Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-04-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. apríl 1999síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 74 — 21. APRÍL 1999 tíðindablaðið 7 Rói Patursson heldur tað vera umráðandi, at vit ikki altíð bara hava orðaskifti um viðurskifti, sum hava við okkara egna búk at gera. Harumframt heldur hann tað vera eitt áhugavert hugskot, um skipað hevði verið fyri pallborðum, ið vidgjørdu spurn- ingar, ið hava við altjóða samfelagið at gera doyva eina ringa samvitsku. Men hann leggur tó dent á, ikki at gloyma tey, sum í roynd og veru gera eitt 6- trúligt arbeiði. Alheims tíggjund Viðvíkjandi alheimshjálp- ini, nevnir heimsspekingur- in ein enskan fakbróðir. ið hevur skrivað eina bók um nettupp hjálparhugtakið í síni heild. Hesin kemur við tí hugskoti, at eitt og hvert menniskja í vesturheimi- num átti at lati 10% av inn- tøkuni ul hjálp og menning í teimum fåtøku løndunum. - Her kann nevnast, at í Føroyum eru vit ikki fremst, tå peningastudul til fåtøk lond umræður, heldur Rói Patursson, og sigur seg í vast í, um fólk høvdu gingið við til hetta, her á landi. Hann heldur, at tað heyði verið heldur utopiskt at komi við einum slíkum uppskotið í einum lítlum landi sum Før- oyum, Íslandi ella Noreg, men at hugskotið kanska fer at veksa fram spakuliga og mennast til eina altjóða rørslu. Flottafolkamottøka krevur fyrireikingar Heimspekingurin heldur, at spurningurin um hjålp hev- ur uppiborid eina greida viðgerð. — Nøkur fólk i Før- oyum siga, at vit skulu als ikki hjålpa, sigur hann. — Undanførslurnar = kunnu vera so mangar: t.d., at tey eru muslimar ella okkurt so- vorðið. So eru tað onnur, sum siga, jú, vit eiga at hjálpa. Latum okkum taka nøkur hundrað fólk hendan vegin... — Men sigur Rói: — Vit eiga at vera púra greið yvir, hvat hjálpin hevur við sær. Hetta snýr seg ikki um, bara at vera fittur. Verður henda prosessin sett ígongd, kann hon taka úr einum mánaða uppí kanska 10 ár. Hetta eiga fólk at gera sær greitt, tí hetta setur ómetaliga stór krøv til okkara, sigur Rói Patursson, og skotir uppí, at hann heldur tað vera ómet- aliga ómakaleyst at senda 200.000 krónur til hjálpar- arbeiði, tí tá pengarnir eru farnir, er hjálpin avgreidd. Hitt, at fáa fólk henda vegin, krevur hinvegin eina ómetaliga vælskipaða til- rættislegging og eitt stórt arbeiði hartil. heldur hann Neyðugt er at granska mong ár framyvir í hesum spurningi. sigur Rói, og heldur harumframt, at ein kundi sett spurnartekin við støðuna hjá føroysku polit- ikarunum, um hvussu ålv- arsliga meint tað er, tá sagt verður, at vit eiga at taka móti flóttafólki. Eg eri samdur í, at vit sjálvandi eiga at taka á okk- um skyldir, sum onnur lond. Men eg sigi ikki, at tað er lætt... — Vit eiga ikki at taka í- móti fólki av dekorativum orsøkum; bara tí tað skal síggja flott út. Tað er mann- alagnur tað snýr seg um, slær Rói fast, og leggur dent á, at vit eiga at spyrja, hvat gagnar hesum menniskjum. — Kanska nakrar barna- familjur, 10 hava tørv á læknahjålp, heilivågi og reinum vatni, ella kanska bara friði, kundu komi til okkara eina tid, sigur Rói Patursson. Jugoslavia ikki sum Vjetnam Tá Rói Patursson verður spurdur, um tað er munurin á monnum og mentanum, ið skapar kreppur og ósemjur, ið elva til kriggj, er heimsspekingurin avgjørdur í svari sínum. — Tað er ikki kríggj sum- staðni, tí tey fólkini eru so Ond, ella friður her, tí vit eru betur enn tey, slær hann fast. Hinvegin heldur heims- spekingurin, at tað eru um- støðurnar, ið elva til slíkt, og leggur afturat, at vit oll óiva kenna persónar her á landi, ið høvdu klára seg øgiliga væl í ein tílíkari krigsstødu… — Tad sum eg eri bangin fyri, og eg ferð eftir ferð havi spurt meg sjálvan er, um eg sjálvur eri vorðin ein av teimum, sum góðtekur yvirvald, sigur Rói, og hvørvur eini 30 ár aftur í tíðina. — Tað er so stutt síðan, eg var ungur og mótmælti Vjetnamkrígnum. Er hetta sama støda..? — Mítt svar er, at tað er tað ikki... Rói Patursson sigur. at hansara ættarlið av mót- mælarum eyðmerkti seg sjålvt, sum umboðsfólk hjá eini frælsishugsan. — Vit sóu Vjetmaserar berjast fyri eini frælsiselskandi sosialismu. Tað somu kensluna ber ikki til at hava fyri Milosevic. heldur hann. Maðurin Milocevic er einræðisharri: hann hevur eina totalitera hugsjón, sum er rasistisk og etniskt bundin. Har er onki. ið til ber at elska, sigur Rói. — Nú eru tað USA og onn- ur rík lond, ið standa á odda í stríðnum móti honum. Rói kennir seg noyddan at við- ganga, at tað sum fer fram í bardaganum móti