leygardagur 17. apríl 1999síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
EL ek eder
Nr. 72 - 17. APRIL 1999
MÅLTEIGURIN
Bulhólmur, roykvík og vaskitún
>Nú, hvussu er skilið í Stokkh6lmi«, plaga summi at
spyrja.
„Heilt hampiligt«, plagi eg at svara.
Havi givið gætur, at sidurin at kalla Stockholm fyri
Stokkhólm hevur vundið upp á seg tey seinnu árini.
Kanska ti, át býurin er ikki líka fjarur í føroyskum
medviti sum fyrr. Gongdin tykist vera tann, at nøvnini
á teim byum, ið føroyingar hava nógv samband við,
verða úttalað á »føroyskum«. Soleiðis hava vit nú fingið
eitt nú Kjøpinhavn, Tróndheim, Edin-burg, >Turrso<
og Reykjavík. Tískil má tað væl vera í fínasta lagi, at
tey ið hava hug til tess, siga Stokkhólmur - soleingi
henda málsliga gongd er náttúrulig og ikki dikterað úr
erva. Fåur føroyingur man t.d. siga København, Trond-
heym ella Rey.k-jav.k. Sjálvur sigi og skrivi eg altíð
Stockholm - enn, ið hvussu er.
Men ovurhugurin at serføroyska orð og stadarnøvn
kann vidhvørt blíva >In Absurdum«. Nakað herfyri
royndi onkur ungur tjóðskapargarpur at lansera navnið
Stykkishólmur á FaroeNet Forum. Kanska varð hetta
skrivað í skemti, men í Føroyum kanst tú ongantíð
vera fullvissur í so máta. Summi av teim føroysku
nýyrðunum líkjast tíverri kabarettorðum, hóast tey eru
gjørd í ramasta álvara. Og alt ov oftani er tann målsliga
gongdin, at hevur onkur fyrst slóðað, verður tú skyrdur
bæði landavikjari og måltynari, ert tú ikki lýðin og
eltir. Tí er at vóna, at hatta mishátta orðið Stykkishólmur
ikki festir røtur millum manna, men verður burtur-
gloymt ímillum øll innleggini á FaroeNet Forum. Á
svenskum merkir >stock< ikki stykki, men viðarbulur
ella stokkur. Tí er "Stokkhólmur" rætt umsett.
Stockholm var ein pinkalítil hólmur, ið eins og Klaks-
víkin og Runavíkin er farin undir heilt. Hann skal hava
ligið onkunstaðni nærhendis Gamla Stan, og navnið
kemst av, at teir har savnaðu saman og goymdu teir
stóbular, sum teir høvdu >rikið< eftir Málaren. Av tí, at
slíkir stokkar - sum vit hava í stokkastovunum og
kvæðunum - málsliga kunnu koma í bland við bindi-
stokkar (hetta má blíva *Strikkepindeholm' á donskum),
skuldu vit kanska bundið um heilan fingur og kallað
byin Bul(a)hólm?. Latið í øllum fórum tey á Stykkinum
eiga sín Stykkishólm, um hann nú yvirhøvur er til. Her
á landi er hann so ikki at finna.
Í tí føroyska atlassinum eitur Gøteborg nú Geytaborg.
Hetta er fyri so vítt rætt, tí Gøteborg merkir Geytaborg,
tvs. borgin hjá geytunum 'gøtarna” - tann fólkastamm-
an, sum búði á Gøteborgsleiðini í fyrndini (og nettupp
tí eiga vit ikki at kalla svenskarar sviar; tað er at
diskriminera geytar, skáningar 0.0.). Enn er ov
»snimma« at siga, um føroyingar fara at taka hetta
nýgamla navnið til sín, ið kanska ikki liggur líka væl á
tunguni sum t.d. Stokkhólmur. Livst, so spyrst. Men
sum onkur løgtingsmadur skal hava sagt: ilt er at læra
gamlan hund at eta hoyggj, og líka til denna dag hava
vit - sum teir málsligu heidningar vit einaferð eru -
kallað næststørsta býin í Svøriki antin Gøteborg ella
Jøteborg (sv: jote'borj). Her hava føroysku atlasmenn-
inir, sum ikki einaferð, lúrt í eitt islendskt atlas. Men
hví ikki oysa úr okkara egnu keldum og kalla býin
Getugjógv? Og "il tess at bjarga navninum Gøtuborg
undan ævigari málsligari glatan kundu vit ístaðin kallað
eitt nú bygningin hjá Tøtingarvirkinum soleiðis. Nei,
nú vart tå forherðaður, søgdu teir forbeinaðu...
