leygardagur 17. apríl 1999síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ESS
Nr. 72 — 17. APRIL 1999
itrottar
Atlantsrisin 1999
finnast i næsta månadi
Mitt í komandi mánaða hittast átta av heimsins sterkastu monnum í Føroyum,
tá ið teir skulu kappast um at gerast The Atlantic Giant 1999-04-16
TERI NIELSEN
Enn einaferð hevur tað
eydnast Regini Vágadal og
Int. Promotion at fáa nakrar
av heimsins sterkastu
monnum til Føroya at kapp-
ast. Í døgunum 15. Og 16
mai fer kappingin The At-
lantic Giant 99 fram í Før-
oyum, og hesaferð verður
ikki bert kappast á ovara
velli í Gundadali
Atta luttakarar og
átta kappingargreinar
A tíðindafundi í sjónvarp-
inum í gjáramorgunin var
kunnað um kappingina í ár,
og hvussu kappingin í fjør
eydnaðist
Kappingin í ár verður eitt
munandi ødrvisi enn tann í
fjør. I fjør vóru luttakararnir
tiggju í tali, og tá kappaðust
teir í seks kappingargrein-
um upp á ein dag. Í ár eru
luttakararnir átta í tali. og
teir fara at kappast í átta
ymiskum kappingargrein-
um — fýra leygardag og fýra
sunnudag.
Tá kappast var í fjør, fór
oll kappingin fram á ovara
vølli í Gundadali. Soleidis
verður ikki í ár, tí bert kapp-
ingarnar sunnudagin 16.
verða í Gundadali. Tær fýra
kappingarnar leygardag fara
fram í Kirkjubø, á Vaglinum
og eitt stað aftrat, sum ikki
er funnið fram til enn. Regin
Vágadal sigur, at hann
hevði vónað, at tað hevði
borið til at havt kappingar-
greinar aðrastaðni í landin-
um, men hetta ber ikki til,
tí inntøkurnar av atgongu-
merkjum hava ov stóran
týdning. Tað er bert sunnu-
dagin, at neyðugt verður at
hava atgongumerki til kapp-
ingina. Regin sigur, at heyði
til dømis Ferðaráð Føroya
stuðlað kappingini, so heyði
borid til at farid kring
oyggjarnar vid henni, og
harvið eisini fingið góðar
sjónvarpsmyndir, sum
høvdu farið kring allan
heim og víst okkara vakra
land fram fyri útlendingum.
At tað ber til hjá Regini
Vágadal, SVF og Int. Pro-
motion at leggja kappingina
á ovara vølli í Gundadali ein
sunnudag mitt í landskapp-
ingini í fótbólti, kemur av,
at fótbóltsfeløgini HB og
NSÍ, sum eftir kappingar-
skipanini skulu hittast í
landskappingardysti í Gun-
dadali tann dagin, hava víst
tikakinum vælvild og flutt
sín dyst til mikukvoldið 19.
mai.
Luttakararnir og
kappingarnar
Teir átta risarnir, sum fara
at kappast um at gerast árs-
ins atlantsrisi, eru hesir:
Regin Vágadal úr Føroyum,
Torbjørn Sørensen úr Dan
mark, Torfi Olafsson úr Ís
landi, Joku Ahola úr Finn-
landi, Magnus Samuelson
úr Svøriki, Laszlo Fékete úr
Ungarn, Berend Veneberg
úr Hollandi og Hugo Gerard
úr Kanada
Sviin Magnus Samuelson
vann kappingina í fjør, og
somuleiðis gjørdist hann
heimsins sterkasti maður
1998. Finnin Joku Ahola
var heimsins sterkasti í
1997. og í fjør gjørdist hann
nummar tvey í somu kapp-
ing. Allir hinir luttakararnir,
uttan Regin, vóru við í fin-
aluni um at gerast heimsins
sterkasti maður 1998. Regin
Vágadal sigur, at eftir hans
ara tykki er luttakarahópur
in til The Atlantic Giant 99
sterkari enn tann í fjør. A
teimum átta luttakarunum í
The Atlantic Giant 99 vóru
teir fyra vid i kappingini i
fjør
Greinarnar, sum kappast
skal í, verða hesar: Leygar
morgunin verður lagt fyri í
Kirkjubø, har luttakararnir
skulu ganga vid føroyskum
gróti og lyfta tað á ein pall
Nakað seinni út á fyrrapart-
in stendur deadlift á skránni,
og enn er óvist, hvar hendan
kappingin verður. Seinna-
partin leygardagin verður
kappast í miðbýnum í Havn.
