Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-04-21, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. apríl 1999síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A NR. 74 - 21. APRÍL 1999 ítróttar e-mail: emil(Dsosialurin.fo Sosialurin - Box 76 - 110 Tórshavn - TIf. 31 47 20 - Fax 31 47 20 Privat stuðla grasvøllin vid trimum millionum Um fýra vikur verða fløgini løgd á í Gunda- dali, har tað verður ar- beitt av lívsins kreft- um, m.a. við maskin- um, sum B36 hevur fingið skipasmiðjuna at stuðla við Tað verður arbeitt av lívs- ins kreftum á økinum i Gundadali, sum ætlanin er bara um hálvan triðja mán- aða skal vera ein grasvøllur við plássi til fýra túsund áskoðarar. Higartil hevur tað kanska verið torført at ímynda sær, hvussu hetta skal bera til, men nú um dagarnar verða fyrstu ele- mentini sett upp. og í kom- andi viku verður arbeiðið við lendinum undir vøllinum liðugt. Poul Michelsen, sum er formaður í vinnurekandi grunn-inum, ið stendur fyri arbeiðnum og skal eiga og reka vøllin, hevur hesa síð- stu vikuna lagt endan til tað, sum vit kanska kunnu kalla eina felags flongju frá stjórunum á øllum skúlun- um í hóvuðsstaðnum. sum eru samdir við teimum. ið siga, at tað er óðamanna- verk at skunda eina fót- bóltsætlan igjøgnum og harvið ikki gera karmarnar fyri frælsa ítróttinum betri. enn teir hava verið, og tað vil siga, at teir framvegis skulu vera út av lagi vána- ligir í høvudsstadnum. Tá vit spyrja Poul Mich- elsen, um hesin veruleikin ikki hevur ávirkað hugs- anirnar og harvið ætlanir- nar, sum hann framum nakran annan er ímyndin av, svarar hann soleiðis: — Eg var ikki av teimum mest skikkiligu, tá eg gekk í skúla, so hatta við flongj- unum, sum tit kalla tað, er ikki nakað nýtt. Men vit hava eina ætlan, sum vit vita er realistisk — tað vil siga, at tað er samband millum tað, sum vit ætla at gera og fíggjarliga grundar- lagið — og vit eru sannførd- ir um, at soleiðis sum stød- an er í løtuni, so ber tað í ár bara til at gera hesa ætlan- ina til veruleika, og tað er hetta, sum vit í løtuni ar- beiða av lívsins kreftum Við. Poul Michelsen hevur aftaná fundin, sum var í Havnini í síðstu viku og al- mennu áheitanina, sum vinnurekandi grunnurin ekk, enn eina ferð kannað. 1vat meiri kostnaðurin eyði verið, um spreingiar- Þeiðið varð gjørt nú: Utrokningarnar siga framvegis, at tað fer at kosta 2,7 milliónir at spreingja, og so kann eg eggja afturat, at marknað- arprísurin í løtuni fyri tilfar og álegging av rennibreyt og ti, sum annar skal til fyri at gera eitt stadion til fræls- an ítrótt er ikki niðanfyri seks milliónir krónur og helst skulu vit gjalda meiri enn tað. I løtuni hava vit ikki pengar til spreingiar- beiðið, men um tað ber til at fáa hesar pengarnar til vega í ár, so ber tað til at taka elementini niður í heyst og seta tey upp aftur, tá arbeiðið er liðugt, og tað nýtist ikki at taka so langa tíð. Kostnaðurin av tí ar- beiðnum verður millum trý og fýra hundrað túsund krónur, sigur formaðurin í vinnurekandi grunninum. Privati stuðulin er tríggjar milliónir Vit hava fyrr her í blaðnum lýst, hvørjum figgjarligum treytum vinnurekandi grunnurin arbeidir