fríggjadagur 30. apríl 1999síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ve herr
A
SE
I
Nr. 81 — 30. APRÍL 1999
MÁLTEIGURIN
Pólverski verji unga ungverska
málverja rómverja
A føroyskum eru mangir verjar. Vit hava kirkjuverjar og
låturverjar, summir sakførarar eru verjar, í fótbólti hava
vit linjuverjar, og nú er sjálvt málmaðurin farin at eita
málverji - hvat hann so verjir (annars kundi málverji fyri
tað merkt málreinsari). Vit hava eisini lært okkum. at *kin-
verji" merkir íkki reyðsokkur, men er eitt fólkaslag eins og
rómverjar. Í orðabókum yvir fornnorrønt finnir tú m.a.
orðini rómverji, spanverji og indverji. Nú ein dagin las eg
í føroyskum bløðum um eitt spildurnýtt fyribrigdi, ið kall-
aðist pólverjar. KÍ hevði útvegað sær ein av hesum slag-
num. Heiðin sum eg eri í fótbólti - tað liggur á markinum
til ítróttarliga analfabetismu- hugsaði eg, at hatta mundi
mestur vera okkurt nýtt ítróttarorð. Men eg fekk hetta ikki
at passa kortini, tí at einastu >fótbóltspólar<, ið eg kundi
koma á, eru málini. Og føroyingar eru væl ikki so svakir.
at teir eru farnir at kalla málmannin pólverja? Kanska er
hetta eitt serføroyskt slag av verjuleikara, hugsaði naiva
sálin eg.
Men so við eitt datt tíggjuoyrað: hatta er eitt nýyrði
aftrat fyri polakkar! Greinskrivarin hevur eyðvitað hugt í
eina íslendska orðabók, fastur í teirri trúgv. at íslendskt er
heilaga tungumál føroyinga - ja, tit vita: »Uttan islendskt
kann eingin liva«. So ådrenn vit vita av, fer KI helst at
hava polverskan verjuleikara, biðja sær ungverja til mål-
verja, indverja til linjuverja, og Christianskirkjan fær kin-
verskan kirkjuverja. Og Ítróttartíðindini hjá UF fáa ein
heilt nýggjan lurtaraskara hereftir, nevniliga tey ið hava
tokka til skaldskap á bundnum máli.
Ikki tí, nýyrði kunnu meir enn so ríka okkara móðirmál.
Men er ætlanin við hesum orðinum at gera føroyskt enn
meira »einvegis« - tvs. at tad islendska "pólverji" skal
troðka "pollending" av, tí at pólverji skal eitast at vera
"føroyskari' - so mugu vit rópa varskó. Nú hevur endiliga,
við tógvið stríð og eftir nógv ár, eydnast málmonnum
(málverjum? ) at venja føroyingar av vid at siga polakkar
og pollendingar og siga póllendingar ístaðin - hvor nú
»fidusurin« er við ti; "polak" er slaviskt ord (ikki danskt),
og 'polje" merkir slættlendi á russiskum og stavast ikki
við ó. Tessvegna eru Polland, polakkur og pollendingur
ikki donsk orð, hóast nógvir føroyingar halda tað. Og
Foroya fólk kann 6møguliga halda skil å øllum teim ordum,
sum higartil hava verið tey »einastu røttu«, men sum gerast
Oføroy sk, so hvørt sum lærarar, tíðindafólk og málvinir
útvega sær íslendskar ordabøkur. Hvor goymir sær mjólka-
pakkar og gamlar blaðgreinar upp á beráð?
I føroy skum er v anligt at skifta donsk orð út vid islendsk,
men hví skifta góð, føroysk orð út við íslendsk? Sum er.
hava vit jú trý ódonsk orð fyri polakk/pollending og kunnu
eins væl siga pollendingar, tá ið vit siga íslendingar, grøn-
lendingar, 'onglendingar. fraklendingar. hålendingar, got-
lendingar, álendingar og útlendingar. Hetta er eisini fult í
samsvar við okkara grannamál fyri eystan. Íslendingar
hava eyðvitað evnað orðið "pólverji" til eftir fornnorrønari
fyrimynd (polakkar itu okkurt annað tá á døgum). Teir um
tað. Men gevið gætur, at teir kalla seg sjálva ar íslendingar
og ikki ísverjar.
