan kom Foroya Banki
við enn einum rimmar úrsl
110, og í gjár, legði Spari
kassin fram roknskap sín
tyri 1998 og hann er heldur
Ikki at forsmáa
Avlopið hjá Sparikassan-
um í fjør var uppá góðar 39
mió. krónur áðrenn skatt
Urslitid er væl hægri enn
tað var í fjør tá roknskapurin
gav eitt avlop uppá góðar
fimm mió. krónur
Inntøkurnar falnar
Verður roknskapurin sund
urgreinadur, so sæst. at inn-
tøkurnar hjá Sparikassanum
eru falnar eitt vet. sammett
við ári fyri. Rentan á vanl-
igum útlánum er okt í sam-
svari við at útlánsmassin er
øktur, men havast skal sam
stundis i hugs, at rentan å
heimsmarknaðinum - og tí
eisini her heima hjá okkum
(Mynd: Jens Kr. Vang)
er fallin, og er so lág
ongantíð áður
Rentuinntókurnar av
lånsbrøvum eru falnar við
just somu upphædd, sum
inntøkuøkingin av útlánum
I 1997 var rentuinntøkan av
lånsbrøvum 5
knappar 53
mió. krónur. meðan hon
1998 fall til góðar 41 mió
krónur
Rentuútreiðslurnar = eru
harafturímóti øktar eitt sind-
ur. Eisini hetta er í samsvari
við nøgdina av innlánum, ti
innlánini í Sparikassanum
øktust við góðum 114 mió
krónum í 1998. Storsti
vøksturin er á vanligum inn-
lánum, teimum uttan upp-
søgn
sum
Dyrt at endurnyggja
edv-skipanirnir
Umsitingarútreiðslurnar hjá
Sparikassanum øktust nógv
í 1998. Serliga eru tað aðrar
umsitingarútreiðslur. sum
eru øktar nógv eins og útr
eiðslur til eftirlønir eru tað
Posturin fjalir m
ir edvðútreiðslurnar.
a. út yv
og tað
er her, at tær allarstørstu
hækkingarnar liggja.
Rættiliga fitt av peningi
er brúktur uppá år 2000
trupulleikan og tað er kostn-
aðarmikið. Samstundis hev-
ur Elektron, sum peninga-
stovnarnir eiga, eisini brúkt
nógva orku til at loysa ár
2000 trupulleikum, og hetta
hava eigararnir goldið fyri
Ein onnur frágreiðing til
øktu edv-útreiðslurnar er. at
Elektron er í holt við at gera
eina heilt nýggja avgreiðsl-
uskipan til peningastovn
arnar, og hetta er eitt rætti-
liga stór og dýr verkætlan
Tå tað er sagt, so skal
elsini afturat, at
nýggja avgreidsluskipanin
gevur peningastovnunum
nógvar rationaliserings
møguleikar, so peningurin,
sum bruktur er kemur uttan
iva inn aftur
leggjast
Lægri avskrivingar
Verður hugt eftir roknskap-
inum fyri 1997, so sæst. at
Sparikassin tá avskrivaði
um 27 mió. krónur uppá
bygningar og grundøki,
meðan hann í ár bert avs
krivar góðar 8 milliónir
Frágreiðingin til hetta er.
at Sparikassin heldur seg til
reglugerðina hjá Figgjar-
eftirlitinum og hon hevði
við sær eitt stórt niðurskriv-
ingarvirði í 1997
Hesin avskrivingarháttur
hevði i 1997 við sær eitt
stórt niðurskrivingarvirði.
