týsdagur 20. apríl 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 73 — 20. APRÍL 1999
tíðindablaðið
Føroyar brúk fyri meira samhalds-
føstum politikki
— Og í tjóðskaparspurninginum eiga fyrst og fremst Javn-
aðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin at mótast og hareftir
eisini fólkaflokkurin. Tað er ikki ráðiligt at fara út í nakr-
ar stórar avgerðir, sum skulu galda fyri alla framtíð, um
tú ikki hevur ein rímuliga breiðan meiriluta aftanfyri teg.
Tí haldi eg, at hesir tríggir flokkarnir áttu at komið til
eina semju saman um mátan at gera tað uppá.
JAN MÚLLER
Sum royndur politikari
gjógnum fleiri år og sum
eygleiðari av tí rikna polit-
ikkin hevur Tummas Arabo
sjålvandi gjørt sær sinar
tankar um støduna i Føroy-
um i dag.
Hann er eisini rættiliga
avgjørdur, tå vit spyrja. hvat
hann heldur um politikkin.
sum samgongan rekur. Tað
er ov litid til av samhalds-
føstum politikki i Føroyum
i dag.
— Tianverri síggja vit. at
tað, sum samgongan sigur
og ger, er reinur fólkafloks-
politikkur. Tað hevur eydn-
ast at binda tjóðveldið uppá
tjóðskaparspurningin, har
flokkurin situr sera heftur.
meðan fólkaflokkurin so
kann stýra restini. Eg dugi
bara at síggja ein flokk. sum
í dag rekur samhaldsfastan
politikk, og tað er Javnað-
arflokkurin, sum í veruleik-
anum fær meira samhalds-
fastan politikk igjøgnum
enn —tjodveldisflokkurin,
sum situr í samgongu.
Tummas Arabo sigur, at
uppgávan hjá nýggju
neyndini í Norðstreymoyar
Javnaðarfelag verður at
skipa fyri kunnandi fund-
um, minst einum um mán-
aðin. Fyrsti fundurin í eini
rød varð hildin á Oyrabakka
í gjårkvøldid saman við
Eysturoyar Javnaðarfelag.
Tummas Arabo heldur
tað vera sera týdningarmik-
10, at man fær at vita, hvat
tey ymsu fólkini í valdøm-
inum meina um tey ymsu
málini - samtíðis sum ting-
menn og leiðsla í flokkinum
koma við sínum boðum.
Sjálvur leggur hann alstóran
dent á dialogin og orðaskift-
ið og sigur seg vóna, at tað
ber til at fáa eitt meira breitt
orðaskifti fram í øllum pol-
itiskum flokkum eins og á
tingi og í fjølmidlunum.
— Ég haldi tað er sera
týdningarmikið fyri demo-
kratisku prosessina, at slíkir
fundir verða hildnir og um-
røddir í pressuni og har eis-
ini fáa eitt mótspæl.
Fyrrverandi tíingmaður og
landsstýrismaðurin sigur
seg hava fylgt væl við pol-
itísku og samfelagsligu
gongdini, síðani seinasta
val. Hann dylur ikki mis-
nøgd sína vid, at tjóðskap-
armálið skúgvar onnur týð-
andi samfelagsmál til viks.
Allur okkara pensións-
politikkur er við at fara í
knús, tí gingið verður burtur
frá tí samhaldsfasta prin-
sippinum. Tá talan er um
eftirløn og pensiónir og
annað, sum bleiv steðgað í
93, so líkist tað ongum, at
man skal vera á einum
hungursmarki um somu tíð
sum restin av samfelagnum
hevur tað gott. Vit eru í ein-
um hákonjunkturi í løtuni,
sum eitt nú pensionistarnir
einki fáa burtur úr. Tað er
einki minni en skomm.
Tummas Arabo kennir
seg eisini sera vónsviknan
av tí samferðslupolitikkin-
um, sum ríkin verður. Tað
er m.a. einki samhaldsfast í
tí samferðslupolitikki. sum
Finnbogi Arge hevur lagt
fram. og har alt skal betala
seg heldur hann fyri.
