Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-04-27, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. apríl 1999síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 78 - 27. APRIL 1999 ítróttar 17 Kappróður: Eysturoyingurin varð flotaður flaggdagin, og í gjár fór manningin til Scillyoyggjarnar, har teir skulu kapprógva komandi vikuskifti Sunnudagin var flaggdagur. og tað hevur í mong ár verið føst mannagongd í teimum kappróðrarfeløgunum. har tað av álvara verður gjørt nakað við venjingina og harvið = kappingina um fremstu plåssini, at bátarnar verða flotaðir henda dagin. Tað var eitt sindur tjúkt í veðrinum sunnudagin, men tað vóru góð róðrarlíkindi. og í fleiri stóðum sóust kappróðrarbátar. Millum bátarnar. sum vórðu drignir úr neystinum flaggdagin, var Eysturoy- ingur. Í fjór vunnu teir á Skálafjørðinum alt tað. sum var at vinna, og síðsta ferð- in, at båturin var lyftur og lættur, var eftir Olavsøku- róðurin. Nú var tíðin so komin aft- ur at knørrin úr neystinum, og í róðrarhopi vóru tað eingir årsungar, sum settu seg við árarnar. Nógv teir flestu. sum í fjør vunnu so nógv skreyt og nógvan heiður til NSI. hava hug at taka eitt tørn afturat. Teir róðu eina løtu í góð- vedrinum, og tá teir royndu málið og tóku tíð, var tað lítið. sum berdi á, at teir hava hildið frá kapp- róðrinum í ni ju mánaðir. draga Fyrireikingarnar Og tað hava teir heldur ikki. Í fyrraárið bjóðaði Amerada Hess besta 10- mannafarinum at taka lut í serliga = kappróðrinum í Scilly oyggjunum. Í tí sam- bandinum fingu teir kapp- róðrarbátin Brendan henda vegin, og um hesa tíðina í tjór var manningin á Vest- menningi á Scilly oyggjun- um. Teir høvdu vant um- borð á Brendan, og tað hev- ur manningin á Eysturoy- ingi eisini gjørt: Vit fingu bátin inn henda vegin síðsta heyst. Tá vóru vit onkra ferðina og vandu, men tað spurdist ikki tað heilt stóra burturúr, og í desember vóru vit onga ferðina í bátinum. Síðani ársskiftið hava vit ætlað at vant meiri miðvíst. men veðrið hevur verið so mikið Olagaligt, at tað hevur ikki borið okkum til at verið so ofta í båtinum, sum vit høvdu roknað vid, men síðani á páskum hava vit vant heilt nógv Hetta sigur Sofus Han- sen. Hann er ein av rógv- arunum og leiðari á ferðini. Mest sum øll manningin. sum í fjør var við til at vinna so nógv við Eysturoyingi, hevur verið við í fyrireik- ingunum. Tveimum hevur borist frá. Teir eru Martin Gregersen, sum er til skips, og Jákup Súni Vang, sum tað av útbúgvingarávum hevur borist frá. Hinir niggju, sum hava fyrireikað eru umframt Sofus Hansen, Sámal Hansen, Tøroddur = Vang, Janus Vang, Ludvík Justinussen. Martin Venned, Páll Lam- hauge, Jan Herman Han- sen, Anthony Hansen og so Tummas Petur Thomassen. sum er nýggjur maður. seg, Ferðin Kappróðrarmenninir fóru við Mærsk flogfarinum i Skulu rogva fjúrtan kilometrar í tveir dagar - Í bæði Brendan og båtinum, sum vit fara at fáa, er pláss fyri seks róðrarmonnum og einum styrimanni, men båturin, sum vit skulu kappast í, er longri í báðum endum, enn Brendan er, sigur Sofus Hansen gjár. Á middegi í dag koma teir til Sankt Mary á Scilly- oyggjunum. Teir skuldu flúgva út hagar við tyrlu. Í nátt hava teir hildið til suð- uri á Lands End, eftir at teir umvegis Keypmannahavn og Gatwick lufthavnina í London og ein flogvgll.sum eitur Newquay Airport, høvdu koyrt síðsta teinin í bussi. Málið