leygardagur 24. apríl 1999síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
A
|
|
|
Nr. 77 — 23. APRIL 1999
Nr. 77 — 23. APRIL 1999
Hvat hendir nyggjårsnått, tå vit trina
inn i ár 2000? Verða teldurnar í ørviti
og skapa ruðuleika og neyð í meg-
inpartinum av heiminum? Ella heldur
heimsins gongd fram, eins og hon
plagar? Til eru nóg mikið av alskyns
rædusøgum um sokallaða »år 2000
trupulleikan«, men eingin dugir at
síggja. hvussu stórar avleiðingarnar
av hesum trupulleika verða
— Eg skal í hvussu so er ikki
sita í einum flogfari gamla-
árskvold. Hevur tú hugsað
tær, hvat kann henda?
Hesa viðmerking hevur tú
helst hoyrt áður.
Eins og tú hevur hoyrt
ræðumyndina um flogfør, ið
renna saman í luftini, tí
skammlop hevur verið í
telduskipanini og teldurnar
gerast ørar, orsakað av, at
árið skiftir frá 1999 til 2000.
Tann í fyrstu atløgu lítis-
verdi árstalstrupulleikin í
teldum og tøkniligum skip-
anum er so líðandi vorðin
eitt væl umtókt samrødu-
evni á familjuveitslum,
døgurdaveitslum og við
kaffiborð kring allan knøtt-
in.
Ein eftir ein koma reglu-
ligar rædusøgur, hvør verri
enn onnur, fram í miðlu-
num: Hugsa tær. um
streymurin fór í bæði hálv
og heil samdøgur i millión-
býum kring allan heim. Er
tað trygt at liggja á sjúkra-
húsi gamlaårskvøld? Hvat
hendir, um stýrisskipanirnar
á kjarnorkuverkunum brád-
liga svíkja. Og eru umfat-
andi kjarnorkuvápnaskipan-
irnar hjá USA tryggjaðar
móti einari telduvillu, ið
ikki ber til at vita nakað um
frammanundan?
Onkur tøkniserfrødingur
hevur gjørt vart við, at tær
mongu ógvusligu ræðu-
myndirnar sjálvandi gera
vart við ár 2000 trupulleik-
an, men tær gera eisini, at
fólk ikki hugsa um veruliga
trupulleikan, tí ræðumynd-
irnar gera, at fólk ímynda
sær, at alt sindrast.
Tá 99 verður til 00
Men hvat skulu vit leggja
til merkis?
Trupulleikin er gomlu
teldurnar, sum, fyri ikki at
nýta ov nógv av avmarkada
plássinum í teimum, vórðu
gjørdar soleiðis, at dagfest-
ing og árstal vórðu skrásett
við tveimum tølum. 1988
gjørdist 88, 1992 gjørdist
92, og so framvegis.
Eingin hugsaði tå um,
hvat fór at henda, tá vit
komu til 1999, og tað gjørd-
ist gamlaárskveld. Tá 99
gerst 00.
Teldan fer eftir øllum at
dóma at halda, at nú eru vit
í árinum 1900. Ella kanska
1980. Ella okkurt heilt
triðja. Arsskiftistrupulleikin
kann elva til smáar trupul-
leikar og ørkymlan í lítlu
stýrisskipanini hjá telduni
sjålvari, men skal hon sam-
skifta við aðra teldu, ið er
nýggjari og veit, at vit nú
skriva ár 2000, ja, so hava
vit ruðuleikan.
Telduserfrødingar vilja
vera vid, at talan er um ein
fjøltåttadan trupulleika. Teir
siga tað vera lætt at royna
eina stýrisskipan og síggja.
um hendan klárar ársskiftið.
Og kanska ber eisini til at
royna tvær stýrisskipanir
saman. Men at royna allar
skipanir, forrit og annað
samstundis, fyri at síggja,
um tey virka saman eftir
ársskiftið, gerst beinanvegin
truplari.
Dagfestingarskipanin er
nevniliga ikki bert í teldum
og forritum, men finnist eis-
ini í teimum evarska lítlu
„chippunum“, ið sita
goymd í flestu tøkniligu lut-
um. Tískil tora tøkingar ikki
at lova, at vit sleppa undan
einum tøkniligum ár 2000
trupulleika.
SAS torir á flog
tíðindablað
John Johannessen
Tekning: Dagfinn Olsen
Kelda: Aktuelt, Steffen Stevelbæk
Myndaviðgerð: Álvur Haraldsen
Ruðuleriki
At tað er torført at gera sær
trupulleikan greiðan, fáa vit
staðfest, við at venda aftur
til flogførini eina lotu.