— Tú skal betala fyri, at tú
livir burtur frá sentrum í
Føroyum. Tað hevur ong-
antíð verið ein samferðslu-
politikkur, sum føroyingar
hava gingið inn fyri.
Nýggi formaðurin í Norð-
streymoyar Javnaðarfelag
heldur tað tí vera nógv at
halda fundir um. Og her er
tað ikki minst talan um ein
tann mest týðandi spurning-
in nú í summar og út móti
heysti, nevniliga tjóðskap-
arspurngurin og hvat har
kemur burtur úr.
Breiða semja
Sjálvur heldur Tummas Ar-
abo, at tað í Føroyum í dag
eru tríggir flokkar, sum
hava sjálvstýri sum mál:
Javnaðarflokkurin. Fólka-
flokkurin og Tjóðveldis-
flokkurin.
Veruleikin er so tann,
at tað hesir flokkar eru 6-
samdir um, er, hvussu man
rókkur hesum málinum.
Allir tríggir flokkar hava
hvør sína resept. og eftir
míni meting átti tað at borið
til at samansjóva hesar og
gjørt eitt kompromis um
tingini og ikki minst mátan,
hvussu hetta mål skal røkk-
ast.
Sjálvur ber Tummas Ara-
bo ótta fyri. hvat fer at
henda, um Tjóðveldisflokk-
urin er ov millitantur.
— Verður Tjóðveldisflokk-
urin ov millitantur í sínum
framferðarhátti. so kemur
sakin at detta á gólvið. og
tað verður ótrúliga spell fyri
okkum. sum hava virkað á
sjálvstýrisleið alla okkara
tíð. Javnaðarflokkurin hev-
ur jú verið tann, sum hevur
verið við til at úkið tey
sjålvstyrisstigini, ið eru tik-
in. Tað verður sera harmi-
ligt, um eitt heilt valskeið
skal fara aftur um bak og
einki hendir á hesum oki.
Hvat sipar tú til, tá tú
brúka orðið millitant um
Tjóðveldisflokkin ?
Tá eg brúki hatta orðið.
so meini eg. at tað er so
nógvur tvingsul í teimum
tankum. sum liggja til grund
fyri fullveldinum. Og tað eri
eg ikki sørt bangin fyri.
Tjóðveldisflokkurin ætlar at
fáa eina avtalu við Dan-
mark, har man eftir t.d
tiggju árum - uttan mun til
hvussu gongdin verður í
samfelagnum annars - skal
skera tey peningaligu sam-
bondini burtur. Ístaðin fyri
at man sigur, at løgtingið,
sum verður valt 4. hvert ár
og framtíðar tnglimir
kunnu gera av, hvussu langt
man skal ganga á sjálvstýr-
isleið.
Tummas Arabo sigur, at
tað, ið man kann vera bang-
in fyri í sambandi við sjálv-
stýrispolitikkin, er, at tað
verður strammað so nógv.
at fólkið flytur.
— Eg havi í míni tíð upp-
livað tvær fólkaflytingar úr
Føroyum. Tann fyrra var í
50-unum. tå livilikindini
vóru betur rundan um okk-
um. Tann seinna var í 90-
unum. Tað unga fólkið, sum
skal halda samfelagnum
uppi. letur sær ikki lynda at
arbeiða undir munandi verri
treytum í Føroyum, enn tey
kunnu fáa aðrastaðni.
Nú hevur Tjóðveldisflokk-
urin eitt ítokiligt uppskot um
fullveldi. Fellur hetta upp-
skotið kann so ikki roknast
við, at tað verður Javnað-
arflokkurin, sum fær skyld-
ina?
