fríggjadagur 30. apríl 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ábyrgdarblaðstjóri: | Marknadardeild:
Jan Miller |
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Jonhard Hammer
Dagbjort S. Hansen
Blaðfólk:
Aki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dagfinn Olsen
| John Johannessen
Sveinur Tróndarson
ítróttarskrivari:
Emil L. Jacobsen
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Alvur Haraldsen
Utgevari, uppseting og prent: |
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail:
| Postadr: Postsmoga 76
|
| post sosialurin.fo
Flaggdagur - 1. mai -
ráðstevna - Hvítbók
Oddagrein
LEYGARDAGIN ER 1. mai og er hetta
dagur arbeiðaranna. Hesin dagurin verður
hildin kring allan heim, og eisini her hjá
okkum - bert viku eftir flaggdagin - verða
roður hildnar kring landið. Ein kann siga,
at hóast Flaggdagurin og 1. meidagurin
ikki hava nakað beinleiðis við hvor annan
at gera, so er kortini tætt samband millum
teir, nú stórur partur av Foroya fólki ynskja
storri sjålvstyri og fullveldi.
A FLAGGDEGNUM verður mint á tann
tydning mál og mentan hava fyri okkara
land og hvussu vit við hesum varðveita
og menna okkara samleika og tjóðareyð-
kenni. Og henda dagin verður eisini
stungið út í kortið, hvussu vit í framtíðini
kunnu gerast enn meira vitandi um egnan
matt og megi og hvussu vit taka storri
abyrgd av okkum sjálvum.
ARBEIDARADAGURIN 1. mai skal minna
okkum á tann týdning og tey virði, sum
arbeidarafjøldin skapar. Hann skal minna
okkum á tey sjålvsøgdu rættindi verka-
fólkið hevur. Men hann er so eisini vorðin
til dagin, tá víst verður á skeiva og órætt-
visa gongd í samfelagnum. Í hesum sjálv-
styris- og fullveldistíðum er eisini rætt
henda dag at vísa á, hvussu stóran týdn-
ing tað hevur at kunna varðveita somu
rættindi og livikor í framtíðini eisini. Tað
kann so ikki koma uppá tal, at tey lægst-
lentu í samfelagnum skulu spenna lív-
reimina inn til tess at vit kunnu fáa meira
sjålvstyri, meðan t.d. aðrir bólkar megna
at halda fast um síni rættindi. Broytingar
eiga at gerast í okkara ríkisrættarligum
viðurskiftum. Vit mugu taka storri ábyrgd
av okkum sjálvum og hesum samfelag.
Tað stendur rimmarfast. Spurningurin er
hvussu hetta skal gerast. Hetta er nakað,
sum politisku flokkarnir hava ymsar mein-
ingar um.Nú verður so bíðað eftir eini
Hvítbók, ið sigst skal kunna geva okkum
eitt betri grundarlag at kunna meta um
okkara framtíðar ríkisrættarligu viðurskifti,
okkara vinnuliga forleika og moguleikar.
TAÐ er áhugavert at merkja sær, at millum
hesar báðar merkisdagar, Flaggdagin og
Arbeiðaradagin, hevur verið ráðstevna í
Havn um smátjóðir. Ein kann uppfata
hesa ráðstevnu sum ein brúgvabyggjari
millum tað, sum hesir merkisdagar standa
fyri. Ein av luttakarunum, Martin Palldam
segði við UF í gjár, at Føroyar kunnu
saktans klára seg sum sjálvstoðug tjóð,
men áðrenn eiga vit at gera okkum greitt,
hat tað er fyri eitt samfelag, sum vit ynskja.
Nú fáa vit at síggja, hvat svar Hvítbókin
vur okkum. , ,
gevur okkum Sosialurin
Hugsið tykkum um
Síggi í Sosialinum, at stud-
entaskúlalærararnir depo-
nera árskarakterirnar hjá
næmingum í 3.G. Hetta,
siga teir, skal virka sum eitt
trýst á Fíggjarmálastýrið í
lónarsamráðingunum teirra
millum.
Men hatta við at deponera
karakterirnar gongur so
bara út yvir næmingarnar,
og rørir ikki Fíggjarmála
stýrið
Nú skal eg ikki blanda
meg uppí, hvørji amboð lær-
ararnir brúka, men bert vísa
á, at hatta er einki originalt
hugskot. teir hava fingið.
Júst tað sama royna danskir
studentaskúlalærarar í hes-
um døgum.
Men teir fáa ikki undir-
tokum fyri slíkum tiltøkum.
Sjálvt fakfelag teirra hevur
alment boðað frá. at tað er
ólógligt og heitir ålvarsliga
á lærararnar um at lata kar-
akterirnar frá sær beinan-
vegin.
Føroysku studentaskúla
lærararnir eiga tí at hugsa
seg eitt sindur um. áðrenn
teir gera meira burtur úr
hasum málinum. Taðer ikk;
vist, at tiltakið fer at tæn:
nøkrum. Uttan kanska bar
Figgjarmålastyrinum.