Hetta fær meg at undrast á, hví málfegnir føroyingar
mangan eru so inkonsekventir. Summi nøvn mugu og
skulu broytast, men onnur fáa frið. Hóast vit málheidn-
ingar higartil hava sagt Kjøpinhavn og Gøteborg, skal
»tad einsta rætta« nú vera tað norrøna sniðið, tvs.
Keypmannahavn, Aarósi, Hróarskelda, Geytaborg,
Bjørgvin, Sikilsoy, Lundunarborg, Grønhøvdaoyggjar
osfr. Men hví hevur Russland ikki fingið sítt gamla
navn Garðaríki" aftur? Og sambært målfrødingum
merkir Washington Vaskitún - so løgið, tað ljóðar (eftir
pidginíslendskum málsmíðingarkrobatsniði má RUC
hereftir eita Fróðskaparsetursmiðdepil Hróarskeldu).
Gaman í við hesum gjøgnumførda stadarnavnapolit-
ikki. men so má Reykjavík í navni konsekvensins eita
Roykvík á føroyskum.
Heri Eysturlíð, Stockholm
Des
soslalinum
tíðindablað
19
KROSSORÐAGÁTA
Loysnin frá seinastu viku
Loysunarorðið: ROMANTIKARAR
I HOT I TT ps TT TI In
NI PIK | | t FIM + f [ » |
i 12 1 Ll på i
| up | ; - Z ;
FI “| Í ÁR Í &
HF I JD21 1 : HØ HAGE Bit SOE Ha
FFA JG SODE HEE Ht VIVE add Her Å
| A | Í | CI | Va
— 1
|
Í
er krossorðagáta í blaðnum. Drigið verður millum røttu inn-
sendu loysnirnar. Vinningurin er ein bók frá Bókadeild
Føroya Lærarafelags ella Føroya Skúlabókagrunni. (Krossa
av á listanum høgrumegin, hvørja tú best kundi hugsað tær).
Fyri at verða við í dráttinum um vinningin, má loysunar-
orðið vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin. Vinnarin
verður saman við loystu gátuni kunngjørdur í blaðnum næsta
leygardagin.
Sendið loysunarorðið til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórs-
havn — og viðmerkið >Krossorðagáta nr. ...< á bjálvan.
md
Vinnari: Påll N. Slættanes
Hestur
| I oysunar-
orðið
| Navn:
Bústaður:
| Bygd/byur: .
yskt — hh u gsið føroy:
KRØNIKE
A; RO RADEILD
FØROYA LÆRARAFELAG
J Úti á leysum oyggjum - Marianna Debes I
-) Matur í myndum - Sierid Dalsgaard/
Beinta Johannesen
JÍ skýmingini - Sofía Petersen/Elinborg Liitz«
J Barnarímur - Hans A. Djurhuus/Elinborg I ii
Meistarin og teir fýra skrivararnir
- Ulf Nilsson/Kalr N. Hansen i
| Frá
% FØROYA Á
SKULABOKAGRUNNI:
J Grønur var dalurin - Richard Llewellyn
Knút Olsen ryddi
J Tit bygdu hetta land - Arbeiðsmarknað
Jákup Pauii St
Føroya jardfrødi - Jóannes Rasmussen
Frumsagnir - Neil Philip/Amy Tausen týddi
Mållæra - Paulivar Andreasen/Árni Dahl
D
CDO
Bøkur og annað tilfar
— bæði innan og uttan skúlagátt