við ferðini er kapp- róðurin, sum teir komandi vikuskifti skulu taka lut í.60 manningar ymsa staðni frá í heiminum stevna í hesi vik- uni til Scilly oyggjarnar, har kappróðurin verður bæði leygardagin og sunnudagin. Scilly oyggjarnar eru fleiri enn 140 í tali, men tað búgva bara fólk á fimm av teimum, og størsti parturin av teimum býr á Sankt Mary. Føroyska ferðalagið verður i Førovum aftur annan hósdag. Sum sagt so er tað Amerada Hess, ið hevur rindað fyri ferðina og uppihaldið. Klædnahandil- in Jallur hevur stuðlað við ferðabúnunum. Kappingin Tað er ikki smávegis kapp- ing, sum føroysku róðrar- menninir skulu í komandi vikuskifti. Friggjakvøldid verður ein róður, sum kort- - Teinarnir, sum vit skulu rógva, eru fyri tað mesta væl longri, enn tað, vit eru vanir við, og kappingarnar eru væl tættari, enn tað, sum vit eru vanir við. Ti er spurningurin um taktikk nakað, sum vit hugsa nógv um int ikki fer at telja við i kappingini, men leygardag- in og sunnudagin verður av álvara kappast. Leygardag- in skulu teir rógva tveir róðrar Annar teinurin verður 3.200 metrar. og hin verður umleið 5000 metrar. Sunnudagin verður aftur róð tvær ferðir. og tá verður annar teinurin fýra túsund metrar, og róðurin verður 1600 metrar: Vit eru sjálvsagt sera spentir. Eitt tað fyrsta. sum verður á skránni. tá vit vera komnir leiðina fram. verður at fáa båtin, sum vit skulu kappast í. Hann er av sama slagi sum Brendan er, men Vit vita, at hann er eitt sind- ur longri. I bæði Brendan og bátinum, sum vit fara at fáa, er pláss fyri seks róðrar- monnum og einum stýri- manni. men båturin, sum vit skulu kappast í. er longri í báðum endum. enn Bren- dan er, sigur Sofus Hansen. Tå teir hava fingið bátin. fara teir at gera árarnar til. og so fara teir at venja í dag og í morgin og kanska hós- dagin eisini Friggjakvøldid verður eitt slag av framsýningar- róðri, og tá fara teir tríggir av okkara, sum ikki skuiu taka lut í sjálvari kapping- ini, at vera við til at manna bátin, sigur Sofus Hansen. síðsti sum ikki ivast i, at talan verður um eina strævna ferð. Og tað er væl skiljandi. at hann roknar við tí. Í tí fyrra róðrinum leygardagin verða allir 60 bátarnir við Málið við tí róðrinum verð- ur at bólka bátarnar í fimm soleiðis at teir. ið eru um leið sterkir. koma í bólk saman Jeinarnir. sum vit skulu rogva, eru fyri tað mesta væl longri. enn tað. vit eru vanir við. og kappingarnar eru væl tættari, enn tað. sum vit eru vanir við. Tí er spurn- ingurin um taktikk nakað, sum vit hugsa nógv um, og vit vita heldur einki um stød hjá hinum bátunum Vit vita ikki. um vit skulu geva alt í tí fyrsta róðrinum. ella um vit skulu goyma eitt sindur av krúti fyri at standa okkum væl í seinnu kappingunum Tá vestmenningar í fjør luttóku í somu kappingini endaðu ter sum nummar 26 av 60) manningum. og so fáa vit at síggja. hvussu teir eins å Eysturovingi fara at standa seg. Men tað er i hvussu so er greitt. at tå teir um eina góða viku aftur eru í Førovum. so fara tei flestu aftur umborð á Evst uroving Venja við ti fyn evga at end urtaka bragdið. sum teir út- inntu í fjør. tá teir vunnu allar seks FM róðrarnar Um tað fer at ey t veldst umframt dvedirnar hjá hesum róðrarmonnun- um ersin tað. ið róðrar- og so lára teir at um menn aðra stadni kring landið fara at leggja í ven- ingina. Um hetta fara vit ivaleyst at frætta meiri seinni jh