Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-04-17, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. apríl 1999síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 72 — 17. APRIL 1999 Føroya Skúlabókagrunnur gevur út: Spøl sum foroysk tíðindablaðið born kenna seg aftur í - Slík spøl eru sera kærkomin í dag, tá ið vit vita, at børn brúka nógva tíð framman fyri sjónvarpi og teldu, og yvir- høvur hava ein ógvuliga samansettan gerandisdag. Spøl- ini raka stóði í nærumhvørvinum hjá barninum og tey kenna seg avgjørt aftur í teimum, sigur Vár í Ólavstovu, útgávufólk á Føroya Skúlabókagrunni TURID KJØLBRO Tað er ikki á hvørjum degi. at børn i Føroyum fåa spøl å føroyskum og ur føroyska umhvørvinum Føroya Skúlabókagrunnur gevur nú út seks dygdarspøl til børn Spølini eru vælegnad at spæla heima, tey kunnu nyt- ast i frålæruni i yngstu flokkum fólkaskúlans. i barnagørdum, dagrøkt og fritidarskula. Spølini eru stimbrandi og mennandi. Eisini stimbra tey målid og minnið, og barnið lærir at hugsavna seg, at stava og at rokna. - Slík spøl eru sera kær- komin í dag. tá ið vit vita, at børn brúka nógva tíð framman fyri sjónvarpi og teldu, og yvirhøvur hava ein ógvuliga samansettan ger- andisdag, sigur Vár í Olav- stovu. útgávufólk á Føroya Skúlabókagrunni. Falan er um sonevnd Educa spøl, sum eru sponsk dygdarspøl á altjóða góðsk ustigi, ið verða framleidd til heimsmarknaðin á óteljandi málum. Tey eru seks í tali: Minnisspæl. myndaspæl. At skyna á klokku, Øvut, Mær rå þá á dámar at rokna. og Orð og mynd. Tove Askham hevur teknað myndirnar til Orð og mynd og At skyna á klokku. Góð undirtøka - Vit hava merkt ein sera stóran eftirspurning eftir slíkum spólum. Serliga frá yngstu flokkunum í fólka- skúlanum. ið hava saknað eitthvørt at bjóða børnu- num, sum fela tað sum eina stóra broyting at fara úr barnagarði og koma í skúla. Spølini snúgva seg um at samskifta, og kunnu vera stór hjálp í lesi- og rokni- innlæringini, sigur Vár í Ol- avstovu. Leiðbeining fylgir við spølunum. Sum skilst hava barnagarðar tikið sera væl ímóti spølunum, og útgáv- ufólkini á Skúlabókagrunn- inum hava bert fingið posi tivar reaksjónir. Um grunn- urin fer undir líknandi út gávur í framtidini, veldst um undirtøku. At geva slík spøl út er sera kostnaðar mikið og bindandi. Høgan liggur um 3-400.000 krónur umframt — kostnadin aw marknaðarfóringini, — og grunnurin bindur seg til at z gera í minsta lagi 3000 ein- tók av hvørjum spæli - Vit eiga familjuspøl og spøl til eldri børn at geva út. Verður undirtøkan góð. kann væl vera. at tey verða givin út, sigur Vár í Olav- stovu. Hestprent hevur staðið fyri umbróting og prentum- siting. Maibritt Svabo Eg- holm, Jacoba Funding, Asa í Jåkupsstovu og Joan Kannuberg hava føroyskad. Spølini eru slitsterk og fitt- lig. Hvørt spælid kostar 68 krónur. Nógvar útgávur Føroya Skúlabókagrunnur er eitt virkið útgávufelag. Fleiri spennandi útgávur standa fyri durum. Nakrar eru seinkaðar orsakað av verkfallinum. Í miðal gevur grunnurin millum 40-50 bøkur út um árið Foroya Skúlabókagrunn ur hevur 40 ár á baki í ár Helmingin av tíðini hevur felagið ikki átt nøkur holi, men nú er bøtt um hetta. Í tjór keypti Undirvísingar- og Mentamálastýrið husini, sum Hagstova Foroya hús aðist i, til grunnin Børnini hava tikið væl ímóti teim seks spølunum. Her síggja vit børn í býlingshúsinum Undir Brúnni royna seg. Mynd: Allan Brockie gsekkjapipuspælari: sari úr Skott