Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-04-27, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. apríl 1999síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

= Nr. 78 — 27. APRÍL 1999 tíðindablaðið 23 Orðaskifti: Moralurin røkkur ikki Royndirnar visa, at okkara viðurskifti við Danmark ikki kunnu hvíla á einum politiskum/moralskum sáttmála, skrivar Sjúrður Skaale í hesum brævinum til formann Javnaðarfloksins Kæri Jóannes Eidesgaard! Fu hevur farnu tíðina fingið tann keðiliga óvana at kalla meiningarnar hjá Gudi og hvørjum manni "fundament alisuskar” Í Sosialinum leygardagin hongir tú eisini hetta spjaldt 10 um hálsin á undirritaða Orsøkin er at eg havi skrið að. at loysnin, sum Javnað arflokkurin í løtuni sigur seg umboða á tí ríkisrættarliga økinum, ikki kann setast í verk. At vit ikki kunnu vera eitt sjålvstødugt land undir grundlógini hjá einum ødr- um landi. Og at tørvur er á einum greiðum juridiskum karmi um tað føroyska sam- felagið. Eg dugi ikki at síggja, at tað skal vera fundamenta- listiskt. Og tað. tú sigur um "sjálvstýrislógina“. er bæði flokjasligt og ósamanhang- andi. Tað blívur bara trupl- ari og truplari at síggja. hvat tykkara ætlan er. Og harvið eisini støðugt verri at trúgva uppá. at tað letur seg gera. Eitt ókent samstary Í Fimmaranum mikudagin fekst tú enn eitt høvi at for klára bæði mær og øðrum hvussu Javnaðarflokkurin heldur, at vidurskiftini við Danmark skulu skipast Tá segði tú at ætlanin var og eg sitert: "At uppfinna eitt samstarv, sum onga aði astaðni er sætt í verðini" AM uppfinna eitt samstarv, sum onga aðrastaðni er sætt í verðini... Tað er nú ikki smáting! Men. sjálvandi. tað er einki galið í at hugsa stórt. Tað er ófort, tá onkur upp- finnur okkurt nýtt. Og eg i ist ikki í, at tå ert ein fínur uppfinnari. Men kundi tå ikki upp- funnið bara ein lítlan part beinanvegin. so vit onnur sluppu at síggja, hvat tað snýr seg um? Skilir tú ikki, at tað er trup ult at hava álit á tykkara ætl- anum, tá tær eru so luftigar sum hetta? Heldur tú ikki. at veljararnir hava krav uppá at fáa okkurt meira itøkiligt at vita? Eftir ollum at døma ikki. Og at:fakfólk hava víst á. at ætlan Javnaðarfloksins er ógvuliga órealistisk. heldur tú heldur ikki vera títt pro blem. Til tað segði tú í út Varpinum, at tað er uppgåv an hjá tíðindamonnum at tinna onkran samfelagsfrød ing. sum kann siga, hvussu hetta kann setast í verk Hví sigur tú tað ikki sjál ur? Tað er hóast alt tín ætl an. Ein politiskur/ moralskur sáttmáli Tað grundleggjandi støðið undir skipanini skal, sigur tú. vera "ein politiskur/moralsk ur sáttmáli" Tað er tað, heimastýrislóg in í stóran mun er. Og tú hevur rætt í. at hon á nógv um økjum hevur riggað fyri myndarliga. Tú hevur rætt í. at hon hevur givið Føroyum reelt — um ikki formelt - vald Sjúrður Skaal á nógvum økjum. Men tað hevur fyrst og fremst verið. ti Føroyar og Danmark ikki hava havt mótstríðandi áhugamál. Tá ósemja hevur verið, og tað er komið til skarpskeringar, nevur tað formella, juridiska valdið verið avgerandi. Hví heldur tú, at triggjar øgtingssamtyktir í hernað- armálinum vórðu sópaðar av »ordinum? Hví tók tað 17 ára