Miloce- vic er neyðugt, men ónt. Spurdur, um henda hugsan ikki bendir á, at vit eru vorð- in amerikaniseraði og mat- erialistisk, játtar hann, men spyr síðani, um hann so skal fara og hava samkenslu fyri etnisku útreinsanini hjá Slo- botan Milocevic, tí amerik- anarir eru so forbannað rík- ir, og vit eru so frabannað spilt..? Tað ber ikki til. hóast tað tykist skeivt, at hesi ríku lond bumba hitt lítla fátæka Jugoslavia, sigur Rói. — Eg haldi, at høvdu NATO-lond- ini ikki gjørt hetta, so var stødan vorðin verri: so høvdu kanska 2 milliónir fólk verið vekk av verðini, gitar Rói. Landamørkini gerast lægri — Hann sigur seg eisini vera noyddan at geva Clinton rætt, tá hann sigur, at kanska átti eitt tílíkt álop at verið framt móti Týskalandi í 1938-39, so Hitler varð steðgaður í góðari tíð. Hendan samanbering kann kanska nýtast sum argu- ment. — Tú sleppur ikki heilt undan hesi samanbering. Men faktorarnir í hesum trupulleikanum eru mang- ir... Í hesum sambandi nevnir Rói Patursson tað velduga hernaðarídnaðar- liga kompleksið, eins og hin nýggja heimsordanin, ið skal finna seg sjálvan og sína røttu legu. — Hvørji sløg av vápnum skulu nýtast framyvir. skal kanska eisini roynast, sigur Rói, og undrast yvir. at hetta ikki bara eru kensluleysir tankar, men tað er soleiðis tað í roynd og veru gongur fyri seg. Viðvíkjandi veldi num eystanfyri, sigur hann. at amerikanarar kanska eis- ini vilja royna yvir fyri Russlandi, hvussu langt ein kann fara. — Russland er júst nú eitt øgiliga stórt null. við ræðuligum fåtækradømi og einari púra Óvissari framtíð. heldur Rói Tað sum er positivt í oll um hesum er, at eitt fram veksandi medvit um, at mannarættindi og lóg og rættir eiga at vera hildin. er komið til sjøndar, sigur heimspekingurin. = Hann heldur. at vit hóast alt hava fingið eitt slag av altjóða virðum. sum ikki steðga við suveren landamørk. — Tað er ikki longur líka lætt at krógva seg aftan fyri eitt tjóðskaparligt fullveldi. Eftirlysir ødrvisi ordaskifti Materialisman, er hon ikki deilig, kortini. Fólk hava oll hesi tingini, og kunnu kovra í flottum bilum og eta seg spikafeit. So tímir man ikki at fáast allan henda átrúnaðin og etniska tilvitið Jú. men er talan um mat erralismu. spyr Rói Paturs son afturímóti. — Ein kundi sagt. at fólk sum hava tað gott. hava ikki slíkt fyri neyðini. Menniskjan hevur tað best. tá hon hevur tað gott. Tí er eitt gott og ríkt lív, ein mannarættur. stað- festir hann Eitt annað er hin blinda materialisman við stuðlum, ið siga: skít við um vit dálka jørðina, bara eg fái mín bil og mítt brennivín Ella hin ekspansiva stats- við materialiman, imperialism- an, sigur hann. Rói Patursson heldur tað vera umrådandi, at vit ikki altíð bara hava orða- skifti um viðurskifti, sum hava við okkara egna búk at gera. Harumframt heldur hann tað vera eitt áhugavert hugskot. um skipað hevði verið fyri pallborðum. ið vidgjørdu spurningar. ið hava við altjóða samfelagið at gera I hesum hopi kundi verðið spurt. hvorji vit eru sum menniskju. ið tora at halda. at tað er rætt at bumba. tá eisini ósek fólk i. Tað er ein stór av . Sigur hann, og leggur rar åhugaverdar spurn- ingar fram, t.d. um grund- mar til slíkar meiningar eru kalkulerandi. at vit siga tað vera betur at 60 ósek fólk doyggja, enn at 200.000 verða myrd. Kanska er lættasta loysnin at vera fullkomin pasifistur, ferdugt EEN Skrivari Eimskip sóknast eftir dugnaligum skrivara til skrivstovu okkara at arbeiða fulla tíð. Starvið umfatar: * At vera skrivari fyri leiðsluna * Rættlestur og umseting * Ad-hoc uppgávur frá leiðsluni Førleikakrøv: * innkrevjing frå skuldarum * Korrespondent í enskum ella líknandi royndir * Sera góðan kunnleika til foroyskt mál | * Duga at orða seg í skrift * Teldukunnleika, serliga Word og Excel * Virkisfýsni og evni at arbeiða sjálvstoðugt møguleikar. * Evni at leggja til rættis * Góð samskiftisevni Vit sóknast eftir einum persóni, ið er arbeiðssamur og til reiðar at taka uppgávur á seg. Arbeiðið hevur við sær góðar framtíðar- Umsóknin skal sendast til Eyðstein Jensen, P/F Eimskip í Foroyum, Boks 100, FO-110 Tórshavn í seinasta lagi 7. maí 1999. Umsóknirnar verða svaraðar og vidgjørdar í trúnaði. | Eimskip virkar í altjóða umhvervi og rekur nú 24 virki í 12 londum. | Hjá Eimskip og dótturfelegum tess, bæði innan- og uttanlands, | starvast uml. 1200 fólk. Stórur dentur er lagdur á undirvísing og | eftirútbúgving av starvsfólkunum. Eimskip leggur dent á dygd og syrgir fyri at øll starvsfólk eru væl útbúgvin til sitt starvsøki. Eystara Bryggja Tel 31 97 97 * Fax 31 97 55