meðan tað í fjør varð nið
urskrivað nógv minni
Tað skal tó leggjast aftur
at, at av ti at avskrivingarnar
eru so nógv lægri í 1998, so
verður úrslitið væl betri av
somu orsøk skilst
Vinnulánini økjast
Sum nevnt frammanfyri, so
eru bædi utlån og innlån i
Sparikassanum økt i 1998
Utlånini øktust vid góðum
130 milliónum. meðan inn
lånini øktust við góðum 114
mió. krónum
Vøksturin í útlánunum
upp á tær 130 mió. krón
urnar er ikki so stórur tá
hugsað verður um, at Spar-
ikassin nú eisini hevur møg
uleika at lána til vinnulívið
við
Sparikassin fer ikki at
loypa á bláman tá talan er
um vinnulán, men vit halda
sjålvir, at vit hava lænt heilt
fitt út til vinnulívið, sigur
Marner Jacobsen, stjóri og
leggur afturat, at sparikassin
hvørjum einstøkum føri
metir um hvussu burðar-
dygg ein verkætlan er. og
so verður fíggingin latin
samsvarndi nidurstøduni
Eginognin hjá Sparikass-
anum er nú 678 milliónir
krónur
Minni tekur peningur
Uttan at tað tó skal síggjast
sum eitt vandatekin, so hev-
ur Sparikassin ikki so nógv-
an tøkan pening við árslok
í 1998, sum í hann hevði í
1997.
Kassapeningurin er á leið
tann sami, sum hann var,
meðan áognin í eitt nú tjóð-
bankanum er um 30 mió
krónur móti 80 mió. krón-
um við árslok 1997.
Samanlagt er tøki pening-
urin 100 mió. krónur lægri
enn hann var við árslok
1997,
sparikassin umleið 900 mió.
A ——"""
- ere” 24*"5?
men fyri tað hevur
krónur tøkar
Grundraksturin ikki
tað hann hevur verið
Samanumtikið má sigast, at
úrslitið hjá Sparikassanum
er væl betri enn tað var í
1997, av teimum omanfyr-
inevndu orsøkunum
Tó skal leggjast afturat,
at úrslitið av grundrakstr-
inum er munandi versnað
sammett við árini framm-
anundan. Urslitid av grund-
rakstrinum hevur seinastu
árini ligið millum 53 og 60
mió. krónur, men í 1998 var
tað komið heilt niður á 46
e-mail: bookingØsmyril-line.fo
Fráf. Tórshavn
3/9, 10/9, 15/9
Fráf. Hanstholm
Til
Til
Fráf. Tórshavn,
Fráf. Seyðsfjorður
Til
21/5, 28/5, 4/6, 11/6, 18/6, 27/8,
15/5, 22/5, 29/5, 5/6, 12/6, 19/6
14/8, 21/8, 28/8, 4/9, 11/9
islands
Skotlands
Ring og hoyr meira!
31 5900
mió. krónur
Ein av orsøkunum er, sum
sagt omanfyri hægri edv
útreiðslur, men tá hetta sam
stundis er ein iløga, sum
kemur at spara seg innaftur
eftir fáum árum, so tað er
ikki óhugsandi, at júst
henda lutfalsliga stóra útr-
eiðsla í ár, kemur at ávirka
grundraksturin komandi ár-
ini í positivan rætning
Vit fara i komandi blød-
um at gera meira við rokn-
skapin hjá Føroya Spari-
kassa
í bili
Ferðst bíliga,
— | Tórshavn -
Hanstholm
ella hinvegin
år ein
153,
fyri >Ææ
Feråst biliga,
Térshavn -
Bergen
ella hinvegin
Noregs 4650
ri hvønn
Ferðst biliga,
Tórshavn -
Lerwick
ella hinvegin
ur €inan*
3175,-
9
fyri hvønn
Feråst biliga,
Tórshavn -
Seyðsfjerðir
ella hinvegin
ÚF einans
19/5, 26/5, 2/6, 9/6, 16/6, 25/6, 9
11/8, 18/8, 25/8, 1/9, 8/9, 15/9
fyri hvønn
27/5, 3/6, 10/6, 17/6, 24/6, 26/8, 2/9, 9/9, 14/9
Ferðst biliga,
Tórshavn -
Hetland-
Skotland
ella hinvegin
úr ein —nan*
1.135,-
fyri 2 enn