hósdagur 29. apríl 1999síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 80 — 29. APRÍL 1999
tíðindablaðið 17
ESS
Lagt til rættis:
Eirikur Lindenskov
Páll Lamhauge og Hedin Johannesen. sum báðir læra til bilme
kanikara, hava staðið fyri umvælingararbeiðinum
A
Mynd: jens Kristian Vang
Umvælt 67 ára gamlan motor
A Tekniska skúla í Havn hava lærlingar umvælt ein 67 ára gamlan motor til
Triangel brandbilin hjá Slókkiliðnum í Havn. Bilurin skal koyra nýggjársaftan
EIRIKUR LINDENSKON
A Tekniska skúla í Havn eru
teir júst lidnir at umvæla
motorin í gamla brandbili-
num hjá Tórshavnar býráð.
sum er frá 1932
Talan er um ein Triangel
brandbil, sum varð keyptur
til Føroyar í 1962. Hóast
motorurin er frá 1932. so er
bilurin kortini bygdur í
1937. og fyrstu árini hevur
hann verið nýttur sum
brandbilur í Danmark - til
hann í 1962 varð keyptur
heim til Foroya.
Tað eru teir báðir bilmek-
anikaralærlingarnir = Páll
Lamhauge og Heðin Jo-
hannesen, sum hava verið
teir, ið mest hava tikist við
arbeiðið, hóast aðrir felagar
sjálvandi hava hjálpt til. Í
hesum umfari hava teir báð-
ir verið á Tekniska skúla í
fimm vikur, og tvær av vik-
unum hava teir burtur av
brúkt til at gera motorin
lidnan.
Tað var í februar í fjør, at
Tekniski skúli í Havn og
Tórshavnar byråd gjørdu
avtalu um. at motorurin úr
gamla brandbilinum skuldi
umvælast á skúlanum. Bý
ráðið skuldi síðani seta
sjálvan bilin í stand. og er
ætlanin at bilurin skal koyra
á nýggjárinum. Skrokkar-
beiðið er ikki liðugt enn.
men motourin er nú liðugt
umvældur.
Tá motorurin kom út á
Tekniska skúla varð hann
partvís sundurtikin, og
onkrir lutir vantaðu.
Eirikur Simonsen, lærari
á Tekniska skúla sigur, at
hesir motorar tá í tíðini vóru
vanligir, og vóru eisini
brúktir í lokomotivum til
góðstok.
— Alt er upp á tann gamla
mátan m. a. við síðuventil-
um, sigur Eiríkur Simonsen.
Sum vera man er ikki so
lætt at fáa fatur á lutum til
ein so gamlan motor, so lær
lingarnir hava sjálvir verið
noyddir at tilevnað summar
lutir. Eitt nú vantaðu plat-
inustiftirnar, men við at
broyta upp á nakrar stifitir,
teir høvdu liggjandi. so bar
tað eisini til. Eisini máttu
teir gera nýggjar pakningar
til manifold og topppstykki
Viðvíkjandi ventilunum,
so hava teir skift út trý stýri.
avrættad, slípað og fresað.
Stempulringar eru skiftir og
toppstykkið og blokkurin
eru avrættað - tilsamans er
fresað burt okkurt um I mm
av blokkinum og toppstykk-
inum vegna tering. Av somu
orsøk er kompressiónin nú
nakað hægri. enn hon upp-
runaliga var, men hetta ger
einki í dag, siga teir. tí við
nútíðar brennievni kunnu
motorarnir koyra við væl
hægri kompressión enn fyrr.
Av tí at krumptappaksilin
var illa rustaður og legurnar
illa slitnar, var hesin part-
urin av motorinum sendur
til Danmarkar - til Næstved,
har hetta varð slípað og
nýggjar legur gjørdar.
Kaboratorurin var sum
vera man skitin - og ringt
er at vaska, tá hann hevur
staðið í so mong ár. Men
við nýggjastu teknini er
lættari. Á Tekniska skúla
hava teir møguleika at
vaska slíkar lutir í ultraljóði.
sum reinsar allar huldar
kanalir, og soleiðis fekst
kaboratorurin reinur aftur.
Nú motorurin koyrir.
hava teir mált hann út við
nútímans tólunum, teir hava
á Tekniska skúl. og tað vísir
seg alt at vera í lag, burtur
sæð frá. at allir tendripropp-
arnir ikki vóru heilt í lagi
Hesir eru ikki so lættir at
fáa, so teir hava roynt at
leitað í Danmark - og fyri
at tað ikki skal vera lygn,
so komu boðini um. at
nýggir proppar vórðu funn-
ir, meðan Sosialurin vitjaði
á skúlanum.