mødsamar samráðingar áðrenn vit fingu rættin at rúka okkara egnu undir- grund? Hví utvikladi bank- amálið seg. sum tað gjørdi? Orsøkin var, at moralurin ikki var nokk. At politikk urin ikki var nokk. Har sum Osamsvar var millum før oysk og donsk áhugamál, var tað endaliga valdið avger andi. Og tað endaliga valdið lá í Danmark Tú kanst sjálvandi kalla tað ”fundamentalistiskt” at halda. at løgfrødin er avger andi. Men tað visa roynd irnar, at hon er. Royndirnar visa, at ein politiskur/mor alskur sáttmáli er eitt ótrygt grundarlag. Tað er at byggja á sand. At byggja eitt land á sand Og hinvegin: Fyri tað um Javnaðarflokkurin heldur at moralurin er nokk. ger tað so nakað. um vit eisini hava greiðar juridiskar linjur? Er tað nakar skaði. at tað er ord an í ungunum? Hvítabók Tu sigur eisini í Sosialinum, at eg havi skatt trúvirðið hjá ”hvitub6k”, tí eg havi sagt mína hugsan um hesi viður- skifti. Hvítabók verður skrivað av emi rúgvu av fólki, og tað einasta eg geri, er at redigera eim lítlan part av henni. Eg havi absolutt onga - íkki ta allar minstu - ávirkan á inn- íhaldið Men ta er nokk so sígandi. at tú roynir at brúka hetta, sum tú gert. Tí tað, sum eyð kennir ein politikara sum ikki hevur nakran boðskap. er, at hann í staðin fyri at tosa um politikk. fer at tosa um persónar. At illgita. At såa 1va um trúvirðið hjá ødr um Eg haldi. hondina á hjart- að. at tå heyði staðið teg bet ur um tú í staðin hevði roynt at tosa um politiskt innihald Tað er hóast alt tað. tú fært tína løn fyri. Og tin politiska g ábyrgd í hesum spurningi ér at finna utan hvat Javnaðarflokkurin ætl ar. Ella "uppfinna | tú vilt. Og so greiða fólki frá fáa nakað itøkiligt g realistiskt at taka støðu ti uppgava o tað. um (1. SO tey t royna at gera hetta stór- mál til ein spurning um ein- stakar persónar. er at snúgva sær undan ábyrgdini. Heldur tú fram á teirri kósini, tapir tú til endans. Veljararnir fara ikki at fylgja tær. Harvið fer tann ullinta stødan í hesum máli eisini at skaða Javnað- arflokkin og tey sjónarmið. hann hevur á øðrum økjum Og tað hevdi jú verið spell Vinarliga, Sjúrður Skaaie Sorgarleikurin í Littleton, Colorado Nú amerikanska tjóðin hevur sæð ein av stórstu ræðuleikunum her seinastu árini. er tjóðin skelkað. Men hvussu nógv skal til, áðrenn vit førovingar koma í somu stóðu ? Týsmorgunin byrjaði sum einhvør annar morgun hjá 1800 næmingum í Colum- bine High School í Littleton, Colorado. I matfrikorteri- num fóru næmingarnir, sum vanligt. ai eta matpakka í matarhøllini ella gera skúla ting á bókasavninum. Lítið grunaðu teir, at teir næstu tímarnar fóru at vera vitni til blóðugastu hending í amer íkanskari skulasøgu. Kl. 11.30 koma tveir næmingar å skulanum, 17 og 18 åra gamlir, limir í eini klíku. ið kallaði seg Trench Coat Maf- 14, nynazistar, Marilyn Man son fans, sokalladir »goth- ar« (kendir av teirra hvít maladu andlitum, svartmål- aðu eygum, svartlitaða hárið og svørtu klødum) gangandi gjøgnum skulan, alvápnaðir vid handgranatum, heima gjørdum bumbum og auto- mat-skotvåpnum Teir sprongdu nakrar bumbur utt- an fyri skúlan, áðrenn teir komu inn. Sum teir fóru gangandi gjøgnum skúla- gongina, skutu