Skulu oll heiti á heimsins fólkaslógum broytast eftir
íslendskum leisti, so gera vit føroyskt fløktari, enn tað
longu er. Her hugsi eg um tað »praktiska« í tí: føroyskt
tolir kanska nógv fremmandaorð og íslendsk orð aftrat -
men ikki fleiri verjar. Ti ovmikið er til av teimum. Vit
hava verjar í rættinum, í kirkjuni, í fótbólti, í politikki, í
málreinsingini, á látrinum, á Suðurpólinum, í Kina og í
fylking reyðhosunnar - hvar hava vit ikki verjar? Við hetta
lag verður Ogjørligt at halda skil á, um allir kirkjuverjar
eru ættaðir av Kirkju, um ungverjar eru tey, ið arbeiða fyri
Barnaverndina, um indverjar halda tað vera Gføroyskt at
eta pizza, um ísverjar eru íslendingar ella vaktarmenn hjá
Fóm-ísi, um grønverjar eru umhvørvisaktivistar ella verju-
leikarar hjá KÍ, og um pólverjar eru Greenpeace-aktivistar
á Suðurpólinum ella advokatar hjá Poul Michelsen, Poul
Mohr o. ø. Eru skemtarar láturverjar - og er anglaverji
eingilsmaður ella eitt nýyrði fyri einglavakt?
Skjótt fer onkur smartur målrøkil at koma eftir, at hit
má vera málspilla, eftirsum íslendingar siga verja. Og hvat
skal verjusamgonga tá eita? (sum er, flenna íslendingar
hjartaliga at tí føroyska orðinum *verjumálaráðharri"). Skal
verjusamgonga hereftir merkja >forsvarsalliansa< ella
felagsskapur fyri smátjóðir og etniskar minnilutar? So
mugu minnilutafelagsskapir eita småverjusamgongur. Verj-
ið verjar, sum tey siga á Balkan. Verjusamgongan NATO
bumbar altso serbverjar, sum verja seg og jagstra albaverjar
- ið kunnu vera bæði albanarar og katólskir prestar, eftirsum
teirra prestabúni eitur alba. Verjurøda må so merkja etno-
logisk ella nationalistisk røda. Ver(j)y, ver(j)y well...
Verjið føroyskt ímóti fleiri verjum! Ið hvussu er fyri
fyrst.
Heri Eysturlíð, úr høvudsstadi svíaverja
heysturlid Q hotmail.com
tíðindablað 19
== SEE
Pr pr
ae
48. 802
= el = på He 1 TI 1 1.
vAD
lt LETTE
FE Æi
AND þú
3 1-7"
fy El)
ØK
z ps6 | a 12
ar — MR
7841 | Øko
5 =
FR
Ems | Hjør
(ELLIE TTT
= SE S
== me I) |
elm
|}
4 11], PL EI
KROSSORDAGÅTA
Vinnari: Fridi Hentze
á Húsgarði
513 Sydrugøtu
Loysnin frá seinastu viku
Loysunarorðið: SKELSANDUR
Loysunar- O
orðið:
Lesið foroyskt — hugsið føroyskt!
Frá
i BOKADEILD
FØROYA LÆRARAFELAGS:
2 Úti á leysum oyggjum - Marianna Debes Dahl
J Matur í myndum - Sierid Dalsgaard/
Beinta Johannesen
D Í skýmingini - Sofía Petersen/Elinborg Liitzen
J Barnarimur - Hans A. Djurhuus/Elinborg Liitzen
J Meistarin og teir fýra skrivararnir
- Ulf Nilsson/Kalr N. Hansen tyddi
2 Frå
m FØROYA
SKULABOKAGRUNNI:
J Grenur var dalurin - Richard Llewellyn/
Knút Olsen rýddi
J Tit bygdu hetta land - Arbeiðsmarknaðurin -
Jákup Pauli Strøm
J Føroya jarðfreði - Jóannes Rasmussen
Q Frumsagnir - Neil Philip/Amy Tausen týddi
J Mállæra - Paulivar Andreasen/Árni Dahl
Bøkur og annað tilfar
— bæði innan og uttan skúlagátt
Hvønn ie ygar
er krossorðagáta í bladnum. Drigið verður millum røttu inn-
sendu loysnirnar. Vinningurin er ein bók frá Bókadeild
Føroya Lærarafelags ella Føroya Skúlabókagrunni. (Krossa
av á listanum høgrumegin, hvørja tú best kundi hugsað tær).
Fyri at verða við í dráttinum um vinningin, má loysunar-
orðið vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin. Vinnarin
verður saman við loystu gåtuni kunngjørdur í blaðnum næsta
leygardagin.
Sendið loysunarorðið til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórs-
havn — og viðmerkið >Krossorðagáta nr. ...< á bjálvan.