— Javnaðarflokkurin hev-
ur spælt ut og sigur, at man
vil gera ein sáttmála við
Danmark, har man be-
stemmar ferðina, hvussu
langa tíð man skal brúka til
at loysa. Vit vilja loysa við
skili og ikki fyri ein hvønn
pris. Sjálvur haldi eg íkki.
at flokkarnir eru so ósamdir
um sjálvan hugburðin.
Tummas Arabo heldur
annars, at landsstýrismaður-
in í sjálvstýrismálum kennir
seg tvingaðan at koyra so
hart á fyri fullveldinum fyri
at liva upp til krovini hjá
teimum tjóðskaparsinnaðu í
flokkinum, sum vilja leggja
alt annað til síðis til frama
fyri tjóðskaparmálið.
Hanus Andreassen, ril-
høvundi hevdi eina grein í
Sostalinum nú um dagar-
nar, har hann mælti til, at
Javnaðarflokkurin og Tjóð-
veldisflokkurin royna at
finna saman í framtíðar pol-
itikkinum. Hvat hevur tú at
siga til tað?
— Eg vil fara eitt sindur
longur og siga, at í tjóð-
skaparspurninginum eiga
fyrst og fremst Javnaðar
flokkurin og Tjóðveldis-
flokkurin at møtast og har-
eftir eisini fólkaflokkurin
Tað er ikki ráðiligt at fara
út í nakrar stórar avgerðir,
sum skulu galda fyri alla
framtíð, um tú ikki hevur
ein rímuliga breiðan meiri-
luta aftanfyri teg. Tí haldi
eg, at hesir tríggir flokkarnir
áttu at komið til eina semju
saman um mátan at gera tað
uppá.
Upplýsingar heldur
enn niðurstøður
Tummas Arabo bíðar nú eft-
ir, at landsstýrið skal koma
við tilfari frá teimum ymsu
arbeiðsbólkunum. Sjålvur
ivast hann stórliga í. um alt
tilfarið, sum landsstýrið
kemur við, verður objektivt.
Tá hugsað verður um
samferðslufrágreiðingina.
sum landsstýrið er komið
við, so er lítið gott í væntu.
Tann frágreiðingin var ikki
nóg góð. Hon lýsti ikki
samferðslu i Føroyum men
nøkur stór projekt, sum
hvørt sær kunnu vera åhug-
averd.
Og verður hetta støðið í
teimum frágreiðingum, sum
nú skulu koma um sjálv-
stýrismálið. so má eg siga.
at hetta ikki er nøktandi.
Søguligi parturin av sam-
ferðslufrágreiðingini var
heldur ikki nógv góður.
Kanst tú ikki siga sannleik-
an um fortíðini. hvussu
kanst tú so siga sannleikan
um framtíðina!
Hesa vikuna verða tvey
stór aðalorðaskifti á tingi.
annað um komm-unalpolit-
ikk og hitt um almannamál.
Tummas Arabo heldur
sjálvur. at løgmadur hevur
víst seg at duga at handfara
kommunumálið sera skila-
gott.
- Eg haldi annars, at An-
finn Kallsberg hevur víst
seg at vera bæði dugnaligan
og diplomatiskan. tá hann
er farin í gongd við nakað.
Tað sær eisini út til, at tá
hann fer í gongd við upp-
gávurnar, so loysir hann tær.
Fullveldið hevur hann ikki
úttalað seg beinleiðis um
enn. og eg trúgvi eisini. at
tá hann hevur tilfarið á
borðinum. so fer hann at
royna at finna fram til eina
semju, soleiðis at hann kann
hava eitt breitt grundarlag.
tá hann fer til Danmarkar at
Tummas Arabo, nyvaldur formaður í Norðstrevmovar
Javnaðarfelag
samráðast.
Kennir tú teg tryggan við,
at tað er Høgni Hoydal,
sum umsitur sjálvstýrismál-
ini?
