Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-04-24, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. apríl 1999síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 77 — 24. APRÍL 1999 Eyðun Ljósheim koyrir annan trailaran til Albania. Hann hevur tvær ferðir áður verið við neyðhjálp í Rumenia. Fyrru ferð í 1990 EÐ Flóttafólkahjálpin megnar undirtøku Hóskvóldið á midnátt fóru tveir trailarar fullir av klæðum, teppum og óðrum avstad við Norr- ønu til Danmarkar. Leiðin gongur til Albania, har neyðhjálpin verður latin flóttafólki, ið eru flýdd undan neyðini í Kosovo DAGFINN OLSEN JOHN JOHANNESSEN Føroyingar hava higartil lat- ið eini 90 tons av pløggum og øðrum sum neyðhjáp til kosovoalbansk flóttafólk í Albania. Birgir Anreasen, Rodmundur í Liðá og Páll Poulsen tóku fyri stuttum stig til innsavnanina, ið fer fram kring alt landid. Hóskvoldið fóru so 60 tons av neyðhjálp avstað við tveimum trailarum. Sostatt eru 30 tons eftir í føroyum, og fara hesi avstað við Skip- afelagnum til Hirtshals í næstum. Fara sjálvir við Ætlanin er, at trailararnir úr F EN Føroyum skulu fylgjast vid einum tyskum fylgi til Ital- ia, hadani leiðin so gongur víðari til Albania við ferju. Birgir Andreassen sigur , at trupulleikar hava verið at fingið pláss við ferju úr It- alia, men at hetta nú er fing- ið í rættlag. Meiningin var, at fýra mans skuldu fylgja við neyðhjálpini heilt úr Føroy- um til Albania, men av tí at talan nú er um tveir trailarar, varð neyðugt at seks mans fóru avstað. Hesir eru fyri- skipararnir Birgir Andreas- sen, Páll Poulsen og Rod- mundur í Liðá umframt bil- fórararnar Svend Kristian- sen, Eyðun Ljósheim og Rodmundur i Lida og Birgir Andreassen framman fyri annan av trailarunum, sum sendir eru til Albania vid flóttafølkahjálp tveir bilførarar frå lastbila- fyritøkuni hjå lan Rasmus- en i Kollafirði, ið ikki hevur eydnast okkum at fáa nøvn- ini á. Stórfingið farvæl Tá neyðhjápin fór avstað við Norrønu hoskvøldid var nógv fólk samankomið at siga færvæl og góða eydnu. Fyri at sýna teimum, ið fóru avstad, at arbeiði teirra verður stórliga virt her í Føroyum, varð fýrverk skotið fyri teimum. Hetta, halda fyrireikarar- nir, sýnir, at stórur águgi er millum fólk fyri ferðini. Og tískil hevur sjónvarpið eis- ini sent fólk við á ferðina. Mynd: Alvur Haraldsen tíðindablaðið Hanstholm 96 55 03 50 — Hedehusene 46 59 34 98 … tekur tað at rokka eina av okkara nýggju farmastødum - tað sama hvar tú ert í Danmark. Farmastødirnar eru allar mannaðar við serkønum fólki, ið kenna til farmaflutning til og ur Føroyum. Her svara og loysa vit allar ivaspurningar um farm og flutning. Í Hedehusene og Kolding taka vit móti farmi allan fríggjadagin, og í Hanstholm líka til leygardag á middegi. Allir út- og innflytarar av farmi hava nógvar fyrimunir við landsins einastu RO-RO flutnings- leið. Norrøna fer avstað leygarkvøld, og mánamorgun eru vit frammi í Føroyum. Smyril Line Cargo Jónas Broncksgeta 35 100 Tórshavn TIf. 31 59 00 Fax 31 89 60 Smyril Line Cargo Trafikhavnsgade 7 7730 Hanstholm TIf. 096 55 03 50 Fax 096 55 03 51 Smyril Line Cargo Birkedam 10 6000 Kolding Tlf. 076 30 08 55 Fax 076 30 09 55 Smyril Line Cargo Guldalderen 6 2640 Hedehusene TIf. 046 59 34 98 Fax 046 59 30 34 SMYRIL LINE TÍN SKJÓTASTA FARMALEIÐ