Edvard i Skordini
Joensen
Arhus
Fullveldi við kongshúsi
Svar til Kristian Magnussen
Góði Kristian!
Nú skal eg ikki troytta fólk
meir við hesum. men eg
haldi eg skyldi tær svar upp-
á tað, tú skrivar í tínum
góða og sak'iga brævið til
mín í gjár. Tú sigur m.a. at
áðrenn uppskot Javnaðar-
floksins um sjálvstýrislóg
varð orðað og almanna-
kunngjørt, var tað væl og
virðiliga vidgjørt í flokk-
inum, og'at tingmanningin
sidani hevur kjakast vid
flokslimir og onnur åhugad
um uppskotið.
Tað er Oført. Tað er tann
rætti måtin.
Men tå politikkur Javn-
aðarfloksins á hesum øki-
num er so væl vendur og
snaraður, so skilji eg enn
minni, at hann er so ósam-
anhangandi, so fullur av
mótsøgnum og so órealist-
iskur, sum hann er.
Heldur flokkurin hinveg-
in at tykkara ætlan kann set-
ast í verk, so mugu tit eisini
greiða frá, hvussu tað kann
gerast. Tað hevur eingin
gjørt enn. Og tí ber illa til
at koma til aðra niðurstøðu
enn, at tit lova veljararunum
nakað, sum tit ikki kunnu
geva teimum. Og at tykkara
politikkur bara fer at gera
okkara fløktu og ótryggu
ríkisrættarligu = viðurskifti
enn fløktari og enn ótrygg-
ari.
Og tað er ikki gott fyri
nakað — heldur ikki stevnu-
mið Javnaðarfloksins á ødr-
um økjum.
Studlid heldur
Hinvegin stuðla fýra flokkar
nú eini ætlan, sum hevur til
endamáls at skapa greiðar
juridiskar linjur millum Før-
oyar og Danmark og
tryggja, at Løgtingid fær
evsta vald yvir Føroyum.
Tá tað er hent, verða vit
javnsett Danmark og øðrum
londum. Og tástani kunnu
Vit samstarva við bæði Dan-
mark og onnur lond sum lík-
amenn og á gllum gkjum.
Hví vil Javnaðarflokkur-
in ikki verða við? Eg hevði
skilt tað, um orsøkin varð,
at hann var ímóti endamál-
unum. Men tað er hann ikki.
Tað eru júst hesi mál, hann
sigur seg vilja náa. Ég
hevði eisini skilt flokkin.
um hann hevði ein betri og
meira realistiskan máta at
náa hesum endamálum.
Men tað hevur hann heldur
ikki.
So einaferð enn: Javnað-
arflokkurin skuldi arbeitt
fyri sínum egnu málum og
stuðlað sjálvstýrisætlanini,
heldur enn at verið ímóti
henni.
Fyri tað fyrsta tí tað er
skeivt at siga seg umboða
eina loysn, sum ikki kann
fremjast.
Fyri tað annað tí tað á
avgerandi hátt kann skaða
okkara samråOingarstødu tå
vit skulu tingast um skift-
istidina, um Javnaðarflokk-
urin ikki studlar. Og tad er
ålvarsamt. Ti fåa vit ikki
eina góða avtalu, dettur alt
á gólvið. Og dettur alt á
gólvið, enda vit aftur í hesi
somu fløkjuni. Vil Javnað-
arflokkurin taka ábyrgdina
av tí?
Kongshúsið
Tú spyrt meg eisini hvat eg
haldi um, at kongshúsið
skal vera ein institutión í
fullveldinum. Upp á ein
máta haldi eg tað vera nak-
að tvætl. Men hinvegin - vit
hava havt 600 ár felags við
Danmark. Tað, tey hava
borið við sær fer ongan veg.
fyri tað um føroyingar gera
av, at nú vilja vit ráða okk-
um sjálvum.
Og kanska kann eitt fel-
ags kongshús síggjast sum
eitt tekin um, at Føroyar
framhaldandi ynskja at hava
gott og tætt samband við
Danmark - bæði politiskt,
mentunarliga og búskapar-
liga. Men sum javnsett lond.
Just so, sum Javnaðarflokk-
urin ynskir tað.
Sjårdur Skaale
Arngerð, Sólmundur og Angela í Smiðjuni
Frá |. til 6. maí millum
klokkan 16 og 19 sýna tey
trý, Arngerð, Sólmundur og
Angela fram málningar í
Smiðjuni í Lítluvík.
Hjúnini Sólmundur og
Angerð eru bæði lærarar.
Arngerð hevur fingist nógv
við at undirvísa í list - og
hevur sjálv listaskúla.
Arngerð og dóttirin An-
gela hava áður sýnt fram
saman, men hesaferð verður
høvi at síggja listina hjá all-
ari familjuni í senn.
Sólmundur Joensen, Angela
Petersen og Arngerð Jo-
ensen, sum lata upp fram-
sýning í Smiðjuni í Lítluvík
í morgin klokkan 16”
Mynd: Jens Kristian Vang