Byrjað verður við, at luttak-
ararnir skulu ganga við ein-
um steini, sum vigar eini
180 kilo, á økinum, har sum
standmyndin hjá Hans
Paula Olsen av traðarmann
inum stendur sunnan fyri
býráðshúsini. Stutt eftir
hetta er seinasta kappingin
leygardagin, og í henni snýr
tað seg um at ganga ein tein
við eini vekt, sum vigar eini
220 kilo, so skjótt sum gjør-
ligt. Í sambandi við kapp-
ingina hevur Tórshavnar
Býráð latið fíggjarligan
stuðul til tiltakið.
Klokkan trý seinnapartin
sunnudagin eru so fýra tær
seinastu kappingargreinar-
nar á skránni á ovara volli í
Gundadali. Byrjar verður
við Mill Walk, sum eisini
var við í kappingini í fjør. Í
ár verður hendan kappingin
tó gjørd eitt sindur tyngri.
Síðani er aftur ein kend
grein á skránni, tá ið luttak-
ararnir skulu halda tveimum
tunnum leysum av vellinum
so leingi sum gjørligt.
Næstseinasta kappingin
verður aftur í ár, at luttak-
ararnir skulu lasta nakrar
Føroya Bjór kaggar upp á
ein pall so skjótt sum gjør-
ligt. Tann seinasta kapping-
in í The Atlantic Giant 1999
er nýggj her á landi, men tó
er hon vanlig í slíkum kapp-
ingum. Hendan kappingin
kallast Wheel Flip, og sum
navnið eisini sigur, so skulu
luttakararnir her koppa ein
um hjóli, sum vigar 350
kilo. eftir eini breyt á 50
metrar, til teir koma á mál
við hjólinum
Fyrireikararnir hava um
hugsað gjølla, hvørjar kapp
ingargreinar skulu verða
sunnudag, tí hesar verða
mettar at hava tað hægsta
undirhaldsvirði fyri áskoð
ararnar. Í fjør gjørdist kapp-
ingin eitt sindur drúgv, og
fleiri áskoðarar rymdu, áði
enn hon var lokin
Kappingin í fjør
var væleydnad
Sjónvarpsstjórin, Tróndur
Djurhuus, vil einki siga um,
hvussu fíggjarliga úrslitið
av kappingini í fjør var
Hann sigur tó so mikið, at
úrslitið ikki var eins gott og
væntað, men ein orsøk til
hetta er helst tann, at SvÍ
ikki dugdi nóg væl at fara
út og selja sendingarnar frá
kappingini
Trøndur Djurhuus sigur
tó, at SVF hevur fingið gott
skoðsmál fyri sendingarnar.
Eitt nú hevur framleiðarin
av sendingunum frá heims
ins sterkasta mannni sagt,
at sendingarnar vóru stak
væl eydnaðar. Kappingin í
fjør hevur verið víst á stóru
sjónvarpsrásini Eurosport,
og yvir 200 milliónir fólk
hava møguleika fyri at
síggja hesa rás og harvið
síggja nakrar frálíkar mynd-
ir úr Føroyum. Ætlanin hjá
SVF var eisini at selja send
ingarnar til ymiskar natio
nalar sjónvarpsásir, men
hetta var ikki tann stóri á
hugin fyri í fjør
Luttakararnir í The At-
lantic Giant 1998 vóru stak
væl nøgdir við kappingina
í fjør, og fleiri teirra høvdu
á orði, at hetta var best skip
aða kapping. ið teir høvdu
verið til
At ein slík kapping krevur
nógv orku frá bæði sjón
varpinum og Regini Vága
dal við hjálparfólki, er einki
dulsmál. Undir kappingini
í fjør vóru útvið 50 fólk til
arbeiðis, so at alt gekk so
gott sum møguligt — umleið
25 frå SYF og so eini 25
sjålvbodin hjálparfólk hjá
Regini
Regin hevur
góðar vónir
I fjør gekk tað rímuliga væl
hjá Regini í kappingini
Hann gjørdist nummar seks
av tíggju luttakarum, men í
ár ætlar hann sær longur
upp á úrslitatalvuni. Regin
sigur seg hava góðar vónir
til kappingina, og hann
leggur aftrat, at hann hevur