Sum dømi kann nevnast,
at SAS torir at senda flogfør
á flog nýggjársnátt. Há-
lendska flogfelagið KLM
vágar sær ikki. Av ræðslu
fyri teldutrupulleikum, hev-
ur felagið givið boð um, at
hesa nátt skulu øll flogfør
verða verandi á joørðini.
Hjá SAS halda tey tað
vera í lagi at ræðast ár 2000
trupulleikan, men tey siga
seg ikki hava funnið nakrar
trupulleikar í tøkniligu skip-
anunum, ið = gera, at tey
ikki kunnu fara á flog. Men
lagt verður afturat, at um ivi
stendst av gjøllari kanning-
um, hevur felagid enn møg-
uleika at skifta meining.
I løtuni, átta mánaðir áðr-
enn stóra ársskiftið, vita tey
fægstu, hvat ár 2000 trup-
ulleikin kemur at merkja.
Greinarar og tøkningar eru
bert samdir um eitt: Tað er
ringt at siga, hvat fer at
henda.
Flestu teirra tora tó at
siga, at ársskiftið bert fer at
hava smáar og øsandi trup-
ulleikar vid sær. Til dømis,
at sjónbandaspælarin ikki
vil taka upp. at lónin kemur
nakrar dagar ov seint og at
ljóskurvarnar koma út av
takt.
Sum vanligur miðalborg-
ari fer helst at bera til at
liva við trupulleikunum - í
hvussu so er nakrar av teim-
um fyrstu døgunum í ti
nýggja árinum. Verri kann
vera hjá stórum virkjum og
fyritøkum, ið fíggjarliga
eru tengd av masikinum, ið
rigga og útvegafólki, ið út-
vega tænastur og vørur.
Nýggj oljukreppa
Spátt er um húsagang og
kreppu í fíggjarheiminum.
Men spyr ein um avleiðing-
ar fyri samfelags-, ja, alt
heimsgjaldførid, eru hugs-
anirnar aftur ymiskar.
Høvudsfiggjarleidarin
hjå Deutche Bank Securites
er 70 prosent visur i, at
heimssamfelagið rennir seg
í eina kreppu, ið líkist olju-
kreppuni í sjeytiárunum, tá
stigið verður inn í næstu
old. Hinvegin heldur høv-
uðsfíggjarleiðarin í bretska
NatWest Group. at vestur-
heimurin bert fer at merkja
eina niðurgongd í fíggjar-
vøkstrinum á eitt hålvt pro-
sent, orsakað av trupulleik-
unum viðvíkjandi árinum
2000.
Fíggjarligt maktarloysi
ella ikki, heimurin heldur
áfram gongd sína. Og nakað
ragnarok í heimsskipanini,
fíggjarheiminum ella heims-
myndini verður ikki talan
um. ljóðar stutt og greitt frá
meirilutanum.
Hóast alt sleppur ræðslan
av og á framat. Til dømis tá
bretski ár 2000 bólkurin
fyri nøkrum mánaðum síð-
ani heitti á allar bretar, um
at hava eina lítla goymslu
av dósamati til taks, tá stigið
varð inn í ár 2000.
Um nú okkurt
henda...
Aheitanin varð tó tíkin
aftur, eftir stóra ósemju í
bólkinum og ábreiðslur frá
fleiri almennum síðum.
fór at
Goyma seg í fjøllunum
Ræðslan fyri, at tøknin fer
la ræðsla
út av lagi um túsundárs-
skiftid, kann fyri nøkur vera
torfør at halda skil á
I USA eru fyrstu amerik-
ufólkini longu rýmd úr stór
býunum. og hava tey sett
seg niður í fjøllunum. sann-
førd um, at undirstødu-
kervid (infrastruktururin)
rapar, og hevur við sær 6-
skil og harðskap eftir
ársskiftið.
A internetinum finst ein
rúgva av heimasíðum frá
smáum átrúnaðarligum
bólkum og fanatiskum teld-
ufélkum, ið oll geva ráð um.
hvussu ein á einfaldan hátt
kann lívbjarga sær. Ráð um
at keypa sær våpn, diesel-
generatorar og turrfrystan
mat.
So víðgongd eru vit sjáld-
an her heima á klettunum.
Og enn hevur eingin leitað
sær skjól í Dímun ella
Mykinesi, fyri á bestan hátt
at sleppa undan ár 2000
trupulleikanum. Í hvussu so
er vita vit enn ikki um nakr-
an, men 251 dagar eru enn
eftir...