og byggir eftir: Tað verður roknað við, at ætlanin, sum nú verður útinnt, kostar tólv milliónir krónur. Umleið helmingur- in av upphæddini ella um- leið seks milliónir krónur eru almennur stuðul úr kassanum hjá Tórshavnar kommunu og landskassa- num. Hin lítla helvtin skal fáast aðra staðni frá. Tað verður ikki roknað við, at raksturin av vellinum fer at bera meiri enn at rinda rentur og avdrøg av meiri enn tveimum milliónum krónum, og grunnurin ætlar at læna tvær milliónir. Fótbóltssambandið hevur lagt hálva aðru millión á borðið, og fótbóltsfelggini í Havnini skulu leggja umleið fimm hundrað túsund krónur á borðið. Ein stórur partur av tí, sum feløgini koma við, verður í ókeypis arbeiðs- megi og í ókeypis tilfari og maskinum. Hesa síðstu vik- una hava fleiri stórar mask- in-ur og kranar verið á øk- in-um. Hetta eru maskinur, sum tað hevur eydnast B36 at fáa á økiO at arbeiða. Hetta hava teir gjørt við stórum stuðli og við góðari vælvild frá skipasmiðjuni, og hetta telur í tann fíggj- arliga partin, sum avtala er gjørd um, at teir skulu koma við. Poul Michelsen upplýsir eisini, at tað hevur eydnast teimum at fáa fýra privatar stuðlar i Føroyum at stuðla byggingini við í alt knøpp- um trimum millónum krónum. Men hann vil ikki enn siga, hverjir hesir stuðlarnir eru, og so kunnu vit onnur hugsa um felggini í Føroyum, sum bæði eiga pengar og sum plaga at spýta í, tá tað ræður um sovorðin endamál, og tá er skjótt at tað, sum dettur í hugan, er, peningastovn- arnir, oljufeløgini og trygg- ingarnar! Sum á Svangaskarði Mitt í mai mánaða verður klárt at leggja grasfløgini á vøllin. Undirlendið verður gjørt umleið á sama hátt, sum tað varð gjørt á Svang- a-skarði, og ráð-gevararnir er-u teir sogfil“Royndirnar á Toftum a verð-ur gjøf nú er styttri mí drenrørini, enn tað er á Svangaskarði. — Sandurin verður før- oysk-ur og moldin donsk. Grasfløgini koma úr Dan- mark, og tey verða løgd á um ein mánaða ella so. Vit rokna við, at tað verður klárt at spæla á vellinum, tå tann fyrsta vikan av juli er farin. Meðan grasið fer at grógva verið sjálvandi nógv annað at takast við. Eitt tað síðsta, sum fer at verða gjørt, verður at seta setrini til áskoðararnar upp. Hetta er eitt av teimum arbeiðnum, sum fer at verða gjørt við sjålvbodn- ari arbeiðsorku, sigur Poul Michelsen. Jh pået pa48eå … pens ør + p * * + passes oser ? + + #1 + 5” + + bs + 4 * + Í + + $ pede påse td + gr pt FAR på ae pået paste paste 134 på 6-54 444 påtået 3 -. +… surranetet! TI … 58% Poul Michelsen hevur altid verið góður fyri feroyskan fótbólt FCK og landsliðið spæla fyrst skulu Arbeitt verður við longu í summar at økja áskoðaraplássini úr fýra og upp í seks túsund Tað er ikki komið hundrað prosent upp á pláss enn, men gongur tað, sum teir, ið hava ábyrgdina fyri nýggja grasvøllinum í Gun- dadali vilja, so verður fyrsti dysturin á nýggja vellinum spældur leygardagin 10. juli. Og ætlanin er, at liðini, sum skulu spæla fyrsta dystin, verða føroyska landsliðið og FCK úr Keypmannahavn. — Vit hava ikki und-ir- skrivað nakra avtalu við FCK, men tað er nógv, sum bendir á, at hettga fer at gerast veruleiki. Vit hava tosað við