teir øll myrk, hispanisk og øll ítróttarfólk. Í einum klassahøli spurdu teir, um nøkur kristin vóru har og ein genta reisti seg og segði, at Jesus var henn- ara Harri og Frelsari. Hon hevði ikki meir enn sagt tað, tá teir skutu hana til deyðis. Ein tíma og 15 menniskjaliv seinni, gjørdu hesir báðir sjálvmorð. Yvirlivandi næm- ingar søgdu, at teir flentu sín åmillum og søgdu viðmerk- ingar um tey doyggjandi við hvønn annan. Seinni fann løgreglan eina bumbu i matarhøllini, sum varð tendrad, men sum av eini ella aðrari orsøk ikki sprongdist. Bumban var so mikið sterk. at hon hexði sprongt alla matarhøllina og stórt okið runt um har Tað syrgiliga er, at hetta er ikki fyrstu ferð. skúla næmingar drepa aðrar næm ingar. Hetta er 8. ferð sein astu tvey árini. I. Í. okt. 1997, Pearl, Missisippi. Ein 16 åra gam- al drap fyrrverandi gentu sina og eina vinkonu henn ara og skeyt 9 skúlafelagar. eftir at hava skorið mammu sína á háls. 2. |. des. 1997, Paducah. Kentucky. 3 gentur dripnar og 5 aðrir næmingar skotnir av einum 14 ára gomlum. 3. 24. mars 1998, Jones- boro, Arkansas. 4 gentur og ein lærari skotin og 10 skadd, tá tveir dreingir, 13 og 11 ára gamlir, skjóta úr skógini, eftir at hava útloyst brandalarmin á skúlanum. 4. 25. apríl 1998, Edin- boro, Pennsylvania. Ein lær- ari skotin í einum skúladansi hjá einum 8. flokki av einum 14 ára gomlum. Tveir næm- ingar særdir. 5. 19. maí 1998, Fayette- ville, Tennessee. Ein 18 ára gamal næmingur skjýtur nú- verandi drongin hjá fyrrver- andi gentu síni. 6. 21. mai 1998, Spring- field, Oregon. Ein 15 åra gamal drepur 2 næmingar og særir 22. Seinni verda for- eldrini funnin dripin heima. 7. 16. april 1999, Notus, Idaho. Ein næmingur skytur tvey skot gjøgnum høvuds- gongina í skúlanum. eingin kom til skaða. Og seinast Littleton, Col- orado Men hvat skal man vænta, tá tað er loyvi at ganga runt við einum hakakrossi á armi- num, men ikki loyvt at vitna um Jesus á skúlunum. tá man kann hava orðaskifti um homosexualitet í tímunum. men ikki tosa um Bíbliuna, tå man kann rópa "Heil!" utt an at fáa åtalu, men biður tú í skúlanum. so fært ávaring frá skúlastjóranum. man kann ikki hava Bíbliuna við í skúla, men hítur verða býtt ar út frá skúlasjúkrasystrini og um neyðugt er við fostur- dråpi, so kann skúlasjúkra- systurin taka sær av ti, uttan at foreldrini fáa nakað at vita? Land of freedom? Ein- ans partvís! Soleiðis sær eitt land á veg burtur frá Gudi út. Gud er blakaður út úr skúlunum, okkultisman inn. Á bóka- søvnunum er meiri tilfar um okkultismu enn um kristin- dóm. 4000 fosturdráp verða framd dagliga her yviri. Og nú ganga skúlanæmingar og drepa sínar klassafelagar. Hví? Tí tjóðin er á veg burtur frá Gudi. Næmingarnir læra, at vit ikki eru annað enn høgt útviklað djór, hví skuldu teir havt virðing fyri menniskja- lívi, tá vit ikki er annað enn >djór<? Men hvat fær menniskja at gera sovorðið? Orðið hev- ur fýra bókstavar: SYND. »O miserable man, what a deformed monster sin has made you! God made you "little lower that the angels”: sin has made you little better than the devils.