Nú motorurin er liðugur,
verður hann pakkaður niður
og goymdur, til bilurin er
gjørdur lidugur, siga teir å
tekniska skula. Og
lærlingarnir eru væl nøgdir
- og siga seg hava fingið
nógv burtur úr.
Eiríkur Simonsen, lærari,
sigur. at hetta hevur verið
ein sera spennandi uppgáva
at hava havt á skúlanum.
Hann heldur, at rættast var,
um vit høvdu eitt tekniskt
savn í býnum. so til bar at
varðveita slíkar lutir undir
tryggum umstødum
Tað er so nógv. sum
Gamli Triangel-brandbil-
urin stendur á brandstød-
int í Havn. Nú er motorur-
in liðugt umvældur - og
ætlanin er. at bilurin skal
koyra nýggjársaftan í ár
kundi verið savnað á einum
slíkum savni. Ikki bara
bilar, men so nógvir aðrir
tekniskir lutir, vísir Eirikur
Simonsen á.
A Tekniska skúla hava
teir eisini ymisk gomul
motordrivin spøl, sum teir
nýta í undirvísingini fyri at
síggja, hvussu gomlu
motorarnir virkaðu. Hetta
eru eisini lutir, sum kundu
verið á einum slíkum savni.
heldur Eirikur Simonsen,
sum fegin tekur aðrar slíkar
avbjóðingar inn i
undirvisingina å Tekniska
skúla
Triangel-brand-
bilur koyra
nýggjársaftan
Ætlanin er, at 62 ára gamli
brandbilurin hjá Tórs-
havnar býráð skal verða
klárur at koyra til nýggj-
árs.
— Hetta ynskið er komið
frá býráðnum, siga teir
báðir lærlingarnir, Páll
lamhauge og Heðin Jo-
hannesen, sum hava stað-
ið fyri arbeiðinum á skúl-
anum.
Teir siga, at býráðsfor-
maðurin hevur sagt teim-
um, at nýggjársaftan fer
Tórshavnar Kommuna at
skipa fyri eini serligari
staðfesting av ártúsund-
skiftinum, m. a. vð fýr-
verki.
Hetta skal halda fram
inn í næsta árið, eitt nú á
6lavsøku år 2000.
I hesum sambandi er
ætlanin, at eitt nå gamli
brandbilurin skal verða
við í hátíðarhaldinum,
eins og onnur gomul út-
gerð hjá Tórshavnar
Sløkkilidi. sum skal
standa tók, um okkurt
verður áfatt - ella kanska
fyriskipað(!?) nýggjárs-
aftan.
Lærlingarnir halda, at
hetta kanska kundi havt
áhuga hjá limunum í Før-
oya Ellisakførum
Teir siga víðari, at
skúlin nú hevur gjørt sitt
til, at motorurin nú er í
góðum standi. Øll for-
kromingin, sum hoyrir til
bilin er vidgjørd av
nýggjum aðrastaðni, so
at bon stendur sum frá
fyrsta degi. Nú er so bert
eftir at gera sjálvan bilin
láran - og vantar eitt
sindur av upprætting og
málaraarbeiði, og hann
nýggjársaftan kann
standa eins vakur og í
1937, siga Páll Lam-
hauge og Heðin Johann-
esen við Sosialin.
Teknisk data
Triangel brandbilurin frá 1937
cem:
HK:
Typa:
Cylinder placering:
Cylindertal:
Boring:
Slaglongd:
El skipanin:
Oljumongd:
Kølivatnsmongd:
Bensinnytsla:
6.270
92
4 takts bensin
rekkjumotorur
6
108 mm
114 mm
12 v og + til stell
61
391
60 1/100 km
svar ti 1,6 km/l
Lærlingarnir hava borid saman Triangelin vid
ein nåtimans motor vid somu effekt: Ein Opel
Corsa Sport:
Opel Corsa Sport
cem:
HK:
Typa:
Cylinder plac:
Cylindertal:
Boring:
Slaglongd:
El skipan:
Oljumongd:
Kølivatnsmongd:
Bensinnytsla:
1.389
90
4 takts bensin
rekkja
4
77,6 mm
73,4 mm
I2v
351
5,6 I
7,5 1100 km
svarar til 13,3 km/l