vunnið á øllum hinum lut-
takarunum áður. Somuleiðis
er tað umráðandi í ár, at
Regin ikki verður við í fyri
reikingunum av kappingini
-
23
Regin Vågadal heldur, at kappingin Atlantic Giant
i år sterkari enn hon var i fjør
seinastu vikurnar, ti hetta
var so krevjandi fyri hann í
fjør, at hann gjørdist tiggju
kilo lættari seinastu vikur-
nar undan The Atlantic Gi-
ant 98. Hetta skal ikki henda
aftur i år, sigur Regin, og
tiskil hevur hann fingið sær
hjálparfólk. sum skulu taka
sær av ollum fyrireikingun
um
Feløgini skulu taka
stødu til húsini
Fótbóltur: Byggingin av húsum í Gundadali verður einasta málið á dags-
skránni, tá Fótbóltssambandið fer at hava eykaaðalfund leygardagin 22. mai
Nevndin í Fótbóltssam-
bandinum avgjørdi á fundi
í fyrradagin, at FSF skal
hava eykaaðalfund leygar-
dagin 22. mai. Orsøkin til
at FSF sendir boð eftir um-
boðum fyri limafelggini er,
at nevndin í FSF vil hava
feløgini at siga, hvat tey
halda um, at Fótbóltssam-
bandið skal byggja sær síni
egnu hús í Gundadali — í
sambandi við grasvøllin og
áskoðaraplássini, sum tað
verður arbeitt við at gera.
Fleiri pengar
Torleif Sigurðsson, formað-
ur i FSF, sigur, at nevndin i
Fótbóltssambandinum
gjørdi onga samtykt hós-
kvøldid um, um teir skulu
mæla aðalfundinum til at
taka undir við byggingini
ella ikki, men hann roknar
við, at tá fundurin fer at
nærkast, so fara feløgini at
fáa tilfar um málið sendandi
frá FSF, og sjálvandi fara
feløgini at fáa at vita, hvønn
hugburð nevndin í FSF fer
at hava til málið.
— Á fundinum vidgjørdu
vit spurningin, um vit skulu
vera við til at fíggja fun-
damentini og berandi vegg-
in, sum verður oman móti
gamla fótbóltsvellinum i
Gundadali. Tað er neyðugt
at fáa henda spurningin av-
kláraðan nú beinanvegin, tí
hetta arbeiðið skal fáast frá
hondini nú, og tað ber ikki
til at koma afturum aftur.
Nevndin í FSF tók undir
við, at hetta arbeiðið verður
gjørt nú, og tað høvdu teir
eisini heimild til at avgera
einsamallir
A aðalfundinum í Fót-
bóltssambandinum fyri
tímum árum síðani varð
samtykt at heimila neyndini
at seta upp til 2,5 milliónir
krónur í Térsvøll. Higartil
er FSF farið inn í ætlanina
við 1,5 milliónum, og tað
arbeiðið, sum skal gerast nú
beinanvegin, fer ikki at
kosta so nógv, at samlaða
upphæddin hjá FSF fer upp
um tær 2,5 milliónirnar.
Torleif Sigurðsson dugir
ikki at siga nakað itøkiligt
um, hvat tað fer at kosta hjá
FSF at byggja hús í Gun-
dadali. Grundøkid er fimm
hundrað fermetrar, og so
veldst tað um, hvat ætlanin
er at byggja. Tað er m. a.
hesin spurningurin, sum tað
nú skal arbeiðast við.
Tá vit siga, at kostnað-
urin fer at liggja millum
fimm og níggju milliónir, so
er hetta ein ógvuliga víð
meting, men vit kunnu ikki
siga meiri enn hetta í løtuni
Men hava tit fígging til
eina sovorðna bygging ?
— Tað er ikki nakar trup-
ulleiki. Vit hava fleiri
møguleikar fyri at fáa
byggifígging til vega, sigur
formaðurin i FSF, og vit
kunnu leggja afturat, at ein
av møguleikunum er, at
UFA, týska sjónvarpsfelag-
ið, sum eigur rættin til sjón-
varping av heimadystunum
hjá Føroyum, hevur i sátt-
málanum við FSF bundið
seg til at veita fígging. um
FSF fer at byggja. Jjh