< segði ein. nevndur Joseph Alleine Tatta sóu vit alt ov væl týs- dagin. Syndin oyðileggur menniskjað. týsdagin sóu vit Satan sum sjáldan fyrr. men 1atta er jú uppgávan hjá hon- um. (Jóh 10:10) Tað ringasta er. at hatta er bara ein lítil »røkpartur av ti, hann er før ur fyri. Ikki er ringt at hugsa, at hetta er ein av keðiligu avleiðingunum. av at blaka Gud út úr skúlunum Hugsa um dránsmenninar Teirra stóra fyrimynd var Adolf Hitler. A 110 ára fød- ingardegi hansara gingu teir runt og drupu skúlafelagar sínar. Seinast skjóta teir seg sjálvar og rakna við undir lið hansara. Trupulleikin? USA er á veg burtur frá Gudi. Loysn- in? JESUS KRISTUS! Hann doyði fyri at frelsa okkum. Vit mugu venda við til hans- ara. >Um tá fólk Mítt, sum er uppkallað eftir navni Mín- um, eyðmýkir seg, biður, søkir ásjón mína og vendir um av óndu leiðum sínum, so skal Eg hoyra í Himli, fyrigeva synd teirra og gróða land teirra.« (2. Krøn. 7:14). Hatta er tad einasta, sum kann bjarga USA, hatta er tað einasta sum kann bjarga nøkrum. USA verdur vanliga kall- að ein kristin tjóð. Hon var uttan iva bygd á kristin livs- virði. Tað sæst eisini á peng- asedlunum, har tað stendur "In God we trust.” Men ti- verri vísir lív fólksins eina aðra mynd. USA hevur mesta kriminalitet í heim- inum, flestar neydtøkur, flest fosturdráp og flest hjúnað- arskilnaðir. Kristin tjóð? “In God we trust" er tíverri ein- ans eitt hugtak. ikki ein ver uletki. Ti er stødan sum hon er. tí hendir sovorðið Iýsmorgunin var íkki loyvi at biðja á skúlunum i USA, »we don't need to pray.< søgdu tey. týsdagin seinnapartin var biðið á oll um skúlunum. >All we can do is pray.< siga tey nú. Eitt orðaskifti var um henda sorgarleikin á eini av sjón varpsrásunum heryviri. Har kundu tannáringar ringja inn og siga teirra hugsan. Øll søgdu at einasta tey kundu gera, var at biðja. Nidurstød- an hjá vertinum, sum annars verður roknaður sum sera liberalur, var henda: >If prayer is what the students want, then why not put pray- er back in the schools?« Er hetta tað vit ynskja fyri Føroyar? Vónandi læra før- oyingar av feilunum hjá oðr- um, so vit ikki enda í somu syrgiligu stóðu. Men vit eru á veg handanvegin. Tíverri. Vit ganga somu leið. Tey kristnu mugu byrja at tala at, heldur enn bara at hyggja at. Vaknið! Føroyingar eru ikki komnir so langt sum restin av heiminum, men vit gera einki fyri at forða at enda í somu støðu. Spaku liga byrja vit at líkjast um heiminum. Loysnin er at halda seg nær til GUD. (Ják 4:8). Gerið ikki somu mistøk sum amerikanarar. Trupul- leikarnir hvørva ikki. við at tiga teir burtur « fáa frið. Tað má skrykkjas upp við rót »Tu sært - Eg havi lagt fyri teg lívið og hitt góða og deyðan og hitt illa. við ta eg I dag ilegg lå u elst Harran Gud tí I boðum Hansara. so tú k liva og nørast. og Harrin G ti Kann sig num... M endir I sær burtu Og ri K at tit skulu vissuliea gang himmal og jørð til vitni mót tykkum. at eg havi lagt fyr teg lívið og deyðan. signing ina og bannið - vel tí lívið so tú og avkom títt kunnu liva! Elska Harran Gud tin. hoyr rødd Hansara og halt teg til Hansara! Ti hetta er lív titt…« (5. Mós 30:15-20) sunnudagin, 25. april Rúni Rasmussen, Karl Johannesen og Danjal av Rana úr USA