Flemming Øster- gaard, men enn er okkurt eftir at fáa upp á pláss, sigur Poul Michelsen. Finalan í kappingini um lógmanssteypið skal sam- bært skipanina spælast sunnudagin 4. juli, og vit spyrja tí formannin í vinnu- rekandi grunninum, um tað ikki hevði verið meiri skila- gott so at siga at vígt vøllin við tveimum góðum før- oyskum liðum og við løg- manni millum áskoðarar- nar. — Vit vóna sjálvandi, at løgmaður verður millum á- skoðararnar til fyrsta dyst- in, og vit høvdu avgjørt einki havt ímóti at steypa- finalan varð fyrsti dysturin. Men tað eru onnur viður- skifti, sum spæla inn. Eitt er, at vit ikki vita, hvørji lið koma í finaluna, og vit hava sjálvandi ongan rætt at tvinga finalulidini at spæla å grasi, um tey ikki ynskja tað. Og so er tað tíðin. Tað er stórt trýst á, og eg rokni ikki við, at vøll- urin verður tøkur 4. juli Fleiri áskoðarar Tað verður mett, at um tað fer at roynast hampuliga væl. tá landsliðið í juni fær vitjan av Skotlandi og Bos- nia, so fer áhugin millum fótbóltsáhugað at vera sera stórur, tá Estland og Litava koma til Føroya fyrst í september. Såttmåli er undirskriv- aður millum vinnurekandi grunnin og Fótbóltssam- bandið um, at landsdystir- nir í september skulu spæl- ast á nýggja vellinum i Gundadali. Men tað eru ikki pláss fyri fleiri enn fýra túsund áskoðarum í Gun- dadali, og tað kann væl hugsast, at tað verða fleiri enn so, sum vilja hyggja at, og so hevur verið nevnt, at FSF má halda fram á Svangaskarði, tí har er pláss fyri nógv fleiri enn fýra túsund áskoðarum. — Vit mugu bara vóna, at tað fer at gangast lands- liðnum væl í juni og at áhugin verður stórur í heyst. Vit vilja sjálvsagt hava fleiri enn fýra túsund áskoðarapláss, og vit ar- beiða við at fáa fleiri pláss enn tey fýra túsund. sum tað fer at bera til at seta upp longu tíðliga í summar. Tað fer at bera til at seta eini tvey túsund upp aftur- at í juli og august, men um vit skulu gera hetta, so er hetta treytað av, at vit fáa stuðul til hetta, og tað er hetta, sum vit kanna í løt- uni Men ber tað til at fáa stuðul til sovorðið. tá tað tykist Ogjørligt at fáa stuðul til spreingiarbeiðið fyri rennibreyt? - Nú mugu vit ikki blanda hetta saman. Tað er kanska møguligt at fáa pri- vatar stuðlar til áskoðara- plåssini, og um tað eydnast. so fer hetta at hava stóran týdning, tí harvið verður møguleiki at økja møgu- leikan fyri rakstrarinntøk- um heilt nógv. Men kunnu tit ikki fáa privatar stuðlar til renni- breytina? — Um vit høvdu fingið tað, so hevði hetta ikki havt eina øking av rakstrar- inntøkunum við sær, og tað er ein stórur munur. Men annars kann eg í hesum sambandi vísa á, at vit hava søkt stuðul úr grunninum fyri ítróttarvedding, men vit hava ikki fingið nakað svar enn, og nú hevur hetta felagið ikki so nógv at býta út, staðfestir Poul Michel- sen og vísir á, at í hesi vik- uni hevur tingið samtykt. at Ítróttarsam-bandið skal ráða yvir seksti prosentum av pengunum, ið koma aft- ur til Føroya sum partur av yvirskotinum hjá donsku veddingini. Eg haldi, at tað hevði verið kærkomið fyri so nógvar partar av føroysk- um ítróttarlívi, um ISF gjørdi av at seta pengar í rennibreytina jh