— Tað geri eg fyri so vítt,
tí hann tykist at vera skila-
góður. Men tað, sum er
trupulleikin, er tann, at lívs-
royndirnar eru kanska ikki
tær nógvu. Og tað. sum
verri er, er, at hann eins og
fleiri onnur merktu ikki
kreppuna so hart, meðan vit,
sum sótu mitt í øllum trup-
ulleikunum, rædast, um
fiskurin hvørvur og vit
skulu uppliva eina líknandi
støðu. Kreppan hvarv, tí
fiskurin kom aftur. Og
hvørvur fiskurin enn eina-
ferð. so fáa vit aftur eina
kreppu.
Sjálvur heldur Tummas
Arabo. at Høgni Hoydal.
Anfinn Kallsberg og for-
maður Javnaðarfloksins.
Jóannes Eidesgaard áttu at
kunnað funnið eina semju í
tjóðskaparspurninginum.
— Eg veit og eri eisini full-
vísur í, at vit í Jóannes Eid-
esgaard eiga ein formann,
sum eins og Anfinn Kalls-
berg hevur stór diplomatisk
evni. Eg vil fara so langt
sum at siga, at skal nakað
skilagott koma burtur úr
tjóðskaparspurninginum, so
eru tað hesir tríggir pers-
Onarnir, sum mugu seta seg
saman og finna eina breiða
loysn. Tað nyttar ikki, um
ein av flokkurin bara vil tví-
halda um sína egnu loysn
Tummas Arabo heldur
tað vera sera spell, um eitt
heilt valskeið skal fara og
einki hendir í tjóðskapar-
málinum. Tá kann tað koma
at merkja eitt stórt afturstig
fyri alla tjóðskaparrórsluna
og leggur aftrat
— Tjóðveldisflokkurin
sigur, at tað er bert henda
eina loysnin, og tað er tann
loysn, sum hann gongur inn
fyri. Skuldu javnaðarfólk
kent seg tvingað til at taka
undir fullveldismodellinum.
ja so vóru tey tjóðveldis-
fólk.
Javnadarrørslan byggir
ikki fyrst og fremst á natio-
nalismu. Tað ger Tjóðveld-
isflokkurin. Vit byggja á
samhaldsfastan politikk. og
so hava vit nationalismuna
aftrat. Tað er í veruleikanum
munurin á flokkunum.
Tummas Arabo bíðar nú
spentur eftir Hvítbókini. -
Minstakravið eg vil seta til
úlfarið er, at vit fáa nógvar
konkretar og vælundirbygd-
ar upplýsingar. Nidurstød-
urnar kunnu teir halda fyri
seg sjálvar. Tað er ein ten-
densur til at leggja slíkt inn
í matematisk modell. og tey
kanst tú fáa at siga, hvat tú
vil. Tí meini eg ikki. at sam-
gongan skal gera nidurstød-
ur fyri restina av fólkinum.
Leggið tilfarið á borðið. og
skulu vit tá hugsa sjálvi.
|
Vil styrkja baklandið
hjá tingmanninum
| JAN MØLLER
Tummas Arabo var nå um
dagarnar valdur til for-
mann í Norðstreymoyar
Javnaðarfelag. Hann hev-
ur roynt seg bæði á tingi
og í landsstýrinum. Hann
var tingmaður frá 84 til
88 og afturvaldur á ting í
1990. Tummas Arabo var
so landsstýrismaður frá 91
til 94. Hann var uppstillaður
á løgtingsvalinum í fjør og
gjørdist nr. 2. Hann er nú
varamaður hjá Hans Paula
Stróm, sum umboðar
javnaðarflokkin í Norð-
streymoy á tingi.
Tummas Arabo sigur við
Sosialin, at hann fegin vil
gera sítt til at styrkja bak-
landið hjá nývalda ting-
manninum, soleiðis at
hesin kann fáa uppaftur
stórri undirtøku til næsta
val. Síðani fer hann eisini
at gera sítt til at ávirka
flokkin at reka ein polit-
ikk, sum felagið í Norðs-
treymoy heldur vera tann
rætta.